SOLI DEO GLORIA á Tjóðpallinum
/17.februar verður frumframførsla á Tjóðpallinum, tá verður SOLI DEO GLORIA framførdur. 12 SØGUR UM at finna, merkja, fáa, geva, líta á, missa, varðveita, tora, trúgva upp á og ynskja KÆRLEIKA
SOLI DEO GLORIA eftir Peter Asmussen er ein kaleidoskopiskur leikur um okkum menniskju í støðum har tørvurin á kærleika er størstur og evnini at elska eru minst. Ein leikur um at vera á lívi og at vera í lívinum.
Peter Asmussen (1957-2016) var danskur rithøvundur, dramatikari og leikritahøvundur. Hann vann tvær ferðir Reumert virðislønina sum ársins dramatikari, fyrru ferð í 2010 fyri INGEN MØDER NOGEN og seinnu ferðina í 2016 fyri SOLI DEO GLORIA. Peter Asmussen skrivaði harumframt m.a. filmshandritið til Breaking the Waves saman við Lars von Trier í 1996.
Peter Asmussen skrivar beinrakið og uttan stórvegis undirtekst og hann letur leiklutirnar siga tingini bart út. Í grundgevingini fyri at lata Peter Asmussen Reumert prísin fyri SOLI DEO GLORIA segði dómsnevndin m.a:
“Í SOLI DEO GLORIA vísir Peter Asmussen ein einastandandi málsligan og dramaturgiskan neyvleika, sum setir hann í heimsflokk saman við Strindberg, Bergman og Norén. Við eini beinhart skamtaðari frásøgn lýsir Asmussen stuttar leikmyndir, sum í spenninum millum søgulig tíðarskeið og geografisk støð upploysir frásøgurúmið til eitt ongamannaland - eitt dreymaspæl.”
Væl komin til SOLI DEO GLORA - seinasta meistaraverkið hjá Peter Asmussen.
LEIKSTJÓRI: Christoffer Berdal
PALLMYND & LJÓSDESIGN: Turpin N. Djurhuus
LEIKRIT: Peter Asmussen
TÓNLEIKUR: Sakaris
LEIKARAR: Hans Tórgarð, Beinta Clothier, Gunnvá Zachariasen og Allan Dalsgarð
TÝÐING: Hans Tórgarð
Steinprent í Art Herning
/Í vikuskiftinum tekur Steinprent lut á stóru Art Herning listamessuni. Listheimasíðan kunsten.nu tekur somuleiðis lut og fokuserar á tað tey kalla fyri endurføðingina av prentlistini. Ritstjórin Matthias Hvass Borello fer at gera samrøður við listafólkini og við Steinprent. Á heimasíðuni liggja nú samrøður við Svend-Allan Sørensen, Julie Sass og Jan Andersson. Sí her:
https://kunsten.nu/journal/maa-gerne-ligne-snittet-min-barndoms-ladeport/
https://kunsten.nu/journal/trykkets-genkomst/
https://kunsten.nu/journal/sten-fornyet-pres/
Afturvend skap mynda nýggj sambond
/HANSINA IVERSEN - NÝGGIR MÁLNINGAR
Fríggjadagin 26.januar klokkan 15-17 letur Hansina Iversen upp málningaframsýning í Steinprenti. Á framsýningini verða nýggjar myndir framsýndar við felagsheitinum “Portrait of the loved ones”. Heitið ber brá av figurativum portrettmyndum, men er í veruleikanum ein tilsiping til egin verk og til skap i verkunum hjá listakvinnuni Hansinu Iversen, ið øll árini hevur verið trúføst móti sínum egna listarliga, nonfigurativa útgangsstøði.
Heitið á málningunum kom, tá listakvinnan helt seg kenna aftur onkur skap, sum hava verið í hennara málningum áður. Tað eru hesi skapini, ið tykjast vera komin afturíaftur, og sum málarin skýrir at vera síni elskaðu/ Portrait of the loved ones. Men sjálvt um okkurt kent hómast í organisku formatiónunum, er nakað púra frískt og nýtt í samansetingunum av hesum skapum. Kompositiónirnar tykjast um somu tíð meira einfaldar og meira kompleksar enn tær hava verið við ávikavist gjøgnumskygdum og óglærum skapum, sum umskarast og bylgja fram og aftur í huga áskoðarans eins og eitt slag av afturlatnum mystiskum súmbolum, samstundis sum málaðu skapini kennast sansaliga sjálvsøgd. Summi teirra sýnast dynamisk við ferð á málingastrokunum, onnur standa sveimandi still á myndaflatanum. Bæði dýpd og flata verða herd orsakað av litavalinum, tá grunnir, flatir pastellitir møta djúpum, reinum litum.
