Plagiering - ein ikki illa meint plága

quote-imitation-is-the-sincerest-form-of-flattery-that-mediocrity-can-pay-to-greatness-oscar-wilde-121-38-30.jpg

Spurningurin um listarliga eftirgerð er javnan frammi bæði uttanlanda og heima. Mong minnast málið um ta kendu stjørnutroyggjuna hjá Guðrun&Guðrun, sum í heilum varð kopierað og innan myndlistina er plagiering ofta sæð – ikki minst innan fyri ta lukrativu føroyalistina. Plagiering er fíggjarliga grundað; í staðin fyri at keypa eina dýra designtroyggju er tað bíligari at plagiera og binda hana sjálv. Við enum góðum vilja kann mann siga, at plagiat hevur eina sosiala funktión á tann hátt, at eftirgjørda produktið ofta er bíligari enn upprunaproduktið. Í staðin fyri at keypa eitt av vøkru, eyðkendu smúkkunum hjá Turið Nolsøe Mohr, er tað bíligari at keypa okkurt av teimum ymisku eftirgerðunum, sum fólk hava funnið uppá. Spurningurin er so bara hvussu hetta kennist hjá listafólkinum, sum upprunaliga fann uppá júst tað estetiska úttrykkið og tann formin, sum bara situr so sum tað skal og sum øll vilja hava. Innan móta síggja vit sama fyribrigdi, har framúr design verða plagierað og massaframleidd.

Plagiering er ikki serliga behagiligt evni at fara í holtur við. Tað er eymt og nógv lættari at lata vera, tí evnið er so flóvisligt og slættligt og inniber ein áleikandi vanda fyri at skjóta spurvar við kanónum. Tey eru annars fleiri, sum gjøgnum tíðina hava roynt at venda lutfallinum við og hava mett plagiering vera eitt slag av viðurkenning sjálvum sær - hetta tykist eitt nú Oscar Wilde halda í speisku orðingini omanfyri. Men longur afturi í søguni helt Platon sum kunnugt, at listin hermir eftir lívinum og at list harvið er hermandi í sjálvum sær.

Listarlig eftirgerð hevur í øldir verið praktist grundarlag og námsfrøðilig mannagongd á listaskúlum kring allan heim – sjálv brúki eg eisini hesa mannagongd í myndlistundirvísing á miðnámi. Á hesum øki er sama sannroynd galdandi sum alla aðra staðni; vit standa øll somul á herðunum á okkara forfedrunum – tað gera listafólkini eisini. Um vit hyggja at listini hjá t.d. Hansinu Iversen hevur hon latið seg inspirerað av t.d. colorfieldmálarum og av finsku listakvinnuni, Ninu Roos, sum í hálvfemsunum veitti henni stóran íblástur. Men Hansina hevur verið opin um íblásturin og hevur greitt frá honum í samrøðum, og so hevur hon síðani ment sítt egna úttrykk, so at eingin ivi er um originalitetin.

Plagiering gongur fyri seg alla tíðina á øllum økjum og innan øll listasløg. Tað er bara soleiðis, at ójavnt er býtt og meðan summi sita og kýta seg og stríðast við at finna uppá, eru onnur vælsignað við listarligum gávum og streymum av listarligum hugskotum. Men sjálvt um plagiering og epigonarí oftast meira er motiverað av ómegd enn av óndskapi og sjálvt um eftirgerðin ikki er illa meint og í grundini eitt slag av rós, ja so gongur tað út yvir listafólk, sum verða systematiskt plagierað.

Originalitetur hevur havt týdning innan listina síðan renesansuna. Áðrenn var ikki vanligt at signera list og tá skuldi títt listarliga úttrykk helst minna um tað hjá tínum undanmonnum. Við renesansuni kom dyrkanin av menniskjanum og av einaranum og hetta hevur hildið á síðani bæði innan fyri listainstitutiónina og inni í diversum møbilhandlum, har skelti vísa á, at tey selja “Ektaða” list. Í hálvtrýssunum og trýssunum problematiseraði listamaðurin Andy Warhol ta áður so heilagu meginreglu viðv. originalitet og gjørdi kopiering til ein part av síni listaligu mannagongd. Men hóast modernaða listin hevur sett kritiskar spurningar til tað mesta, eisini til sjálvt upprunahugtakið, er dyrkanin av tí ektaða hildin fram og í dag verður list handlað fyri so nógvar milliardir, at almennu søvnini ongan kjans hava upp ímóti russiskum oligarkum og arabiskum oljusjeikum. Verk hjá Leonardo da Vinci og Vincent van Gogh hvørva á henda hátt úr mannaeygum inn í okkurt privat milliarderasavn.

