Randi Samsonsen sýnir fram í Listasavninum

80498199_2629111233822118_5842923657516548096_o.jpg

Sambært tíðindaskriv verða bundnu og hekklaðu standmyndirnar hjá Randi Samsonsen framsýndar í forhøllini á Listasavni Føroya. Tað er at fegnast um - eisini, at forhøllin í Listasavninum verður brúkt til framsýning. Tað er eitt gott hugskot - tíverri stendur ikki hvussu leingi framsýningin verður hangandi. Tíðindaskrivið leggur annars stóran dent á ta siðbundnu føroysku bindimentanina, tað verður m.a. staðfest, at listakvinnan við sínum verkum varpar ljós á føroyska bindimentanina. Tað kann vera, men fyri okkum hevur tað størsta týdning, at Randi Samsonsen saman við øðrum listafólkum sum Jóhan Martin Christiansen og Jón Sonna Jensen er í ferð við at endurnýggja føroyska standmyndahevd. Eg gleði meg til ein av hesum fær høvið at skapa eina monumentala standmynd í almenna umhvørvinum, so at vit eisini her síggja, at tíðirnar eru broyttar og at vit ikki longur eru í 20.øld.

Í tíðindaskrivinum hjá Listasavninum stendur annars: Tógv kann brúkast til annað enn klæði - tógv kann nýtast til at gera standmyndir. Í listahøpi verða standmyndir ofta gjørdar úr hørðum tilfari sum marmor, gips ella bronsu, og ofta skulu líknandi standyndir ímynda kend menniskju. Bleytu standmyndirnar hjá Randi Samsonsen eru gjørdar úr ull - onkrar úr bummull, og aðrar úr hópframleiddum fleece og velourtilfari við kraftigum litum. Standmyndirnar kunnu vekja hugsanir um innvølir og yrkisgøgn. Aðrar um hendur og fingrar, ið binda. Hevur tú hugsað um, hvussu hendurnar síggja út, tá ið tú bindur? Hetta sær til tíðir púra abstrakt út - og tað er júst hetta, ið Randi Samsonsen hevur gjørt til bleytar standmyndir.

Opið er á Listasavninum:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið
Um jólini er savnið stongt 24., 25., 26. og 31. desembur, og eisini 1. januar

Myndaódnin 2019 - upplating

80391404_2006585929486341_7532496176092807168_n.jpg

Fríggjadagin 13.december læt Myndaódnin 2019 upp í Steinprenti við góðum gløggi og framúrskarandi gávuprentum frá Steinbrá, sum Hansina Iversen hevur greitt úr hondum á hesum sinni. Prentini fáast framvegis í Steinprenti - tað er bara at rinda limagjald á 500 krónur og kjósa sær eitt prent (tey kosta vanliga 1400 kr). Upplatingin var eins og á hvørjum ári rokmikil, tí talið av limum í Steinbrá er støðugt vaksandi og hetta er vorðin ein hugnalig traditión at drekka gløgg og kjakast um gávuprentini, hvat er best og hvat skal heim á veggin at hanga ella kanska í ein jólapakka. Eg seti nakrar myndir inn her frá Myndaódnini.

IMG_1596.jpg
76897222_1535082333297371_1247668195393798144_n.jpg
78199281_562187831239724_6034192904988131328_n.jpg
79683415_827364704352992_6546288817832198144_n.jpg
79786878_2512188749018399_4047059786515087360_n.jpg
79348632_2708074265926677_7178531037713006592_n.jpg
79486690_2708074255926678_4165460657497440256_n.jpg


79095501_584307102392122_2466745055491129344_n.jpg
IMG_1592.jpg


Myndaódn og gløgg list í Steinprenti

IMG_1596.jpg

Fríggjadagin 13.desember klokkan 16-18 brestur ódn á í Steinprenti - hetta er tó ikki tað destruktiva náttúrufyribrigdið, sum vit eru alt ov von við hesa ársins tíð. Talan er hinvegin um tann árliga kreativa myndastormin av eini framsýning, sum tekur samanum listaárið við verkum m.a. grafiskari list úr Steinprenti í ár.

Aftur í ár er nógv gott í at velja. Nýggjastu steinprentini hjá Claus Carstensen eru ógvislig bæði myndevnisliga og koloristiskt. Tey eru loddrøtt, appilsinreyð, grøn og svørt við einum plakat- og fanzine-kendum úttrykki, sum sýnist dekorativt og skitið um somu tíð. Loddrætti bygnaðurin við tveimum litum, sum eru prentaðir ísenn í einum sonevndum irisprenti, bera brá av øgiligum dynamikki sum eru prentini flogin ígjøgnum pressuna. Eisini myndevnini eru ógvislig av snerkjandi, etandi, starandi apum og verum, sum um somu tíð eru djóra- og menniskjakend.

Torbjørn Olsen hevði í november sína framúrskarandi og væl vitjaðu málningaframsýning í Steinprenti. Á framsýningini hekk eittans prentmynd. Hetta er enn ein altartalva, sum Torbjørn hevur tulkað grafiskt í einum steinprenti, hendan er av undrinum í Emmaus, tá tann krossfesti Kristus vísir seg fyri tveimum av sínum lærusveinum. Tað tók Torbirni eina løtu at finna ta røttu koloristisku samansetingina, og á Myndaódnini verða nøkur av áhugaverdu royndarpentunum framsýnd, umframt nýggj prent eftir t.d. Kirstine Roepstorff, Trónd Patursson. Julie Sass, Bárð Oskarsson, Mie Mørkeberg, Fríðu Matras Brekku og Peter Callesen.

Við á framsýningini verða nakrar hugfarsligir og poetiskir vatnlitamálningar hjá the one and only Tóroddi Poulsen. Her eru eisini málningar hjá Rannvá Kunoy, sum júst hevur verið í Føroyum í sambandi við Kærleikskúluna, sum hon hevur prýtt í ár. Rannvá Kunoy er í ferð við eitt altjóða gjøgnumbrot innan myndlistina. Hennara verk gerast í alsamt størri mun partar av týdningarmiklum privatum søvnum, m.a. Saatchi í London. Hon verður framsýnd altjóða, men altso eisini í Havn. Ljós og gjøgnumskygni hava sum heild verið týdningarmiklir partar av hennara verkum, líka síðan hon byrjaði sum listakvinna. Seinastu árini hevur hon arbeitt við serligum litpigmentum, ið skifta lit eftir ljósinum í framsýningarrúminum og eftir hvar áskoðarin er staddur í mun til málningin. Hesir málningarnir, ið eru bygdir upp av nógvum tunnum løgum av máling, eru ómetaliga sansaligir, vakrir og nærverandi, samstundis sum teir sýnast holografiskir og at kalla futuristiskir í mátanum teir bróta eina grundtreyt hjá málarínum - at vera fikserað í tíð og rúmi. 

Myndaódnin er síðst men ikki minst karmur um spildurnýggju prentini, sum Hansina Iversen hevur gjørt til Steinbrá, ið er felag fyri listaáhugað og stuðulsfelag hjá Steinprenti. Øll kunnu melda seg í felagið, tað kostar 500 krónur um árið og limagjaldið fer beinleiðis í rakstur av Steinprenti. Limirnir fáa eitt gávuprent um árið - Talan er um dygdarlist, sum kostar væl meira enn limagjaldið, skuldi ein ynskt sær at keypt tað uttan limaskap. Verkini hjá Hansinu eru í skrivandi stund ikki heilt turr, men til ber longu nú at staðfesta, at tað verður ikki lætt hjá limum at kjósa sær prentmynd í ár. Tær fýra kompositiónirnar hjá Hansinu Iversen eru ymiskar, men allar eru tær framúrskarandi – at síggja til fullar av einum hugtakandi blandi av sprækligum framfýsni og inntonktari tøgn, av litum, strukturum, rørslum, av flatleika og dýpd og eini kenslu av, at her hendir nakað.

Og rætt er, at tað hendir nakað innan fyri føroyska samtíðarlist. Far bara oman í Steinprent og hygg fríggjadagin! Øll eru hjartaliga vælkomin og hevur mann hug at melda seg í Steinbrá, ber tað væl til - mann fær gávuprent á standandi fót og gløgg afturvið!

14956E90-209C-4F02-AB3E-EDEB4921E7C9.jpeg

Eg oyggjar veit...

1F95F5CC-3C84-4DE8-A4DC-A8B2334BA934 (2) (1).jpeg

Nýggj listaframsýning í Víngarðinum

Eg oyggjar veit – soleiðis byrjar ein av okkara kendastu tjóðskaparyrkingum, sum eina tíð eisini átti heiðursplássið sum tjóðsangur og fyrsti sangur í Føroya Fólks Sangbók.

