Lonely Hearts - vernissage

19A089D0-25F4-4CFC-945E-00009ECF62BC.jpeg

Í gjár, leygardagin 24.februar læt framsýningin Lonely Hearts hjá Hansinu Iversen og Jóhan Martini Christiansen upp í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST í Havn. Nógv fólk vóru til upplatingina og nógv tosaðu um framúrskarandi hølini og hvussu væl framsýningin riggaði í hesum hølum. Ei undur í tí; framsýningin er gjørd á staðnum/ in situ í hølunum, sum fyri 13 ár síðani vóru karmur um ta fyrstu Heystframsýningina - Eri eg í London ella í Havn? Spurdi ein áskoðari, sum fegnaðist um vaksandi møguleikarnar hjá listaáhugaðum føroyingum. Fleiri av framsýningargestunum skuldu víðari niðan í Norðurlandahúsið til Geytakvøld. Eg helt røðu við íblástri í sitrónum, Thomas Kingo og forgeingiligheit. Ein av filmsáhugaðu framsýningargestunum helt, at forfallsestetikkurin onkursvegna minti um filmin Vinterbrødre http://www.nlh.fo/#/2657/vetrarbrodur  , sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum í sambandi við Tóff í kvøld, 25.feb klokkan 19.30. Aftan á sýningina verður Q&A við leikstjóranum Hlyni Pálmasyni og Jan Berg Jørgensen. Mín ferniseringsrøða verður partur av teksti í kataloginum, sum kemur í sambandi við finissage í apríl. Framsýningin lonely Hearts er opin í dag frá 15-18 og hósdag til sunnudag frá 15-18. 

A95B8664-3327-4C7F-9F00-3F7932F250DF.jpeg
0C32AB91-2CAA-4D72-8569-6B04AE243634.jpeg
714043D3-302B-45CE-A196-FFBEDF6704C1.jpeg
28381610_10216019974235175_1406320703_n.jpg
28512562_10216019974955193_27788116_n.jpg
AF83FA72-C441-49BA-81E3-75B835F9C937.jpeg
28449915_10216019975475206_213561686_n.jpg
Plakat-LH-1A_small_jpeg.jpg

Báturin er tómur

krs.jpg

Í gjárkvøldið var eitt innslag um Jóannis Kristiansen í sendingini Lyst í sjónvarpinum. Tað var systirsonur Leirvíksmálaran, Petur Martin Petersen, sum væl og rørandi greiddi Solby Christiansdóttir frá málaranum, ið eyðsýniliga kendi seg syndraðan millum tær vónir, sum pápin og samfelagið hevði til hann og hugin til list. Sjálvt uttan forstáilsi frá pápanum megnaði Jóannis Kristiansen at útbúgva seg, hann gekk á Niels W. Rasmussens málara- og tekniskúla í Keypmannahavn í 1941 og hjá myndahøggaranum Ib Schmedes í 1942 og síðani á kunstakademinum hjá Aksel Jørgensen, professara. Málningarnir hjá Jóannisi Kristiansen eru at síggja ymsastaðni í bankum og í Listasavninum. Teir eru lættir at kenna aftur tí málihætturin er sera konsekventur við sjónligum málistrokum, ið endurgeva flykrandi ljós. Eg hugsi, at hesin stílur kki minst hevur ávirkað ein málara sum Heðin Kambsdal, ið tó sameinir henda stílin við okkurt poppkent í sínum lýsingum av ymiskum kendum persónum, sum hann í málningunum plaserar onkrastaðni í vøkru náttúruni kring Fuglafjørð. Myndevnini hjá Jóannis Kristiansen eru somuleiðis stað- og siðbundin, hansara málningar kunnu í grundini tykjast eitt sindur gamaldags við skiftandi kvaliteti (hvørki av hesum er óvanligt), men innslagið um Leirvíksmálaran var rørandi og lat upp fyri kensluborna tómleikanum í fleiri av málningunum av bygdarløgum, bátum og landsløgum. Tað er nemandi at uppliva einsemið og tómleikan í myndunum og hoyra um royndina hjá listamanninum at koma til sættis við pápan. Ein tann seinasta myndin, Jóannis Kristiansen málaði, tá hann var deyðasjúkur, var við pápanum í huga. Tað var útróðrarbáturin hjá pápanum aftur av Norðhavinum við fullum seglum. Tað er ein andsøgn ímillum málaðu fegnu støðuna og ta sannroynd, at báturin er tómur. Síggið innslagið her:

http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/02/23/joanniskristiansnhdok

 

Tað hevur týdning at tosa við tey deyðu

gudahøvd.jpg

Í dag vóru tilnevningarnar til Bókmentavirðislønir Norðurlandaráðsins avdúkaðar. Jóanes Nielsen er tilnevndur fyri sítt yrkingasavn Gudahøvd. Á síðu 54 stendur yrkingin Fjórða bíðirúm, sum snýr seg um deyðan og sum byrjar við staðfestingini, at øll deyðilig eiga at tosa við og minnast tey deyðu:

Tað hevur týdning at tosa við tey deyðu

ikki fyri teirra skuld

men fyri tína egnu

tí innast inni eru vit bara bíðirúmsbúgvar.

Tosa varisliga

nevn nøvn á foreldrum hvørs ljós brunnu út

gloym ikki fostrið sum tú vónaði fór at gerast ein sólskinssøga.

Tað kemur fyri at eg spyrji fremmandafólk:

Sigið mær, hava tit sæð ein langvaksnan harra sum kundi líkst mær?

Við áarbakkan spyrji eg sílið hvør man eiga hasi vøkru eyguni sum

   skína á botni.

Stundum bríksli eg upp í starabúrið

sigið mær, spyrji eg tey fýra fimm forvitnu høvdini sum kaga út:

Er ein hamur við stórum hondum nýliga flogin framvið?

Látur Medusu - Ein framløga

medusa.jpg

Sjónleikurin “Látur Medusu - ein framløga” hjá GUT//Productions verður sýndur í Sjónleikarhúsinum í Havn.

SÝNINGAR
Mikukvøld 28.februar kl. 19.00 (frumsýning, bert fá atgongumerkir eftir)
Hóskvøld 1. mars kl. 19.00
Fríggjakvøld 2. mars kl. 19.00
Leygarkvøld 3. mars kl. 19.00

Keyp atgongumerki á www.atgongumerki.fo

"Kvinnur mangla í Føroyum á nógvar ymiskar mátar. Kvinnur mangla í tali, men eisini í talu, tær mangla í málinum, í skrift og á skrift. Nógvar av teimum manglandi kvinnunum eru at finna í øllum teimum óskrivaðu orðunum. Orð, ið ikki eru skrivað, tí at málið er fremmant. Kvinna skriva kvinnu, sigur franska heimspekingan Hélène Cixous. Vit mugu skriva kvinnu, tí eingin annar fer at gera tað - men vit tora ikki; at skriva, at úttrýsta okkum.

