Í kvøld var fyrsti partur av sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar sendur í Kringvarpi Føroya. Nógv hevur verið reklamerað og mong hava verið spent at síggja sendingina og tað við góðari grund. Hesin fyrsti parturin er eins spennandi og undirhaldandi og hann er informativur og áhugaverdur. Hann hevur undirheitið Ein kelda á Skálafjørðinum og snýr seg altso um karismatisku samkomuna Kelduna.
Spurningarnir, ið verða viðgjørdir í sendirøðini eru: Hvat gera føroyskar samkomur fyri at vaksa seg stórar og sterkar? Hví hevur tað týdning, at menniskju koma til persónliga trúgv á Jesus og leggjast afturat? Og í hvønn mun taka føroyskar samkomur støðu til aktuellar politiskar spurningar, sum eyðkenna okkara samtíð?
Hetta er ein kritisk og gjøllig dokumentarsending. Hon verður stýrd av einum gløggum og vitandi verti, sum av sonnum tykist vera komin á rætta miðlahill. Heini í Skorini hevur havt aðrar sendingar í Kringvarpinum, m.a. var hann vertur í mentanarsendingini Reflektión í sjónvarpinum í 2010. Tá minnist eg eina eitt sindur súrliga viðmerking í einum annars positivum ummæli á Listablogginum um at sendingin tað sama kundi havt heitið Religión, tá tað nú var høvuðsevnið.
Tó er einki at ivast í, at átrúnaður nú sum tá hevur stóran týdning og ávirkan í føroyska samfelagnum og at evnið tískil er viðkomandi at viðgera. Sendingin byrjar mitt í sekulera høvuðsstaðnum, har tann útskeldaða humanisman/ógudiligheitin verður undirstrikað við eini hóming av jazzbandagrenjan úr Blábar og kulturradikalum undirtónum av bláum býarlívi. Vit eru frá fyrstu mynd í góðum hondum, tað syrgir fotografurin Hans Petur Hansen fyri alt í meðan verturin greitt og djarvt leggur fram treytir og karmar hjá sendirøðini, harumframt eisini sítt egna átrúnaðarliga og akademiska bakstøði.
Nú er undirritaða ein av teimum nokk so síðhærdu humanistunum í Havn, ið tessvegna ikki kann vita hvat tey í Kelduni halda um sendingina, men frá mínari síðu av hegninum upplivdi eg ein nuanseraðan og informativan dokumentar við fordómaleysum viðtalum við fitt, glað og sannførd fólk, sum so fegin vilja vinna ein aftrat fyri Jesus og sum eyðsýniliga ikki síggja nakran trupulleika í teirri fyri mær púra ógudiligu sameiningini av hard core materialismu/kapitalismu og religión, sum verður praktiserað. Fyri tey í Kelduni snýr tað seg um ævinleikan, tey trúgva uppá ein veruligan himmal og eitt veruligt helviti, verður sagt og tí rinda tey pening til Kelduna sum siður var áðrenn reformatiónina - ikki eitt orð um kamelar ella nálareygu.
Og so er tað sjálvandi eisini nokk so forvitnisligt at vera voyeur og sleppa við á møti og hoyra bimlandi eksotiska tungutalu saman við knallhørðum kapitalistiskum áheitanum um at seta pengar inn á konto hjá samkomuni. -Tey sáa inn í Guðs ríki og rinda tíggjund fyri at sleppa inn í um girðingina í Himmiríkinum. Tað tykist markleyst naivt at kalla vitleyst, men sær út til at rigga, og eg haldi eisini, at sendingin gevur eina ábending um hvat tað er, sum trekkir ikki minst ungdómin til. Tað eru onnur ung fólk sjálvandi, tónleikur og góðar tónleikaumstøður, eitt sindur av suggestión, ein bein lívskós, góður felagsskapur og nokk so nógv klemm, tí tað er nokk so fysiskt tað heila í teirri karismatisku og eftir øllum at døma eisini homofobisku rørsluni.
Samkomuleiðarin Pauli Høj tosar um eitt ávíst antikristiligt og humanistiskt rák ímóti kristnum virðum í nútíðini og vit hitta Arna Klein Abrahamsen, sum bæði er kristin og samkyndur og sum ikki følir, at pláss var fyri hesum í Kelduni, har hann var ungdómsleiðari. Á brotum úr røðum í Kelduni skilja vit, at homoseksualitetur verður fataður sum eitt slag av ólevnaði, nakað sum mann kann velja til og frá. Vit fáa eisini at vita, at samkoman og umboð hennara nokta at viðgera hetta málið í sendingini. Men í staðin fyri at brúka hetta sum eitt bíligt poeng og eina upplagda, skynsama avhøvdan av praksis hjá Kelduni, fær Arni Klein Abrahamsen tíð og høvi til at greiða frá, at hann særdi mong, tá hann kom út sum samkyndur og at hann tessvegna ikki følir tað rætt at ganga á møti í Kelduni. Hann ákærir ongan, men stendur sera sterkur í allari sínari eyðmýkt.
Hetta við nuansunum er ein orsøk til, at sendingin er so góð sum hon er. Og so tað, at hon byggir á eina haldgóða grund av vitan, samrøðum og kanningum á samrøður og á eina kanning, sum í tølum greinar átrúnaðarlig viðurskifti. Í fyrsta partinum vísti kanningin hvussu átrúnaðarliga polariseringin í føroyska samfelagnum tykist geografiskt grundað.
Tað besta við sendingini í kvøld var, at áskoðarin sjálv slapp at gera sær niðurstøðurnar, tær verða ikki gjørdar fyri okkum eins og vit áður hava upplivað tað í øðrum sendingum. Takk fyri tað - eg gleði meg til teir komandi fimm partarnar í Gud signi Føroyar.