Eg oyggjar veit er eisini heitið á einari lítlari, fjálgari og ljósglitrandi listaframsýning, sum letur upp í Víngarðinum mitt í Havn leygardagin 14.desember klokkan 15-17. Við á framsýningini verða nýggj og eldri verk eftir Zacharias Heinesen, Marius Olsen og Ásmund Poulsen, sum á ymiskan hátt tulka Føroyar. Framsýningin verður tessvegna fjølbroytt við málningum, foto og grafiskum prentmyndum.

Áðurnevnda yrkingaregla hjá Fríðriki Petersen er sjálvsagt tjóðskaparliga motiverað og orðað av einum yrkjaraegi, sum kennir sítt heimland og tí veit hvussu tað tekur seg út í skiftandi árstíðum. Føroyska landslagið er sum kunnugt høvuðevnið í klassiskari føroyskari list og poesi, men tykist framvegis hava stóran týdning fyri føroyingar. Um hetta kemst av, at vit kompensera fyri landafrøðiligar og tjóðskaparligar minnilutakenslur ella vit i roynd og veru búgva í einum óvanliga vøkrum landi, har náttúran kennist nær allastaðni, er óvist. Eitt er tó vist og tað er, at landið er har í allari sínari dýrd í túsundtals myndum, sum vit í heilum taka við okkara fartelefonum og seta á sosialu miðlarnar.

Landslagið er í ein ávísan mun myndevnisliga útgangsstøðið hjá Zachariasi Heinesen, men allíkavæl er tað ivasamt um hansara myndir eru so mikið naturalistiskar sum tær mangan verða fataðar. Stundum hevur tað virkað næstan margháttligt, tá áskoðarar kjakast um hesin og hasin málningurin hjá ZH man vera úr Bø ella úr Elduvík, tá tey í veruleikanum standa framman fyri einari nokk so abstraktari og geometriserandi kompositión, har tað topografiska hevur minni at siga enn litir og kompositión. Zacharias Heinesen er ein sannur meistari innan málningalistina. Ein grundleggjari, sum endurnýggjar seg. Í hansara nýggju myndum er ein serlig gylt glæma og ein spælandi kolorisma, sum fær allan myndaflatan at liva og lýsa.

Marius Olsen telist somuleiðis millum okkara bestu listafólk og er ein av teimum heilt fáu, ið listarliga hevur halgað seg til grafikkin og sum burturav arbeiðir sum grafiskur listamaður. Tessvegna er hann tøkniliga serliga væl fyri at útinna sínar listarligu ætlanir. Hansara landslagstulkingar sýnast um somu tíð greinandi, sansaligar og vakrar.

Sum fotografur lýsti Ásmundur Poulsen heimlandið í stórbærum fotomyndum, ið ofta eru gjølliga komponeraðar. Á framsýningini í Víngarðinum er ein fotomynd, har føroyska landslagið gerst átøkt eini abstraktari mynd við tølandi skapum, sum sýnast trekkja seg fram og aftur í myndarúminum, alt eftir hvar áskoðarin fokuserar. Men so samlast myndevnið og vit varnast, at hetta eru svartir klettar og silvurlitt hav.

Eg oyggjar veit – Vit vita av hesum oyggjum og vit bera tær í okkara huga og tilvitsku og kenna tær aftur í listini bæði tá tær eru har og ikki.

Til upplatingina fæst heimagjørt gløgg afturvið listini. Øll eru hjartans vælkomin leygardagin 14. Desember klokkan 15-17 í Víngarðin í Tróndargøtu 31 í Havn.

 

 

 

 

Skaldsligt ljós í myrkri - Rithøvundavitjan í Víngarðinum

ljos.jpg

Sunnudagin 8.desember klokkan 18 eru bókmentir á skrá í Víngarðinum. Tá fara tríggir rithøvundar, Sólrun Michelsen, Jóanes Nielsen og Carl Johan Jensen at lesa brot úr sínum spildurnýggju skaldsøgum.

Sólrun Michelsen fer í hugtakandi bók síni Ein táttur er silvur farin aftur í tíð fyri at lýsa lagnuna hjá eini kvinnu og hvussu ymiskar hendingar knýta saman grundarlagið í okkara tilveru. Sprotin skrivar um bókini: Ein genta tænir á einum garði, og bóndin neyðtekur hana. Hon verður við barn og vil ikki siga, hvør ið pápin er. Skaldsøgan hevur henda tilburð og lagnuna hjá hesari kvinnuni sum snúningsás. Bókin er á ongan hátt ævisøga, men fyrimyndin til kvinnuna, ið Sólrún lýsir við so stórum innlivingarevnum, er omma hennara.

Jóanes Nielsen hevur í fleiri ár verið á eini skaldsligari ferð, sum eisini tekur støði í eini afturlítandi slektslýsing. Tað vóru á sinni Brahmadellarnir og Bommhjarta og er nú bókin um eina jarðarferð, sum byrjar í Shanghai og endar í Sumba. Hetta er eisini søgan um eina forvitnisliga dagbók og um felagsskapin International Dwarfs Association og tað, sum kann henda, tá ið leitað verður eftir avvarðandi hjá nøkrum deyðum kinesiskum fiskimonnum. Jarðarferðin er júst so undirhaldandi sum lýsingin av henni bendir á.

Terningar - søgur av tilvild er hugfarsliga heitið á nýggju bókini hjá Carl Johan Jensen. Skaldsøgan er partur av einum tríverki, har Sær – Ein fuglabók av gloymsku er tann fyrsta og ein kemur afturat. Bøkurnar hanga saman á tann hátt, at tær eru frá sama tíðarskeiði, men tað eru ymsir persónar í bókunum, sum eru skrivaðar upp ímóti hvørjari aðrari, sigur Carl Johan Jensen. Tann fyrra bókin snýr seg um at fylgja sínum útlongsli og finna heimaftur. Terningar snýr seg um ein persón, sum er føddur í føroyskum fjarðarbotni har hann verður verandi alt lívið.

Í myrkastu tíðini – og hon er jú rættiliga myrk her um leiðir – er ein tilík skaldslig løta neyðugt móteitur og ljós, sum neyvan verður verri av dagsins tilboði í Víngarðinum, sum er heimagjørd tomatsuppa við smørristaðum græskarkjarnum, súrróma og heimabakaðum breyði og eitt glas av Fleur de Gabbro afturvið.

Víngarðurin, Tróndargøta 31. Tórshavn. Rithøvundavitjan 8/12-2019 klokkan 18

713b3f12d56021e0e75752e4b31a8355974939da_w1152_h0_fS.jpg

 

Tóroddur fagnaður á fronskum

tpfransk.jpg

“Tað er tí, hon ørkymlar okkum, at poesiin rørir lesaran” Soleiðis byrjar eitt sera áhugavert ummæli av nýggju fronsku útgávuni hjá Tóroddi Poulsen, Rocailles, sum Christel Pedersen og Sylvain Doerler týddu úr donskum og føroyskum og sum er givin út á Harpo & í 2019. Hon fæst fyri 22 evrur á netinum. Ummælið, sum stendur at lesa á fronsku poesiheimasíðini poezibao, er tætt skrivað bæði so og so, og kann lesast og sodnast fleiri ferð, tí tað er eins innihaldsliga komprimerað sum var tað ein yrking hjá Tóroddi sjálvum. Men tað, sum ummælarin, Marc Blanchett skrivar um tað tilfarsliga og um vertikalu rørsluna í yrkingunum, er serstakliga áhugavert og væl rakt, haldi eg. Eg komi sjálv inn á hetta í bók míni um yrkjaran og listamannin.

Um at lesa yrkingarnar hjá Tóroddi, skrivar Blanchett, at hetta krevur evni til at góðtaka fysiskar forskjótingar eins nógv í yrkingunum sum í ítøkiliga rúminum kring ein. Hetta, heldur hann, krevur stórt uppmerksemi og opinleika fyri staklutum í upplivingini. Blanchett skrivar nógv áhugavert og staðfestir m.a., at orginaliteturin hjá Tóroddi Poulsen ikki botnar í øllum tí løgna, sum annars gongur fyri seg innihaldsliga í yrkingunum, men í mátanum, sum rúmið verður upplivað av yrkjaraegnum í yrkingunum. Hetta er ein kroppur, sum roynir at fata tilveruna og sum í staðin fyri at lýsa upplivingarnar, letur tær henda. Sostatt eru yrkingarnar fullar av hendingum. Hetta er ómetaliga væl sæð, haldi eg. Ummælarin er sum heild sera positivur og skrivar m.a. at Rocailles eru yrkingar til hjartað og hjartaslátturin. Hjartaliga til lukku við ummælinum. Hetta samfegnast vit um alt meðan vit gleða okkum til komandi útgávur á føroyskum.