Um óttan at úttrýsta seg, sigur Hélène Cixous m.a. soleiðis:

“(…) Aftur og aftur havi eisini eg kent meg so fulla av strálandi streymum at eg kundi brostið - 
brostið av skapum nógv vakrari enn tey, 
ið eru rammaði inn og seld fyri stinkandi nógvar pengar. 
Og eisini eg segði einki, vísti einki; 
eg læt ikki munnin upp, eg endurmálaði ikki mína helvt av heiminum. (...)”

Vit taka orðini hjá Hélène Cixous í álvara. Um ein partur av okkum kvinnunum, sum longu eru í Føroyum mangla í úttrýsti, so er neyðugt at seta orð ella kanska ljóð á tað, sum manglar. Verkið Látur Medusu snýr seg um hendan mangul og um tað ókúgiliga feminina - í kvinnuni, í manninum, í djórinum, í náttúruni, ja, í alheiminum.

Í framløguni Látur Medusu arbeiða vit við kvinnukroppinum í samanbering við náttúruna. Jørðin verður neyðtikin av okkum menniskjum og tað verður gjørt gjøldur burtur úr #metoo í miðlum og millum fólk. #metoo, ferðavinna, náttúra, mál, vinarlag, at vera við barn, at misseydnast og at reisa seg - Hesi eru nøkur av evnunum í nýskrivaða leikinum Látur Medusu - ein framløga".

Jóanes Nielsen í uppskoti at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

gudahøvd.jpg

Á heimasíðuni Norden.org eru tilnevningarnar at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins almannakunngjørdar. Føroyska uppskotið er yrkingasavnið Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen. Hetta er sættu ferð, Jóanes Nielsen er tilnevndur hesa virðislønina, tað var hann eisini í 1988, 1994, 1999, 2004 og í 2013.

Vinnarin av virðisløninini fær 350.000 krónur 30.oktober í norsku operuni í Oslo. Føroyar hava ikki vunnið síðan Rói Patursson fekk virðislønina fyri Líkasum í 1986. 

Gudahøvd verður lýst á Norden.org:

Den på en gang primitive og storslåede titel er betegnende for stemningen i Jóanes Nielsens tiende digtsamling Gudahøvd(Gudehovud, oversat til nynorsk af Lars Moa, upubliceret). Det samme er afsættet i den prosaiske verden, der er gennemgående i Jóanes Nielsens lyriske produktion. Det er fem år siden Jóanes Nielsen sidst udgav digte, men ind i mellem har han skrevet både teaterstykker og romaner.

Bag illustrationerne i bogen står Jóanes Nielsens partner, Rannvá Holm Mortensen. Det er ekspressive og enkle linoleumstryk, som passer til bogens stemning og stil.

Det er et slidt digterjeg i en slidt verden, vi møder i mange af digtene, en halvgammel digter, vi kan genkende fra andre tidligere digte, der med lige dele humor og dødsforagt registrerer kroppens aldersbetingede slitage og legemets gradvise forfald. I digtet “Prostataherrerne” forekommer der en næsten surrealistisk beskrivelse af, hvad der er en realitet for mange mænd med prostataproblemer, der vågner hver nat gentagne gange for at gå på toilettet.

“Du kan sjå dei overalt

herrane med prostataproblem.

Tre, fire gonger kvar natt går dei på klosettet

viss urinen frå dei vart samla i reservoar og sidan sleppt ut

hadde det vore snakk om ei fleire tusen tonn tung bølgje

ein sur, nådelaus brottsjø

av forgjengelegdom...”

Kroppen har i mange år haft en næsten demonstrativ plads i Jóanes Nielsens digte, og her er der ikke tale om et skønt, idealiseret åndens tempel, men om det forgængelige, seksualiserede og animaliserede legeme. Vi ligner dyrene, og i et digt stilles spørgsmålet, hvorvidt “du”, altså vi, der læser, har set vores kone forrette sin nødtørft; det gør hun som hunden eller rotten. Men der er ingen reservation i denne beskrivelse, tværtimod er det dyriske præg netop en af grundene til, at digterjeget elsker sin kone.

Forgængeligheden er disse digtes vigtigste brændstof. Flere af dem handler om at digte og at leve, og holdningen er eksistentialistisk, men med opmærksomheden rettet mod alt levende, både når det handler om en lille norsk fugl, der flyver ind i en rude i den lille bygd Norðdepli, og den voksende ensomhed, der hører med til digtertilværelsen, eller de mange venterum, hvor man venter på nye organer, småkager eller bare livet og døden.

Ind i mellem digtes der om en syg og slidt planet – som er det selve tilværelsens fysiske grundlag, der smuldrer under digterjeget og afslører en eksistentiel forbundethed:

Om vi har to eller to hundre hundeslag

eller om jorda slenger av seg ein ti tusen år

kva så? Vi klarer oss også utan blåbær

lønnetrea

og angen av tulipanar.

Sædbankane har for lenge sidan overtatt fedrane si rolle.

La oss snakke rett frå levra:

Ein sjuk planet

roterer like godt som ein grøn av sorten.

Under de fandenivoldske formuleringer er holdningen klar. Digtet om de smørelskende brødre Price får en uventet vending, da det indholdsmæssigt skifter fra kulinarisk madlavning til en poetik, der kræver, at digtet er modigt nok til at kaste sig ud fra fjeldet, hvilket kræver tillid til de poetiske engle. Når det så sker en gang i mellem, at englene ikke møder op, så falder digtet ned og slår sig slemt og må spise magnyler imedens brødrene Price smager den kongelige sauce til.

Der fornemmes en særlig fortælleglæde i Jóanes Nielsens digte, der næsten minder om små koncentrerede romaner med store historier og livsanskuelser fra en svunden tid, alt imens de agerende personer forekommer mærkelig præsente og til stede lige her og nu. Dette gælder f.eks. digtet, hvor en strømafbrydelse resulterer i et særpræget besøg, da de to trosfæller og reformatoriske hovedpersoner, Luther og Melanchton, giver sig til kende hjemme hos digterjeget. Der er flere af den slags luftige perler i digtsamlingen, der hver på deres måde formulerer livets betingelser og sammenhænge. Helvede er på jorden, og Gud eksisterer ikke, men alligevel bedes der til ham, fordi:

“Herre

vi som har fjerna helvetet på den andre sida av døden

maktar ikkje å rydde av vegen helvetet på denne sida av døden

hyklarane og løgnarane sitt helvete

helvetet mellom klassar og nasjonar

åh! gi meg attende det gamle helvetet

det kler oss betre.

Dagane blir stadig meir steinete

vågar meg så vidt til å seie det

men la meg vere ei urt mellom steinane i muren

er det for mykje å krevje

så berre eit godsleg ord som gløttar opp ei dør.

Ta frå meg det som eg har igjen av tenner

løys neglene av fingrane

eg tar til takke med kort sagt alt

berre ikkje døden...”

 

Tilnevningar:

Danmark

Velsignelser  Caroline Albertine Minor. Noveller, Rosinante, 2017.

