Psykosudrotningin sigur frá

67701765_10215304766762803_1134727486270078976_o.jpg

Bókaframløga, framsýning og fyrilestur, sum forlagið Eksil og Sinnisbati skipa fyri, verður í Perluni 15. september kl. 15.

Hybridbókin ”Psykosudrotningin sigur frá”, sum Anna Malan Jógvansdóttir hevur skrivað, verður løgd fram í Perluni í Havn 15. september kl. 15. Í hesum sambandi verður upplestur, framsýning av tekningum úr bókini og fyrilestur um psykosu.

Sálarfrøðingurin Suni Poulsen fer at bjóða vælkomin til tiltakið og stutt at greiða frá, hvussu sálarheilsutilboð í dag aloftast eru afturúrsigld av granskingini. Hetta vísir seg m.a. soleiðis, at flestu psykiatrisku diagnosurnar ikki eru nóg væl undirbygdar vísindaliga, og at flestu ástøði um sálarliga líðing eiga at verða endurskoðað og nýhugsað.

Sálarfrøðingurin Olga Runciman úr Danmark fer at halda fyrilestur um sambandið millum trauma og psykosu. Endamálið við bókini “Psykosudrotningin sigur frá” og fyrilestrinum er at varpa ljós á psykosu sum ein natúrlig reaktión upp á lemjandi og traumatiskar hendingar í lívinum. Í sínum arbeiði leggur Olga dent á lívssøguna hjá persóninum, ið stríðist. Umvegis lívssøguna kann meiningin í psykosuni finnast. Tað er altíð ein orsøk til slíkt sálarligt órógv, og við at skilja orsøkina til líðingina, so kann vegurin til linna finnast. Meira og meira gransking vísir á, at samband er millum trauma og psykosu. Tíverri arbeiðir psykiatriin ikki við støði í hesum í dag, men tvíheldur um ástøðina um kemiska ójavnvág í heilanum og um ástøðið, at psykosa er heilasjúka. Somuleiðis tvíheldur hon um, at talan er um ólag við dopamin reseptorunum í heilanum, at psykotisk eyðkenni koma av eini øðrvísi heila-anatomi ella øðrvísi aktiviteti í heilanum. Einki av hesum er nær námind vísindaliga undirbygt soleiðis sum sambandið millum trauma og psykosu er, og tað óhepnasta av øllum er, at skeiva fatanin av, at psykosa er heilasjúka, førir til vónloysi og døpurhuga millum tey, ið stríðast við psykosu. Tey hava sambært psykiatriini ein sjúkan heila, og alt tey siga er íspunnið.


Við bókini og hesum tiltaki er endamálið at geva teimum psykotisku ein narrativitet aftur, tey skulu hava rætt til sína lívssøgu og siga hana, sum tey ynskja. Grainsking vísir eisini, at um tey, ið stríðast við psykosu, fara út og siga sína søgu og knýta lívshendingar og líðing saman, so minkar stigmatiseringin, ið er knýtt at hesum menniskjum.

15:00

Vælkomin við sálarfrøðinginum Suna Poulsen

15:10

Kim Simonsen frá Eksil greiðir frá skránni

15:15

Anna Malan Jógvansdóttir lesur upp úr bókini, Psykosudrotningin sigur frá

15:30

Sálarfrøðingurin Olga Runciman heldur fyrilestur um sambandið millum psykosu og trauma

16:15

Listaframsýning við myndum úr psykosudrotningini og Eksil bjóðar okkurt at drekka og eta.

Samrøða við Ragnar Kjartansson

ragnar.jpg

Í sambandi við framsýning sína í The Met í New York varð viðtal gjørt við íslendska listamannin, Ragnar Kjartansson, sum eisini sýnir fram á summarframsýningini í Norðurlandahúsinum. Listin hjá Kjartansson snýr seg í stóran mun um “at lata sum um” júst sum børn gera, tá tey spæla. Stóra verkið í Norðurlandahúsinum Nur wer die Sehnsucht snýr seg um júst hetta, meðan listamaðurin í øðrum verkum spælir sær við listafólkaleiklutin.

https://artnorth-magazine.com/recent-arts-news/ragnar-kjartansson-in-torshavn

Fyrilestur um handverkið at gera standmyndir.

Pontus.jpeg

Hóskvøldið 8. aug. verður fyrilestur um handverkið at gera standmyndir. Fyrilestrahaldarin er Pontus Kjerrman, sum seinastu 35 árini hevur undirvíst í gipsstoyping við Kunstakademiets Billedhuggerskole í Keypmannahavn.Pontus Kjerrman varð sjálvur upptikin við Kgl Danska Kunstakademi í 1979.

Pontus Kjerrman hevur júst givið út bókina: Formning og støbning - stuk og skulpturteknikker, sum er skrivað við støði í tí undirvísingar tilfari, ið hann hevur gjørt gjøgnum árini sum lektari á Kunstakademinum.

Fyrilesturturin tekur støði í lívslangu royndunum hjá Pontusi Kjerrman í stoypiteknikkum og sum listamaður.

Møguleiki verður at keypa bókina aftaná fyrilesturin.

www.listaportal.com í 5 ár!

Listaportal 5 ár.jpg

Á ólavsøku hendir so nógv, at mong neyvan hava varnast, at hon eisini var 5-ára dagurin hjá hesari heimasíðuni, www.listaportal.com, sum varð sett á stovn fyri fimm árum síðani í sambandi við Ólavsøkuframsýningina, sum undirritaða, Kinna Poulsen stóð fyri í 2014. Eg ivist ikki í, at Listaportalurin kundi verið betri, flottari, djúpari og klókari, men samanumtikið er tað ikki so galið, at ein listamiðil finst á føroyskum. Nógvar greinar hava verið á Listaportalinum hesi árini um alt í millum himmal og jørð og tað er ikki altíð, at tað, sum undirritaða heldur vera mest áhugavert er tað, sum verður mest lisið. Vitjanartalið er eins og greinastreymurin sera svingandi, men tilsamans fer tað at tátta upp móti teim 200.000. Her eru onkrar greinar:

http://www.listaportal.com/tidindi/2019/7/20/heilt-erligt-eivr

http://www.listaportal.com/tidindi/2018/2/1/ta-sum-hjarta-er-fullt-av

http://www.listaportal.com/tidindi/2018/2/15/ikki-eitt-or-um-kamelar-og-nlareygu

http://www.listaportal.com/tidindi/2017/11/9/ein-undirhaldandi-sending-um-ebbu-hentze

http://www.listaportal.com/tidindi/2017/9/29/glgg-og-djrv-lsing-av-menniskjansligari-megd-vantar-bkmentaliga-dygd

http://www.listaportal.com/tidindi/2017/8/26/koloristiskt-avklra-list-r-gardinum

http://www.listaportal.com/tidindi/2017/3/5/ojfx66hv75zlgbnrwij9c33rfoie1e

Flakar - framsýning í Skálabúðini

Øll framsýningin hekk saman sum ein installatión.jpeg

Alda Mohr Eyðunardóttir er fyrsti føroyingur í fleiri áratíggju, sum er sloppin inn á kunstakademiið í Keypmannahavn. Nakað fyri ólavsøku hevði hon sína fyrstu serframsýning í hølunum í Dr.Jacobsensgøtu í Havn har Skálabúðin helt til.

Liðin eru tvey ár síðan Skálabúðin stongdi gamla handilin, sum læt upp í 1954. Men enn hongur ikoniska reyða, bláa og hvíta skeltið uppi, ið saman við grønblonku flisunum á fasaduni tykist merkt av hesi serligu ævinleikaglæmuni, ið ljómar yvir barndómsupplivingum. Tá eg hugsi um Skálabúðina og síggi handilin fyri mær, er sjónarhornið rættiliga lágt. Eg síggi mest frakkar. Teir eru ljósabrúnir fyri tað mesta við knappum og beltum og konurnar, sum eru í teimum eru heilt ómetaliga tíðindafróar. Tær vita alt møguligt, sum tær vilja siga mammu og tað hevur við sær, at mamma ongantíð kemur út aftur úr handlinum, sjálvt um eg staðiliga togi í armin á henni. Fyri at fordríva tíðina telji eg ymiskt, eg beri eyga við; eg telji toyrullur, knappar og pakkar við undirbuksum, men eg dugi bara at telja upp til fimm, so fløkist tað, og eg má byrja umaftur.

 Flakar er heitið á fyrstu serframsýningini hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir, hvørs verk áður hava verið at sæð á felagsframsýningum, t.d. á ólavsøkuframsýningini í Listasavninum. Í heyst byrjar hon á Det Kongelige Danske Kunstakademi – hon er fyrsti føroyingur í mong áratíggju, sum er sloppin inn á henda fyri føroyska listasøgu týdningarmikla skúla, har Sámal Joensen Mikines og Ingálvur av Reyni gingu. Hetta er í sær sjálvum eitt satt bragd av listakvinnuni, sum eisini slapp inn í Malmø, men sum altso hevur valt akademiið í Keypmannahavn, har umleið fimm prosent av teimum ið søktu at koma inn, sloppu gjøgnum nálareygað. Í ár søktu 437 og 25 vórðu upptikin.

Listarligi áhugin kyknaði innan foto greiðir unga listakvinnan mær frá henda dagin eg vitji framsýningina í hølunum, ið eru sum skapt til høvið ella øvugt, tí verkini eru í roynd og veru framleidd í hølunum og til júst hesi hølini. –“Tað er okkurt við tí ráa í hesum hølinum, sum virkar føroyskt uppá meg og so er tað eisini tað, at hølini eru undir umvæling júst sum eg. Eg eri eisini undir umvæling” brosar Alda, ið yvirhøvur tykist sera tilvitað og miðvís. Hon hevur valt at skapa framsýningina sum eitt slag av listarligari staðfesting áðrenn hon fer undir útbúgving. Hon hevur altíð verið mentanarliga áhugað heldur hon og so gekk hon á sonevndu listaleiðini í Hoydølum, har hon spakuliga fann út av, at listin hevði hennara áhuga. Tað var á háskúlanum í Krogerup, at hon fann út av, at sjálvt um fotojournalistikkur ikki ordiliga er tað rætta, so eru áhugaverdir listarligir møguleikar í fotomyndini sum miðli. Á listaháskúlanum í Holbæk byrjaði hon at skriva og tekstir eru framvegis ofta útgangsstøði í hennara verkum.