Tað sama er galdandi fyri hesar myndirnar sum fyri allar aðrar abstraktar myndir, at tær spæla við okkara fatan. Av sær sjálvum roynir heilin javnt og samt at finna fram ímyndandi liðir í litflatunum. Men tað er merkiliga torført í hesum føri, tí skapini í nýggju myndunum hjá Hansinu Iversen onkursvegna flyta seg undan øllum afturkenningum, allýsingum og greiningum. Hetta kemst m.a. av mótsetningunum millum ta trídimensjonalu, rúmligu grundina í myndini og tey púra fløtu skapini, sum liggja og darra omaná eins og partar av klippmyndum í eini heild, ið skiftir skap alt eftir hvar áskoðarin fokuserar.
Øll eru hjartans vælkomin!
Performance og list í Svendborg - Jóhan Martin Christiansen
/Fotomyndir: David Stjernholm
Leygardagin læt framsýningin Vibrant Matter upp í SAK í Svendborg, har ymisk listafólk hava skapað verk, sum samskifta við standmyndir hjá Kai Nielsen. Millum tey framsýnandi var Jóhan Martin Christiansen, sum umframt standmyndir eisini hevði eina performance á føroyskum. Her eru myndir frá framsýningini, standmyndin hjá Kai Nielsen, sum Jóhan Martin Christiansen tók støði í, umframt teksturin, sum hann framførdi leygardagin.
Her, við hetta borðið.
Set teg niður.
Gestur mín.
Eg skal vísa tær.
Tá hetta borðið verður til.
Vígt av kettunnar andlitum.
Tankar millum okkum.
Vit.
Boðberarnir.
Bera mynstur á okkum frá gomlum dna.
Sama mynstur sum skinnið hjá avkominum.
Yvirlivilsisætlan.
Gávan sum krígsboð.
Speglingar.
Súreplasaft.
Andlitsmorl.
Tankar sum spiónir í verkinum.
Hyggi eftir mær sjálvum í speglinum á baðirúminum.
Eri vorðin eitt sindur rundur.
Rivan millum beinini.
Tankar í okkum frá eini aðru ferð.
Tíð.
Her við speglið.
Tær verður gjørd ein gríma.
So skal tú síggja tína andlitsmynd.
Vit stíga inn í annan heim.
Hagar.
Vit falla.
Heldur enn at grava meg niður onkrastaðnis.
Hvat man fara at koma.
Sum verður mær tillutað
Soleiðis skal eg gera.
Gips.
Ein hattur.
Lukturin frá kertiljósi.
Við lukti altso.
Vit eru úr sama frumvølli.
Vísir seg hvørja ferð punktini krossast.
Eg hati tað.
Avdúking.
Mín kroppur.
Stoyping.
Formur.
Standmynd.
Kai Nielsen.
Ývið jarn.
Rustur.
Úld bløð úr viðarlundini.
Reyvarholið sum upphavsstaður.
Og mjúkir formar.
Endurtøka.
Gras.
Vit standa í Enghaveparken.
Støð skjótast.
Hundalív.
Fullkomiliga í ørviti.
Ývnu bløðini úr viðarlundini taki eg við suðureftir.
Tey skulu gerðast partur av standmyndini.
Javnfjart.
Typiskt eg.
Face Off.
Andlit sum gjaldoyra.
Hon, Venus, vil slikka mannin handan oyrað.
Líðingin.
Siðahald.
Ein gongubrúgv.
Landsløg verða til.
Lið um lið.
Ein madrassa úr svørtum skúmi og sveitta.
Dreymaløg.
Undir er ein gipsflati á hjólum.
Undir.
Lat falla, sum ikki kann standa.
Vakurleiki og fall.
Tey hinumegin staðfesta.
Stempla.
Lat tað koma sum kemur.
Eitt kervi av tankum av skuggum av sjónum av pínu og gleði.
