Sambært heimasíðuni hjá Kringvarpinum eru tær av landsins mentanaríløgum latnar, sum nevnast starvslønir, og eftir øllum at døma eru ikki minst kvinnurnar væl umboðaðar á listanum. Hansina Iversen, myndlistakvinna, hevur fingið trý ára starvsløn, og rithøvundarnir, Vónbjørt Vang og Marjun Syderbø Kjelnæs, hava fingið starvsløn í eitt ár.
Í nevndini fyri Mentanargrunnin sita: Ingun í Skrivarastovu, forkvinna, Annfinnur Heinesen næstformaður, Gulla Øregaard, Urd Johannesen og Leif Hansen. Eykanevndarlimir eru Sissal Kampmann, Dagfinn Olsen, Kristina Joensen, Sunnvá Bæk og Ivan Niclasen.
Fimm listafólk hava fingið starvsløn í seks mánaðir.
Tey eru Jóanes Nielsen, Carl Johan Jensen og Ingun Christensen, rithøvundar, Jóhan Martin Christiansen, myndlistafólk, og Sámal Blak, marglistafólk.
Haraftrat eru játtaðar 32 styttri starvslønir. Fýra av hesum eru til týðingar.
Tilsamans komu 128 umsóknir um starvsløn, harav 40 fingu starvsløn á tilsamans 173 mánaðar. Samanborið við í fjør komu sera nógvar frá rithøvundum og myndlistafólkum, sigur Mentanargrunnurin.
Grunnurin hevur eisini heimild at lata stuðul til í mesta lagi fýra íverkseta-skapandi listaarbeiði. 37 umsóknir komu til íverkseting.
Tey, sum hava fingið stuðul í ár, eru Hanni Bjartalíð, myndlistafólk, Jensina Olsen, marglistafólk, Búi Rouch, koreograftur, og Jóhannus á Rógvi Joensen, tónleikari og framleiðari.
Hesi fingu starvsløn í 2018 19. februar 2018 Jákup Sørensen 3 mánaðir Solby Anna Christiansdóttir 2 mánaðir Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard 3 mánaðir Jens Dam Ziska 3 mánaðir Anja Tell 2 mánaðir Anný Djurhuus 3 mánaðir Kári Sverrison 2 mánaðir Ingun Christensen 6 mánaðir Carl Jóhan Weikert Jensen 6 mánaðir Hans Tórgarð 2 mánaðir Martin Christiansen 6 mánaðir Jóanes Nielsen 6 mánaðir Guðrið Poulsen 1 mánað Marjun Syderbø Kjelnæs 12 mánaðir Niclas Johannesen 3 mánaðir Kristina Ougaard Sørensen 3 mánaðir Knút Olsen 2 mánaðir Rannvá Holm Mortensen 1 mánað Hansina Iversen 3 ár Heðin Ziska Davidsen 3 mánaðir Rakel Helmsdal 3 mánaðir Frants Jensen 1 mánað Tóroddur Poulsen 3 mánaðir Hans Jacob Kollslíð 2 mánaðir Anna Sofía Jørgensen 3 mánaðir Lena Nicolajsen 3 mánaðir Janus á Húsagarði 3 mánaðir Thomas Rubeksen 3 mánaðir Mattias D. Kapnas 3 mánaðir Tummas Jákup Thomsen 3 mánaðir Maria Winther Olsen 3 mánaðir Torfinnur Jákupsson 3 mánaðir Vónbjørt Vang 12 mánaðir Sámal Blak 6 mánaðir Sakaris Stórá 3 mánaðir Kim Simonsen 3 mánaðir Bruno Mikael Eysturstein 3 mánaðir Durita D. Andreassen 2 mánaðir Sigrun Gunnarsdóttir 3 mánaðir Dávur Djurhuus 3 mánaðir