Gevur tað nakra meining at viðgera ein tílíkan spurning í dag? Tað haldi eg, tí originalitetur hevur framvegis týdning innan listina. Tað eru tey, sum bera fram síni egnu boð uppá nakað nýtt og øðrvísi, sum eiga størsta áhugan innan listina. Eg haldi, at vit í Føroyum geva okkum ov lítið far um originalitet í sambandi við ta dygdarmeting, sum altíð er partur av tilgongdini, tá listafólk senda inn verkhugskot til framsýningar, játtanir og kappingar av ymiskum slag. Eitt dømi kundi verið minnisvarðin í Svínoy hjá Edward Fuglø, sum tó at hann bæði í hugskoti, skapi og staðseting sýnist avbera vakur, ikki tykist serliga originalur.

Tað var annars ein viðmerking til eina mynd hjá Finleif Mortensen, sum setti gongd á hesa hugleiðing. Tað var nevnliga ein, sum helt, at málningarnir hjá Finleif Mortensen eru farnir at síggja meira út sum málningar hjá Zachariasi Heinesen enn málningarnir hjá Zachariasi sjálvum. Hetta er nakað av eini útsøgn, ið er áhugaverd uppá fleiri mátar, og sum eg skal koma aftur til.

Ein orsøk til, at listarlig eftirgerð eigur at verða viðgjørd er eitt samtíðarligt rák, sum ikki tekur upphavsrætt í nóg stórum álvara og hetta fevnir um alt frá design, list og til gerandislív í skúlum, miðlum og stovnum. Tí alt kann googlast, bæði myndatilfar og upplýsingar um hetta og hatta, so vit googla, stjala ella gloyma at spyrja ella upplýsa hvaðani vit hava okkara vitan/tilfar. Og meðan øll møgulig onnur sløg av stuldri verða revsað, verður hetta slagið í stóran mun góðkent í okkara samfelag. Eitt er at tílíkur stuldur tykist ómoralskur umframt grunnskygdur, men plagiering er óskynsom á so mangan hátt. Eitt er, at hon skapar eina mentan, har tað er í lagið, at særa upprunafólkini við at ignorera teirra avrik og tað er skeivt; tað fer einki av okkum um vit upplýsa hvaðani vit hava okkara upplýsingar, tilfar ella stíl. Vit eiga at kreditera opið tann ella tey, sum hava gjørt eygleiðingina ella skapað tilfarið, sum vit brúka. Hetta skapar gjøgnumskygni og eg billi mær inn, at ein tílíkur arbeiðsháttur er okkum øllum til gagns.

Men er tað ikki púra vanligt at læna og stjala frá hvørjum øðrum á listaøkinum? Jú, eg hugsi so við og tað er í fínasta lagi, at lata seg inspirera av øðrum listafólkum. Men munur er á at lata seg inspirera og at plagiera eisini sjálvt um listahugtakið frammanundan er óluksáliga trevsut og list als ikki er nakað vart heiti. Øll kunnu vera listafólk ella siga tey eru tað. Og dittar mann sær at meta um dygd og finnast at t.d. vantandi originaliteti, er tað beinanvegin onkur, sum himlar uppgevandi við eygunum, vónleyst relativiserandi og deklamerandi: HVAT ER LIST og hvør skal kunna døma og skulu vit ikki heldur bíða til øll eru deyð, meðan tey meira subtilu tosa um hvussu vit mest professionelt kunnu sleppa púra undan kvalitetshugtakinum innan list og listaviðgerð, tá tað nú allíkavæl er bundið at subjektivum smakki og ikki gevur meining í mun til galdandi diskurs. Sostatt fáa vit eitt av handahógvi merkt eskapistiskt listaumhvørvi, har øll doyggja og detta uppeftir, tá onkur ikki heldur hvørt tað einasta kreativa spjálkið her um leiðir vera fantastiskt.