Indigo. Roman om en barndom  Vita Andersen. Roman, Rosinante, 2017.

Finnland

God morgon Susanne Ringell. Kortprosa, Förlaget M, 2017.                  

Ontto harmaa  Olli-Pekka Tennilä. Digtsamling, Poesia, 2016

Føroyar

Gudahøvd  Jóanes Nielsen. Digtsamling, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2017.                     

Grønland

Illinersiorluni ingerlavik inussiviuvoq  Magnus Larsen. Selvbiografi, Maanuup atuakkiorfia, 2017.

Ísland

Ör Auður Ava Ólafsdóttir. Roman, Benedikt bókaútgáfa, 2016.

Ljóð muna rödd  Sigurður Pálsson. Digtsamling, JPV Útgáfa, 2016.

Noreg

Jeg har ennå ikke sett verden  Roskva Koritzinsky. Noveller, Aschehoug, 2017.

Begynnelser Carl Frode Tiller. Roman, Aschehoug, 2017. 

Svøríki

Tapeshavet Gunnar D Hansson. Digtsamling, Albert Bonniers forlag, 2017.

Doften av en man  Agneta Pleijel. Roman, Norstedts, 2017.

Áland

Algot  Carina Karlsson. Roman, Schildts & Söderströms, 2017.

LONELY HEARTS

lonely.jpg

Leygardagin 24. februar letur listaframsýningin Lonely Hearts við Hansinu Iversen og Jóhan Martini Christiansen upp í Listahøllini á MEST skipasmiðjuni.

Kinna Poulsen heldur røðu í samband við ferniseringina. Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen vísa verk, ið eru framleidd og taka útgangstøði í ráa framsýningarhølinum. Talan er um eina framsýning við skulpturum hjá Jóhan Martini og veggjarmálningum hjá Hansinu.

Við heitinum á framsýningini Lonely Hearts verður millum annað sipað til lættisoppakendan poptónleik, eyma kroppin, kærleika, einsemi, listafólkini sjálv o.s.v. - samanspælið millum alt hetta, tó ikki sum ein yvirornað linjurætt frásøga men ein røð av brotakendum parallelum evnum og eyðkennum.

Mentanarstarvslønir latnar

27067810_10215736906158650_2786530336586298497_n.jpg

Sambært heimasíðuni hjá Kringvarpinum eru tær av landsins mentanaríløgum latnar, sum nevnast starvslønir, og eftir øllum at døma eru ikki minst kvinnurnar væl umboðaðar á listanum. Hansina Iversen, myndlistakvinna, hevur fingið trý ára starvsløn, og rithøvundarnir, Vónbjørt Vang og Marjun Syderbø Kjelnæs, hava fingið starvsløn í eitt ár.

Í nevndini fyri Mentanargrunnin sita: Ingun í Skrivarastovu, forkvinna, Annfinnur Heinesen næstformaður, Gulla Øregaard, Urd Johannesen og Leif Hansen. Eykanevndarlimir eru Sissal Kampmann, Dagfinn Olsen, Kristina Joensen, Sunnvá Bæk og Ivan Niclasen.

Fimm listafólk hava fingið starvsløn í seks mánaðir. 

Tey eru Jóanes Nielsen, Carl Johan Jensen og Ingun Christensen, rithøvundar, Jóhan Martin Christiansen, myndlistafólk, og Sámal Blak, marglistafólk.

Haraftrat eru játtaðar 32 styttri starvslønir. Fýra av hesum eru til týðingar.

Tilsamans komu 128 umsóknir um starvsløn, harav 40 fingu starvsløn á tilsamans 173 mánaðar. Samanborið við í fjør komu sera nógvar frá rithøvundum og myndlistafólkum, sigur Mentanargrunnurin.

Grunnurin hevur eisini heimild at lata stuðul til í mesta lagi fýra íverkseta-skapandi listaarbeiði. 37 umsóknir komu til íverkseting.

Tey, sum hava fingið stuðul í ár, eru Hanni Bjartalíð, myndlistafólk, Jensina Olsen, marglistafólk, Búi Rouch, koreograftur, og Jóhannus á Rógvi Joensen, tónleikari og framleiðari.

Hesi fingu starvsløn í 2018 19. februar 2018 Jákup Sørensen 3 mánaðir Solby Anna Christiansdóttir 2 mánaðir Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard 3 mánaðir Jens Dam Ziska 3 mánaðir Anja Tell 2 mánaðir Anný Djurhuus 3 mánaðir Kári Sverrison 2 mánaðir Ingun Christensen 6 mánaðir Carl Jóhan Weikert Jensen 6 mánaðir Hans Tórgarð 2 mánaðir Martin Christiansen 6 mánaðir Jóanes Nielsen 6 mánaðir Guðrið Poulsen 1 mánað Marjun Syderbø Kjelnæs 12 mánaðir Niclas Johannesen 3 mánaðir Kristina Ougaard Sørensen 3 mánaðir Knút Olsen 2 mánaðir Rannvá Holm Mortensen 1 mánað Hansina Iversen 3 ár Heðin Ziska Davidsen 3 mánaðir Rakel Helmsdal 3 mánaðir Frants Jensen 1 mánað Tóroddur Poulsen 3 mánaðir Hans Jacob Kollslíð 2 mánaðir Anna Sofía Jørgensen 3 mánaðir Lena Nicolajsen 3 mánaðir Janus á Húsagarði 3 mánaðir Thomas Rubeksen 3 mánaðir Mattias D. Kapnas 3 mánaðir Tummas Jákup Thomsen 3 mánaðir Maria Winther Olsen 3 mánaðir Torfinnur Jákupsson 3 mánaðir Vónbjørt Vang 12 mánaðir Sámal Blak 6 mánaðir Sakaris Stórá 3 mánaðir Kim Simonsen 3 mánaðir Bruno Mikael Eysturstein 3 mánaðir Durita D. Andreassen 2 mánaðir Sigrun Gunnarsdóttir 3 mánaðir Dávur Djurhuus 3 mánaðir

Burtur í blundi berast vit øll

Fotomyndina tók Jensina Olsen eftir frumsýningina

Fotomyndina tók Jensina Olsen eftir frumsýningina

Henda sólgylta morgun, eg havi sett meg at skriva, blanda fuglaljóð seg uppí ummælið eins og eftirljóð frá fantastisku finaluni á leikinum Soli Deo Gloria hjá Peter Asmussen, sum varð frumsýndur á Tjóðpallinum í gjár. Teir sita so fittir í trænum uttanfyri, fuglarnir, og láta, meðan kettan situr á septiktanganum og fylgir við við smølum, miðvísum eygum. Soleiðis er náttúran, soleiðis er lívið og tað er hetta, sum leikurin snýr seg um.