Naknu timburveggirnir og gólvið, betongloftið og ymisku leidningarnir, sum hanga niður geva eitt spennandi framsýningarhøli, ið eru eitt satt kupp fyri framsýningina, sum bara vardi í tríggjar dagar og sum altso er tikin niður aftur. Heitið Flakar tykist sipa til nakað stokkut og forgeingiliga, ið bæði bendir tankarnar á støðuna í heiminum í løtuni við okkara skroypiligu planet, sum líður av veðurlagsbroytingum og smeltandi innlandsísi, men sum eg eisini fati psykologiskt soleiðis, at listaverkini kunnu vera eitt slag av bjargingarflaka ella friðskjól hjá einstaklinginum. Fagurfrøðiliga hanga verkini hjá Aldu Mohr Eyðynardóttir og hølini so neyvt saman. at tú í støðum hevur tú ilt við at avgera hvat er hvat. Listakvinnan greiðir frá, at henni dámar væl ivan um hvat er hennara verk og hvat er partur av umvælingini og eg gevi henni rætt - tað er hugtakandi - eisini gjøgnumskygda klæðið, hon hevur hongt í rúminum, so at vit bara hóma byggióruddið aftanfyri, meðan eyðkenda svarta og hvíta trappan lýsir upp sum eitt ítøkiligt fortíðarligt monument aftast í rúminum.

Forgeingiligleikin tykist vera eitt høvuðsevni í framsýningini eins og sum heild í ungu føroysku listini, ið miðsavnar seg um tað skroypiliga í tilveruni og í heiminum og um tey spor vit lata eftir okkum. Kenslur og tilfar verða tengd  saman soleiðis, at verkini verða bæði tilfarslig og full av internum tilveruligum søgum. Stílurin er vistfrøðiligur við náttúrligum litum og einum forkærleika fyri ready mades og opnari pallseting, har allir lutir tykjast onkursvegna javnsettir. Á framsýningini í Skálabúðini eru t.d.praktisk amboð so sum uppvørpur, leidningar og forleingjarar javnsettir partar av framsýningini.

Tá eg spyrji Aldu Eyðunardóttir Mohr hvørja list henni dámar, nevnir hon fleiri myndlistafólk, eitt nú donsku listakvinnuna, Tove Storch, men eisini føroysk listafólk, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonna Jensen, Hansinu Iversen og vinkonu sína, Anný Øssursdóttir Djurhuus, sum hon sigur hevur stuðlað seg nógv. Men í grundini er Alda meira inspirerað av øðrum listasløgum enn av myndlist, sigur hon, og nevnir tónleikin hjá Teiti Lassen sum dømi. Hon hevur lurtað nógv eftir hansara tónleiki, og so leggur hon eisini serligan dent á bókina Sár á Sál eftir Kristinu S. Hansen, sum hon hevur lisið fleiri ferð. Sár á Sál er ein sjálvsævisøguligur leikur frá 2013, sum spratt úr syrgiligi vanlukkuni, tá ið synir høvundans og ein vinmaður lótu lív. - “Hon dugir so væl at lýsa allar tær ymisku kenslurnar og at lýsa hvussu løgið fólk uppføra seg, tá tílíkt rakar” heldur Alda. Hon og hennara familja hava sjálvi kent sorgina tætt at egnum kroppi, tá lítlasystirin doyði fyri ellivu árum síðani, og sorgin er við á framsýningini. T.d. snýr teksturin á stóra verkinum aftast í framsýningini seg um hvussu listakvinnan arbeiðir við sorgini. Einastaðni stendur ein gipsformur á gólvinum. Alda greiðir frá, at hon hevur funnið hann onkrastaðni – kanska minnir hann í skapi eitt sindur um ein gravstein. Hesin gipsklumpurin hevði upprunaliga hvassar kantar, sigur listakvinnan, sum mintu hana um sorgina innaní. Hon hevur brúkt sandpappír at viðgera gipsið og sandpappírið er ítøkiliga partur av framsýningini. Tað sæst á tekstilverkinum aftast í rúminum eins og ójavnar hvassar rípur. Alda Eyðunardóttir Mohr greiðir frá, at hon hevur brúkt nógva tíð uppá at slípa kantarnar, so at formurin sýnist bleytari eins og eisini sorgin slípast av tíð uttan nakrantíð at hvørva heilt.

0D49FE3F-311E-4E3B-9218-3C9086472CEB.jpeg
Skeltið hongur har enn.jpeg
Summi+verk+eru+kollasjukend.jpg
48FC07BE-6043-470A-8FE4-B7F287F77544.jpeg
Ein mynd á framsýningini.jpeg
Eitt verk um sorg.jpeg

Við trúgv og iva í køkinum og í atelierinum

7FFFB542-B93D-4A0C-B2EF-7CBBFFEE0290.jpeg

Ólavsøkuframsýningin 2019 fyri listafólk trýss ár og eldri er sum áður nevnt siðbundin fyri ikki at siga gamaldags bæði viðvíkjandi tøkni og myndevni. Tá er tað kanska ikki so løgið at kunna staðfesta, at fleiri verk hava átrúnaðarligt/kristiligt brá, t.d. seglinstallatiónin hjá Titu Vinther, sum er vovin úr menniskjahári og krossfestingin hjá Eli Smith.

Tvey av teimum religiøst klingandi verkunum á Ólavsøkuframsýningini skara framúr - tað eru tveir litríkir málningar við fleiri figurum í myndarúminum, sum í grundini eru rættiliga ymiskir. Tað sama kann sigast um avvarðandi listafólk.

Ovara málningin málaði Sigrun Gunnarsdóttir, sum er fødd í 1950 á Eiði, har hon býr og arbeiðir. Hon var liðug á Kunstakademinum í 1980 og í fjør hevði hon stóra serframsýning á Listasavni Føroya. Myndevnið í málninginum er serstakt við tað, at sjónarmiðið er innan úr heiminum, úr køkinum. Í føroyskari list eru vit meira von við uttanduramyndir. Vit síggja eina konu í bláum niðurdeili og violettari blus og gráum skóleistum stákast við onkrum, kanska bakar hon. Í øllum førum hevur hon tveir smáar hjálparar, eina gentu í violettum kjóla og ein drong í heimabundnari troyggju og myrkum buksum - bæði í fyriklæði, sum tykjast íðin at hjálpa til. Hvíti og brúni hundurin sýnist eisini sera áhugaður í tí, sum fyriferst uppi á borðinum. Kristna innihaldið í hesum málninginum er ikki so ítøkiligt sum tað kundi verið, men við tað, at vit kenna ikonografiina í høvuðsverkum hjá Sigruni Gunnarsdóttir, so vita vit, at í júst hasum køkinum í hondunum á hasari konuni hevur ein bíblia einaferð ligið. Um vit hyggja nærri at myndini síggja vit eisini eina mynd av eini nunnu á bróstinum - hetta kundi verið katólska nunnan Móðir Teresa í síni tiltiknu blárandaða hvítu drakt, sum Sigrun Gunnarsdóttir hevur málað portrett av í 2010. Móðir Teresa fekk sum kunnugt friðarvirðisløn Nobels í 1979 fyri sítt áhaldandi arbeiði fyri tey fátøku í Calcutta í India, hon var ein háttvirdur, men eisini ein nokk so umstríddur persónur m.a. orsakað av síni konsekventu mótstøðu móti bæði fosturtøku og fyribyrging. Fyri meg er tað heldur ikki nunnan, sum myndar trúnna í myndini hjá Sigruni Gunnarsdóttir. Tað snýr seg meira um huglagið, sum ljómar av kærleika, tryggleika og áliti á tilverunnar hægri meining. Listakvinnan hevur verið sera nærløgd við kompositiónini, har figurbólkurin er rammaður inn av hurðum, borði, vindeyga og gardinum. Í staðin fyri at gerast klaustrofobisk er tað eins og allar detaljurnar fjálga um myndevnið, ið tykist bygt á endurminningar. Dentur verður lagdur á samanhangin millum menniskjað, náttúru og innbúgv og samanhangandi og regluliga kompositiónin leggur dent á, at tað er ein meiningsfullur samanhangur. Stílurin er naivur, symbolskur og eyðkendur fyri tann stílin, sum Sigrun Gunnarsdóttir hevur staðið fyri nú í nógv ár.

Hin málningin málaði Torbørn Olsen, sum er týdningarmikli, ekspressivi koloristurin í føroyskari list. Hann var føddur í 1956 í Havn, har hann hevur búð meginpartin av lívi sínum. Í 2015 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins fyri útinnt listarligt avrik. Málningurin er bæði typiskur og ikki typiskur fyri málaran, tvs. at vit kenna koloristiska og ekspressiva stílin aftur, eins og vit áður hava sæð myndir hjá Torbirni Olsen við átrúnaðarligum innihaldi, portrettlýsingar av samtíðarfólkum og sjálvsmyndir. Men at síggja allar hesar tættir í einum og sama málningi, sum telur heilar trettan figurar – tað er nakað serligt. Málningurin eitur Intermezzo, eitt heiti, sum hevur týdning fyri tulkingina av samansettu myndini, ið ikki bara hevur fleiri myndarúm, men sum eisini hevur eitt undrunarvert og áhugavert samband í millum hesi. Intermezzo er jú tónleikaligt hugtak fyri eitt millumspæl, ið skapar samband. Miðskeiðis í myndini síggja vit ein mann í reyðum kyrtli, sum gestikulerar við høgru hond og heldur í eini smágentu við hinari. Ikonografiskt lesa vit figurin sum Jesus, ið letur børnini koma til sín. Kring kendu bíbliusenuna standa og sita fólk, sum eygleiða hendingina. Tað er áhugavert, at hesi fólkini eru í modernaðum klæðum og tessvegna er tað ens og eitt intermezzo verður skapt millum tíðir - samanhangur verður skaptur millum bíbliusøgu og nútíð. Aftast er eitt einastandandi fínt sjálvportrett av málandi málaranum, sum hyggur út úr myndini eftir okkum áskoðarum. Eins og í kendu myndini, Las Meninas hjá Velazquez verður ivi skaptur um akkurát hvat tað er, sum verður málað og hví. Er løriftið, sum sæst á málninginum sjálvur málningurin, sum vit hyggja at? Og hví sær málarin so sinnisrørdur út? Er tað okkum hann hyggur at? Hesir spurningar og mangir aðrir liggja í málninginum hjá Torbirni Olsen. - Hugsar tú nú, at tað var spell, at tú ikki náddi at síggja hesi verk á ólavsøku kann eg ugga teg við, at framsýningin hongur heilt til 1.september.