Franska ummælið kann lesast í síni heild her:

https://poezibao.typepad.com/poezibao/2019/11/note-de-lecture-t%c3%b3roddur-poulsen-rocailles-par-marc-blanchet.html

Í øllum steinum

býr eitt orð

sum heldur seg

vera ein steinur

(úr yrking á s.34 í Steinsetingar/ Stensætninger Edition After Hand 2008)

EXIT Vencil

Vencil_20_perma.jpg

Síðsta ritið er komið av Vencil, skilst - vit takka fyri dansin og ynskja teimum báðum ritstjórunum Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð og Oddfríði MarnaRasmussen blíðan byr. Her er tíðindaskrivið frá teimum:

20. og seinasta nummarið av Vencili er nú givið út. Tað koma ikki fleiri, og ritstjórarnir takka øllum, sum gjørdu tað møguligt at halda á við útgávuni so leingi.

Vencil 20. er eitt sindur minni í vavi enn teir seinastu hava verið, men innihaldið fevnir kortini bæði breitt og víða. Sum vanligt.

Vagnur Streymoy eigur fyrstu stuttsøguna, “Ísurin”, og honum á baki kemur stuttsøgan “Bundin” eftir debutantin Emilju Højgaard, sum vann stuttsøgukappingina á Glasi í 2018.

Síðan koma yrkingar eftir Jaime Manrique, Rabindranath Tagore, Oddfríð Marna Rasmussen og John Boyle O’Reilly.

Naja Marie Aidt, sum júst vitjaði árligu bókadagarnar, eigur síðan tvær stuttsøgur, “Torben og Maria” og “Sunnudagur”, áðrenn Vagnur Streymoy aftur hevur eina stuttsøgu, “Ein knívur, eitt glas og ein murtur”.

So kemur ein yrking eftir Beinir Bergsson, og eftir hana hevur Ludvík á Brekku eina stuttsøgu, sum nevnist “Speglingar”.

Oddfríður Marni Rasmussen hevur so aftur tvær yrkingar, og honum á baki koma fleiri týddar stuttsøgur, “Býtisbarnið” eftir Selmu Lagerlöf, “Sjálvtektarmaðurin” eftir John Steinbeck, og tríggjar hjá Aksel Sandemose: “Andlitið í ánni”, “Eydnuríkur barndómur” og “Minni frá øðrum døgum”.

Sólrún Michelsen hevur aftur hesa ferð eina stuttsøgu við, sum hevur heitið og snýr seg um “Skriving”, og Heðin M. Klein er eisini við aftur við við trimum yrkingum.

Næstseinasti teksturin er ein yrking hjá Georg Trakl, og seinasti teksturin í hesum seinasta nummarinum er eftirmælið “Tvøst, spik og tíkar” eftir Arnbjørn Ó. Dalsgarð.

Permuna hava ritstjórarnir gjørt. Hon hevur reyðbláa bakgrund og hevur eitt grønt exitskelti niðast høgrumegin, sum vísir vegin til neyðdyrnar. Lesarin finnur ivaleyst út, men hann kann altíð leita sær inn aftur at finna sær góðan lesnað í teimum 2250 síðunum við skaldskapi, sum komu út í Vencili Nr. 1/2006-Nr. 20/2019.

 

Fakta:

Tittul: Vencil – Tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum

Útgevari: Vencil & Bókadeild Føroya lærarafelags

Útgávutíðarskeið: Nr. 1/2006-Nr. 20/2019

Ritstjórar øll árini: Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð

Vetrarjazz 2020

DSCF3264 6 (1).jpg

Farna leygarkvøld helt Havnar Jazzfelag 44 ára føðingardag, og í tí sambandi bleiv skráin til Vetrarjazz 2020 avdúkað. Sum altíð er skráin sera fjølbroytt við konsertum til allar áhuga- og aldursbólkar. Festivalurin byrjar sunnudagin 26. januar, við eini konsert har royndar stjørnur hitta ungar spírar. Musikkskúlamiðnám hevur luttikið á Vetrarjazz í fleiri ár nú við ymsum spennandi verkætlanum, og 2020 er onki undantak. Tey fara á pall í Auluni í Finsen sum fyrsti bólkur á øllum festivalinum. Eftir tey spælir bretskt/norski bólkurin Elt, sum telur m.a. tveir av allarfremstu jazztónleikarunum í Bretlandi: Saxofonistin Tom Challenger og Mercury-tilnevnda pianistin Kit Downes.

Føroyska høvuðsnavnið í ár er sjálvsagt legendariski, fløguaktuelli bólkurin Plúmm, sum fer at bjóða eitt brak av eini konsert í stóru høllini í Norðurlandahúsinum. Vit sleppa at hoyra løgini av Catch, sum nýggja útgávan eitur, umframt fleiri av vælkendu hittunum hjá bólkinum. Sermerkt fyri festivalin í ár er møguliga nógvu norsku tónleikararnir, ið vitja. Hetta stendst uttan iva av, at fleiri føroyskir tónleikarar hava sína yrkisleið í Noregi, og hava verið við til at spreiða vitanina um Føroya einasta jazz festival. Nevnast kunnu m.a. M.D.R.N. við Føroyska Jósefi Zachariassen, sum spæla hip-hop jazz, heimsviðurkendu Kjetil Mulelid Trio og Gunnar Halle/Espen Eriksen, sum spæla jazz-tulkingar av fólkatónum og sálmum.

Eisini vitja tónleikarar úr Danmark, Svøríki, Russlandi, Grønlandi og Estlandi. Síðstnevnda er sangarinnan Laura Põldvere, sum lættliga ferðast frá poppi til free jazz og sigst vera mest spælda sangarinna í Estiskum útvarpi. Hon umboðaði eisini Estland í Eurovision Song Contest í 2017, men á Vetrarjazz bjóðar hon uppá nakað heilt annað. Spurd hvørjum lokalum tónleikarum, hon vildi spæla saman við, svaraði hon “The crazier the better”. Føroyska umboðanin er eisini umfatandi við bæði kendum og nýggjari bólkum. Vit hoyra m.a. spildurnýggja bólkin KABO við Katrini á Borg á odda, Una Debess & the Tomcats, Yggdrasil og Yggdrasil Jr og mangt annað. Vetrarjazz 2020 endar við stórfingnari konsert við Tórshavnar Big Bandi, har eitt úrval av sangunum, sum komu inn til sangkappingina, sum varð útskrivað fyrr í ár, verða framførdir, og vinnararnir verða kunngjørdir. 23 konsertir eru á skránni á festivalinum á 10 ymsum konsertstøðum: Norðurlandahúsinum, Reinsarínum, Auluni í Finsen, Havnar Kirkju, Sirkus, Hvonn, Mikkeller, SMS, Blábar og Kringvarpi Føroya. Øll skráin kann lesast á facebook.com/vetrarjazz

Bókadagar í Norðurlandahúsinum

71223341_1674663176000331_5253433400366202880_o.jpg

Á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum er ymiskt spennandi á skrá. Nú klokkan hálvgun eitt setir Oddfríður M.Rasmussen Bókadagar, seinni verður Vencil- tiltak og samrøða millum Berg Djurhuus Hansen, bókmentafrøðing og Naja Maria Aidt, rithøvund. Hon hevur skrivað ómetaliga nógvar góðar tekstir, yrkingar og stuttsøgar, og tað fullkomiliga sundirknúsandi skaldsøguna Har døden taget noget fra dig så giv det tilbage, ið snýr seg um sonin Carl, sum doyði brádliga fyri nøkrum árum síðani. Hendan bókin er fragmentarisk og heilt einastandandi rørandi. Her er eitt áhugavert viðtal við høvundin: https://www.information.dk/mofo/naja-marie-aidt-sorgen-kaempe-fucking-monster-oedelaegger-alting Skráin á Bókadøgum er her: https://www.nlh.fo/media/3059/b%C3%B3kadagar-2019-prent.pdf

Torbjørn Olsen -upplating

monet.jpg

 Í skrivandi stund er enn vernissage í Steinprenti, har hópin av fólki kom saman í dag fyri at síggja nýggju málningarnar og steinprentið hjá einum av okkara best umtólktu listamonnum, Torbjørn Olsen. Jan Andersson beyð vælkomin, eg helt eina lítla upplatingarrøðu og Drifa Hansen og Johanne Andersson spældu tvær vakrar kompositiónir. Her er røðan og nakrar myndir.

Steinprent 22.nov 2019

Góðu tit øll – góði Torbjørn.