Ein sorgarleikur um eina ósjónliga villiniborg sum sveimar omanfyri og dýnir ravløðing niður í heysin av og á.
Ger eitt lítið skarð.
Trýstið lættir og regnið kemur.
Alt blotnar.
Klæðið myndar mynstur við umhvarvinum av landslagnum.
Hetta er myndin av nýggja landslagnum.
Fjálturkendur.
Eftir regnið.
Niður.
Omandottin og fall.
Grasið er flaknað.
Gras og leyv er stappað saman móti jørðini.
Sum skrivað stendur, skal hetta lesast.
Eg leggji meg flatan.
Nei, á síðuna við arminum upp undir høvdið.
Afterð.
Venus er fallin.
Kai er Kai er Kai.
Eg læsi hurðina upp.
Kaikiosk.
Og taki hattin av.
Súreplini eru til sølu.
Heilsa í náttarmyrkrinum.
Venus.
Tú og eg.
Skuggar.
Ein eftirmynd.
Av dreymum.
Skuggar.
Tú og eg.
Í dreymunum.
Skuggar til sølu.
Andlit til andlit hyggja tey eftir hvørjum øðrum.
Andlit grógva inn í hvørt annað.
Skifta um pláss.
Venus hevur avgjørt at beina fyri andliti hansara.
Andlitsvevnaður.
Andlit vovin í landslagið.
Eitt landslag uttan skuggar.
Klæðið lá á landslagnum.
Vit hava kropið eftir markinum.
Hálað myrkrið við okkum.
Spor gloymd í tí vit ikki sóu.
Vit hava latið spor liggja eftir okkum.
Spor koma fram í endurskinum.
Skuggastoypingar.
Og svørt sól.
Beint eftir er stríðið millum eygað og myndevnið avgreitt.
Alt er sum tað plagar.
Undirgrundin dregur alt lív aftur til sín.
Eftir standa leggir við brúnum bløðum.
Krúllað sum snerktur leykur.
Sólin hongur lágt á kvøldbláa baksýninum.
Ein blóma við svørtum høvdnum svarar aftur.
Relieffini.
Vektin á verkunum móti míni.
Sentimetur fyri sentimetur.
Allar staðir og ongastaðni.
Innií og uttaná.
Flóttar og samráðingarfólk samstundis.
Á flatuni.
Yvir flatuni fann tíðin eitt stað.
Eg royni at spáa um eina framtíð.
Evni móti evni.
Eg eti av súreplinum.
Fólk hyggja.
Vit síggjast.
Eitt land til sølu.
Kai Nielsen: Venus við súreplum. Fotomynd: Wiki
Soli Deo Gloria
/Fotomynd: Tjóðpallur Føroya
Á Tjóðpallinum venja tey í løtuni leikin Soli Deo Gloria hjá Peter Asmussen, sum verður frumframførdur 17.februar. Danski leikstjórin, Christoffer Berdal, sum eisini leikstjórnaði Stovugenturnar hjá Jean Genet, er komin til Føroya og at døma eftir myndini, sum Tjóðpallurin hevur lagt á sína FB-síðu, hevur Berdal góð fólk at arbeiða við.
Her verður nógv meira um hetta sama seinni, tá vit hava fingið meira kunning um leikin, men eftir øllum at døma er talan um ein serstakan leik. Tey donsku ummælini av uppsetingini á Betty Nansen í fjør eru eitt sindur ymisk, men tey flestu vóru positiv, m.a. Anne Middelbo Christensen, hvørs ummæli í Information byrjar soleiðis: Peter Asmussen har gjort det igen: Skrevet et stykke dramatik, der er så skarpt og menneskeklogt og kynisk, at man næsten ikke kan rumme det. Her er ikke en replik for meget eller for lidt. Her er alt, som det skal være...”
Mentanarvirðisløn landsins 2017
/Mikukvøldið 24. januar 2018 fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at handa árligu virðislønirnar til lista- og mentafólk fyri 2017.
Virðislønirnar fyri 2017 eru tríggjar í tali:
Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
Heiðursgáva Landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 kr. Hon verður latin ungum listafólki undir 30 ár, sum hevur víst serliga góð evni og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin til ungt listafólk verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.
Sum siðvenja er verða nøvnini á teimum, sum fáa mentanarvirðislønirnar, ikki kunngjørd fyrr enn tá virðislønirnar verða handaðar.