sigrun gunnarsdóttir.jpg
6C06D5BA-0124-4A0D-8C71-E3DB2AC231BE.jpeg
torbjørn.jpg

Ólavsøkuframsýningin 60+

8110A615-E419-41F8-AF41-4BA50ACCFC64.jpeg

Ólavsøkuframsýningin er samanumtikið ikki øgiliga nógv verri ella betri enn so nógvar aðrar slíkar, hóast tilgongdin í ár hevur verið heldur øðrvísi enn onnur ár. Nevndin í Listafelagnum hevur boðið listafólkum, trýss ár og eldri at luttaka. Av teimum spurdu játtaðu 32 at luttaka og hesi hava so sjálvi valt tvey verk, sum nú hanga ella standa til framsýningar í Listasavni Føroya. Hugskotið at geva teimum eldru framíhjárættindi á Ólavsøkuframsýningini tykist vera mótdráttur mótvegis rákinum á Ólavsøkuframsýningini, sum í fleiri ár hevur verið miðsavnað um tey ungu, eg hugsi tað kemst av, at kuratorarnir hava verið lutfalsliga ungir. Brennandi spurningurin er um tað er eitt gott hugskot at geva ávísum bólkum framíhjárættindi á Ólavsøkuframsýningini og har haldi eg svarið má vera eitt avgjørt NEI! Sjálvt um fólkatalið kvinkar rætta vegin, so eru vit sjálvsagt alt ov fáment til at avmarka luttøkuna eftir aldri ella kyni. Ólavsøkuframsýningin er framvegis ein týdningarmikil listaframsýning, sum ógvuliga nógv síggja og tí skal hon framsýna tað besta, vit eiga. Tað sama tykist eisini Bárður Jákupsson halda. Hann hevur skrivað eina áhugaverda hugleiðing í faldaranum til ÓF, har hann setir framsýningina í listasøguligt høpi og har hann staðfestir, at uppgávan hjá Listafelagnum er broytt frá at skula lívga øllum spírum til at borga fyri góðsku. Fleiri yrkislistafólk eru við á ÓF í ár, t.d. Tróndur Patursson, Hans Pauli Olsen, Hjørdis Hack og Bárður Jákupsson, sum borga fyri góðsku. Men eg haldi, at upprunaliga ÓF-konseptið; at framsýningin bæði eigur at fevna um hægstu listarligu góðsku og um royndir hjá gávuríkum nýbyrjarum, eigur at vera varðveitt. Hetta er fólksligt, tað tryggjar dygd og breidd og ger at tað følist sum ein sannur heiður hjá gávuríka spíranum at sleppa við á Ólavsøkuframsýningina. Og sjálvt um tað praktist sæð er eitt sindur strævið, so haldi eg eisini, at vit skulu fara aftur til, at framsýningin einans er opin um ólavsøkuna – áhugalist eigur bara at koma fyri í Listasavni Føroya sum absolutt undantak á ólavsøku.

Ólavsøkuframsýningin 2019 er analog við denti á málningar, grafikk, tekstillist, klippmyndir og tekningar. Nakrar fáar installatiónir eru, m.a. ein áhugaverd uppseting hjá Eyðuni Dahl Christiansen við tveimum organiskt skapaðum steinsúlum, sum stendur úti í forhøllini, og sum sýnist vera ein viðmerking til náttúrudálking, men sum heild tykist framsýningin eitt sindur gamaldags við hópin av góðum gomlum landslagstulkingum eitt sindur sum Ólavsøkuframsýningar fyrr í tíðini.

Gott er at síggja verkið hjá Titu Vinher, sum eru seglskap, vovin úr menniskjahári, ið strekkja seg til himmals samstundis sum tey eru fest í eina tunga, rustaða ketu á steingólvinum í Listasavninum. Eitt vakurt verk, lætt og tungt við øllum møguligum religiøsum og tilveruligum assosiatiónum. Tað religiøsa er í grundini ráðandi í fleiri av teimum góðu verkunum á ÓF, bæði kristindómurin og náttúrureligiónin sum í teimum føgru, smáu myndunum hjá Zachariasi Heinesen – listarligi slóðarin hevur forrestin fingið hóskandi undantaksloyvi, tí hann hevur 3 verk við.

Sigrun Gunnarsdóttir hevur málað eina fjálga mynd, sum gongur fyri seg í einum týdningarmiklum rúmi, sum vit annars ikki hava gjørt nógv burturúr í føroyskari myndlist. Tað er í køkinum, omman stákast og børnini eru sloppin at hjálpa til meðan hundurin roynir at sleppa upp í leikin. Tó at myndevnið er sukursøtt, er talan um ein sera væl disponeraðan og fínan málning við fleiri rúmum í rúminum. Og júst hetta við tvítýddu flatuni og rúmum í myndarúminum er nakað sum Torbjørn Olsen mangan hevur arbeitt við. Tann eini málningurin hjá honum er áhugaverdur og løgin, og tó at stórur munur er millum naivsymbolistin á Eiði og ekspressiva koloristin í Havn, hava tey okkurt til felags myndarúminum viðvíkjandi. Málningurin hjá Torbirni Olsen eitur Intermezzo og eg hugsi, at heitið hevur týdning fyri tulkingina av myndini, sum ikki bara hevur fleiri myndarúm, men sum eisini hevur áhugavert samband í millum hesi. Intermezzo er eitt tónleikaligt hugtak fyri eitt millumspæl, sum skapar samband. Miðskeiðis í myndini síggja vit ein mann í reyðum kyrtli, sum gestikulerar við høgru hond og heldur í eini smágentu við hinari. Hetta er ivaleyst Jesus, sum letur børnini koma til sín. Kring kendu bíbliusenuna standa og sita fólk, sum eygleiða hendingina. Tað er áhugavert, at hesi fólkini eru í modernaðum klæðum og tessvegna er tað ens og eitt intermezzo millum tíðir. Aftast er eitt einastandandi fínt sjálvportrett av málandi málaranum, sum hyggur út úr myndini eftir okkum áskoðarum. Eins og í kendu myndini, Las Meninas hjá Velazquez verður ivi skaptur um akkurát hvat tað er, sum verður málað og hví.

Ólavsøkuframsýningin varir inntil 1.september.

Eyðun Dal-Christiansen

Eyðun Dal-Christiansen

Rannvá Holm Mortensen

Rannvá Holm Mortensen

Ole Wich - brot

Ole Wich - brot

Hans Pauli Olsen - brot

Hans Pauli Olsen - brot

B0D79F3C-5CCE-4051-B1D7-F3245CE84C96.jpeg
Zacharias Heinesen

Zacharias Heinesen

Torbjørn Olsen

Torbjørn Olsen


Glógvandi ljós og list í Steinprenti

Tróndur Patursson.jpg

Hetta spildurnýggja glógvandi glasverkið hjá Tróndi Patursson verður at síggja í Steinprenti á ólavsøku. Eisini verða nýggj steinprent hjá listamanninum at síggja. Og hóast stílurin í hesum myndum er eyðkendur og tey flestu munu kenna myndamálið hjá Tróndi Patursson aftur við einlittum myndaflata og mattsvørtum mynstri, eru hesi prentini ikki av handahógvi merkt, greiðir litografurin Jan Andersson frá. Hann sigur, at arbeiðið við prentunum hjá Tróndi hesa ferð hevur vart um fýra vikur og tað hevur verið sera áhugavert, heldur Jan, at uppliva  hvussu Tróndur arbeiðir við litografiska steininum, sum hann hevur málað á og sum hann hevur undirdýkt við flótandi tusjlaveringum. Hetta gongur fyri seg eitt sindur á sama hátt sum tá Tróndur Patursson arbeiðir við glasi, at úttrykkið liggur á markinum millum tað spontana og tað stýrda. Prosessin er eisini rættiliga umstendilig bæði innan glasmálarí og steinprent, har lag verður lagt oman á lag.

Tróndur er møguliga mest kendur fyri sínar ultramarinbláu kompositiónir, men Tróndur Patursson arbeiðir eisini við øðrum primerum og sekunderum litum í myndum, sum við síni svimlandi dýpd geva okkum eina stórbæra visión av kosmiskum upplivingunum, ið listamaðurin hevur havt í náttúruni eitt nú á sjóferðum sínum. Litirnir eru lýsandi sterkir og glógvandi meðan svarta mynstrið tykist næstan turt sum sót. Nýggju steinprentini eru nokk so ymislig, summi bera brá av øgiligari og ekspressivari dýpd, meðan onnur eru meira sløtt og dekorativ. Tróndur hevur gjørt eina røð við fimm stórum prentum, ið verða framsýnd. Opið er í Steinprenti til klokkan 20 báðir ólavsøkudagarnar.

Foto: Jan Andersson

Foto: Jan Andersson

IMG_0340.JPG




LISA flytir nú inn í Hoydølum

hoydalar.jpg

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, og Listafólkasambandið hava nú gjørt avtalu um, at LISA í næstum flytir inn í Hoydølum.

LISA fær nýtslurætt yvir Gentukostdeildini umframt garasjuni og roykirúminum nærhendis, og LISA fær somuleiðis atgongd til auluna og fimleikarhøllina, meðan skúlabygningurin, sum ikki er ráðiligur at nýta í verandi líki, verður umvældur.

Síðani avgerð varð tikin um, at LISA og Tjóðsavnið í felag skulu hýsast í Hoydølum, hava Mentamálaráðið, Tjóðsavnið, Listafólkasambandið og Landsverk tingast um, hvat best var at gera.

Málið hevur drigið út, serliga tí at nógv umvælingararbeiðið skal gerast, áðrenn hølini kunnu nýtast til fullnar.

Men nú fegnast Høgni Hoydal, landsstýrismaður, um, at lív aftur kemur í Hoydalar.

- Nú ivamálini loksins eru avgreidd, kann mentanarliga virksemið flyta inn. Tað verður áhugavert at síggja, hvørja menning hetta fer at hava við sær fyri LISA, og vit eru mong, sum gleða okkum til tær spennandi mentanarligu upplivingarnar, sum fara at spretta í Dalinum Fagra, sigur Høgni Hoydal.

Enn verður sjálvur skúlabygningurin ikki tikin í nýtslu, tí Landsverk hevur staðiliga mælt frá tí, soleiðis sum bygningurin stendur í løtuni. Hartil hava bæði Tjóðsavnið og LISA sett ynski fram um smærri umvælingar, broytingar og tillagingar til nýggja virksemið.

Tá skúlabygningurin er umvældur, er ætlanin, at Tjóðsavnið og LISA býta bygningin soleiðis ímillum sín, at Tjóðsavnið fær 2. og 3. hædd, meðan LISA skal húsast á 1. hædd.

Sáttmáli verður tó beinanvegin gjørdur við LISA um nýtsluna komandi tíðina, og hesin sáttmálin verður so endurskoðaður, tá umvælingarnar av høvuðsbygninginum eru framdar - og Tjóðsavnið og LISA í felag kunnu flyta inn og býta hæddirnar endaliga ímillum sín.  (www.mmr.fo)

Ólavsøkuframsýningin 60+

olav.jpg

Aftur í ár skipar Listafelag Føroya fyri Ólavsøkuframsýning í Listasavni Føroya. Síðan 1950 hevur hendan framsýning Listafelagsins verið fastur táttur í hvørjari ólavsøku og framsýningin í ár er sostatt tann hálvfjerðsinda.

Framsýningin sýnir fram list hjá listafólkum, sum fyri árum síðani vóru ung og óroynd og kanska sýndu fram fyri fyrstu ferð á eini Ólavsøkuframsýning. Við hesi framsýningini er ætlanin at vísa, hvar listin er í dag hjá teimum, sum hava hava verið listafólk her heima seinastu trý ella fýra áratíggjuni. Í vár avgjørdi nevndin í felagnum tí at bjóða listafólkum, sum eru seksti ár og eldri at senda inn tvey verk í part. 32 hava tikið av. Í nevndini sita Julianna Klett, Katrin í Gongini, Hilmar Høgenni, Leivur Holm, Regin Vilhelm og Pál Weihe.

Framsýningin letur upp í Listasavni Føroya Ólavsøkuaftan kl. 15 og er opin til kl. 20. Ólavsøkudag frá 14 til 20. Framsýningin er opin til 1. september.

Tá framsýningin opnar spælir Rógvi Trio og okkurt verður at leska seg við. Eyðun av Reyni, Kári Svensson og Oggi Lamhauge have staðið fyri uppheingingini. Bárður Jákupsson hevur skrivað hugleiðingar í skránni og eigur málningin, sum prýðir skránna og plakatina.

Heilt erligt, Eivør!

Foto: Sissal Clemmensen

Foto: Sissal Clemmensen

Konsertin við Eivør í Maggies í gjárkvøldið var so framúrskarandi góð, at undirritaða hevur ilt við at finna út av akkurát hvørji superlativ hóska best til tess at lýsa risastóru tónleikaupplivingina í pinkalítla, hugnaliga caférúminum í Nólsoy við hønum og dunnum uttan fyri vindeyga, leskandi útsýninum á húsatekjur og oynna sum í fantastisku málningunum hjá Steffani Danielsen og tónleikafegnum menniskjum innandura. Bæði huglag og høli eru onkursvegna ópretentiøs í Maggies – hetta er bara ein lítil barr í Nólsoy that´s it – men tónleikastøðið fríggjakvøldið var eins og sýndi hugburðurin mótvegis tónleiki fullkomiliga professionellur. Ljóðið er sjáldsama gott og behagiligt á Maggies. - Og hvat er tað ikki praktfult at uppliva eina framførslu í einari barr, har tónleikurin av sonnum sleppur at eiga høvuðsleiklutin. Her er einki óneyðugt prát og fjas og fólk, sum fara upp at mala bæði fysiskt og á á telefonini. Nei, vit umleið fjøruti sálir, sum fríggjakvøldið 19.juli klokkan 20 áttu tey framíhjárættindini at vera stødd í Maggies, vóru at kalla øll somul samlað um tað, hetta tiltak snúi seg um; Eivør Pálsdóttir og hennara makaleysu musisku gávur.

Eivør framførdi trettan av sínum meistaraligu sangum, harímillum vóru tvey eykaløg og ein fitt duett saman við fræga vertinum og sangaranum Terja Rasmussen. Hetta var annars konsertframførsla nummar tvey fríggjadagin - Eivør hevði eykakonsert fyrr um kvøldið, sum enntá varð eitt sindur útsett fyri at laga seg eftir samferðsluni. Síðsta fríggjakvøld stóð Eivør saman við sínum tónleikabólki fyri bestu konsertini, eg havi hoyrt hana framføra á Gøtusandi og síðani tá hevur hon verið í Póllandi og havt konsert. Eg verði púra pøst við tankan. Men Eivør var væl útborin í Maggies í gjárkvøldið og tóktist ikki tað minsta lúgvað. Framførslurnar vóru dynamiskar, fjøltáttaðar og framúrskarandi. Settlistin var myndaður av góðum sangum, ið fyri tað mesta eru frá teimum trimum seinastu útgávunum, høvuðsverkunum Slør, Bridges og Room, ið eru millum tað allarbesta, sum er komið út av føroyskum tónleiki.

Eivør legði út við Silvitni og so vóru vit alt fyri eitt hugfangað og bergtikin av hesum serliga universinum, sum er Eivør. Byrjanin var stilll, innilig og akustisk og tá fyrsta lagið var av spurdi tónleikadrottningin mikla um ikki onkur áhoyrari átti eina neglafíl. Hetta er kanska eitt gott dømi um huglagið á allari konsertini, tí vit vóru onkursvegna heilt niðri á jørðini og í góðum lag. Eivør var stuttlig, avslappað og opin, og greiddi frá t.d. sínum samstarvi við Marjuna Kjelnæs og frá teknisku avbjóðingini, hon hevði kastað seg út í við hesari solokonsertini: “Eg havi rótað meg út í nakað farligt” segði hon og vísti á tann øtiliga riðilin av pedalum (har vóru næstan líka nógvir knøttar at halda skil á sum hjá einum flogskipara ella hjá einum starvsfólki í Sjúkrakassanum fyrr í tíðini). Eivør var fyri einaferðs skyld í skóm undir framførsluni, og tað var helst fyri at kunna traðka á knøttarnar á pedalunum til tess at variera tónleikin við frammanundan upptiknum ljóðum og rútmum. Eg hugsi, at Eivør man hava funnið teir røttu skógvarnar, tí eisini hetta kláraði hon at kalla uttan trupulleikar – onkran pinkalítlan feil fekk hon við sínum opinleika gjørt til sín fyrimun – vit føldu at vit sloppu at síggja inn millum onkra rivu á topprofessionella performaranum og tað var ein góð kensla. Alt tað elektroniska ljóðar væl, men kann eisini skapa frástøðu millum tann framførandi og móttakaran. Tí er tað gott, at vit á hesi konsertini inn í millum bara hoyrdu rødd og gittara og menniskjaliga nærveru.

Ein serstakliga dynamisk og vøkur versión av nýklassikaranum, Verð mín elvdi til mítt fyrsta herðindi av gásaholdi (men ikki tað síðsta) “eg lati meg søkka niður í djúpið/ lati meg draga inn í vakurleikan sum býr í tær..” Tað eru ómetaliga fá menniskju, sum klára at umsita og miðla so stórar kenslur á so stórbæran og sannførandi hátt, sum Eivør megnar. Tað ger hon við eini rødd, sum ikki bara er eitt náttúrugivið sansaligt fenomen eins og ein fossur onkran dýggjvátan dag, men sum hon við venjing og royndum hevur forfínað til eitt instrument, ið ger júst tað, hon setir sær fyri at gera uttan mun til um tað er høgt ella lágt, stillt og inniligt, stórsligið ella løtt við villskapi. Tað var fantastiskt at uppliva. Bæði rørandi og gleðiligt; hjartað stóð fleiri ferð til at bresta av øllum kenslunum, sum tónleikaligi autoriteturin vakti í okkum. Sangurin um Mjørkaflókar var so rørandi framførdur, at eg haldi, at vit øll somul í huganum brustu í sjóðheitan grát um øll okkara elskaðu, sum hvørva av alzheimer, demens og av deyða og løtu seinni vóru vit í tónleikaligari ekstasu av Boxes. Mann má ikki banna í ummælum, men heilt erligt, Eivør – hvussu skulu vit seta orð á hatta eldgosi av eini framførslu? Hvussu skulu vit greina tær kenslur, sum eitt meistaraverk av einum sangi sum Falling free vekir í okkum? Vit falla frítt í kærleikanum í tónleikinum, sveima í tómari luft, drukna og verða sogin upp aftur av smáum luftbløðrum, ið samla seg í undurføgru røddini, ið kínir okkum sum áartutl og døgg.

G!EVIÐ LJÓÐ (OG LÝÐIÐ Á)

9DA4B904-535D-4143-8383-CC2004A4374A.jpeg

G! Listin gevur neyðugt gjøgnumrák

Minnast tit spælið “Gevið ljóð”? - tað var eitt sovorði krógva-og-blunda spæl, har tað snúi seg um at krógva seg og geva ljóð, so at hin parturin kundi finna ein, men helst ikki alt fyri eitt. Eg kom í tankar um hetta spælið nú eg setti meg niður at skriva um mínar upplivingar á G! har skrivandi og hugsandi fólk góvu ljóð frá sær um okkara tíð - tað var eins og tá vit á sinni spældu bæði ørkymlandi, spennandi - tað var eisini tankavekjandi.

Fleiri ár eru liðin síðani tað á fyrsta sinni bar til at staðfesta, at list- og bókmentatiltakið hjá forlagnum Eksil á G!Festivalinum hevði ment seg til ein sjálvstøðugan festival í festivalinum og at tað er henda list- og bókmentapartin, sum eg og onnur raðfesta og gleða okkum til á G!

