Í gjárkvøldið var eitt innslag um Jóannis Kristiansen í sendingini Lyst í sjónvarpinum. Tað var systirsonur Leirvíksmálaran, Petur Martin Petersen, sum væl og rørandi greiddi Solby Christiansdóttir frá málaranum, ið eyðsýniliga kendi seg syndraðan millum tær vónir, sum pápin og samfelagið hevði til hann og hugin til list. Sjálvt uttan forstáilsi frá pápanum megnaði Jóannis Kristiansen at útbúgva seg, hann gekk á Niels W. Rasmussens málara- og tekniskúla í Keypmannahavn í 1941 og hjá myndahøggaranum Ib Schmedes í 1942 og síðani á kunstakademinum hjá Aksel Jørgensen, professara. Málningarnir hjá Jóannisi Kristiansen eru at síggja ymsastaðni í bankum og í Listasavninum. Teir eru lættir at kenna aftur tí málihætturin er sera konsekventur við sjónligum málistrokum, ið endurgeva flykrandi ljós. Eg hugsi, at hesin stílur kki minst hevur ávirkað ein málara sum Heðin Kambsdal, ið tó sameinir henda stílin við okkurt poppkent í sínum lýsingum av ymiskum kendum persónum, sum hann í málningunum plaserar onkrastaðni í vøkru náttúruni kring Fuglafjørð. Myndevnini hjá Jóannis Kristiansen eru somuleiðis stað- og siðbundin, hansara málningar kunnu í grundini tykjast eitt sindur gamaldags við skiftandi kvaliteti (hvørki av hesum er óvanligt), men innslagið um Leirvíksmálaran var rørandi og lat upp fyri kensluborna tómleikanum í fleiri av málningunum av bygdarløgum, bátum og landsløgum. Tað er nemandi at uppliva einsemið og tómleikan í myndunum og hoyra um royndina hjá listamanninum at koma til sættis við pápan. Ein tann seinasta myndin, Jóannis Kristiansen málaði, tá hann var deyðasjúkur, var við pápanum í huga. Tað var útróðrarbáturin hjá pápanum aftur av Norðhavinum við fullum seglum. Tað er ein andsøgn ímillum málaðu fegnu støðuna og ta sannroynd, at báturin er tómur. Síggið innslagið her: