Útselt tiltøk í Norðurlandahúsinum

blh.jpg

Sambært heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum er útselt til bæði bókaframløguna við nýggju ungdómsskaldsøguni hjá Marjun Syderbø Kjelnæs og útgávukonsertirnar hjá Eivør. Tey vónbrotnu, ið eins og eg mugu sanna, at sein kúgv fær skitið gras, kann eg ugga, tí hatta við tí skitna grasinum passar ikki heilt - vit sleppa jú øll at keypa okkum sjálvar útgávurnar, sum verða hátíðarhildnar hetta komandi vikuskiftið. Plátan SEGL og bókin Sum rótskot kunnu um skamma stund fáast til keyps! Tað er sjálvandi góða gamla nýggja covid, sum aftur ger fortreð og avmarkar áskoðaratalið. Og sjálvt um Eivør hevur 5 (Fimm!!) útgávukonsertir, verða tað bara fimmhundrað fólk, sum uppliva hana á palli hesa ferð.

Fyri 10 árum síðan skrivaði Marjun Syderbø Kjelnæs seg inn í hjørtuni á føroyskum ungdómi við skaldsøguni Skriva í sandin. Nú er ein nýggj ungdómsskaldsøga komin, sum aftur hesa ferð skrivar seg beint inn í samtíðina. Skaldsøgan viðger spurningar sum: hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær? Sum rótskot snýr seg um fýra vinfólk, sum vilja hava fólk at vakna og taka umhvørviskreppuna í álvara. Men tá tey velja at taka sakina í egnar hendur, fær tað avleiðingar, sum tey ikki høvdu ímyndað sær.

Eivør hevur seinastu árini arbeitt við at skriva og framleiða tilfar til fløguna SEGL, ið kemur út 18. september og í sambandi við fløguútgávuna var konsertferð planløgd um stórar partar av Europa, har Føroyar var fyrst á skránni. Tað sum stendur eftir av hesari konsertferðini, nú Korona hevur gjørt um seg, eru konsertirnar í Norðurlandahúsinum, alt annað er fyribils avlýst.

Eivør greiðir frá, at á konsertunum fer hon at frumframføra løg av nýggju útgávuni, og umframt tað, vera eisini eldri tilfar at hoyra. Við sær á pall hevur hon ein bólk, ið er samansettur av Mikael Blak, bass, Per Ingvaldi Højgaard, trummur og sum nýggir í bólkinum er Mattias Kapnas, tangentar og Theodor Kapnas handan ljóðpultin. SEGL er 9. soloútgávan hjá Eivør, tekstirnir eru á enskum og á føroyskum. Sjálv sigur Eivør, at hetta helst er hennara mest samstarvsríka útgáva Fløgan er framleidd saman við Tróndi Bogasyni, Høgna Lisberg og øðrum framleiðarum kring heimin, millum annað Daniel Heath, ið eisini hevur framleitt fyri millum annað Lanu Del Rey. Útgávna fevnir eisini um gestaframførslur við m.a. Ásgeir Trausta.