Várframsýningin 2018

Málningurin hjá Jens Dam Ziska var á Várframsýningini í fjør

Málningurin hjá Jens Dam Ziska var á Várframsýningini í fjør

Framsýningin er skipað av felagnum FØROYSK MYNDLISTAFÓLK Framsýningin gongur fyri seg á LISTASAVNI FØROYA Innlatingarfreist fyri uppskot: MIKUDAGIN 7. MARS 2018 – KL. 18:00 Fernisering er: FRÍGGJADAGIN 6. APRÍL 2018 – KL. 16:00 Framsýningin er opin: 7. - 29. APRÍL 2018 Várframsýningin er ein sokallað "sensurerað" framsýning. Skipað hevur verið fyri Várframsýning síðani 1990, og tískil er hetta 29. framsýningin í røðini. Eyðkennið fyri Várframsýningina er at úrvalsnevndin er samansett av listafólki, sum skipa fyri og velja verkini út til framsýningina. Hendan nevnd er vald av limum felagsins. Yvirskipaði arbeiðssetningurin fyri Várframsýningina er hugtakið “Art for Art’s Sake”. Tískil er salong vorðin ein fastur táttur í samband við framsýningina. Salong er heitið fyri eina samkomu millum luttakandi listafólkini, har gingið verður runt í framsýningini, soleiðis at listafólkini kunnu fáa møguleikan at kjakast um verkini hjá hvørjum øðrum, og á tann hátt kveikja eina mentan har kjak og samrøða millum listafólkini gerst ein týðandi partur av framsýningini. Úrvalsnevndin fyri Várframsýningina 2018 er: Randi Samsonsen Jón Sonni Jensen Annika Gregoriussen

HVØR KANN LATA VERK INN TIL METINGAR Á VÁRFRAMSÝNINGINI?

Ein og hvør kann lata verk inn til metingar, bæði einstaklingar sum bólkar eru vælkomin at lata verk inn. Nevndin vil eisini sera fegin leggja dent á at ALLAR listagreinar hava áhugað! (myndlist, installatiónslist, videolist, ljóðlist, framførslulist osfr.)

NÆR ER UMSÓKNARFREISTIN? Innlating av verkum gongur fyri seg umvegis teldupost, tað vil siga við talgildari skjalprógvan av verkunum. Hetta skal latast inn í seinasta lagi mikudagin 7. mars 2018 – kl. 18:00

SENDAST SKAL TIL HENDAN T-POSTIN: Varframsyning2018@gmail.com

HVUSSU NÓGV VERK KUNNU LATAST INN? Tað ber til at lata í mesta lagi 10 verk, líka mikið hvør tøknin er. Fyri hvørt verk skulu í mesta lagi latast inn 4 myndir. Ynskiligt er at myndatilfar verður latið inn í formi av einum pdf, soleiðis at talið av viðfestum fílum verður avmarkað mest møguligt, so betur yvirlit er á innsenda tilfarinum. Eitt videoverk ella líknandi verk, kann eisini latast inn sum ein leinkja til heimasíðu ella líknandi. Tó skal skal tað vera heilt greitt hvat verk verður latið inn til metingar. Verkini skulu ikki vera eldri enn 2 ár.

HVAT SKAL LATAST INN SAMAN VIÐ VERKUNUM? Verkini skulu latast inn umvegis teldupost. Hvørt verk (fíla) skal vera navngivið við navni á listafólki, og nummari. Umframt hetta skal latast inn: 1) Ein greiður listi við nummari á verki og tilhoyrandi heiti, ár, stødd/longd, nøgd/upplag (til dømis í samband við grafiskt verk, foto osv.), tilfar, prísur, og annars aðrar viðkomandi upplýsingar. 2) Ein listi við navni á listafólki, telefonnummar og t-postur. 3) Eventuelt stutt frágreiðing (okkurt um 5-10 linjur) um tankarnar handan verkini. GG! Skjalprógvan/myndir skulu vera av nóg høgari góðsku, so at nevndin ikki er í iva, hvussu verkið sær út!

NÆR OG HVUSSU FÆR EIN BOÐ UM VERKINI ERU VIÐ Í FRAMSÝNINGINI ELLA IKKI? Avgerðin hjá nevndini verður send út umvegis t-post, sum er nevndur á listanum, sum verður sendur við verkunum. Umsóknarfreistin er mikudagin 7. mars 2018, kl. 18:00, og svar verður sent út 2-3 dagar eftir freist, ella í seinasta lagi eina viku seinni.

UM EITT VERK VERÐUR VIÐ Á FRAMSÝNINGINI, HVØR STENDUR SO FYRI UPPHEINGJAN OG LÍKNANDI? Nevndin fyri Várframsýningina stendur fyri hesum, og tekur sær fullan rætt til at skipa yvir framsýningini og hvussu verk verða hongd upp.

HVUSSU ER VIÐ TEKNISKARI ÚTGERÐ? Listafólk ið lata verk inn, sum krevja tekniska útgerð (uppvørpu, skerm, ljóðanlegg osfr.), hava sjálvi ábyrgdina av hesum, og skal tilhoyrandi tekniska útgerðin latast inn saman við verkunum. Set teg í samband við nevndina frammanundan umsóknarfreistina um neyðugt.

NÆR OG HVAR SKULU ÚTVALD VERK LATAST INN? Um tíni verk eru útvald til Várframsýningina 2017 skal hetta latast inn á Listasavni Føroya mánadagin 2. Apríl 2018. Listafólkið stendur sjálvt fyri flutningi av verkunum, bæði til og frá Listasavni Føroya. Verkini eru tryggjað meðan tey verða sýnd fram á Listasavni Føroya frá 6. apríl til og við 29. apríl 2018.

UM EITT VERK VERÐUR SELT? Verður eitt verk selt, verður 20% av prísinum á verkinum latin til Føroysk Myndlistafólk. Tískil skal hetta vera íroknað prísinum, sum stendur á listanum, sum verður latin inn við verkunum. Peningurin verður útgoldin, tá ið keypari hevur goldið alla upphæddina til Føroysk Myndlistafólk.

ØLL VERK SUM IKKI VERÐA SELD, SKULU AVHEINTAST Á LISTASAVNI FØROYA, TÁ IÐ FRAMSÝNINGIN LETUR AFTUR, Í SEINASTA LAGI: MÁNADAGIN 30. APRÍL 2018 - Kl. 12:00 !