Í ár verður tað á almennari samkomu í Bygdarhúsinum í Miðvági mikukvøldið 24. januar 2018, og øll eru vælkomin.
Tey, ið áður hava fingið virðislønir, eru hesi:
Mentanarvirðisløn Landsins
1998: Regin Dahl
1999: Jens Pauli Heinesen
2000: Ingálvur av Reyni
2001: Eyðun Johannessen
2002: Gunnar Hoydal
2003: Hanus Kamban
2004: - eingin virðisløn latin
2005: Tita Vinther
2006: Zacharias Heinesen
2007: - eingin virðisløn latin
2008: Ebba Hentze
2009: Kári P.
2010: Sunleif Rasmussen
2011: Jóanes Nielsen
2012: Tóroddur Poulsen
2013: Tróndur Patursson
2014: Torbjørn Olsen
2015: Annika Hoydal
2016: Rúni Brattaberg
Heiðursgáva Landsins
2001: Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
2002: Axel Torgarð
2003: Ólavur Hátún
2004: - eingin heiðursgáva latin
2005: Emil Juul Thomsen
2006: Jógvan Isaksen
2007: - eingin heiðursgáva latin
2008: Martin Tórgarð
2009: Laura Joensen
2010: Jonhard Mikkelsen
2011: Kristian Blak
2012: Marianne Clausen
2013: Árni Dahl
2014: Tey av Kamarinum
2015: Palli Gregoriussen
2016: Steinprent
Aðrar virðislønir
Málrøktarvirðisløn Landsins
2010: Jóhan Hendrik Winther Poulsen
Serstøk virðisløn
2006: Jón Hilmar Magnússon
2001: Ebba Hentze
Virðisløn til ungt listafólk
2011: Sakaris Stórá, filmslistamaður
2012: Silja Strøm, myndlistakvinna
2013: Trygvi Danielsen, yrkjari
2014: Mattias Kapnas, tónleikari
2015: Andrias Høgenni, filmslistamaður
2016: Anna Malan Jógvansdóttir, yrkjari
Vibrant Matter – list í samskifti við Kai Nielsen
/Leygardagin 20.januar klokkan tvey letur framsýningin Vibrant Matter upp í Svendborg í SAK, har teirra savn av standmyndum hjá kenda danska myndahøggaranum Kai Nielsen (1882-1924) verður sett í dialog við nútíðarlist. Millum tey framsýnandi, sum sambært kunsten.nu eru týðandi listafólk, er føroyski listamaðurin, Jóhan Martin Christiansen.
Kai Nielsen (DK), Jesper Just (DK), Kate Cooper (UK), Rolf Nowotny (DK), Sandra Mujinga (NO), Emil Westerman Hertz (DK), Lea Porsager (DK), Lea Guldditte Hestelund (DK), Nanna Abell (DK), Christine Overvad Hansen (DK), Astrid Svangren (NO), Uffe Isolotto, Jóhan Martin Christiansen (DK/ FO), Andreas Rasmussen (DK), Jacob Kirkegaard (DK), Nina Nowak (D) og Moa Alskog (SE).
https://kunsten.nu/artguide/calendar/vibrant-matter-i-dialog-med-kai-nielsen/
Jóhan Martin Christiansen er í holtur við at seta sítt verk upp
FOTO av Facebooksíðuni hjá SAK
Silja Strøm TAÐ STERKA Í TÍ STILLA
/Tá Mentanargrunnur Landsins í fjør boðaði frá sínum listarligu íløgum og raðfestingum, skiltist, at listakvinnan, Silja Strøm úr Vestmanna hevði fingið 1 ára starvsløn. Hon arbeiðir fram ímóti eini serframsýning í Listasavni Føroya, sum vit kunnu gleða okkum til.