Í ár var hesin parturin størri enn nakrantíð og byrjaði longu mikudagin í Norðurlandahúsinum og helt síðan fram á G! hósdag, fríggjadag og leygardag. Eg fekk hósdag og fríggjadag við og upplivdi ein væl eydnaðan festival við einum sera opnum og positivum evni um altíð at koma heim, ALWAYS COMING HOME. Luttakararnir vóru mangir: Angela Rawlings (ÍS), Sissal Kampmann, Ivan Niclasen, Bergur Djurhuus Hansen, Eva Tind (DK), Siri Ranva Hjelm Jacobsen (Dk/FO), Carl Jóhan Jensen, Kim Simonsen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Lasse Jæger, Oddfríður M. Rasmussen, Anna Malan Jógvansdóttir, Rannvá Holm Mortensen, Vónbjørt Vang, Jóhan Martin Christansen, Julie Sass (DK), Tummas Jákup Thomsen, Scott Rettberg (US), Randi Samsonsen, Bruno Mikael Eysturstein, Hanni Bjartalíð, Sunniva Guðmundsdóttir Mortensen, David Sebastian Lopez Restrepo (Columbia), Agnes Mols Mortensen, Meejah Soundbath: Mai Young Øvlisen (Dk), Daniel Nayberg (DK) og Andreas Isbrandt Løvenskjold (DK).

Tiltakið fevndi eitt nú eisini um burðardygd og mat. Agnes Mols Mortensen hevði eitt frálíkt og forvitnisligt upplegg um tara og um burðardygga aling av tara. Áhoyrararnir fingu høvi at smakka ymisk sløg av tara, ið t.d. er eitt heilsugott og vælsmakkandi alternativ til supputerningar og annan smakkstyrk og Gutti Winther forkelaði okkum við Bacalao og lekrum breyði við tarasmøri. Undirritaða hevði sjálv eitt upplegg, har eg í stuttum greiddi frá luttakandi listafólkum á framsýningini. Eg valdi at relatera evnið ALWAYS COMING HOME til føroyska listasøgu og tørvin á at víðka listfatanina í Føroyum til eisini at fevna um útlendsk listafólk. Eg tosaði eisini um tað neyðuga í, at føroyingar og ikki minst føroysk ung fara út í heimin fyri at gera sær royndir og upplivingar í staðin at vera verandi í okkara varda landi í reinari og klaustrofobiskari Biedermeyer-idyll. Eg haldi, at júst eitt tílíkt tiltak sum hetta á G!, sum Ida Bencke frá Laboratory for Aestethics and Ecology kurateraði saman við Kim Simonsen frá Forlagnum Eksil við bæði føroyskum og altjóða luttakarum gevur neyðugt gjøgnumrák í okkara lítla mentanarheimi.

Fleiri tiltøk vóru við upplestri, framløgum og samrøðum, sum góvu íblástur og nógvar tankar, tó at undirritaða als ikki tekur undir uppáhaldinum um tað sonevnt posthumana og yvirhøvur niðurskrivingini í okkara tíð av tí menniskjansliga, sum er grundleggjandi í allari skriving eisini tá tvey høv práta saman sum systrar. Í veruleikanum tosa høv ikki saman eins og einki vatn hevur heila. Menniskjað hevur heila, heilin er týdningarmesti parturin av menniskjanum og vit eru tann einasta av øllum heimsins verum, sum dugir og tímir at skriva yrkingar. Menniskjað hevur kki brúkt sín heila nóg væl, tá tað kemur til at verja okkara umhvørvið - tað má og skal uppraðfestast og spakuliga er gongd komin á økið. At tað gongur í so spakuliga fyri seg má ikki úrslita í, at vit menniskju nú skulu skammast av at vera menniskju. Henda skommin er ræðulig, apokalyptisk og vónleys, og minnir einamest um religiøsu skommina av syndafallinum - vit mugu serliga ansa eftir so at okkara børn ikki vaksa upp við klimaskomm og menniskjastikni. Eitt er, at perspektivini í tílíkari skomm ikki eru upplyftandi, verri er, at tey taka okkum menniskju av ræði í ómoralskum ábyrgdarloysi og svartskygni.

Listaframsýningin á G! var framúrskarandi góð og merkiliga væl samanhangandi, sjálvt um luttakandi listafólkini í roynd og veru eru sera ymisk. Umframt performance- og videopartin hjá ávikavist Angelu Rawlings og Scott Rettberg vóru verk sett upp ymsastaðni við keiina og lendingina í Syðrugøtu. Kanska var tað staðsetingin niðri við neystini, á lendingini og á keiini, ið alt er mosagrógvið og í sær sjálvum fult av sporum av nógva virkseminum, har einaferð var. Staðið er so ómetaliga vakurt, fult av sorgblídni yvir tað farna og tað er eins og allur hesin løddi tómleikin savnar tey framsýndu verkini, so at tey øll snúgva seg um longsul. Við fyrsta eygnabrá minnir standmyndin hjá Jóhan Martini Christiansen um ein romantiskan Caspar David Friedrich figur, sum við rygginum móti landi starir út á sjógv eins og tann kendi válarin oman yvir mjørkahavinum. Men tá tú kemur nærri síggjast mongu sporini í tilfarinum, í gipsinum, sum liggur stroytt kring standmyndina, í rustaða jarninum, í flættaða toynum, sum er felt inn í standmyndina og í harðligu strokunum og viðgerðini av yvirflatuni, sum gevur standmyndini eitt plágað undirgangskent og martyriskt yvirbrá eins og er hon um at hokna. Í neystinum stendur ein ready made mansfigurur í verkinum hjá Tummas Jákupi Thomsen og skoðar út í sjónarringin, alt meðan hann skapar frásagnarligt og formligt samband millum áðurnevnda verkið hjá Jóhan Martini og tær fínu húsastandmyndirnar hjá Hanna Bjartalíð og skroypiliga vøkru málningarnar og kollasjurnar hjá Juliu Sass longu inni í neystinum. Samansetingin í hinum neystinum millum sansaligu verkini hjá Randi Samsonsen og poetiska verkið hjá Bruno Mikael Eysturstein er somuleiðis vøkur og uppløgd bæði evnisliga og koloristiskt. Verkið hjá Bruno er ein stórur lýsandi grønur bøkkur prýddur við alskyns blómum, ið hongur surrealistiskt aftarliga í rúminum umgirdur av eini ljóðmynd. Samstundis sum verkið er serstakliga ítøkiligt gevur tað hugsamband við memento mori myndir frá barokkinum og eina kenslu av, at allur hesin nemandi vakurleikin er stokkutur. Tvey av verkunum hjá Randi Samsonsen høvdu hetta sama yvirbráið av undirgangi og stívnaðari tíð. Tað eru klædnapetti, sum listakvinnan hevur seymað og skipað áðrenn hon hevur dyppað tey í fleiri løg av gipsi, ið síðan eru málað við laksareyðum nuansum, og sum í mosagrøna framsýningarhølinum lýsti eins og forgeingiligt kjøt.

Kinna Poulsen

Fotomyndir: KP, Julie Sass, Jóhan Martin Christiansen og Tummas Jákup Thomsen

A45DDD84-A83D-4548-8207-F30F072F1FBA.jpeg
Julie Sass lesur upp úr listafólkabók síni Black Fog Rising

Julie Sass lesur upp úr listafólkabók síni Black Fog Rising

Tummas Jákup Thomsen

Tummas Jákup Thomsen

Julie Sass og Hanni Bjartalíð

Julie Sass og Hanni Bjartalíð

Listafólk

Listafólk

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Bruno Mikael Eysturstein

Bruno Mikael Eysturstein

Hanni Bjartalíð

Hanni Bjartalíð

Epli á bryggjuni

Epli á bryggjuni

Gutti Winther greiðir frá

Gutti Winther greiðir frá

Angela Rowlings las upp

Angela Rowlings las upp

Agnes Mols Mortensen

Agnes Mols Mortensen

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Pílabygdin - ein permanent installatión hjá Tummas Jákupi Thomsen í Norðagøtu

Pílabygdin - ein permanent installatión hjá Tummas Jákupi Thomsen í Norðagøtu

Vónbjørt Vang lesur úr bók síni Djúpini

Vónbjørt Vang lesur úr bók síni Djúpini

Anna Malan Jógvansdóttir lesur upp úr bók síni Korallbruni

Anna Malan Jógvansdóttir lesur upp úr bók síni Korallbruni

Kim Simonsen las úr sínum søvnum og komandi bók

Kim Simonsen las úr sínum søvnum og komandi bók

Lív Maria Róadóttir Jæger las nýggjar tekstir

Lív Maria Róadóttir Jæger las nýggjar tekstir

Carl Jóhan Jensen las úr føroysk-danska savninum Gestur millum tíðir

Carl Jóhan Jensen las úr føroysk-danska savninum Gestur millum tíðir

A144E215-C5A4-44CE-9D4D-DE91793E0913.jpg
Eva Tind las upp úr skaldsøguni Ophav

Eva Tind las upp úr skaldsøguni Ophav

Siri Ranva Hjelm Jacobsen prátaði við Berg Djurhuus Hansen um bókina Havbrevene

Siri Ranva Hjelm Jacobsen prátaði við Berg Djurhuus Hansen um bókina Havbrevene

Ida Bencke

Ida Bencke

Panelkjak

Panelkjak

Fjølbroytt og rúgvusmikið BókmentaG!

ALways.jpg

Bókmenta- og listaparturin av G!Festivalinum í ár er nakað væl størri og meira fjølbroyttur og rúgvusmikil enn áður. Tað er Forlagið Eksil, sum skipar fyri saman við virðislønta kuratoriska bólkinum Laboratory for Aestethics and Ecology (DK/DE) við luttøku av hópin av listafólkum og rithøvundum. Heitið á festivalinum í festivalinum er ALWAYS COMING HOME, ið stavar frá skaldsøguni við sama heiti, sum amerikanski rithøvundurin og kritikarin, Ursula K.Le Guin gav út í 1985.