Eg byrji hesa upplatingarrøðuna í London við einum brævi, sum varð skrivað har í mars í 1901. Tað er listamálarin, Claude Monet, sum skrivar til konu sína. Hann skrivar: “Mín kærasta, veðrið er eins ræðuligt her sum tað var í gjár í Giverny – oysregn, sum slær so hart móti vindeyganum, at eg næstan einki síggi yvirhøvur. Fyrimunurin er, at eg í slíkum veðri havi tíð at skriva til tín og ynski tær góðan bata. Eg eri púra oyðilagdur av hesum veðrinum...Sum eg segði tær, so ger veðrið, at eg má avmarka meg til nakrar skitsur, sum eg síðan kann brúka onkuntíð á atelierinum. At halda fram við at arbeiða á lørift er at kalla ómøguligt. Eg broyti, og ofta verða tey frægaru løriftini verri av tí. - Eingin fer nakrantíð at vita hvussu strævið tað var hjá mær at fáa so lítið burtur úr.. Seinni skrivar Monet: “Mín kærasta, eg eri fullkomiliga vónleysur og havi hug at leggja alt frá mær her sum eg standi - og fara út í kvøld frá bæði løriftum og máling. Eg veit ikki um hetta gongur yvir, men eg eri í ringum lag og troyttur av øllum. Kanska tú vildi sagt, at eg kom upp á skeivu síðuni á seingini í morgun. Hvussu er og ikki, so var eg uppi klokkan seks og ógvaðist av, at síggja tekjurnar fullar av kava. Eg vónaði, at kavin fór at smelta, meðan eg lat meg í, men tað sum hendi var, at tað gjørdist ræðuliga nógvur mjørki, so her er fullkomiliga myrkt, og eg mátti hava ljósið tendrað inntil hálvgum ellivu, tá hugsaði eg, at eg kundi arbeiða, men eg havi ikki vitað um so umskiftiligt veður og eg mátti arbeiða uppá tey fimtan løriftini í senn, legði tey niður og hugdi at teimum og tey vóru ongantíð sum eg ætlaði tey skuldu vera. Har vóru illa málað penslastrok, sum irriteraðu meg og gjørdu meg óðan, so at nú havi eg ikki hug at hyggja meir, tí eg føli, at hetta ringa lagið og kenslan av, at mínir málningar eru ræðuligir, kann úrslita í, at eg oyðileggi meira enn eg skapi... 

Gott, at Claude Monet ikki var føroyingur ha? Tá hevði hann veruliga fingið okkurt at illneitast um viðvíkjandi veðri. Men orsøkirnar til, at eg byrji við Monet eru fleiri. Eitt er, at eg veit, at Torbjørn Olsen heldur ómetaliga nógv av Monet – ikki minst av teimum seinnu, koloristisku, nokk so villu, næstan abstraktu málningunum hjá franska meistaranum sum eisini hevði trupulleikar við sjónini frá hann var 65.

Eg haldi tað vera áhugavert at uppliva slíkt vónloysi og sjálvkritikk frá einum grundleggjara av einum av heimsins mest viðurkendu listarákum. Brævið er skrivað eina knappa fjórðings øld aftaná stóra gjøgnumbrotið hjá Monet og hinum impressionistunum. Hetta er altso ein mikið fagnaður listamaður, sum skrivar – og so er brævið skrivað um somu tíð, sum hann málar ta framúrskarandi røðina av bretska parlamentsbygninginum. Hvussu kann tað tá bera til, at listamaðurin er raktur av slíkum herðindum av iva? Er ivin destruktivur?

Ein veitslukendan dag sum hendan, varnast vit kanska ikki ivan hja Torbirni í hansara koloristiskt sannførandi myndum við avgjørdum penslastrokum, men eg hugsi, at ivin er har allatíðina -  tað er ikki sjáldan, at málingin er vát, tá Torbjørn hevur fernisering, tí hann líka hevur korrigerað okkurt.

Til hesa framsýningina í Steinprenti hevur Torbjørn m.a. málað eitt stórt portrett av eini sitandi kvinnu í svørtum klæðum við reyðum stivlum, sum veruliga vísir hvussu einastandandi góður málari, Tórbjørn Olsen er. Meðan kvinnan er málað soleiðis, at hennara grafiska skap sýnist fast og ítøkiligt, er alt rúmið kring hana eins og ein skyggjandi opinbering av litum og ljósi. Í veruleikanum er myndarúmið rættiliga abstrakt málað, bygt upp av litflatum og skjótum, skitsukendum penslastrokum, ið lýsa umhvarvið av rúminum, har kvinnan situr. Kompositiónin er ein dynamiskt vaggandi pyramida, sum er málað við denti á teir reyðu stivlarnir, sum næstan fara á flog út úr myndarúminum, har ljóst grønir og blágrønir flatar møta skyggjandi gulum og reyðum.

Her eru nógvir áhugaverdir málningar og eitt spildurnýtt steinprent, sum hevur verið spennandi at fylgja við í – onkuntíð pr telefon, tá eg havi ringt til Jan fyri at hoyra hvussu skilið var og hvussu tað gekk við prentarínum hjá Torbjørn. Og onkuntíð var svarið positivt og aðrar tíðir sera negativt - nei har stóð einki til, litirnir riggaðu yvirhøvur ikki, Torbjørn í kolkjallaranum og alt var meira og minni galið. Tá mátti eg brosa fyri mær sjálvari, tí eg kom í tankar um allar plágurnar og sjálvkritikkin hjá Claude Monet, ið júst sum Torbjørn var ein suverenur litmeistari.

Sum ein spakuliga tutlandi løkur rennur ivin støðugt gjøgnum alt verkið hjá Torbirni, men ikki sum nakað destruktivt, tvørturímóti. Antin hann ivast um egnar kompetansur, um litir, kompoairión ella annað, so haldi eg, at hann brúkar ivan konstruktivt eisini innihaldsliga. Tá gerst listarliga leitanin ein parallellur til ta eksistentiellu leitanina – hetta síggja vit somuleiðis í religiøsu málningunum og prentunum hjá Torbjørn, at ivin er púra grundleggjandi máttur í hansara skapanarprosess. Hjartaliga til lukku góði Torbjørn. Takk!

Ein glaður listamaður

Ein glaður listamaður

Tær báðar, Drifa Hansen og Johanne Andersson

Tær báðar, Drifa Hansen og Johanne Andersson

Model á reyðari sofu

Model á reyðari sofu

Nógv fólk

Nógv fólk

Ein málningur

Ein málningur

Listamaðurin prátaði við fólk

Listamaðurin prátaði við fólk

Fólk í Steinprenti

Fólk í Steinprenti

Brotamynd

Brotamynd

Brotamynd

Brotamynd


 

 

Torbjørn Olsen í Steinprenti

IMG_6653 (1).JPG

Listaframsýningin, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 22.nov. klokkan 16-18 er av tí ordiliga forkunnuga slagnum, nú liðin eru ár síðan ein av okkara dugnaligastu og best umtóktu málarum, Torbjørn Olsen sýndi fram spildurnýggjar málningar í Havnini, har hann arbeiðir og býr.

Arbeiðshátturin er kanska ikki nógv øðrvísi enn tann, vit kenna frá øðrum málarum, tí Torbjørn Olsen tekur støði í tí, hann sær. Hann sigur sjálvur, at hansara málningar eru treytaðir av, at hann hevur okkurt at mála eftir. Hetta merkir als ikki, at hann andleyst leggur seg eftir at skráseta tilvildarligar partar av veruleikanum. Í grundini hevur listamaðurin ofta fyrireikað og pallsett sítt myndevni longu áðrenn hann fer í gongd. Tá Torbjørn Olsen málar altartalvur, byrjar hann til dømis við einum bíbliuteksti og við at kanna hvussu onnur listafólk hava borið seg at, tá tey hava málað hesi myndevni. Síðani finnur hann fólk at sita model fyri seg og hesi fólkini skal hann síðani skipa í eini hóskandi kompositión í atelierinum. Tástani kann hann byrja at mála og skipa myndina á løriftinum. Á sama hátt málar hann sínar framúrskarandi portrettmyndir, har hann fangar essensin av menniskjum í sinn og skinn.

Til framsýningina í Steinprenti hevur Torbjørn Olsen m.a. málað eitt stórt portrett av eini sitandi kvinnu í svørtum klæðum við reyðum stivlum, sum veruliga vísir hvussu einastandandi góður málari, Tórbjørn Olsen er. Meðan kvinnan er málað soleiðis, at hennara grafiska skap sýnist fast og ítøkiligt, er alt rúmið kring hana eins og ein skyggjandi opinbering av litum og ljósi. Í veruleikanum er myndarúmið rættiliga abstrakt málað, bygt upp av litflatum og skjótum, skitsukendum penslastrokum, ið lýsa umhvarvið av rúminum, har kvinnan situr. Kompositiónin er ein dynamiskt vaggandi pyramida, sum er málað við denti á teir reyðu stivlarnir, sum næstan fara á flog út úr myndarúminum, har ljóst grønir og bágrønir flatar møta skyggjandi gulum og reyðum málingastrokum.

