6 SEPTEMBER 2019 - 19 JANUAR 2020
Fríggjadagin 6. september kl. 16 letur framsýning við fotolist upp á Listasavninum. Framsýningin eitur Less is North og snýr seg um minimalistiskar landslagsfotomyndir úr trimum Norðurlondum? Heitið heldur ikki logiskt, men hevur kortini ein poetiskan rætt í mun til innihaldið. Harafturat kemur, at heitið eisini rúmar eini skemtiligari heilsan til tað víðakenda slagorðið Less is More hjá stóra minimalistinum í modernistiskari byggilist, Mies van der Rohe. Hansara útsøgn er seinni vorðin skemtiliga bronglað av yngri arkitektum: Less is a Bore (Robert Venturi) og Yes is More (Bjarke Ingels). Við Less is North eru vit aftur við útgangsstøðið.
Framsýningin umfatar fotografisk verk eftir Hallgerður Hallgrímsdóttir (IS), Per Bak Jensen (DK) og Inga Joensen (FO). Ikki bara eru listafólkini norðurlendsk, men er hetta eisini galdandi fyri teirra myndevni. Øll trý hava eina minimalistiska tilgongd til fotolistina, og júst hon undirstrikar dámin av tilgjørdari mynd heldur enn bara eini veruleikaendurgeving. Samstundis hava tey trý fotolistafólkini sjálvandi eisini teirra persónliga eygleiðingarhátt, og á tann hátt geva verkini á framsýningini hvørjum øðrum við- og mótspæl innan fyri minimalistisku hillina í fotolistini.
Meðan Ingi Joensen er tann mest viðurkendi fotolistamaðurin í Føroyum, er Per Bak Jensen eitt undangongufólk innan fotolist í Danmark. Teir fáa fylgi av Hallgerður Hallgrímsdóttir, sum er eitt av teimum mest framstandandi yngru fotolistafólkunum í Íslandi.