Soli Deo Gloria verður presenteraður sum ein sjónleikur í tólv kantatum, so sangur er á onkran hátt grundleggjandi í leikinum. Ikki at talan er um sangleik - langt frá, men tá hugsað verður um formin á leikinum, so eru tær ymisku søgurnar konsentreraðar eins og sangir, ið eru sjálvstøðugir, men tematiskt skyldir partar av eini heild. Inn í millum teir smáu leikirnar eru sonevndar korallir, har ein forteljararødd í skapi av skiftandi leikarum greiðir frá hvat er hent og hvat fer at henda.

Soli Deo Gloria er ein sera modernaður leikur, sum gevur áskoðaranum brot av afturkenningum um ymiskt, sum gongur fyri seg við menniskjum í samtíðarsamfelagnum. Samfelagið verður lýst í eini humoristiskari dystopi. Eg hevði lisið handritið frammanundan og øtaðist satt at siga um dapurleikan og meiningsloysið í hesum søgunum um sjálvpínarar, sjálvmordarar, sjálvmorðsbumbarar, nazistabøðlar osfr. Men í uppsetingini hjá Christoffer Berdal á Tjóðpallinum fær leikurin kropp og andlit og verður bæði fjálgari og stuttligari eins og kærleikstørvurin millum menniskjuni følist meira ítøkiligur. T.d. millum tey bæði, sum ikki hava varnast, at okkurt álvarsligt bagdi teirra lítla barni, tí tey vóru upptikin av at skeldast. Leikurin viðger sostatt ymsar veruligar trupulleikar og samrøðurnar hava eitt realistiskt brá.

Aðrastaðni bendir leikurin á ein meira absurdan bógv, ið til tíðir minnir um Samuel Beckett og hansara eksistentielt avdúkandi meiningsloysi, sum vit m.a. hava upplivað tað í leikinum, har tey bíða eftir Godot. Heitið á hesum leikinum, Soli Deo Gloria kann illa fatast øðrvísi enn, at tað er staðfest í speisemi, tí leikurin er mest av øllum um hvussu menniskjað roynir at navigera í einum heimi uttan føst parametur so sum Guð og rættvísi. Í einum broti brúkar høvundurin eina poetiska readymade, sum í samanhanginum fullkomiliga broytir týdning. Tað er kenda yrkingin hjá Goethe, Wandrers Nachtlied, sum verður framborin í vøkru týðingini hjá Janusi Djurhuus, og hvørs harmoni og sæla og vendist við og brádliga merkist hóttandi.

Ein av søgunum snýr seg um eina ólukkiliga konu, sum flýggjar út í skógin frá sínum ólukkuliga parlagi og kalda húsi og finnur ugga í trøunum og fuglunum. Har møtir hon einum smádrongi og vísmanni, sum staðfestir, at “Tey (trøini og fuglarnir) eru enn meira meiningsleys, tí tey vita ikki av at tey eru tað”. Teksturin er á henda hátt sera komprimeraður við fleiri týdningum á ein hátt, sum í støðum minnir um yrkingar. Frá byrjan verður tosað um at droyma og vakna, tað tykist symbolskt uttan tó at hava ein ávísan, fastlagdan týdning. Peter Asmussen verður millum annað samanborin við Lars Norén. Eg hugsi, at skulu vit samanbera hann við nakran føroyskan høvund, er tað bara svarta gløggskygnið hjá Tóroddi Poulsen, ið kemur til hugs og hann hevur (enn) ikki skrivað drama.

Tær ymsu fláirnar í tekstinum, tann realistiska, poetiska og abstrakta avspeglast í einum lutfalsliga abstraktum palli og búnum, ið eru avstemmaði í litum, men sum samstundis eru vanlig, modernað klæðir. Turpin Napoleon Djurhuus tekur sær í hesum leikinum bæði av ljósi og scenografi, tað ger hann væl og í tøttum samstarvi við leikstjóran, hugsi eg, tí leikurin sýnist sera samanhangandi. Tað sama er galdandi fyri ljóðsíðuna, har Sakaris Joensen hevur sín debut á dramatiska pallinum við tónum og ljóðkollasjum, ið hava sama modernaða, reinsaða brá sum teksturin. Eisini hetta er væl úr hondum greitt, niðurtónað og við ansi fyri steðgum og kvirru.

Sjónleikur er eitt bólkaavrik. Tað er eitt lið av hugaðum og royndum einstaklingum, sum syrgja fyri øllum rundan um leikin og eg má siga, at tað er rørandi, at tað í roynd og veru ber til og at vit ferð eftir ferð kunnu njóta so stórar listarligar upplivingar í so smáum hølum sum teimum á gamla meiarínum. Eitt so ríkt land sum okkara skuldi havt bygt eitt ordiligt tjóðleikhús fyri langari tíð síðan.

Leikararnir, sum skiftast um teir ymisku mongu leiklutirnar eru Beinta Clothier, Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð og Allan Dalsgarð. Sjálvt um tann síðstnevndi ikki er ein eins rutineraður sjónleikari og hini, kláraði hann væl ta stóru avbjóðingina og var t.d. eminentur sum smádrongurin í skógini. Eisini er hann sum typa nokk so ymiskur frá Hans Tórgarð og tað økir beinan vegin um spenningin í samspælinum. Hans Tórgarð spælir so væl og ber so fullvíst tekstin fram, at hann tað sama kundi verið føddur á palli. Hann ER tann karakterurin, sum hann spælir og ger tekstin til sín egna. Tær báðar kvinnurnar spæla somuleiðis væl við nærveru á pallinum og eru eisini ymiskar typur, Beinta Clothier hevur í fleiri førum leiklutir sum tann unga, dragandi kvinnan, meðan Gunnvá Zachariasen í fleiri førum spælir gomul kona – ikki uttan komiskt talent og gálgaskemt. -Premierukvøldið var kanska onkur smávegis tekstligur kiksari og okkurt host, men einki, ið ávirkaði leikupplivingina sum so uttan tað, at leikararnir í summum førum tosaðu eitt sindur lágmælt.

Tað má vera ein stór avbjóðing hjá leikarunum við einum so kaleidoskopiskum teksti sum hesum, har tey skulu seta seg inn í og inkorperera so nógvar og so stórar ekstistentiellar lagnur. At tað ber til er tekin um, at teksturin er góður og leikararnir tað sama, og síðst men ikki minst er tað leikstjórin, Christoffer Berdal, sum megnar at halda øllum træðrunum í einari sjálvstøðugari tulking við niðurtónaðari heild og við djúpari virðing fyri handritinum hjá Peter Asmussen.

Eg ætli mær ikki at spoila nakað her, men sjálvt um hetta er álvarsligt, er tað ikki minni undirhaldandi. Tað var stuttligt og einaferð haldi eg, at hjartað steðgaði, men tað fór til alla eydnu í gongd aftur og tað eri eg sera fegin um aftaná hendan leikin, sum í øllum sínum dapra meiningsloysi er sera lívsjáttandi. Vit eru til her og nú. Tað er tað einasta, sum hevur týdning.