Og jú, víst hava vit fantastiska list í Føroyum. Men vit hava so ófatiliga nógv meira av ikki serliga fantastiskum kreativum arbeiði, ið tó gevur meining uppá so nógvar mátar. Sum so mangan staðfest er áhugalistin neyðugi gróðrarbotnurin hjá yrkislistini og alt gott um tað. Men nú eri eg komin til hatta har um tað yvirhøvur er ein trupulleiki at herma. Eg hugsi, at svarið má vera fleirbýtt bæði í mun til orsøkina til at hermt verður og í hvønn mun hermingin gongur fyri seg. Grundin til, at fleiri mála sum Zacharias Heinesen og Ingálvur av Reyni er, at sum áður nevnt, at hetta úttrykkið selur og at tað selur væl. Serliga ferðafólk, ikki minst tey donsku keypa og dyrka narrativið við sterku føroysku landslagshevdini – eg veit ikki um tann eksotistiska allýsingin fær teir at føla seg meira tryggar, men føroyingar dáma tað eftir øllum at døma eisini væl. Tó er fatanin av føroyskari list meira eintýðing avmarkað í Danmark, og tí er tað kanska, at hvørki gallaríir ella auktiónir í Danmark geva sær far um hugtøk sum originalitet, plagiering ella dygd, tá tey framsýna føroyska list. Um mann googlar orðini “Færøsk kunst” tysja koloristisk, semikubistisk landsløg fram, sum umframt at vísa hvussu foreinklað danska ímyndin av føroyskari list er - eisini sigur okkum, at ein persónur sum Finleif Mortensen fyllir ómetaliga nógv á hesum økinum. Á google-myndini her niðanfyri er bert ein einstakur málningur eftir Zacharias Heinesen og tað sigur ikki so lítið. Uttan atlit til uppruna ella eftirgerð verða originalar og plagiat settir til sølu síðu um síðu. Framúrskarandi list og skrambul lið um lið – tað er ófatiligt at síggja verk hjá Zachariasi Heinesen, sum líka síðani fimtiárini hevur stríðst og leitað og ment sítt egna ikoniska myndamál og myndevni, hanga við síðuna av lættkeyptum eftirgerðum. Og vit síggja tað altso eisini í gallaríum og onkuntíð enntá í Listasavninum.

Innan tónleik eru fastar mannagongdir innan upphavsrættarmál í tónleiki. Har telja tey heilt einfalt tónar og taktir fyri at avgera um ein sangur er eftirgerð av einum øðrum. Innan design og myndlist hava vit ikki eins greiðar mannagongdir, men um vit brúka málningarnir hjá Finnleif Mortensen sum ítøkilig dømi, so líkjast teir málningum hjá ZH á at kalla øllum brøgdum frá serstaka glitrandi, ljósfangandi myndaflatanum, ið er settur upp við parallellum strokum á eina bjartlitta undirmáling við týðiligari, ofta bláari umhvarvsstriku. Hann brúkar somu litir, kompositiónir, myndamál, málihátt og myndevni sum fyrimyndin og hevur enntá málað útsýnið úr vindeyganum hjá ZH uppi á Varða. Her kann mann hugsa, at tað verður meira stuttligt enn farligt. Men spurningurin er hvat upprunalistafólkini halda um tað, tí tað gongur út yvir teirra egna vinnuveg, at fólk keypa eftirgerðir og spurningurin er eisini hvat tað ger við almenna hugsunarháttin um vit góðtaka skipaða eftirgerð.

Onkur eftirgerð er í lagið – tað er fínt at næmingar herma, tað er fínt í kvøldskúlum og, tá verður gjørt sum ein tilvitað og opin heilsan til avvarðandi listafólk ella sum ein partur av menningini hjá einum ungum listafólki. Men í einum so avmarkaðum marknaði sum tí føroyska listamarknaðinum haldi eg meg kunna staðfesta, at plagiering er ein trupulleiki hjá teimum, ið verða plagierað. Vit kunnu hvørki banna eftirgerð ella keypi av eftirgerðum, men eg haldi, at vit skulu viðgera evnið og í øllum førum miða okkum eftir, at eftirgerðir ikki verða góðtiknar í almennum søvnum, kappingum og miðlum.

Færøsk kunst - googlað 14.aug.2019 - sær ikki út til, at vit hava nakran kjans á Veneziabiennaluni

Færøsk kunst - googlað 14.aug.2019 - sær ikki út til, at vit hava nakran kjans á Veneziabiennaluni

Eitt sindur um listarliga eftirgerð.jpg

List og eftirgerð - hvat er hvat?

Dropi í havi.jpg

 Ein dropi í havi av blankpoleraðum silvurtárum/ dropum kring heimin og í Svínoy