Býráðsfundur í kvøld "Harmiligt tá fótonglar verða lagdir fyri listafólk"

Skúlin á Fløtum - foto: Heðin Mortensen

Skúlin á Fløtum - foto: Heðin Mortensen

Listprýðing av almennum stovnum er av alstórum týdningi ikki bara fyri listafólk, men fyri alt landið og tess borgarar. Týdningurin av listini er eftirkannaður væl og virðiliga av listfrøðingum og mentanargranskarum, sum ferð eftir ferð hava staðfest, at list í almenna rúminum ger okkum klókari og glaðari.

Prýðingin av skúlum hevur eitt serligt pláss í okkara tilvitsku, tí vit lutfalsliga tíðliga í tíðini hava verið greið yvir stóra týdningin, sum listin hevur fyri børn. Longu Kommunuskúlin var vakurt prýddur. Eg minnist sjálv hvussu bilsin eg var, tá eg kom niðan í Eysturskúlan í 1980 og m.a. sá teir abstraktu Støðuhyljarnar hjá Ingálvi av Reyni. Hetta var ein listarligur skelkur, ið leiddi til djúpa og støðuga undran, sum við tíðini var við til at flyta okkurt innií. - Tí er tað eisini gleðiligt at síggja væl eydnaðar listprýðingar í Havn og aðrastaðni í landinum og tí var tað gott á sinni at frætta frá Listabólkinum í Tórshavnar Kommunu, at m.a. Hansina Iversen var millum tey trý listafólkini (av sekstan innsendum uppskotum) sum hevði vunnið heiðurin at prýða skúlan (harumframt prýða Jón Sonni Jensen og Edward Fuglø skúlan). http://www.venkom.fo/news-25+mio+kronur+til+listpryding.htm

Hetta málið endaði heilt ómetaliga keðiligt og óprofessionelt við, at Hansina Iversen kortini ikki slapp at vera við í prýðingini. Orsøkin var vantandi fígging, men tað hjálpir ikki uppá sakina. Hansina Iversen var í boði at fáa eina peningaupphædd sum endurgjald fyri ómakin, men hon hevur takkað nei og eitt eventuelt endurgjald hjálpir hvørki skúlabørnunum ella skattaborgaranum, sum rinda fyri prýðiliga skúlabygningin.

Sambært Helenu Dam á Neystabø verður gølukenda viðgerðin hjá Listabólkinum av listprýðingini á Skúlanum á Fløtum tikin upp á Býráðsfundi í kvøld, 24.sep. : “ Vit hava lagt uppskot fyri Býráðið um at broyta ta avgerð, at siga tann eina vinnaran Hansinu Iversen upp,  og at semjast um at finna ta fígging, sum er neyðug til tess at triði vinnarin av kappingini eisini kann fara til verka”. Mælt verður til at halda avtalur við listafólk, eisini limirnar í ListGrafo, sum eru ónøgd um manglandi høli og avtalubrot: “At lívbjarga sær sum listafólk í Havn og í Føroyum er ein kunstur í sjálvum sær, tað er tí harmiligt, tá ið enn fleiri fótonglar verða lagdir enn neyðugt..”

Listprýðing hjá Hansinu Iversen í Leirvíkar Skúla http://listinblog.blogspot.com/2012/09/

Listprýðing hjá Hansinu Iversen í Leirvíkar Skúla http://listinblog.blogspot.com/2012/09/