Ikki eitt orð um kamelar og nálareygu

heini.jpg

Í kvøld var fyrsti partur av sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar sendur í Kringvarpi Føroya. Nógv hevur verið reklamerað og mong hava verið spent at síggja sendingina og tað við góðari grund. Hesin fyrsti parturin er eins spennandi og undirhaldandi og hann er informativur og áhugaverdur. Hann hevur undirheitið Ein kelda á Skálafjørðinum og snýr seg altso um karismatisku samkomuna Kelduna.

Spurningarnir, ið verða viðgjørdir í sendirøðini eru: Hvat gera føroyskar samkomur fyri at vaksa seg stórar og sterkar? Hví hevur tað týdning, at menniskju koma til persónliga trúgv á Jesus og leggjast afturat? Og í hvønn mun taka føroyskar samkomur støðu til aktuellar politiskar spurningar, sum eyðkenna okkara samtíð?

Hetta er ein kritisk og gjøllig dokumentarsending. Hon verður stýrd av einum gløggum og vitandi verti, sum av sonnum tykist vera komin á rætta miðlahill. Heini í Skorini hevur havt aðrar sendingar í Kringvarpinum, m.a. var hann vertur í mentanarsendingini Reflektión í sjónvarpinum í 2010. Tá minnist eg eina eitt sindur súrliga viðmerking í einum annars positivum ummæli á Listablogginum um at sendingin tað sama kundi havt heitið Religión, tá tað nú var høvuðsevnið.

Tó er einki at ivast í, at átrúnaður nú sum tá hevur stóran týdning og ávirkan í føroyska samfelagnum og at evnið tískil er viðkomandi at viðgera. Sendingin byrjar mitt í sekulera høvuðsstaðnum, har tann útskeldaða humanisman/ógudiligheitin verður undirstrikað við eini hóming av jazzbandagrenjan úr Blábar og kulturradikalum undirtónum av bláum býarlívi. Vit eru frá fyrstu mynd í góðum hondum, tað syrgir fotografurin Hans Petur Hansen fyri alt í meðan verturin greitt og djarvt leggur fram treytir og karmar hjá sendirøðini, harumframt eisini sítt egna átrúnaðarliga og akademiska bakstøði.

Nú er undirritaða ein av teimum nokk so síðhærdu humanistunum í Havn, ið tessvegna ikki kann vita hvat tey í Kelduni halda um sendingina, men frá mínari síðu av hegninum upplivdi eg ein nuanseraðan og informativan dokumentar við fordómaleysum viðtalum við fitt, glað og sannførd fólk, sum so fegin vilja vinna ein aftrat fyri Jesus og sum eyðsýniliga ikki síggja nakran trupulleika í teirri fyri mær púra ógudiligu sameiningini av hard core materialismu/kapitalismu og religión, sum verður praktiserað. Fyri tey í Kelduni snýr tað seg um ævinleikan, tey trúgva uppá ein veruligan himmal og eitt veruligt helviti, verður sagt og tí rinda tey pening til Kelduna sum siður var áðrenn reformatiónina - ikki eitt orð um kamelar ella nálareygu.

Og so er tað sjálvandi eisini nokk so forvitnisligt at vera voyeur og sleppa við á møti og hoyra bimlandi eksotiska tungutalu saman við knallhørðum kapitalistiskum áheitanum um at seta pengar inn á konto hjá samkomuni. -Tey sáa inn í Guðs ríki og rinda tíggjund fyri at sleppa inn í um girðingina í Himmiríkinum. Tað tykist markleyst naivt at kalla vitleyst, men sær út til at rigga, og eg haldi eisini, at sendingin gevur eina ábending um hvat tað er, sum trekkir ikki minst ungdómin til. Tað eru onnur ung fólk sjálvandi, tónleikur og góðar tónleikaumstøður, eitt sindur av suggestión, ein bein lívskós, góður felagsskapur og nokk so nógv klemm, tí tað er nokk so fysiskt tað heila í teirri karismatisku og eftir øllum at døma eisini homofobisku rørsluni.

Samkomuleiðarin Pauli Høj tosar um eitt ávíst antikristiligt og humanistiskt rák ímóti kristnum virðum í nútíðini og vit hitta Arna Klein Abrahamsen, sum bæði er kristin og samkyndur og sum ikki følir, at pláss var fyri hesum í Kelduni, har hann var ungdómsleiðari. Á brotum úr røðum í Kelduni skilja vit, at homoseksualitetur verður fataður sum eitt slag av ólevnaði, nakað sum mann kann velja til og frá. Vit fáa eisini at vita, at samkoman og umboð hennara nokta at viðgera hetta málið í sendingini. Men í staðin fyri at brúka hetta sum eitt bíligt poeng og eina upplagda, skynsama avhøvdan av praksis hjá Kelduni, fær Arni Klein Abrahamsen tíð og høvi til at greiða frá, at hann særdi mong, tá hann kom út sum samkyndur og at hann tessvegna ikki følir tað rætt at ganga á møti í Kelduni. Hann ákærir ongan, men stendur sera sterkur í allari sínari eyðmýkt.

Hetta við nuansunum er ein orsøk til, at sendingin er so góð sum hon er. Og so tað, at hon byggir á eina haldgóða grund av vitan, samrøðum og kanningum á samrøður og á eina kanning, sum í tølum greinar átrúnaðarlig viðurskifti. Í fyrsta partinum vísti kanningin hvussu átrúnaðarliga polariseringin í føroyska samfelagnum tykist geografiskt grundað.

Tað besta við sendingini í kvøld var, at áskoðarin sjálv slapp at gera sær niðurstøðurnar, tær verða ikki gjørdar fyri okkum eins og vit áður hava upplivað tað í øðrum sendingum. Takk fyri tað - eg gleði meg til teir komandi fimm partarnar í Gud signi Føroyar.

Várframsýningin 2018

Málningurin hjá Jens Dam Ziska var á Várframsýningini í fjør

Málningurin hjá Jens Dam Ziska var á Várframsýningini í fjør

Framsýningin er skipað av felagnum FØROYSK MYNDLISTAFÓLK Framsýningin gongur fyri seg á LISTASAVNI FØROYA Innlatingarfreist fyri uppskot: MIKUDAGIN 7. MARS 2018 – KL. 18:00 Fernisering er: FRÍGGJADAGIN 6. APRÍL 2018 – KL. 16:00 Framsýningin er opin: 7. - 29. APRÍL 2018 Várframsýningin er ein sokallað "sensurerað" framsýning. Skipað hevur verið fyri Várframsýning síðani 1990, og tískil er hetta 29. framsýningin í røðini. Eyðkennið fyri Várframsýningina er at úrvalsnevndin er samansett av listafólki, sum skipa fyri og velja verkini út til framsýningina. Hendan nevnd er vald av limum felagsins. Yvirskipaði arbeiðssetningurin fyri Várframsýningina er hugtakið “Art for Art’s Sake”. Tískil er salong vorðin ein fastur táttur í samband við framsýningina. Salong er heitið fyri eina samkomu millum luttakandi listafólkini, har gingið verður runt í framsýningini, soleiðis at listafólkini kunnu fáa møguleikan at kjakast um verkini hjá hvørjum øðrum, og á tann hátt kveikja eina mentan har kjak og samrøða millum listafólkini gerst ein týðandi partur av framsýningini. Úrvalsnevndin fyri Várframsýningina 2018 er: Randi Samsonsen Jón Sonni Jensen Annika Gregoriussen

HVØR KANN LATA VERK INN TIL METINGAR Á VÁRFRAMSÝNINGINI?

