Hon skrivar, so at tað hoyrist

eg skrivi vátt.jpg

Meðan eg lesi nýggju bókina hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, hoyri eg røddina á henni fyri mær heilt týðiliga sum stóð hon mitt á gólvinum her í stovuni hjá mær og las við sínu ljósu, treisku rødd við skiftandi herðslu á orðunum. Onkuntíð steðgar hon upp mitt í einum setningi sum fyri at signalera, at setningurin er komin at enda, men vit hoyra á framhaldinum, at hatta var ongantíð hugsað sum eitt punktum. Hon vil bara geva orðunum pláss og tyngd. Hendan gløggskygda næstan uttanveltaða og samstundis yvirhugaða, heita røddin er serlig við yrkingum, ið geva lesaranum varhugan av einum serligum sambandi millum orð og setningar - millum partar og heild, millum gult og innihald. Tí bókin er vøkur og gul við greiðum samanhangi millum innihald og útsjónd.

Heitið Eg skrivi á vátt pappír stendur skrivað við gulum á gult. Litmunurin millum stavir og permu er so evarska lítil, at tú bara hómar tað skrivaða sum nakað, ið er næstan horvið eins og tað, ið er skrivað á vátt pappír er í støðugan vanda fyri at hvørva, tá tað antin tornar ella flýtur út júst sum tær óálítandi upplivingarnar í okkara minni. Bókin er býtt upp í átta partar við hvør sínari yvirskrift. Innihaldið fevnir bæði um konsentreraðar abstraktar tekstir, um eitt slag av ekfrasum (um mann kann kalla tær næstan objektivu fotomyndalýsingarnar soleiðis) og um leysari prosakendar hugleiðingar og endurminningar.

Í støðum er teksturin settur upp og talskipaður sum var hann ein vísindalig ritgerð, meðan hann aðrastaðni er settur upp eins og brøv ella dagbókatekstur. Alt er hetta ein konstruktión, ið passar inn undir víðfevnda tekstaslagið poesi. POESI stendur eisini tilskilað á innpermuni, ið somuleiðis avdúkar, at tað er Forlagið Eksil, ið gevur út. Forlagið Eksil hevur áður givið út bøkur við partvíst sjálvsævisøguligum og samansettum sjangrum, m.a. hybridbókina Psykosudrotningin sigur frá hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir og fleiri aðrar týðandi útgávur hjá føroyskum yrkjarum og yrkjarindum ikki minst.

Av eini yvirskrift í bókini verður lesarin mint á, at tann skrivandi er ”ein onnur”, men yrkjaraegið minnir kortini heilt nógv um tað, vit vita um yrkjaran og persónin, Lív. Útgangsstøðið er jarðarferðin hjá ommuni, ið sendir hana á eina ferð aftur í barndóms- og ungdómsminni. Hendan omman hevur verið ein nokk so festlig typa. Ein, sum drekkur durasnaps, roykir serutt, ger ov nógv av og spyr í noktandi staðfestingum. Tað er nokk so herligt at lesa og at merkja ta mjúku ferskuhúðina á ommuni gjøgnum barnsins sansir og eygu gjøgnum lyklarhol í hesum fínu eygleiðingum, ið sum heild eru imponerandi ósentimentalar og neyvar. Tað er bara ein setningur í bókini, sum kennist hesum lesaranum óneyðugur - tað er hann um, at omman er vøkur - hesum vistu vit av frá allarfyrstu síðu, har tað millum annað verður staðfest, at omman er saftig reyðgul. Meðan vit í lýsingum av barnaminnum hóma hvussu barnið burtur úr einstøkum upplivingum myndar sína fatan av heimi og máli, er tónin í ungdómslýsingum minni trilvandi, meira beinleiðis. Her snýr tað seg um kropp og kjøt og blóð. Uppreisturin er í kroppinum og í tí, hann etur ella noktar at eta. Sexualitetur er eitt, kærleiki eitt annað og sjálvt um tónin í hesum sambandi sýnist næstan kaldgløggur, er hugsunarhátturin eitt sindur ungromantiskur, tí tað var sjálvandi hann, sum slapp avstað, hon var forelskað í.

Tað er eyðvitað alt ov fýrkantað at halda uppá, at dreingir skriva um pápar, meðan gentur skriva um ommur í føroyskum samtíðarskaldskapi. Kortini hómast ein ávísur og kanska tiltrongdur samtíðarligur áhugi fyri kyni og fyri at reisa okkara formøðrum ymisk sløg av varðum. Og tó, at hesir eru tiltrongdir og uppá tíðina, so eru minnisvarðar kanska ikki tað mest áhugaverda listarliga sæð. Men tá vit í mong ár hava laðað forfedrunum varðar, so er tað nú einaferð mátin, vit brúka, tá vit heiðra. - Mannfólk eru ikki til at stóla uppá og mann fær pena húð av kaffi – tað eru nakrar av ommuklisjéunum, sum verða endurtiknar í bókini, ið eisini snýr seg nógv um skommina í kroppi og kyni, um sorgina í vatninum og um harðskapin í grindadrápinum.

Omman átti ein drong, sum druknaði í einari á og lýsingin av hvussu gamli sorgarleikurin ómerkiliga gerst partur av veruleikanum hjá gentuni, er einastandandi væl skrivað við javnvág uttan at detta útí tað sentimentala. Lív Maria Róadóttir Jæger hevur áður útgivið yrkingasavnið Hvít sól og yrkingaplátuna Mítt navn við hondskrift saman við manninum, Lasse Thorning Jæger. Sum yrkjari er Lív Maria Róadóttir Jæger sera tilvitað við stórum kunnleika til bókmentir og hugsanir um tilveruna og tað at skriva. Í nýggju bókini eru ein ørgrynna av rithøvundum nanvgivnir. Yrkjarin bjóðar á henda generøsa hátt okkum við inn í maskinrúmið at síggja okkurt av tí, sum hevur formað tilvitskuna handan yrkingarnar.

Fyrstu ferð, eg hoyrdi Lív Mariu Róadóttir Jæger lesa upp, kom eg í tankar um danska yrkjaran Inger Christensen og hennara serligu viðurskifti við orðunum, sum hon var sannførd um arbeiddu saman fyri at halda yrkingini uppi júst soleiðis sum kyknur í kroppinum samstarva. Síðstu ferð, eg hoyrdi Lív Mariu Róadóttir Jæger lesa upp á G! var tað okkurt við einum óbundnum sjeiki, sum fekk meg at hugsa um ein ungan danskan rithøvund, men í gulu bókini, sum liggur á borðinum, hoyri eg nú fyrst og fremst røddina á Lív Mariu Róadóttir Jæger. Og hetta er ein rødd, eg fegin lurti meira eftir.