Torbjørn Olsen er enn sum áður kolorist og í nýggju málningunum hevur ljósið høvuðsleiklutin - ikki minst glæman, ið lýsir myrkrið upp. í stóra áhuganum fyri ljósi og ljósviðurskiftum ber nokk til at síggja íblástur frá bæði sponskum og italskum barokkmyndum, frá fronskum impressionistum, donskum modernistum og føroyskum ekspressium fyrimyndum, men runt roknað er Torbjørn Olsen sín heilt egni. Eg kenni í hvussu so er ongan, ið málar júst sum hann, sum hevur so markleysa palett sum hann og sum hevur so gott tamarhald á litunum sum hann. Øll eru vælkomin til upplatingina í Steinprenti, har listamaðurin verður til staðar og har Drifa Hansen og Johanne Andersson fara at syngja og spæla.  

ACE7579B-5F21-414F-A451-6AF298CF00B2.jpeg

Hamlet heilt til kantin

mynd.jpg

Hetta var dagur í viku, sum forrestin var ein góð vika, ið m.a. veitti okkum eitt kritiskt og reflekterað sjónleikarummæli í Nón, har latið varð upp hjá okkum útvarpslurtarum fyri hugsanum um sjónleik, hvat leiklistin kann og skal. Og tá eg nú leygarmorgun siti og skrivi við hárinum í andarisi, eri eg als ikki ósamd við hesum ummæli, samstundis sum eg altso eri fullkomiliga heilt og aldeilis upp í loft av stórfingnu Hamletverkætlanini í Norðurlandahúsinum.

Hin føroyski Hamletleikurin er ógvisligur, óhóvligur, ekstremur og margháttligur. Uppsetingin er djørv og genial og onkursvegna ógvuliga føroysk við einum næstan íslendskum sjálvsáliti, uppsetingin er eisini kantut, ekspressiv in your face og ikki so listafín, sum tú kundi væntað tær av einum Shakespeareleiki. Uppsetingin gongur heilt til kantin bæði so og so og tykist næstan smakleys til tíðir. Og takk fyri - tað er praktfult!

Men lat meg nú fylgja hesum góða vananum, sum útmerkaða útvarpssendingin Pressan hevur sjósett, og vitna um mítt ógegni, tó at hetta kann gerast mær ein heldur langrøkjut siðvenja. Ógegni mítt er líka vítt sum tað er sítt, soleiðis sum tað er hjá mongum í okkara lítla landi. Eg kenni heilt nógv av luttakarunum í leikinum, sum m.a. er mannaður av einum parti av mínum kæra gamla væl syngjandi kóri, Tarira og av stóra humanistinum, okkara edeligasta presti (- og gamla starvsfelaga mínum), Hera Joensen, ið at byrja við heldur eina vakra og hugfarsliga jarðarferðarprædiku, sum setir huglagið og sum eisini setir tankar í gongd. Eg kenni somuleiðis tónaskaldið, Trónd Bogason, sum dugir væl at arbeiða við fleiri rúmum og sum fær nógv burtur úr konseptinum við partvíst at arbeiða digitalt við ljóðmyndum og analogt við einum kóri og einum klaver/orgulspælara. Samanumtikið kenni eg tey flestu í verkætlanini, eg fari ikki at nevna øll, men eg haldi, at øll gera tað gott - ikki minst Sámal Blak, sum er ein heilt einastandandi scenografur! Ein annar, sum ger tað gott, er Norðurlandahúsið - tað húsið havi eg havt eitt heitt og alskið forhold til, síðani eg av fyrstan tíð lærdi tað at kenna fyri 36 árum síðani.

Sjáldan - um nakrantíð - hevur húsið sjálvt glógvað og glitrað, og havt so stóran leiklut sum nú í uppsetingini hjá Det Ferösche Compagnie (DFC). Tað er rætt, at gamli geniali teksturin hjá Shakespeare kundi klárað seg hvar sum helst, um hann varð framførdur í einum busskýli ella í einum tannlæknabíðirúmi. Gløgga týðingin hjá Hans Tórgarð gevur áskoðaranum eina heilt serliga uppliving av spillivandi máli, sum svingar og skjýtur við týdningum og hjátýdningum og sum situr heilt ófatiliga væl. Føroyska málið er hugtakandi, tá tað verður handfarið á slíkan hátt.

Hamlet er kendasti leikurin hjá William Shakespeare og snýr seg um unga danska krúnprinsin, hann verður leiktur av orkumikla Kjartani Hansen, sum við leikbyrjan er komin heim at fylgja pápa sínum, Hamlet sála, sum í hamferð verður leiktur av Ega Dam ella tað haldi eg. Hann stendur ikki í leikskránni og hann tóktist av sonnum sera luftigur og spøkilsiskendur í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Ungi Hamlet syrgir, men er samstundis eisini ovfarin og óður um, at einkjan, mamma hansara, Gertrud, sum verður leikt av teirri dugnaligu, tragiskt hendurvríggjandi Anniku Johannessen, giftir seg uppaftur við pápabeiggjanum Claudiusi beint eftir jarðarferðina. Sofía Nolsøe er Claudius, sum at byrja við er harður og maktgraður, men sum seinni, tá avdúkingin hóttir hansara tilveru, plágast av tí, hann hevur gjørt móti beiggja sínum. Hamlet verður ørkymlaður og hevur varhugan av, at okkurt er galið, og tá so hamurin av pápanum sigur honum, at hann varð myrdur av beiggja sínum, byrjar veruligi ørskapurin hjá Hamlet, løddur av hevndarhuga. Leikurin, sum nú á fyrsta sinni er framførdur í Føroyum, er ein tragedia, sum minnir um miðaldarsøgur, vit kenna t.d. úr kvæðum, har úrslitið av blóðhevndarrúsi jú er, at tey allarflestu liggja steindeyð at enda. Og sama er galdandi fyri Hamlet. Men har hevnd í sær sjálvum er nokk so einstreingjað og perspektivleys, er leikurin um Hamlet fullur av iva og opnum rivum, har ljós sleppur til í løtum fyri síðani at verða avkøvt aftur av hatri. Har eru serstakliga nógv evni, ið verða viðgjørd í leikinum um menniskjaligar relatiónir og okkara tilveru. Kærleikin millum Hamlet og Opheliu sleppur ikki at folda seg út, tí krúnprinsurin í sorgini og øðini um mammuna heldur, at allar kvinnur eru svikafullar og ótrúgvar. Ophelia verður leikt av Kristinu S.Ougaard við yndisligum ørskapi. Opheliusøgan er annars ein søga fyri seg í leikinum, sum mær ongantíð hevur dámt, tí eg haldi hon upphevjar ella romantiserar kvinnuofrið, ta ævigu jomfrúnna til at vera nakað vakurt. Eitt evni í leikinum, sum er áhugavert, snýr seg um listina og hvussu hon kann spegla okkara tilveru og siga okkum týdningarmiklar, illa lýddar sannleikar.

Hevur mann havt ta fragd ella forskrekkilsi at hava upplivað uppsetingar hjá DFC áður ella bara leikstjóran og listamannin, Búa Dam á palli, so verður mann kanska ikki bilsin av teimum velduga stóru armrørslunum og effektunum. Og eg hugsi, at fólk taka undir við stílinum alt eftir hvussu mann er sum menniskja. Tá eg t.d. síggi teir ikki serliga subtilu krossarnar uttanfyri Norðurlandahúsið og hoyri kirkjuklokkur kalla meg inn til leikbyrjan, byrjar protestanturin innan í mær alt fyri eitt at mótmæla, tí her skal altso eingin koma og suggestivt forføra meg við øllum møguligum vulgerum lótum. Men so er prædikan í byrjanini so gløgg og viðkomandi, at menniskju tykjast mær so fitt og jarðarferðin so universal, at tað bara riggar. Huglagið rakar meg í hvussu er, og eg reisi meg og fylgi við. Upplivingin av leikinum er sera dynamisk og eftir øllum at døma hevur tað ávirkan á upplivingina júst hvar ein er staddur í rúminum. Hetta funnu vit út av aftan á leikin, tá vit tosaðu um hvørjar senur okkum dámdi og hví. Eg fylgdist við starvsfelagum og vinkonum, harav fleiri høvdu sæð leikin fleiri ferð. Sjálv havi eg bara sæð uppsetingina eina ferð og eg hevði úr at gera við at hyggja, lurta og sansa alt tað nógva, sum gekk fyri seg, men eg haldi, at eg fekk nógv burturúr, sjálvt um eg verri enn so eri liðug at sodna tað. Eg varð hugtikin, spent, glað, rørd og í grundini eisini bilsin sum eg havi upplivað at vera fyrr í sambandi við shakespeareframførslur, tí hugsunarhátturin hjá honum í fleiri førum sýnist sera modernaður og av tí sama ómetaliga viðkomandi. Áhugaverda senan við gravaranum kundi t.d. gingið fyri seg í eini samtíðaryrking hjá t.d. Tóroddi Poulsen. At uppsetingin av Hamlet er so dynamisk sum hon er, at tú flutti teg í húsinum og ongantíð visti um okkurt hendi aftan fyri teg ella beint undir liðini á tær, var ørkymlandi men uppá tann góða mátan, haldi eg. Hetta, at vit fysiskt flyta okkum úr einum kirkjurúmi til eitt millumrúm til ein veitslusal ger nakað serligt við okkara móttøku av leikinum, sum mær dámar serstakliga væl, tí tað er merkt av sama kreativa opinleika sum ræður, tá børn spæla. Í eini tílíkari opnari støðu verða vit betri og meira kreativir móttakarar.  