Ein og hvør kann lata verk inn til metingar, bæði einstaklingar sum bólkar eru vælkomin at lata verk inn. Nevndin vil eisini sera fegin leggja dent á at ALLAR listagreinar hava áhugað! (myndlist, installatiónslist, videolist, ljóðlist, framførslulist osfr.)

NÆR ER UMSÓKNARFREISTIN? Innlating av verkum gongur fyri seg umvegis teldupost, tað vil siga við talgildari skjalprógvan av verkunum. Hetta skal latast inn í seinasta lagi mikudagin 7. mars 2018 – kl. 18:00

SENDAST SKAL TIL HENDAN T-POSTIN: Varframsyning2018@gmail.com

HVUSSU NÓGV VERK KUNNU LATAST INN? Tað ber til at lata í mesta lagi 10 verk, líka mikið hvør tøknin er. Fyri hvørt verk skulu í mesta lagi latast inn 4 myndir. Ynskiligt er at myndatilfar verður latið inn í formi av einum pdf, soleiðis at talið av viðfestum fílum verður avmarkað mest møguligt, so betur yvirlit er á innsenda tilfarinum. Eitt videoverk ella líknandi verk, kann eisini latast inn sum ein leinkja til heimasíðu ella líknandi. Tó skal skal tað vera heilt greitt hvat verk verður latið inn til metingar. Verkini skulu ikki vera eldri enn 2 ár.

HVAT SKAL LATAST INN SAMAN VIÐ VERKUNUM? Verkini skulu latast inn umvegis teldupost. Hvørt verk (fíla) skal vera navngivið við navni á listafólki, og nummari. Umframt hetta skal latast inn: 1) Ein greiður listi við nummari á verki og tilhoyrandi heiti, ár, stødd/longd, nøgd/upplag (til dømis í samband við grafiskt verk, foto osv.), tilfar, prísur, og annars aðrar viðkomandi upplýsingar. 2) Ein listi við navni á listafólki, telefonnummar og t-postur. 3) Eventuelt stutt frágreiðing (okkurt um 5-10 linjur) um tankarnar handan verkini. GG! Skjalprógvan/myndir skulu vera av nóg høgari góðsku, so at nevndin ikki er í iva, hvussu verkið sær út!

NÆR OG HVUSSU FÆR EIN BOÐ UM VERKINI ERU VIÐ Í FRAMSÝNINGINI ELLA IKKI? Avgerðin hjá nevndini verður send út umvegis t-post, sum er nevndur á listanum, sum verður sendur við verkunum. Umsóknarfreistin er mikudagin 7. mars 2018, kl. 18:00, og svar verður sent út 2-3 dagar eftir freist, ella í seinasta lagi eina viku seinni.

UM EITT VERK VERÐUR VIÐ Á FRAMSÝNINGINI, HVØR STENDUR SO FYRI UPPHEINGJAN OG LÍKNANDI? Nevndin fyri Várframsýningina stendur fyri hesum, og tekur sær fullan rætt til at skipa yvir framsýningini og hvussu verk verða hongd upp.

HVUSSU ER VIÐ TEKNISKARI ÚTGERÐ? Listafólk ið lata verk inn, sum krevja tekniska útgerð (uppvørpu, skerm, ljóðanlegg osfr.), hava sjálvi ábyrgdina av hesum, og skal tilhoyrandi tekniska útgerðin latast inn saman við verkunum. Set teg í samband við nevndina frammanundan umsóknarfreistina um neyðugt.

NÆR OG HVAR SKULU ÚTVALD VERK LATAST INN? Um tíni verk eru útvald til Várframsýningina 2017 skal hetta latast inn á Listasavni Føroya mánadagin 2. Apríl 2018. Listafólkið stendur sjálvt fyri flutningi av verkunum, bæði til og frá Listasavni Føroya. Verkini eru tryggjað meðan tey verða sýnd fram á Listasavni Føroya frá 6. apríl til og við 29. apríl 2018.

UM EITT VERK VERÐUR SELT? Verður eitt verk selt, verður 20% av prísinum á verkinum latin til Føroysk Myndlistafólk. Tískil skal hetta vera íroknað prísinum, sum stendur á listanum, sum verður latin inn við verkunum. Peningurin verður útgoldin, tá ið keypari hevur goldið alla upphæddina til Føroysk Myndlistafólk.

ØLL VERK SUM IKKI VERÐA SELD, SKULU AVHEINTAST Á LISTASAVNI FØROYA, TÁ IÐ FRAMSÝNINGIN LETUR AFTUR, Í SEINASTA LAGI: MÁNADAGIN 30. APRÍL 2018 - Kl. 12:00 !

Jóannis Kristiansen 100 ár

27788330_1211632715639713_3452628146663246054_o.jpg

Í dag, mánadagin 12. februar 2018, eru tað 100 ár síðani, at listamálarin Jóannis Kristiansen varð føddur.

Í hesum sambandi hevur systirsonurin, Petur Martin Petersen í Fuglafirði, opið hús á Bøvegi 16 millum kl. 13.00 - 20.00, har áhugaði kunnu koma inn á gólvið at síggja nakrar av málningunum hjá leirvíksmálaranum og fáa eitt prát. Petur Martin og Jóannis vóru tætt knýttir, og prátaðu teir ofta saman um list, umframt at teir í felag avgreiddu nógv av praktisku viðurskiftunum, sum eisini eru partur av lívinum hjá einum listafólki. Vinarlagið vardi líka til deyða Jóannisar 3. mars í 1988. Leirvíkingar fara eisini at hátíðarhalda dagin við eini afturlítandi framsýning í Báta- og listasavninum, sum eftir ætlan letur upp týsdagin 13. februar. Sí t.d. facebook síðuna hjá savninum.

leirv.jpg

Jóannis Kristiansen var eins og fleiri onnur føroysk listafólk næmingur hjá Axel Jørgensen professara á Kunstakademinum i Keypmannahavn, ið fekk so ómetaliga stóra ávirkan á eitt heilt ættarlið av listafólkum.

Jóannis Kristiansen var fyrst útlærdur málarasveinur. Hann fekk síðani undirvísing í tekni- og máliskúlanum hjá Niels W.Rasmussen og var árini 1944 til 1948 næmingur hjá Axel Jørgensen. Ein annar næmingur hjá Jørgensen var Ingálvur av Reyni, hann sigur í filminum Svartur sannleiki, at Jørgensen var ein so mikið góður lærari, at tað var ringt hjá næmingum at koma sær víðari frá  hansara næstan dogmatisku mótsetningslitlæru.

