Jóannis Kristiansen 100 ár
/Í dag, mánadagin 12. februar 2018, eru tað 100 ár síðani, at listamálarin Jóannis Kristiansen varð føddur.
Í hesum sambandi hevur systirsonurin, Petur Martin Petersen í Fuglafirði, opið hús á Bøvegi 16 millum kl. 13.00 - 20.00, har áhugaði kunnu koma inn á gólvið at síggja nakrar av málningunum hjá leirvíksmálaranum og fáa eitt prát. Petur Martin og Jóannis vóru tætt knýttir, og prátaðu teir ofta saman um list, umframt at teir í felag avgreiddu nógv av praktisku viðurskiftunum, sum eisini eru partur av lívinum hjá einum listafólki. Vinarlagið vardi líka til deyða Jóannisar 3. mars í 1988. Leirvíkingar fara eisini at hátíðarhalda dagin við eini afturlítandi framsýning í Báta- og listasavninum, sum eftir ætlan letur upp týsdagin 13. februar. Sí t.d. facebook síðuna hjá savninum.
Jóannis Kristiansen var eins og fleiri onnur føroysk listafólk næmingur hjá Axel Jørgensen professara á Kunstakademinum i Keypmannahavn, ið fekk so ómetaliga stóra ávirkan á eitt heilt ættarlið av listafólkum.
Jóannis Kristiansen var fyrst útlærdur málarasveinur. Hann fekk síðani undirvísing í tekni- og máliskúlanum hjá Niels W.Rasmussen og var árini 1944 til 1948 næmingur hjá Axel Jørgensen. Ein annar næmingur hjá Jørgensen var Ingálvur av Reyni, hann sigur í filminum Svartur sannleiki, at Jørgensen var ein so mikið góður lærari, at tað var ringt hjá næmingum at koma sær víðari frá hansara næstan dogmatisku mótsetningslitlæru.
Samanborið við málningarnar hjá Ingálvi av Reyni, er Jóannis Kristiansen nógv hóligari og meira trúgvur mótvegis myndevninum. Sostatt hava myndirnar hjá Leirvíksmálaranum eitthvørt siðbundið yvir sær við denti á tað føroyska, á landslagið, bátin og bygdina, men hinvegin er Jóannis Kristiansen rættiliga stíltryggur og sín heilt egni hvat litum viðvíkur. Og sjálvt um konstrastlitir síggjast í fleiri av málningunum, so víkir hann undan skipanini við at halda uppá sítt egna slag av ljósmálaríi - tað kann vera gylt, men ofta er tað blátt sum vit síggja tað á hugfarsliga bát í bátamyndini í erva. Í nøkrum persónslýsingum frá umleið 1970 er tað eins og tekur ljósið púrasta yvir og tá verða myndirnar meira abstraktar. Málningar hjá Jóannisi Kristiansen eru í ogn hjá fleiri søvnum, t.d. Listasavni Føroya og Betri Trygging.