ALWAYS COMING HOME 

Mikudagin 10 juli kl. 15-17 í Norðurlandahúsinum

Hósdagin 11. juli í fjøruni í Syðrugøtu frá kl. 16.00-19.00

Fríggjadagin 12. juli frá kl. 14-17 í Fjósinum á G!

Leygardagin 13.juli í Fjósinum á G! frá kl. 17.00-19.30

Always Coming Home er eitt bókmenta- og listatiltak - eitt stevnumið hjá listafólkum, høvundum, leikum og lærdum, har vit við list, kjaki og bókmentum hugleiða og endurhugsa heimið og heimin m.a. við íblástri frá hugsanum hjá Ursula K.Le Guin. Upprunaliga hevur hugtakið økologi ella vistfrøði rót í orðinum ’oikos’ sum á grikskum merkir heim. Franski heimspekingurin Bruno Latour brúkar hugtakið ’solostalgi’ um hetta, at mann ikki følir seg heima heima og at mann kann leingjast heim meðan mann í roynd og veru er við hús. Heimurin ikki longur er hin sami og heimið heldur ikki. Heim innihalda eisini størri heimar og onnur lívslag sum plantur, innflutt insekt (sum t.d. vespur), bakteriur og húsdjór. Okkara likam sum er okkara fyrsta heim, inniheldur eisini verur ið ikki hava sama DNA sum vit. Í okkum sjálvum býr tað fremmanda og ókenda. Skipað verður fyri tiltøkum, samrøðum, framsýningum, upplestrum, poesikonsertum, seminarum v.m. saman við listafókum og høvundum úr Føroyum og altjóða. Eisini verða tiltøk um matmentan, har okkurt gott verður at fáa.

SKRÁ Norðurlandahúsið 10 juli 15.00-17.00

Ivan Niclasen er frásøgufólk

Ida Bencke og Kim Simonsen bjóða vælkomin

Yrkjarin og listakvinnan Angela Rawlings (ÍS) performance og yrkingaupplestur frá bókini Sound of Mull.

Siri Rannvá Hjelm Jacobsen (DK) Eva Tind (DK), Julie Sass (Dk), Kim Simonsen (FO) samrøða við Ivan Niclasen.

Amerikanski listamaðurin Scott Rettberg um vistfrøðilist og heimið í dag í sambandi við at partur av verkinum hjá honum: TOXI•CITY: A CLIMATE CHANGE NARRATIVE verður sýndur.

Í teldugjørda videoverkinum Toxi•City: A Climate Change Narrative møta vit seks fólkum, sum hava fingið eitt heilt annað lív eftir at eitrandi flóðir og stormar hava broytt Eysturstrondina í USA. Verkið Toxi•City: A Climate Change Narrative er gjørt soleiðis, at eina telda skiftir søgurnar og myndirnar. Toxi•City hevur verið víst á nógvum listafestivalum kring heimin, m.a. á Venezia Biennaluni.

SKRÁ Listatiltakið við neystini í Syðrugøtu 11 juni kl. 16.00-19.30

 Í hesum umfarinum eru trý tiltøk. 1. Listaframsýning 2. Framløgur um list 3. Matur og list

Listafólk:

Julie Sass (DK)

Hanni Julius Bjartalíð

Jóhan Martin Christiansen

Tummas Jákup Thomsen

David S. L. Restrepo (Columbia)

Bruno Michael Eysturstein

Randi Samsonsen

Eva Tind (DK)

Angela Rawlings (ÍS).

Scott Rettberg (US)

Skrá:

Ida Bencke (DK) frá kuratoriska bólkinum og forlaginum The Laboratory for Aesthetics and Ecology (DK) greiðir frá

Listaframsýning opnar í fjøruni á kajuni og rundan um neystini í Syðrugøtu við uppeggum og list:

Kinna Poulsen greiðir frá list í Føroyum

Angela Rawlings og Eva Tind vísa videoverk.

Julie Sass lesur úr nýggju listabók síni Black Fog Rising.

Sunniva G. Mortensen og listamaðurin David S. L. Restrepo (Col.) performance om mat og heim.

Agnes Mols Mortensen ph.d. og serfrøðingur í tara, greiðir frá tara til matna

Harumframt verður høvið at smakka bacalao og eplamorl við vistfrøðiligum føroyskum fiski og øðrum føroyskum rávørum.  

Skrá: Fríggjadagur 12 juli á G! í Fjósinum

Ivan Niclasen er frásøgufólk

Her eru 3 tiltøk hendan dagin í Fjósinum frá 14.00-17.00

1. Hydrofeminisma: Havið, upphavið og heimið

Fríggjadagin frá 14-16 í Fjósinum. Upplestur av yrkingum og tekstum, pallborð, talks, videoverk og kjak.

Angela Rawlings (Ísland), Siri Ranva Hjelm Jacobsen (Dk), Ida Bencke (DK), Eva Tind (DK), Vónbjørt Vang, Kim Simonsen lesa og samrøða við Ida Bencke.

2 Videoverkið: Toxi•City: a climate change narrative verður sýnt og samrøða verður við listamannin Scott Rettberg (US)

3. Føroyskir høvundar lesa úr nýggjum verkum.

Carl Jóhan Jensen

Lív Maria Jæger Róadóttir

Vónbjørt Vang

Oddfríður M. Rasmussen

Anna Malan Jógvansdóttir

Rannva Holm Mortensen

Kim Simonsen

Skrá: Leygardagur 13 juli í Fjósinum kl. 17.00-19.30

YRKING OG TÓNLEIKUR

Meejah Sound Bath

Áskoðarin sleppur her at uppliva eina serstaka liggikonsert við dansk/koreanska bólkinum, Meejah, ið skapar konsertsekvensin við íblástri frá ljóðlekjan, ljóðbaðsiðvenjuni og eysturlendskari filosofi.

Føroyskir og altjóða høvundar úr skránni hjá forlagnum Eksil framføra við bólkinum, Meejah. Høvundarnir skapa 8 upprunaverk yvir koreanska yrkjaraháttin, Sijo. Ein fyri hvørt av teim átta frumevnunum í koreanska falgginum: Eld ☲ Tora ☳ Fjall ☶ Sjógvur ☱ Vatn ☵ Jørð ☷ Vindur ☴ Himmal ☰ Tey, ið lesa eru: Carl Jóhan Jensen (Fo); Lív Maria Jæger Róadóttir (Fo); Oddfríður M. Rasmussen (Fo); Anna Malan Jógvansdóttir (Fo); Rannva Holm Mortensen (Fo); Vónbjørt Vang (Fo); Eva Tind (Dk); Siri Ranvá Hjelm Jacobsen (Dk); Kim Simonsen (Fo/Dk).

Og:

SUPERVISJÓN – 18.00-19.00

Supervisjón eru yrkjarin Lív Maria Róadóttir Jæger og elektroniska tónaskaldið Lasse Jæger. Supervisjón er ein lecture-performance, ein samanrenning millum tónleik og yrkingaupplestur, sum viðger umstøðurnar kring flóttafólkastreymin tá hesin rakar oyggjasamfelagið Føroyar.

Luttakarar:

A. Rawlings (ÍS), Eva Tind (DK), Siri Ranvá Hjelm Jacobsen (Dk/FO), Carl Jóhan Jensen, Kim Simonsen, Lív Maria Jæger Róadóttir, Lasse Jæger, Oddfríður M. Rasmussen, Anna Malan Jógvansdóttir, Rannva Holm Mortensen, Vónbjørt Vang, Jóhan Martin Christansen, Julie Sass (DK), Tummas Jákup Thomsen, Scott Rettberg (US), Randi Samsonsen, Bruno Michael Eysturstein, Hanni Bjartalíð, Kinna Poulsen, Sunniva Guðmundsdóttir Mortensen, David Sebastian Lopez Restrepo (Columbia), Agnes Mols Mortensen, Meejah Soundbath: Mai Young Øvlisen (Dk), Daniel Nayberg (DK) og Andreas Isbrandt Løvenskjold (DK).

 

Hjálparar og framleiðarar:

Ida Bencke (kurator)

Sissal Kampmann (fyriskipari)

Ivan Niclasen (framsøgufólk)

Heidi Lindenskov Róadóttir (foto/video og podcast)

Mia Haldursdóttir Smith (grafikkur og plakatir)

Hans Arni Saltá (pallur)

Tróndur Sólarnarson (hjálparfólk)

Jóhan Martin Christiansen (kuratering av list)

Anna Malan Jógvansdóttir (hjálparfólk)

Tummas Jákup Thomsen (pallar, list og smíð)

Julie Sass (plakat)

Kinna Poulsen (ráðgevi)

Siri Ranva Hjelm Jacobsen (PR)

Kim Simonsen (fyriskipari)

 Stuðul: Norðurlandahúsið, Tórshavnar Býráð, Mentanargrunnur Landsins. Eysturkommuna, G! Festivalur, Okkara, Rit og Rák, Vaðhorn og Mentamálaráðið.


alwaysjulie.jpg



 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Heimslistamaður í Havn

293764E8-4913-436E-9CB0-53C3E45A364D.jpeg

Leygardagin 15.juni læt Summarframsýningin hjá Norðurlandahúsinum upp við verkum hjá Ragnari Kjartansson.

Framsýningarheitið “Ragnar Kjartansson – Nøkur verk” ger lítið um seg um hugsað verður um, at tað fevnir um eina listarliga stórhending í Føroyum, hetta at ein heimskendur listamaður sum Ragnar Kjartansson hevur sína fyrstu listaframsýning í Føroyum. Nakað tað sama er galdandi fyri katalogið, hvørs innihald er av størri týdningi enn lítla støddin ber brá av. Katalogteksturin er bæði informativur og inspirerandi og framsýningin er yvirhøvur eitt satt scoop – alt takkað verið Norðurlandahúsinum og kuratorinum, Inger Smærup Sørensen.