Samanborið við málningarnar hjá Ingálvi av Reyni, er Jóannis Kristiansen nógv hóligari og meira trúgvur mótvegis myndevninum. Sostatt hava myndirnar hjá Leirvíksmálaranum eitthvørt siðbundið yvir sær við denti á tað føroyska, á landslagið, bátin og bygdina, men hinvegin er Jóannis Kristiansen rættiliga stíltryggur og sín heilt egni hvat litum viðvíkur. Og sjálvt um konstrastlitir síggjast í fleiri av málningunum, so víkir hann undan skipanini við at halda uppá sítt egna slag av ljósmálaríi - tað kann vera gylt, men ofta er tað blátt sum vit síggja tað á hugfarsliga bát í bátamyndini í erva. Í nøkrum persónslýsingum frá umleið 1970 er tað eins og tekur ljósið púrasta yvir og tá verða myndirnar meira abstraktar. Málningar hjá Jóannisi Kristiansen eru í ogn hjá fleiri søvnum, t.d. Listasavni Føroya og Betri Trygging. 

 

 

Barbara í Gongini gjørdi vinnaraklæðini

barb.jpg

Vonbrotið var stórt hjá bæði børnum og vaksnum um landið alt í gjárkvøldið, tá tær triggjar væl syngjandi Carlsen systrarnar ikki komu so mikið sum í finaluna í danska grand prixnum. Tær sungu væl og sangurin ljóðaði sum ein grandprix-sangur, mann hevði hoyrt áður, og tað plagdi at vera eitt pluss í eurovision-høpi. Men gakk, tá avtornaði, vann Jonas Flodager Rasmussen heiðurin at luttaka í altjóða GP-kappingin við sanginum Higher Ground, ið snýr seg um víkingin Magnus Erlandsson. Tveir sviar, Niclas Arn og Karl Eurén skrivaðu sangin.

Vinnarin er úr Viborg, hann er útbúgvin á Aarhus Universitet í tónleikafrøði og dramaturgi, og hann heldur sjálvur í grein í Politiken, at orsøkin til, at hann vann, er at tónleikurin og tann visuella síðan vóru serstakliga væl samantvinnað. Viðvíkjandi tí visuella, mundi fleiri bera kenslu á klæðini, sum Rasmussen og hinir vóru í á pallinum. Tað var púra eyðsæð, at hesi sermerktu, dramatisku døkku klæði hava føroyskar røtur, og at tey eru sniðgivin av Barbaru í Gongini, sum fyri kortum fekk ta stóru mentanarvirðislønina frá almennu Føroyum. 

 

Ánný fær Gávugóðs úr grunni Thorvalds av Steinum

anný1.jpg

Unga listakvinnan Anný Djurhuus Øssursdóttur fær Gávugóðs úr grunni Thorvalds av Steinum. Gávugóðsið verður latið á føðingardegnum hjá Thorvaldi av Steinum 8.februar. Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunnsins er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum. Anný hevur sýnt listarligt hegni á fleiri framsýningum, ikki minst við serframsýningini, hon hevði í oktober, sum er umrødd her á Listaportalinum. Hjartaliga til lukku við Gávugóðsinum, Anný. 

http://www.listaportal.com/tidindi/2017/10/21/fari-framsning-hj-ann?rq=ann

 

anny.jpg

Hans Pauli Olsen ger standmynd av Christian IV

Fotomynd: TV2 Lorry

Fotomynd: TV2 Lorry

Í Degi og viku bórust tíðindi í kvøld um, at stór standmynd hjá Hans Paula Olsen av Christian IV kongi loksins verður uppsett í danska høvuðstaðnum.  Liðin eru heili 8 ár síðani privat fíggjaða verkætlanin varð góðtikin í kommununi. Síðani hevur ein bólkur arbeitt fyri at fíggja verkætlanina, sum kjak hevur verið um, m.a. hvørt standmyndin er nóg modernað til okkara tíð men nú verður hon altso framd í verki.

Hans Pauli Olsen hevur gjørt eitt model av standmyndini, her síggja vit Christian IV, sum verður avmyndaður í bronsu saman við sínum kendastu bygningsverkum. Kongurin stendur oman á einum øvugtum Rundatorni, sum er høgt í granitt. Á hvørjari síðu á Rundatorn eru tornini frá Rosenborg og Børsen. Standmyndin verður 6 metrar høg og skal standa mitt í Keypmannahavn á plássinum við Børsen og Christiansborg.

 

 

Við báli, dómi og fanansskapi

svartmalm.jpg

Tað er ikki við mýkindum, men við báli, dómi og fanansskapi, teir geva sína fyrstu útgávu út, Svartmálm, við stórbærum, sorgblíðum tónalandsløgum og eini glepsandi deyðsmessurødd, sum hvæsir og goysir svartasta dapurleika burtur úr sær.

Konseptið er so myrkt, at eg fyrst hugsi, at tað er stílsliga karikerað, tí so myrkt er tað ongastaðni. Eg fari skeiv, sjálvandi, tí myrkur hevur sama listarliga relevans sum ljós, og tað er sama slag av bølamyrkri, ið hómast í deyðamálningunum frá 30´unum hjá Mikines, í sorgtungu kompositiónunum hjá Hamferð, ekspressivu yrkingunum hjá Øssuri Johannesen og í nógvari aðrari myrkurs-pest-og-patos-dyrkandi list.

Útgávan er ognað Rasmusi Rasmussen, sum onkursvegna hoyrist aftur á útgávuni t.d. í fyrsta sanginum, Deytt ljós og í teimum mongu stórgrátandi gittarljóðunum á útgávuni, sum eisini heilsar Øssuri Johannesen bæði tekstliga og tónleikaliga. - Nei, tað er ikki við mýkindum og verkætlanin tykist ikki tilvildarlig heldur, her hómast ein greiður ansur fyri dygd á permuni á húsanum (Elinborg Lützen), á tekst- (Øssur Johannesen) og klædnavalinum (Barbara í Gongini), eins og talan er um ein bólk, ið tykist vera tónleikaliga á tryggari leið; sjálvt um dómadagsmálmur ikki er teirra vanliga heimabeiti, eru hetta royndir tónleikarar.

Hetta er øgiligt, her er myrkari enn innan fyri bæði eygna- og kistulok uttan hómingina av humor, kærleika ella øðrum tílíkum eksistentiellum glottum. Eg havi sitið í skýmingini í stovuni og lurtað við ekkafullum oyrum alt meðan hárini í nakkanum spakuliga reisast av óhugna og beint nú hyggur sonurin inn í hálvmyrkrið við líka stórum eygum sum eg havi oyru, hann spyr hvat hatta er fyri nakað, eg lurti eftir...

