Framsýningar við verkum hjá málaranum og grafikaranum, Poul Horsdal (1936-1981) ikki gerandiskostur, eg havi ikki nakrantíð sæð serframsýning hjá hesum listamanninum. Tí verður spennandi at síggja framsýningina í Havn og/ella Fuglafirði - tann síðstnevnda letur upp í morgin í Ribarhúsi klokkan 15.30. Poul Horsdal var dani, sum búleikaðist í Føroyum, hevði føroyska familju og tók aktivan lut í føroyska myndlistaumhvørvinum. Framsýningin fevnir um umleið 25 málningar frá ymsum tíðarskeiðum millum 1960 og 1981. Talan er ikki um eina søluframsýning, men til ber at keypa plakatina omanfyri frá Ribarhúsi fyri 150 kr. Myndevnini hjá Poul Horsdal eru tey eyðkendu, sum mynda høvuðsbulin í klassisku føroysku listini, tvs. landslagið, bátar og fólk, men hansara litaval er ógvuliga sermerkt. Koloristiskt kundi mann sagt um Horsdal, at hann í mun til síni føroysku samtíðarlistafólk er sum trani í spurvadansi sum litirnir hjá honum skína og glógva og savnast í dekorativum mynstrum, sum verða definerað av konturstrikum og kubistiskum litflatum. Hann brúkar nógv gult og ljósareytt saman við øðrum reyðum og grønum og turkis litbrigdum, sum bresta saman sum syrutar yvirsjónir.