 

LUTTAKARAR

Hamlet: Kjartan Hansen

Ofelia: Kristina Sørensen Ougaard

Claudius: Sofía Nolsøe Mikkelsen

Gertrud: Annika Johannessen

Horatio: Búi Dam

Polonius: Hans Tórgarð

Laertes: Búi Rouch

Rosencrantz / Guildenstjern: Mariann Hansen

Aðrir luttakarir: kórsangarar úr Tarira og kórleiðarin Jóhannes Andreasen

Leikstjórn: Búi Dam

Týðing: Hans Tórgarð

Pallmynd og búnar: Sámal Blak

Ljóðmynd og tónleik: Tróndur Bogason

Ljóðtøkningur: Theodor Kapnas

Ljósmynd: Súni Joensen

Byggimeistarar: Nicolaj Falck og Hjálmar Dam

Hjálparleikstjórar: Maria Tórgarð og Katrin Joensen Næs

 

 

 

 

 

Hansina Iversen greiðir frá í Víngarðinum

hansina.jpg

Sunnudagin 17.november klokkan 17 fer Hansina Iversen at greiða frá síni list í Víngarðinum í Tróndargøtu 31. Hetta verður fyrsta listatiltakið í Víngarðinum, sum er ein nýggj vínbarr og gallarí mitt í Havn.

Hansina Iversen er nonfigurativur slóðari í føroyskari list. Hon er ein sannur meistari at seta saman kraftmikil og avgjørd skap saman við leitandi strokum og skuggum av formatiónum, ið daga undan og sum áhaldandi darra og skapa lív og spenning í myndarúminum. Um vit hyggja at málninginum omanfyri, kunnu vit staðfesta, at hóast hann er lítil í vavi, er hann á tremur í litum og skapum (-fotomyndin vísir als ikki allar fasettir og litnuansur - hann sæst betri í veruleikanum). Hesin málningurin tykist mær sterkur, ótamdur og villur eins og ekspressivt skríggjandi parafrasurnar hjá Francis Bacon av pávamálninginum hjá Diego Velazquez. Her er okkurt púra ørt í málninginum, samstundis sum hann sýnist ógvuliga stýrdur, næstan inntonktur. Hvat hugsar listakvinnan sjálv um ein tílíkan málning. Hvussu fer listakvinnan fram? Hvar byrjar hon? Ger hon t.d. skitsur frammanundan?

Í intima framsýningarhølinum í Víngarðinum fer Hansina at greiða frá sínum málningum og mannagongdum við útgangsstøði í teimum málningunum, sum júst nú hanga til framsýningar har. Afturvið list og listapráti verður eisini møguligt at keypa sær okkurt leskiligt til matna – t.d. serliga sunnudagslistatilboðið, sum er eitt gott glas av víni og ein vælkomponerað tomatsuppa við heimabakaðum breyði fyri 199 kr.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

VÍN & LIST mitt í Havn

75224696_269485123955593_8701581317671747584_n.jpg

Í gjár læt Víngarðurin upp og lítla hugnaliga vínbarrin í Tróndargøtu 31 var væl móttikin og tað sama má sigast um fyrstu framsýningina í Víngarðinum. Her er tíðindaskriv og myndir frá í gjár:

Víngarðurin liggur í Tróndargøtu 31 í Havn. Víngarðurin er ein hugnalig og eksklusiv vínbarr, har dentur verður lagdur á dygd bæði innan vín og mat - men eisini list. Saman við góðum víni og mati fara tey vitjandi at uppliva skiftandi listaframsýningar í Víngarðinum. Fyriskipari og eigari er Elsa Maria Holm Olsen, sum hevur hollar royndir innan gourmet mat- og vín – hon hevur verið stjóri á Rúsuni og eventfyriskipari og leiðari av fyritøkuni, Solea. Kinna Poulsen stendur fyri listini í Víngarðinum, og er somuleiðis royndur kuratorur og listmiðlari. Umframt vanliga virksemið er ætlanin eisini at skipa fyri ymiskum kvøldum og tiltøkum í Víngarðinum, har ljós verður varpað á list og vín. 

Heitið á fyrstu framsýningini í Víngarðinum við verkum eftir Hansinu Iversen, Hanna Bjartalíð, Poul Janus Ipsen, Andreas Schulenburg og Tórodd Poulsen, er TAÐ GÓÐA LÍVIÐ. Nonfigurativi slóðari okkara, Hansina Iversen hevur málað eina røð av nýggjum málningum, ið eru um at bresta av litum og skapum. Hansina Iversen (1966) er ein sannur meistari at seta saman kraftmikil og avgjørd skap saman við leitandi strokum og skuggum av formatiónum, ið daga undan og sum áhaldandi darra og skapa lív og spenning í myndarúminum. Hanni Bjartalíð (1968) hevur til framsýningina gjørt tvey hugtakandi verk, sum minna um hillar við ymislittum fløskuskapum. Hetta eru útskorin, málað refieff ið bæði eru myndandi og skulpturel. Sum vit áður hava sæð tað hjá hesum listamanninum, ið hevur havt stórar framsýningar bæði á Listasavninum og altjóða, so arbeiðir hann ofta serielt við myndevnum, sum við endurtøkuni tømast fyri sín vanliga realistiska týdning og gerast kensluborin og vøkur listaverk. Hanni Bjartalíð hevur eisini altíð verið hugtikin av boksum og teirra eginleikum at goyma og at vekja forvitni. Sum smádrongur fekk hann eitt seymiskrín við eini ørgrynnu av smáum rúmum, sum hann var ómetaliga glaður fyri. Hesin áhugin fyri rúmum og rúmdeiling er ógvuliga týðiligur í verkinum hjá Hanna Bjartalíð og í vøkru trærelieffunum er hann ítøkiliggjørdur. Poul Janus Ipsen (1936) er bæði málari og grafikari, men í grundini varð hann á sinni útbúgvin reklamuteknari. Ipsen hevur fleiri ferð samstarvað við litografin, Jan Andersson í Steinprenti bæði niðri og í Føroyum. Hansara myndir eru bara at síggja til realistiskar – men um mann hyggur gjølliga er ofta okkurt løgið í myndini sum til dømis pappeskjan í teirri annars føgru lýsingini av fruktum, grønmeti og hoyggi. Okkurt lívsjáttandi treiskt er yvir vøkru kompositiónini av kyrrlutum, sum vaksa fram úr bølamyrkri í eini skræddari pappeskju. Ein dreymakend surrealisma merkir tey sonevndu tostatrøini hjá Tóroddi Poulsen (1957). Tóroddur er fjøllistamaður og tað er eins og myndandi listin og poesiin tvinnast saman í hansara list soleiðis, at poesiin er myndrík meðan myndlistin er poetisk og hetta er í øllum førum galdandi fyri tostatrøini – smakka bara uppá orðið tostatræ og hygg at myndini av einum urtapotti við víngløsum, ið tó, at tey venda allar vegir, ikki missa sínar gyltu reyðu dropar. Andreas Schulenburg (1975) er í sínum myndum á somu surrealistisku leið við lutum, sum eru lýst í ovurstødd eins og í eini dreymaverð.