Fyrsta útgávan hjá bólkinum, sum eisini eitur Svartmálm, kemur út hjá Tutl í Februar 2018. Á útgávuni verða seks skeringar: “Deytt ljós”, “Vík frá mær”, Reiðmenn” og “Svartideyði”, ið er ein svita í trimum pørtum. Orðini til “Svartideyði” byggja á yrkingasavnið “Tá eg hoyri míni einsligu fótafet millum følnaðu heystbløðini” (2014) hjá yrkjaranum, listamanninum og tónleikaranum Øssuri Johannesen.

Plátan er framleidd av Svartmálm og Theodor Kapnas, upptikin av Theodor Kapnas í Studio Bloch og mastrað av George Nerantzis. Listin á plátuhúsanum er eftir Elinborg Lützen (1919-1995) og Uni Árting hevur sniðgivið og sett upp. Tá Svartmálm framførir live, eru teir ílatnir skikkjur, sum Barbara í Gongini hevur sniðgivið.

svartm.jpg

Steinprent Art Herning

IMG_5546.JPG

Júst farna vikuskiftið hevur Steinprent luttikið á listamessu í Herning, sum í ár fokuseraði uppá grafikk. Av somu orsøk fekk m.a. Steinprent størri uppmerksemi; viðtal var við Jan Andersson og við listafólkini Julie Sass og Svend-Allan Sørensen bæði á kunsten.nu og á art Herning - tey hava bæði tvey framleitt rættiliga nógv prent á verkstaðnum í Havn. Tey bæði á verkstaðnum, Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku lata væl at, áhugin hevur verið størri og tey fegnast ikki minst um, at Statens Kunstfond keypti eina røð av smáum, fínum prentum hjá Julie Sass. 

Steinprent var med på Art Herning, som i år havde særlig fokus på det grafiske medie. Af samme årsag var der lidt ekstra opmærksomhed om grafikken, og der var interview med Jan Andersson og med de to kunstnere, Julie Sass og Svend-Allan Sørensen både i kunsten.nu og på selve messen - de to kunstnere har skabt en del tryk på værkstedet i Tórshavn. Værkstedsfolkene, Jan Andersson og Fríða Matras Brekku er glade og tilfredse efter en travl kunstmesse, hvor de ikke mindst kan glæde sig over at Statens Kunstfond købte en række små, fine tryk af Julie Sass. 

Foto: Steinprent

Foto: Steinprent

Johanne Andersson og Julie Sass

Johanne Andersson og Julie Sass

Viðtal við Jan Andersson

Viðtal við Jan Andersson

Julie Sass

Julie Sass

Svend-Allan Sørensen

Svend-Allan Sørensen

Teitur í Elbenphilharmonien

elbenfilharmonien2.jpg

Í gjárkvøldið framførdi Teitur eina konsert í stórfingna konserthúsinum Elbenphilharmonien í Hamburg saman við Nico Muhly og orkestrinum Nordic Pulse. Konsertin var framførd fyri fullum sali – tað var útselt. Confessions, felagsútgávan frá 2016 hjá Teiti Lassen og amerikanska sangskrivaranum, Nico Muhly var á skránni, men harumframt spældu Teitur og Nico Muhly nøkur løg einsamallir, m.a. “Havnin er ein lítil bygd” fyri fýrahent klaver. Sambært Teiti var tað ein sonn uppliving at framføra inni í vakra og serstakliga væl ljóðandi salinum, sum Teitur heldur vera ein tann besta, hann hevur framført í.  

Ein útgáva er ávegis hjá Teiti – hon eitur I want to be kind og er upptikin í New York í fjør saman við Thomas Bartlett framleiðara, ið eisini er tónleikari og sum m.a. hevur samstarvað við Nico Muhly og Anthony and the Johnsons. Nakrar konsertir eru komnar á skránna og sum tað sæst her eru fleiri teirra longu útseldar.

teit.jpg
Elbenfilharmonien.jpg
teitur.jpg

Portraits of the loved ones - vernissage

o.jpg

Í gjár læt málningaframsýningin Portraits of the loved ones hjá Hansinu Iversen upp í Steinprenti. Her eru myndir frá upplatingini. 

Listakvinnan segði nøkur orð um framsýningina http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/01/26/hansina-snir-fram-steinprenti

Listakvinnan segði nøkur orð um framsýningina

http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/01/26/hansina-snir-fram-steinprenti

Ein dynamiskur snurritoppur av eini kompositión

Ein dynamiskur snurritoppur av eini kompositión

Áskoðarar práta og hyggja

Áskoðarar práta og hyggja

Onkur mynd strálar so nógv, at tað kenst hiti at henni

Onkur mynd strálar so nógv, at tað kenst hiti at henni

Tey lurta eftir listakvinnuni

Tey lurta eftir listakvinnuni

Vit práta

Vit práta

Listakvinnan hevur hongt hesa yrkingina hjá Tóroddi Poulsen á ein stólpa sum eina speiska tilsiping til  tann kommersiella partin av listaframsýningum

Listakvinnan hevur hongt hesa yrkingina hjá Tóroddi Poulsen á ein stólpa sum eina speiska tilsiping til  tann kommersiella partin av listaframsýningum

Gyðja og Hans Pauli við einari fittari ommuabbadóttir

Gyðja og Hans Pauli við einari fittari ommuabbadóttir

Ein røð av málningum

Ein røð av málningum

Í Steinprenti møtast listafólk - Zacharias Heinesen og Kim Kristensen

Í Steinprenti møtast listafólk - Zacharias Heinesen og Kim Kristensen

Serstakur silvurmálningur, sum minnir meg um David Bowie

Serstakur silvurmálningur, sum minnir meg um David Bowie

Vit prátaðu nógv

Vit prátaðu nógv

Tvær framsýningar - tvær listakvinnur

sigrunhansina.jpg

Sigrun Gunnarsdóttir og Hansina Iversen lata báðar upp hvør sína framsýning í dag, fríggjadagin 26.januar. Framsýningin hjá Hansinu letur upp í Steinprenti klokkan 15 og tann hjá Sigrun letur upp í Listasavninum klokkan 16. Sum myndirnar omanfyri indikera, er ein ávísur munur millum tær báðar listakvinnurnar av Eiði og úr Havn, sum arbeiða við heilt hvør sínum stíli. Myndirnar hjá Sigrun eru figurativar, naivar og symbolskar við surreellum staklutum, meðan Hansina enn sum áður arbeiðir nonfigurativt við skapum, hvørs litir og relatiónir støðugt umskiftast á bylgjandi myndaflatanum. Men hóast munir eru á hesum báðum, er eisini eyðsýndur líkskapur m.a. í teirri sannroynd, at báðar listakvinnurnar hava ment ein stíl, ið er sera egin og eyðkendur. Báðar eru somuleiðis akademiútbúnar, Sigrun Gunnarsdóttir á Kunst-akademinum í Keypmannahavn í 1980 og Hansina Iversen á Kunstakademinum í Helsinki í 1997.

25446290_714308335434550_2436139950156871681_n.jpg
27330072_10215726645982152_272795713_o.jpg