Tað er ikki á hvørjum degi, vit uppliva heimslist í Føroyum – heldur ikki íslendska heimslist, sjálvt um Ísland er millum okkara næstu grannar, sum onkuntíð arga okkum við søguni um, at føroyskir menn eru ættaðir frá teimum víkingunum, sum ávegis úr Noregi til Íslands vóru so ringir av sjóverki, at teir ikki orkaðu at halda fram og sum tessvegna fóru í land í Føroyum. Men Ísland er eitt land, sum vit hevur stóran týdning fyri okkum, mentanarliga, málsliga og søguliga. Ísland er okkara stórasystir, tann djarva og sprækna, sum torir tað, vit ikki tora, og sum vit síggja upp til við stórari virðing. Sjálvt um menningin innan fyri myndlistina hevur verið meira progressiv í Íslandi enn í Føroyum, hava vit í útgangsstøði nógv til felags eisini innan hetta økið. Í báðum londum kyknaði myndlistin lutfalsliga seint og var í byrjanini stílsliga merkt av bæði europiskari modernismu og tjóðskaparromantikki. Harumframt vórðu íslendsku myndlistafólkini útbúgvin á danska kunstakademinum í Keypmannahavn, har eisini fleiri ættarlið av føroyskum listafólkum fingu sína útbúgving.  

Tað kann tykjast løgið at skriva so nógv um ymiskt, sum Ísland og Føroyar hava til felags í eini umrøðu av eini listaframsýning, men fyri ein føroyskan áskoðara, gerast hesir munir og líkleikar ein grundleggjandi partur av hvussu vit uppliva verkini hjá Kjartansson. Í Føroyum eru vit jú serfrøðingar í fiskiskipum, eins og vit munu vera heimsmeistarar í at syngja, jamma og ballast á hotelkømrum. Men tankin um at brúka tílíkt í listaverkum soleiðis sum Ragnar Kjartansson hevur gjørt tað í verkum sum S.S.Hangover ella The Visitors er helst líka langt úti sum møguleikarnir eru í løtuni fyri at fáa eitt føroyskt framsýningarpláss í Venezia-biennaluni, eitt kunstakademi í Føroyum ella eina samtíðarlistahøll í Havn.  

Ragnar Kjartansson er útbúgvin listamaður frá kunstakademinum í Reykjavík, men hansara mannagongdir eru bæði performativar, musikalskar, filmsligar og scenografiskar, og longu tá vit trína inn í Norðurlandahúsið, hoyrist bassurin frá tónleikinum í videoverkinum A Lot of Sorrow - Sorg og longsul, deyði og forgeingiligleiki eru gjøgnumgangandi í verkinum hjá Kjartansson. Tað ljóðar dapurt, men talan er um eina weltschmertz, sum tíðum verður løgd fram við boblandi lívsgleði og skemti. Hansara fimtan vatnlitamyndir líkjast vanligum, náttúruromantiskum impressiónum, ið tykjast fylltar av óavmarkaðum longsli, meðan heitið, Omnispresent Salty Death er tekin um eina aðra meira nútíðarliga, konseptuella tilvitan. Tað er country, camp og konsept, men borðreitt við rørandi og gávumildum inniligleika. Í absurda og stuttliga videoverkinum Satan is real síggja vit listamannin við gittara og naknum yvirkroppi í eini grønari park við undirpartinum plantaðum í mold eymliga improviserandi yvir regluna: Satan is real – he´s working for me. Kring hann spæla børn, sum eru merkiliga lítið upptikin av fjákuta listamanninum og í hesum samspælinum og í endaleysu endurtøkuni kyknar okkurt humoristiskt og skítbýtt, ið kundi mint um eina sjálvsviðmerking frá listamanninum. Hetta videoverkið minnir um verk hjá Tóroddi Poulsen, hvørs verk eisini eru merkt av sama spælandi lutfall millum spei, skemt og inniligleika. https://www.youtube.com/watch?v=n6KMUv2v9Ns

A Lot of Sorrow er ein listarlig performance, sum Ragnar Kjartansson skapti saman við amerikanska tónleikabólkinum, The National, og sum er ein performance av eini meira enn seks tímar drúgvari konsert,  har tónleikabólkurin útilokandi framførir ein sang. Talan er um ein monumentalan og stórbæran sang um ólukkuligan kærleikan: “Cover me in rag and bones, sympathy. Cause I don´t wanna get over you. I don´t wanna get over you”. Sangurin verður endurtikin sum í einum loopi, men við eini ørgrynnu av smáum forskjótingum og variatiónum, sum koma av, at hetta júst er ein filmað liveperformance yvir longri tíð. Sum Inger Smærup Sørensen staðfestir í katalogtekstinum, verður endurtøkan lúgvandi á ítøkiligan hátt. Í lúgvanini og ekstatisku endurtøkunum liggur vónin um at røkka eina aðra støðu, um at transcendera sorgina yvir í tað sublima.

Sublimt er verkið Nur wer die Sehnsucht kennt, sum Kjartansson upprunaliga skapti til Palais de Tokyo í Paris í 2015, og sum eg í fleiri førum havi sæð á myndum og video, men sum eg nú upplivi á fyrsta sinni í Norðurlandahúsinum. Tað er ein stór, rørandi og kompleks uppliving, sum er fyllt við øllum møguligum hugasambondum. Allur salurin er umbroyttur til eina stóra installatión, ið er átøk eini scenografi til ein amatørsjónleik primitivt málaðum kavakløddum fjallatindum eins og í málningum í romantikkinum, men í skapi av fríttstandandi, útskorum plátum úr krossviði. Tá mann gongur inni í verkinum í rúminum sæst eisini ómalaða baksíðan á plátunum, sum eisini er eins týdningarmikil partur av verkinum og málaða síðan. Áskoðarin skilir bæði romantiska sitatið í verkheitinum, sum er fyrsta regla í eini yrking hjá Johann Wolfgang von Goethe, og herliga, humoristiska tónan, sum er afturvendandi í verkinum hjá Kjartansson. Men allíkavæl, so stendur mann knappliga har mitt í verkinum sum ein annar Tintin í Tibet ella sum válarin uppi yvir mjørkahavinum og er púra ófyrireikað til ávirkanina av installatiónini, sum brádliga tykist upploysa alt spei og intellektuella frástøðu. Samstundis sum illusiónin kemur óvart á, vekir verkið ein barnsligan hug til at spæla við.

 

 

949E3B7F-0C6B-4467-ACC1-4B92B12658F3.jpg
290E8423-7B8D-4B6C-B694-58F2866F8F2C.jpeg
58AC02D8-CCD4-4CC5-B550-6EC674E01859.jpg
Ragnar8.jpeg
EFF6850C-997E-4CF6-A981-1E3E6767E16B.jpeg
AB6C72F2-E602-463C-8E8B-3B730B4ECD6B.jpeg
6722F72F-625A-411E-85E8-73A85CBBF4BE.jpeg
02AA86FA-A750-488B-89EA-F5E414207F55.jpeg
E59B8EFC-5F4B-44A9-81A3-2D367BE22180.jpeg

Litir og summar í Steinprenti

Tr%C3%B3ndur.jpg

Sjálvt um hitastigini ikki eru at reypa av her um leiðir, so er summarið byrjað í Steinprenti. Tað merkist á streyminum av vitjandi, sum økist dagliga. Men tey geva sær eisini tíð til annað enn ferðafólk og vitjandi, hesa seinastu vikuna hevur Tróndur Patursson arbeitt á verkstaðnum, har hann hevur gjørt royndir við ymiskum litum, neabel- og cadmium gulum, reyðum og ultramarin bláum litum, sum lýsa í íløtum og myndum í Steinprentum. Prentini eru sera ymisk, Tróndur arbeiðir við dýpdini og ljósinum í myndarúminum, sum er sera skiftandi í teimum nýggju steinprentunum. Tað verður spennandi at (vónandi) uppliva verkini á komandi framsýning.

10A6FC3F-53F2-4B5B-99E4-5C9540527E89.jpg
56F02369-C28D-4A8B-8E5D-C52E9D88E172.jpg
B427C8B4-C666-4220-B684-6D8416ECB834.jpeg
62481371_872933283075567_3043606429459021824_n.jpg

Foto: Louise og kp

Alt ruggar ikki rætt í danska kongaríkinum...

62342323_2347631175302151_5931389547043618816_o.jpg

Føroyska leikbólkin, Det Ferösche Compagnie (DFC) kenna vit sum ein modernaðan og progressivan sjónleikarabólk, sum tað er ein frøi at hoyra nýtt frá. Sambært tíðindaskrivi eru tey farin undir fyrireikingarnar til fyrstu føroysku sýningarnar av Hamlet eftir William Shakespeare. Búi E.Dam er leikstjóri og yvirhøvur sær manningin sera spennandi út. Tróndur Bogason hevur gjørt tónleikin. Kjartan Hansen hevur høvuðsleiklutin sum Hamlet, meðan Ofelia verður leikt av Kristinu Sørensen Ougaard. Sofía Nolsøe Mikkelsen verður Claudius, Annika Johannesen verður Gertrud, Hans Tórgarð spælir Polonius, Búi Rouch spælir Laertes og Mariann Hansen spælir Rosencrantz/Guildenstjern. Leikstjórin, Búi Dam verður Horatio. Leikverkið verður sett upp og framført í samstarvi við Norðurlandahúsið, og atgongumerkini til sýningarnar eru nú sett til sølu. Eingin sjónleikur er so ofta framførdur sum Hamlet, og kortini er hann ongantíð framførdur í Føroyum, men sum skilst, er hetta ein serlig versión av Hamlet, sum er hugsað til føroysk viðurskifti. Shakespeare skrivaði leikritið um ársskiftið 1600, har han viðger heimspeki, samfelag, politikk, mystikk, sálarfrøði, átrúnað, girnd, alsk, familju, vinalag og forelskilsi. Samstundis er Hamlet ein spennandi søga um kærleika og hevnd. Hamlet er ein tragedia við nógvum deyða. Tessvegna hevur DFC valt ta føroysku jarðarferðina sum karm um leikin. Tríeindin, tá flutt verður frá stað til stað - í kirkju, út á kirkjugarð, til ervi – er ein dramaturgisk gongd, sum er okkum føroyingum avbera væl kend, og neyvan kann nakað annað savna føroyingin sum deyðin. Hamlet verður frumsýndur 8. novembur í Norðurlandahúsinum og til ber at ogna sær atgongumerki á heimasíðuni nlh.fo. 

