Fiskastykkið - ein perfekt caféuppliving

C4B8472F-A7D1-48EE-A37A-FF982E263B18.jpeg

Ikki er tað ofta tað hendir, men í dag havi eg altso havt eina perfekta caféuppliving. Tað er ein uppliving, har alt svingar sum tað skal, har formur og innihald samsvara og har tú sum gestur følir ómak og nærlagni í øllum staklutum í tíni uppliving og tað snýr seg um alt frá innrætting av hølunum til samanseting av matinum á tallerkinum og til sjálva matgerðina. Hesa uppliving, sum eg av hjarta viðmæli øllum lívsnjótarum, hevði eg saman við vinkonum á Fiskastykkinum í Sandavági. Talan er um søguligar pakkhúsbygningar, sum liggja Úti á Gjógv á økinum, sum tey brúktu at turka og pakka klippfisk fyrr í tíðini. Har er praktfult at koma inn, tí caféin er so heilt sjáldsama vøkur. Har er hugsað um allar staklutir – alt riggar saman í teimum sera modernaðu, ljósu, norðurlendsku caféhølinum, sum eru sofistikerað og rá og anda av føroyskari søgu. Vit fingu okkum morgunmat, sum varð serveraður skjótt og væl við effektiviteti og náttúrligum blíðskapi á vøkrum borðiskum frá keramikaranum Guðrið Poulsen. Hon hevur somuleiðis gjørt teir flottu kopparnir, ið allir eru ymiskir við vøkrum litsamansetingum, ið bera brá av perlumóðir og gjari. Tað er somuleiðis Guðrið, sum hevur skapað tær fínu, ljósu, modernaðu lampurnar uppi yvir diskinum. Á vegginum eru væl valdar svart hvítar fotomyndir av klippfiskavirkseminum. Alt signalerar dygd og tað ger maturin sanniliga eisini. Ein grovboll við akkurát tilpass biti í og kjarnum uttan at hann av teirri grund fer at minna um saguspønir soleiðis sum lagnan er hjá so mongum væl meintum grovbolla. Konsistensurin er bæði seigur, mjúkur við broysknari skorpu. Smakkurin javnvigar perfekt millum salt og søtt og ikki so nógv, at breyðið tekur yvir. Eitt sindur av herligum (ordiligum!) smøri, frískligum yoghurt, - heimagjørdum rabarbusúltutoyi, væl kryddaðum hummusi, søtum og góðum dadlublandi og herligum osti - og tað er ikki tann typiski syrgiligi gummiosturin, sum so mangar caféir spara seg eftir reyv við - nei talan er um ordiliga góðan, fullfeitan langtíðarlagraðan ost við nøtakendum smakki. Hartil nakrar skivur av reyðari piparfrukt og broysknum knekkbreyði - øll herligheitin serverað fyri 90 krónur (+ 20 kr fyri kaffi) uttan skuggan av plastikki nakrastaðni. Tað er fantastiskt og ikki síðstu ferð, eg vitji Fiskastykkið - tað minnir í grundini um eitt mentanarhús við denti á design og list. Bjørk Gudmundsen framsýnir niðriundir í sambandi við mentanarvikuna Vesturskin.

Ein fullur tallerkur - alt bleiv etið!

Ein fullur tallerkur - alt bleiv etið!

Útsýnið

Útsýnið

Caféhølini

Caféhølini

Guðrið Poulsen

Guðrið Poulsen

Fiskalampur

Fiskalampur

Koppur hjá Guðrið Poulsen

Koppur hjá Guðrið Poulsen

Í caféiini

Í caféiini

Bjørk Gudmundsen

Bjørk Gudmundsen

Lampa Fiskastykkið

Lampa Fiskastykkið

Bjørk Gudmundsen

Bjørk Gudmundsen