Við báli, dómi og fanansskapi

svartmalm.jpg

Tað er ikki við mýkindum, men við báli, dómi og fanansskapi, teir geva sína fyrstu útgávu út, Svartmálm, við stórbærum, sorgblíðum tónalandsløgum og eini glepsandi deyðsmessurødd, sum hvæsir og goysir svartasta dapurleika burtur úr sær.

Konseptið er so myrkt, at eg fyrst hugsi, at tað er stílsliga karikerað, tí so myrkt er tað ongastaðni. Eg fari skeiv, sjálvandi, tí myrkur hevur sama listarliga relevans sum ljós, og tað er sama slag av bølamyrkri, ið hómast í deyðamálningunum frá 30´unum hjá Mikines, í sorgtungu kompositiónunum hjá Hamferð, ekspressivu yrkingunum hjá Øssuri Johannesen og í nógvari aðrari myrkurs-pest-og-patos-dyrkandi list.

Útgávan er ognað Rasmusi Rasmussen, sum onkursvegna hoyrist aftur á útgávuni t.d. í fyrsta sanginum, Deytt ljós og í teimum mongu stórgrátandi gittarljóðunum á útgávuni, sum eisini heilsar Øssuri Johannesen bæði tekstliga og tónleikaliga. - Nei, tað er ikki við mýkindum og verkætlanin tykist ikki tilvildarlig heldur, her hómast ein greiður ansur fyri dygd á permuni á húsanum (Elinborg Lützen), á tekst- (Øssur Johannesen) og klædnavalinum (Barbara í Gongini), eins og talan er um ein bólk, ið tykist vera tónleikaliga á tryggari leið; sjálvt um dómadagsmálmur ikki er teirra vanliga heimabeiti, eru hetta royndir tónleikarar.

Hetta er øgiligt, her er myrkari enn innan fyri bæði eygna- og kistulok uttan hómingina av humor, kærleika ella øðrum tílíkum eksistentiellum glottum. Eg havi sitið í skýmingini í stovuni og lurtað við ekkafullum oyrum alt meðan hárini í nakkanum spakuliga reisast av óhugna og beint nú hyggur sonurin inn í hálvmyrkrið við líka stórum eygum sum eg havi oyru, hann spyr hvat hatta er fyri nakað, eg lurti eftir...

Fyrsta útgávan hjá bólkinum, sum eisini eitur Svartmálm, kemur út hjá Tutl í Februar 2018. Á útgávuni verða seks skeringar: “Deytt ljós”, “Vík frá mær”, Reiðmenn” og “Svartideyði”, ið er ein svita í trimum pørtum. Orðini til “Svartideyði” byggja á yrkingasavnið “Tá eg hoyri míni einsligu fótafet millum følnaðu heystbløðini” (2014) hjá yrkjaranum, listamanninum og tónleikaranum Øssuri Johannesen.

Plátan er framleidd av Svartmálm og Theodor Kapnas, upptikin av Theodor Kapnas í Studio Bloch og mastrað av George Nerantzis. Listin á plátuhúsanum er eftir Elinborg Lützen (1919-1995) og Uni Árting hevur sniðgivið og sett upp. Tá Svartmálm framførir live, eru teir ílatnir skikkjur, sum Barbara í Gongini hevur sniðgivið.

svartm.jpg