Um pallsetanina sigur leikstjórin, Búi Dam: "Vit stremba eftir at skapa eina sýning, sum er øllum eyðskild og atkomulig, samstundis sum vit vilja vera trúgv ímóti ófatiliga kompleksitetinum og vakurleikanum í skaldskapinum hjá Shakespeare"

Stutt um leikin:
Hamlet er krúnprinsur í Danmark. Hann lesur í útlondum, men er
komin heim til jarðarferðina hjá pápa sínum, Hamlet Kongi. Heima á Kronborg slotti fær Hamlet ein hvøkk, tá ið mamma hansara giftir seg
uppaftur við pápabeiggja hansara, Claudiusi, beint eftir jarðarferðina.
Og tá hann so sær pápa sín spøkja á slottinum, veit hann sum er; at alt ruggar ikki rætt í danska kongaríkinum.

Frumsýning  8. november

Kostnaður: 325 kr // lesandi 200 kr

Aldursmark 14 ár

LUTTAKARAR

Hamlet: Kjartan Hansen

Ofelia: Kristina Sørensen Ougaard

Claudius: Sofía Nolsøe Mikkelsen

Gertrud: Annika Johannessen

Horatio: Búi Dam

Polonius: Hans Tórgarð

Laertes: Búi Rouch

Rosencrantz / Guildenstjern: Mariann Hansen

Aðrir luttakarir: kórsangarar úr Tarira og kórleiðarin Jóhannes Andreasen

Leikstjórn: Búi Dam

Týðing: Hans Tórgarð

Pallmynd og búnar: Sámal Blak

Ljóðmynd og tónleik: Tróndur Bogason

Ljóðtøkningur: Theodor Kapnas

Ljósmynd: Súni Joensen

Byggimeistarar: Nicolaj Falck og Hjálmar Dam

Hjálparleikstjórar: Maria Tórgarð og Katrin Joensen Næs

Edward Fuglø ger standmynd í Svínoy

mentanarn%C3%A1tt2012+028.jpg

Leygardagin 15. juni 2019 verður minnisvarðin, sum Edward Fuglø hevur gjørt, avdúkaður í Svínoy. Tað verður, sum skilst, ikki eitt egg sum tað omanfyri, ið er á einum málningi á framsýning í Norðurlandahúsinum í 2012, men ein standmynd, sum ímyndar ein dropa.

Minnisvarðin er reistur fyri tey, sum farin eru av vanlukku bæði á sjógvi og landi. Hetta er skipað so langt aftur í tíðina, sum skrivligar keldur greiða frá vanlukkunum. Tí er farið heilt aftur til 1739 og fram til 1984 – í hesum tíðarskeiði eru 51 menn og ein kvinna farin. Kona Árant úti á Bø doyði í skalvalopinum í Gerðum 1745. Svínoy hevur verið hart rakt av bátsvanlukkum. Í tíðarskeiðnum 1861 - 1913 gingu seks Svínoyarbátar burtur við 6, 3, 2, 2, 5 og 6 monnum ella tilsamans 24 menn. Tann síðsti, ið er nevndur á minnistalvuni, er farin í 1984. Skipað verður fyri góðum sambandi hendan dagin, tí fyriskipararnir vænta hópin av fólki, og eisini er skrá við guðstænastu, áðrenn farið verður út til minnisvarðan “Dropi í lívsins havi”.

 Keyp bond til ferðina

 Ferðasambandið er skipað soleiðis, at Ritan siglir snimma á morgni, men neyðugt er at keypa armbond til ferðina út til Svíoyar henda dagin – leygardagin 15. juni 2019.

 Hesi bond, við ymiskum litum til hvørja ferð, fáast á Norðoya Kunningarstovu.

 Tlf: 456939 – info@klaksvik.fo.

 Bondini skulu heintast og gjaldast á Norðoya Kunningarstovu.

Kostnaður:

 Vaksin kr. 100,- fyri báðar ferðir – út til Svínoyar og innaftur

Børn (upp til 15 ár) ókeypis, men skulu hava bond

Um so er, at fólk møta upp í Hvannasundi uttan bond til ferðina, kunnu tey sleppa við, bert um pláss er, í mun til tey, sum hava bond til hvønn túrin. Bondini eru eyðmerkt við ymiskum litum til hvønn túrin sær.

Ikki er neyðugt við bondum innaftur.

Soleiðis verður siglt

Kl. 07.00 –    Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 08.15 –    Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 09.30 –    Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 10.45 –    Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 12.00 –    Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

 

                                           Ritan tekur í mesta lagi 121 ferðafólk hvørja ferð

 

 Skrá:

  

Kl. 08.30 – 11.00               Morgunmatur á Gamlagarði

                                                     

Kl. 13.00                            Guðstænasta

 

                                           Samanringing, Preludium, Inngangsbøn

 

                                                                 Stutt tala í sambandi við dagin: Jóannes Purkhús, sóknarprestur

 

                                                                 17 Sangarar syngja - Uttan teg 

 

Prædika: Jógvan Fríðriksson, biskupur

 

Tey á Váli syngja - Á, tú sorgbundna sál

 

-       Felagssálmar verða eisini sungnir

 

Útgangsbøn, Biðisløg, Postludium

 

 

 

Kl. 14.00                     Farið verður út til minnisvarðan, “Dropi í lívsins havi”

 

17 Sangarar syngja – Bert ein dag  

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri heldur røðu

 

Felagssálmur

 

Poul Sivar Olsen greiðir frá tilgongdini at reisa minnisvarðan

 

Edward Fuglø greiðir frá hugskotinum handan minnisvarðan

 

Tey á Váli syngja – Eg eigi Hirða

 

Heri Joensen, prestur flytir fram røðu

 

17 Sangarar syngja – Allar staðir har eg fari. 

 

Minnisvarðin verður avdúkaður av Bjarna Jacobsen

 

Minnispláta verður avdúkað av Petur Danielsen

 

Heri Joensen, prestur lýsir signing

 

Felagssangur, Tú alfagra land mítt

Mentanargrunnurin má taka sær um reiggj!

mentanargrunnur_header.jpg

Herfyri vóru listafólkalønirnar latnar á øðrum sinni; Jens L.Thomsen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Carl Jóhan Jensen umboðandi tónleik, myndlist og bókmentir, vóru hesa ferð tey, sum nevndin í mentanargrunninum eftir tilmæli frá faknevndum, valdi at gera íløgu í. Síðsta ár varð íløga gjørd í framtíðar verk hjá Brandi Patursson, myndlistamanni, Búa E. Dam, leiklistamanni, og Katrini Ottarsdóttir, rithøvundi.

Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, sum burturav arbeiða við list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi í 3 ár. Yrkislistafólk kunnu ikki røkja annað fast starv, meðan tey fáa listafólkaløn, tó kunnu tey hava inntøkur av teirra skapandi virksemi. Umsóknarumfar til listafólkalønir er einaferð árliga. Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving, ella hava samsvarandi royndir innan listaliga økið. Játtanin er 3,3 milliónir kr.

Listafólkalønirnar eru eitt stórt framstig á týdningarmikla føroyska mentanarstuðulsøkinum, sum er ávegis onkrum, sum eg sjálv í mong ár havi verið forsprákari fyri; nevniliga at býta stuðulsøkið upp í áhuga- og yrkislistastuðul. Tað er gleðiligt, at stig eru tikin henda vegin, tó at okkurt undrunarvert er við valinum hjá nevndini, sum eisini er galdandi fyri alt mentanarstuðuls- og virðislønarøkið, og sum fær meg at hugsa, at tørvur er á at minna okkum á hvat tankin var við listafólkalønini.

Fyrr plagdi mann at siga, at tað ikki var nakað gott tekin at fáa mentanarvirðislønina. Tí so stóð mann allarhelst við minst øðrum beininum í grøvini. Sipað varð til, at tey, sum fingu virðislønir ofta høvdu rættiliga høgan aldur. Ei undur í tí; virðislønin varð latin hesum listafólkum í takksemi fyri teirra lívsavrik. Hetta lyndið er markant broytt síðstu árini nú fleiri hava fingið virðislønina, sum eru um miðjan aldur, t.d. operasangarin Rúni Brattaberg, sum var 50, tá hann fekk virðislønina.Broytingin er náttúrlig, men ikki bara tað. Seinast fekk Bárður Jákupsson virðislønina, hann er 75 ár - so tað var uppá tíðina, tí aldur hevur týdning; ikki bara tí hann er okkara náttúrligi avmarkingarfaktorur – øll eru ikki so væl fyri, at vit kunnu vænta okkum at verða vald inn á Fólkating, tá vit eru farin væl upp um dustsins ár. Nakað annað er, at aldur kann vera ein garantur fyri royndir og avrik.

Tá vit á sinni tosaðu um listafólkalønir var tankin, at hetta skuldi vera krúnan á listastuðulsverkinum. Meðan starvslønr kunnu søkjast og stuðlast í teimum førum, nevndin heldur verkætlanina vera áhugaverda, skuldu listafólkalønir latast royndum listafólkum, sum við framsýningum, bókum, filmum, leikum høvdu latið ein streym frá sær av listarligari dygd, sum vit sum land ikki vildu verið fyriuttan. Her haldi eg, at fleiri av teimum sera dugnaligu listafólkunum, sum hava fingið listaløn eru ov óroynd. Nakað annað er denturin, sum dygdin á stuðulsumsóknum fær frá Mentanargrunninum. Hetta tykist mær ógvuliga grunt listarliga sæð at leggja so stóran dent á hvørt umsóknin er fín og flott. Vit kunnu ikki lata sum um vit ikki vita av hvørjum øðrum í Føroyum. Veruleikin er, at vit vita effinett hvør er hvør og hvat hvørt listafólk hevur gjørt um seg. Um umsóknirnar hava so stóran týdning skjóti eg upp at vit gera eina umsóknarvirðisløn, sum verður latin flottum umsóknum. – Skemt til síðis. Nevndin í Mentanargrunninum undir leiðslu av Ingun í Skrivarastovu hevur ábyrgd av mentanarstuðlinum, at tryggja at stuðulin verður til meiningsfullar og góðar íløgur í føroyska list og mentan. At stuðulsslag og upphædd eru samsvarandi við móttakara og verkætlan er neyðugt fyri um stuðulin verður tann effektiva íløgan, sum ætlanin var, og tí má nevndin í Mentanargrunninum taka sær um reiggj!