UPPLATINGARTÍÐIR Í VÍNGARÐINUM

Hósdag kl.16-23
Fríggjadag og leygardag kl. 16-02
Sunnudag kl. 16-23

76207275_1258357954352542_5236251967814107136_n.jpg
TAÐ GÓÐA LÍVIÐ.jpg
74610664_2951509568209666_6737533626939867136_n.jpg
70307613_703657026809187_4347773270364258304_n.jpg
tóroddurtostatræ.jpg
75210874_467525633883021_99587015850328064_n.jpg
77113558_2617794248299550_4033183352772100096_n.jpg
góða lívið.jpg
75341165_850205928731557_1807835113086517248_n.jpg
77145203_425784091463807_6962992076807995392_n.jpg
77129200_1296743137195390_1231039941744525312_n.jpg
73533143_543943886397562_2194569593509380096_n.jpg



Nýggjar bøkur um deyða og myrkaspæl

B5CDC9AC-3802-4F45-8AEB-9CC2EC861A7E.jpeg

Hetta týskvøldið var eitt av teimum ordiliga góðu Orð&Tónatiltøkunum hjá forlagnum Sprotanum. Møguliga eitt sindur uppá tross bæði av tí, at tiltakið í roynd og veru skuldi vera síðsta hósdag og tí tað var upp í móti norðurlandavirðislønunum, ið bæði vórðu handaðar og norðurlendskt samvarpaðar í kvøld. Og um lagt verður aftrat, at tað er nokk so kalt í veðrinum og krím í hálsinum, so vóru tilsamans nokk so nógvar orsøkir til ikki at fara til bókamóttøku í kvøld. Men eg fór - tað eri eg glað fyri og tað sama munu øll hini mongu fólkini vera, sum høvdu leitað sær á Reinsaríið í kvøld.

Har var fult hús og lurtað varð við andakt eftir fyrst Jóanesi Nielsen, sum ofta ljóðar eitt sindur bitutur í byrjanini av viðtalum, men sum altíð foldar seg út sum vinsælan og frálíkan forteljara. Tað var Bergur Djurhuus Hansen, sum lyfti ta ikki heilt løttu uppgávuna at tosa um nýggju bókina hjá Jóanesi, Jarðarferðin, sum Bergur ikki hevur lisið av teirri orsøk, at bókin nústani er komin til landið. Men í og við, at Bergur er so væl orienteraður í ritverkinum hjá Jóanesi, sum hann er, eydnaðist tað at lata upp fyri ymiskum áhugaverdum vinklum í mun til bókina, sum snýr seg um ferðina úr Shanghai til Sumbiar og um vinalagið millum Symfor Thomsen og Eigil Tvibur. Og so snýr bókin seg eftir øllum at døma heilt nógv um deyðan. Eftir ætlan skuldi Jarðarferðin vera endin á eini trilogi, men sum skilst fáa vit eina bók aftrat í hesi røðini eftir sum Jóanes Nielsen ikki hevur skrivað seg lidnan enn um hetta evnið. Tekstbrotið, sum høvundurin las upp, var heilt ómetaliga væl skrivað og undirhaldandi við hesum fyri høvundan eyðkenda blandinum millum luftigar ovursjónir og so tað, sum er so nógv av hesi verð, at allir áhoyrarar síggja tað fyri sær í púrasta ítøkiligum skapi. Eg gleði meg at lesa hesa bókina og uppliva hugtakandi filmsliga huglagið í Sjónleikarhúsinum - tað minti meg um The Man from Another Place hjá David Lynch (men kanska var tað bara kulørta samansetingin av einum dvørgi og velourgardinum, sum gav mær hesa syrutu assosiatiónina). Framførslan hjá Martini Joensen var innilig og góð - løgini vóru ikki nýggj, men vóru væl vald, so at tey raktu sama djúpa eksistentiella grundtónan, sum klingaði í skaldskapinum, vit fingu presenteraðan á Reinsarínum.

Nýggja bókin hjá Carl Jóhan Jensen ljóðar somuleiðis áhugaverd. Høvundurin las tvey brot upp. Tað fyrra var byrjanin á bókini, sum eg havi hoyrt áður í ikki heilt sama líki, um høvuðspersónin Ísmael, ið tó at hann er uppkallaður eftir frásøgumanninum í stóru ferðaskaldsøguni Moby Dick, ikki flytur seg av fetanum alt sítt lív. Í Terningum er tað tilvildin, sum stýrir og so eisini mátin, sum hendingar verða endurgivnar. Tað ljóðar longu sum er hetta eitt sindur sum at skríma inn í myrkrið langt inn hagar sum menniskjað konstruerar sínar lygisøgur og kallar tær minnir og upplivingar. Og tað skiltist eisini á samrøðuni millum Berg D.Hansen og høvundan, at tað er tann vegin inn í menniskjans merkiligu myrkaspæl og ekkorúm, høvundin ferðast og at bókin er ein av-idyllisering av bygdahugnanum, sum vit kenna úr gomlum søgum. Lýsingin av stuttorðaða telegramminum, sum familjan hjá Ísmael fær frá systrini Ruth og av stívrendu móttøkuni av stuttorðaðu telegrammgleðiboðunum er ómetaliga væl skrivað. Tað rakar beint á - málið er sum musikkur og tú kennir alt ov væl tað beiska niðurlagið. - Hesar bøkurnar gleði eg meg at lesa!

E0D838FA-34D3-469F-891D-C21F3588095A.jpeg
5914EEAE-42D1-4F4D-9E28-6D0EF2A54D51.jpeg


Krákan er í litinum

Foto: Magnus V.Andersson

Foto: Magnus V.Andersson

Hesa seinastu tíðina hevur Svend-Allan Sørensen arbeitt í Steinprenti. Hann hevur m.a. gjørt eina mappu við tíggju linoprentum og heitinum KRAGEN ER I FARVEN. Harumframt hevur hann gjørt tvær stórar prentmyndir av tveimum donskum yrkjarum, sum vóru kendir í sínari tíð, men sum síðani fóru í gloymskunar hav. Umframt at vera listamaður er Svend-Allan Sørensen eisini veiðimaður og hann sameinir ikki sjáldan hesi bæði økini. Hann hevur skotið krákur í Havnadali og brúkt veingirnar í einum stórum stríputum prenti. – “Eg havi altíð kunnað tonkt mær at gjørt strípur í mínum myndum júst sum Günther Förg ella sum Nils-Erik Gjerdevik”, sigur listamaðurin, tá eg práti við hann í Steinprenti. – “Á ein ella annan hátt eru strípur ikki upplagdar í mun til mítt úttrykk. Mann kann kanska siga, at eg sleppi ikki at gera strípur. Men eg havi skákað mær undan hesi regluni í hesum prentinum og tað havi eg gjørt á tann hátt, at hesar strípurnar í veruleikanum eru sólarris við Nólsoynna; ein gylt rípa av havi og sólarljósi. Eg eri ikki nakar náttúruromantikari sum so og tí havi eg vent strípunum við og brúkt tær til bakgrund hjá veingjunum.” Sum hendan herliga krúlluta frágreiðingin kanska bendir á, er Svend-Allan Sørensen konseptlistamaður í orðsins sanna týdningi, tí hann arbeiðir við hugskotum og samansetingum, sum ofta hava poetiskt flog og fleirtýdni. Fyri nøkrum árum síðani gjørdi hann eitt prent, sum umframt tvær krákur á einum lyktapela inniheldur setningin TÚ GONGUR IKKI EINSAMALLUR. Staðfestingin er bæði neutral, stuttlig og ørkymlandi og hetta er eyðkent fyri listamannin.

Svend-Allan Sørensen hevur í hesum umfarinum gjørt 13 nýggj prent higartil, sum sameina eldhuga fyri náttúru og poesi við okkurt dapurt, sum í skrivandi stund ikki er liðugt foldað út. Tað kundi verið spennandi at upplivað hetta á framsýning, og sum eg havi skilt tað, er ein tílík møguliga í væntu onkuntíð seinni. Men krákumappan er liðug, hon er í sær sjálvum eins og ein rík framsýning full av intensum litum og orðum. Tað er hugtakandi sum hesin listamaður fæst við hugtøk og orð á sama hátt sum tá modernistiskir yrkjarar skriva sínar yrkingar. Í staðin fyri at taka samanum og definera, lata hesar staðfestingar upp fyri hugflognum. Millum orð og lit millum hugsan og sansan kykna ymsir týdningar. Krákan er í litinum og tað síggja vit týðiliga. Hygg bara at svørtu myndini, har svart er prentað á svart pappír við tekstinum KRAGEN ER I DETALJEN. Ja tað er hon!

A3C87FA0-554A-48DC-A9F8-3718619B070E.jpg
IMG_20191017_141842.jpg
8F74020D-5D0F-424F-890C-ABE5322A142E.jpeg
IMG_20191024_095756.jpg
IMG_20191016_104000_526.jpg
2F544348-A777-4662-BE2C-74263ABC8593.jpeg
IMG_20191021_101818.jpg

 


Poul Horsdal í eini nýggjari listahøll í Havn

DB2F2F2E-6C8D-46BF-9C42-040C3CAFFAF0.jpeg

Í vikuni var eg tikin av bóli í Steinprenti av eini fínari framsýning, eg ikki visti um. Í dag var eg tikin av bóli tvær ferðir beint har nærindis, tá eg í síðstu løtu fór í Müllers Pakkhús á framsýning hjá Poul Horsdal - fyrst var eg bilsin av sjálvum málningunum og styrkini í teimum og síðani av hølunum, sum eg ikki havi sæð áður.

Müllers Pakkhús er annars kent millum manna (ikki minst millum mentanarmanna og kvinna!!!), tí í høga grótlaðaða kjallaranum, har saltgoymsla plagdi at vera, hava nógv mentanartiltøk, framsýningar og virðislønarhandanir verið. Men til hesa framsýningina við verkum hjá Poul Horsdal var tað á teimum báðum ovaru hæddunum, at tað gekk fyri seg. Serliga tann ovari salurin hevur sera gott ljós, meðan ljósið niðriundir má bøtast. Træveggirnir rigga væl, tó at onkur veggur við fyrimuni kundi verið málaður hvítur.

Men hvussu er og ikki: FANTASTISKT, at vit hava fingið eitt tílíkt vakurt framsýningarhøli í Tórshavnar Kommuni við óbetaliliga flottum útsýni og ljósi. Rúmið bjóðar inn til nógvar spennandi framsýningarverkætlanir, sum eg vóni at uppliva har á staðnum í komandi døgum.

Framsýningar við verkum hjá málaranum og grafikaranum, Poul Horsdal (1936-1981) hanga ikki á trøunum - eg havi ikki fyrr enn í dag sæð eina serframsýning hjá hesum listamanninum og lat meg siga alt fyri eitt: Eg eri sera fegin um at eg náddi at síggja framsýningina, hon var góð og tað er ein meira heilstoypt uppliving at síggja eina tílíka framsýning enn bara at síggja eina mynd her og der. Poul Horsdal var dani, sum búleikaðist í Føroyum, hevði føroyska familju og tók aktivan lut í føroyska myndlistaumhvørvinum. Framsýningin fevnir um umleið 25 málningar frá ymsum tíðarskeiðum millum 1960 og 1981. Myndevnini hjá Poul Horsdal eru tey eyðkendu, sum mynda høvuðsbulin í klassisku føroysku listini, tvs. landslagið, bátar og fólk, sum verður tulkað við modernistiskum/ postkubistiskum denti á flatar og umhvarvsstrikur, men hansara litaval er ógvuliga sermerkt. Á framsýningini vóru óvanliga nógvar familjumyndir og lýsingar av teimum nærmastu hjá málaranum. Koloristiskt kundi mann sagt um Horsdal, at hann í mun til síni føroysku samtíðarlistafólk er sum trani í spurvadansi sum litirnir hjá honum skína og glógva og savnast í dekorativum mynstrum. Listamaðurin brúkar nógv gult og ljósareytt saman við øðrum reyðum og grønum og turkis litbrigdum - onkrar detaljur í bakgrundini á fleiri málningum eru sera modernaðar og minna meg um kompositiónir hjá Hanna Bjartalíð.

Ein drongur

Ein drongur

Ein framúrskarandi landslagsmynd sum hekk ovast

Ein framúrskarandi landslagsmynd sum hekk ovast

Fleiri myndir vóru á framsýningini við myndevninum móðir og barni

Fleiri myndir vóru á framsýningini við myndevninum móðir og barni

Andreas og Torbjørn á framsýning

Andreas og Torbjørn á framsýning

Ein koloristur skoðar koloristiskan málning

Ein koloristur skoðar koloristiskan málning

brot úr málningi

brot úr málningi

3BCC1EF7-6126-4735-930C-08BDC2AFDE3F.jpeg
Fleiri tílík heimlig myndevni eru á framsýningini

Fleiri tílík heimlig myndevni eru á framsýningini

Eitt sindur av grafikki var eisini við á framsýningini

Eitt sindur av grafikki var eisini við á framsýningini

Detalja

Detalja

867933F3-4475-4CF6-B9D4-73FE78373C3A.jpeg
7F1D96C2-AC17-4954-AE37-E06864BD7197.jpeg
AF08DB9E-E0D4-4A2E-86F9-03BF1EAFE3FA.jpeg


Framúr samtíðarlist í Steinprenti

B9EFB05B-D5B6-492E-ABFF-68C8495E74EC.jpg

Í Steinprenti hongur í løtuni ein perla av eini samtíðarlistaframsyning, sum nógv als ikki vita av, tí eingin upplating hevur verið sum so. Allíkavæl kann tað avgjørt loysa seg at fara at hyggja at framsýningini, tí her eru bara góð verk. Tað eru verk hjá Randi Samsonsen, Hansinu Iversen, Julie Sass, Hanna Bjartalíð og Rannvá Kunoy, sum Louise Aakerman Nielsen hevur sett saman og hongt upp. Eg seti nakrar myndir inn her, men hetta er list, ið sæst best í Steinprenti, har hon hongur. Farið hagar og hyggið at hesum framúrskarandi verkunum, framførið til dømis ein lítlan dans framman fyri skæru verkunum hjá Rannvá Kunoy og síggj hvussu tey støðugt broytast sum var gandur uppií. Setið nøsina tætt inn til arkitektoniskt bygdu kompositiónirnar í kollasjunum hjá Julie Sass og farið síðani og forkelið tykkara sansir við vøkru verkunum hjá Hanna Bjartalíð. Vendið tykkum við og lat tykkum fevna av stóra veggjamálninginum hjá Hansinu Iversen - hann varð málaður til Summarframsýningina, men enn hava tey í Steinprenti ikki málað veggin yvir. Tað skilji eg væl. Hetta er ein praktfullur veggjamálningur, njótið litirnar, síggið skapini bróta seg inn og út úr flatuni, merkið megina í honum og tað stilla. Henda framsýningin tekur tíð, men tað loysir seg at brúka tíð uppá hana. Ovast í Steinprenti hongur tann einastandandi málningurin AFTER HISTORY, sum inspirerar meg hvørja ferð, eg vitji í Steinprenti. Hetta er eitt savnsverk, sum eigur at hanga í Listasavninum.

EF55A1ED-1EAF-4338-A3F1-9C05D18A2FA8.jpg


D3468990-281A-43EA-B42E-0C53537BD7DD%5B1%5D.jpg
BEFACFB9-BB97-41C0-8FA9-60C64282B275%5B1%5D.jpg
EA76261E-330D-4356-A914-C1F785EE68DF.jpg
6C9C1496-995D-48A1-B4A7-8650439879C1.jpg
77EC7EA9-F624-40CF-B4A6-580DFE86E6E6.jpeg
186E985B-1E77-4706-9384-266D7E5EEE0F.jpg
0F4B8198-01D8-4A16-96AD-7A1065FF360F.jpeg
A000E999-1265-4930-B828-A4ADC274A335.jpg

Hans Petur í Brekkunum nýggjur stjóri í FSO

71964226_10220865858495065_6781664501805613056_n.jpg

Eitt samt stýri hevur sett Hans Petur í Brekkunum í starv sum stjóra fyri Føroya Symfoniorkestur. Hans Petur tekur við starvinum 1. november 2019, og hann fer at arbeiða saman við Poul Jákup Thomsen, fyrrverandi stjóra í orkestrinum, fyrstu tíðina.

10 umsóknir vóru til starvið, sum er tíðaravmarkað til fýra ár og kann verða longt fyri fýra ár í senn.

Hans Petur í Brekkunum er 46 ár og tók prógv í saxofonspæli frá Det Jyske Musikkonservatorium í 2000. Eftir loknan lestur starvaðist hann sum tónleikalærari, áðrenn hann seinni gjørdist tónleikari burturav. Seinastu 12 árini hevur hann starvast sum leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.    

Hans Petur er júst útbúgvin Executive Master of Business Administration á Niels Brock Executive/Middlesex University London.  

- Vit eru fegin um, at tað eydnaðist at seta ein stjóra við dyggum innliti í bæði leiðslu og tónleiki á hægsta stigi. Vit gleða okkum til eitt gott samstarv við Hans Petur og ikki minst eina framhaldandi menning av Føroya Symfoniorkestri, sigur Jógvan Thomsen, formaður í stýrinum.    
Føroya Symfoniorkestur er ein sjálvsognarstovnur, hvørs endamál er at reka symfoniorkestur á høgum stigi, og við konsertum og øðrum tónleikaligum virksemi at nøra um og styrkja ansin fyri tónleiki og við hesum gera tónleikalívið her á landi fjølbroytt og dygdargott.

Orkestrið hevur 5-6 konsertverkætlanir um árið