Men millum tær mongu myndirnar á Myndaódnini 2017 í Steinprenti, eru nøkur steinprent, sum Silja Strøm gjørdi har á verkstaðnum í oktober í fjør. Hetta eru leikandi lættar myndir, figurativar við abstraktum myndaliðum, ið eru greitt disponeraðir við ljómandi klárum grundlitum og bylgjandi linjum. Eg haldi sjálv, at henda røðin av steinprentum er óvanliga væl eydnað og havi tessvegna spurt listakvinnuna, Silju Strøm, um hvørjir tankar eru aftanfyri
Silja Strøm greiðir frá, at hon - áðrenn hon fór undir uppgávuna at gera fýra nýggj steinprent, ið skuldu vera jólagávur hjá eini føroyskari fyritøku, hugsaði nógv um ymiskar mátar at lýsa hvussu vit menniskju hava tað, hvat vit ynskja okkum, og hvat okkum dámar. Listin hjá Silju snýr seg altíð á ein ella annan hátt um menniskju, okkara lutir og okkara umhvørvi, og listakvinnan heldur tað vera áhugavert at finna eitt hóskandi sjónarmið at arbeiða við í hesum samanhanginum.
Silja greiðir soleiðis frá: “Eg havi skapað fýra stillar løtur úr gerandisdegnum. Fólk ið hvíla, fólk ið arbeiða, fólk ið dansa, fólk ið skeldast, fólk ið stríðast, fólk ið klemmast. Lutvíst meira málandi í støðum og bert lýst í litríkum strikum og mynstrum, eru ting, tíð og stað heldur tilsipingar av fjarstøðuni millum hesi tingini, teirra eigarar og teirra umhvørvi. Gerandisdagurin kann framkallast við sera einkultum myndum: kaffigrugg í koppinum, tá tú ert liðug at drekka kaffi, strikur av nutella í smørinum, tað sum køliskápið luktar av, teposar í vaskinum, tá posin við matvørum frá FK er so tungur, at plastikkið grevur seg niður í hondina á veg heim, ljóðbitin tá tíðindini byrja í Útvarpi Føroya. Tílikar myndir kunnu framkalla sterkar kenslur, hóast (og kanska akkurát tí) tær eru so vanligar.”
Listakvinnan sigur, at hennara verk í fleiri ár hava snúð seg um søgur, hennara arbeiðshættir um endurtøkur og mynstur, og hvussu hesi varpa ljós á frávikini, tað løgna, tað stuttliga, og tað sum er spennandi: “Til dømis havi eg goymt allar mínar innkeypslistar í 3 ár, og samlað teir í eini mappu við teirri hugsan, at eg einaferð fari at brúka teir til eina verkætlan, men tað er vorðin ein umráðandi áminning, eg nú eri glað fyri at eiga, um tað stilla virksemið sum fer fram samstundis sum spennandi listaverkætlanir og uppgávur, ið er tað eg annars brúki meginpartin av míni orku til, verða loystar. - Tó er hetta ikki nøkur nostalgisk ella melodramatisk myndarøð, ið t.d. lýsir tað romantiska í tí, vit uppliva dagliga. Í myndunum er eitt tilvitað samanspæl millum anakronistiskar hendingar, tilvildarligt pynt, og listarligar og gerandis grundspurningar. Vit síggja til dømis eitt ófrættakent akslatræ, ið upploysist til flákrandi, dekorativar strikur, og ein buksuleysan mann, ið frá mynd nr 2 í røðini og til ta síðstu og 4. myndina ikki finnur sínar buksir. Sigast kann í hesum sambandi, at listaverk eru úrslit av rutinu. Eitt listafólk hevur eins og øll onnur eitt arbeiðslív við ætlanum og vónum, ið eru knýttar at hissini staklutum í gerandisdegnum. Eitt listaverk er onkursvegna ein yvirgongd millum blonku tilgjørdu flatuna ið er klár at mála á, og staðið har listafólkið arbeiðir og býr. Smálutirnir vit uppliva dagliga, byggja í stigum grundarlagið fyri teir heilt stóru spurningarnar, vit annars fást við, politiskt, filosofiskt, listarligt og sosialt”.
Hesar myndirnar, sum Silja Strøm greiðir so áhugavert frá, eru sum áður nevnt enn framsýndar í Steinprenti, so far og hygg.
Stutt men góð mentanarsending
/Í kvøld verður nýggja mentanarsendingin í sjónvarpinum send á fyrsta sinni. Hon eitur LYST og varar í sekstan minuttir - so hon er ikki drúgv, men tað ger minni um hon bert er konsentrerað, forvitin, kritisk við fakligari dýpd og tað haldi eg, at LYST er. Týdningarmestur er títtleikin, og LYST kemur HVØRT fríggjadag eftir Dag & Viku akkurát sum ordiligt. Tað er frálíkt og fyri neyðini.
Henda fyrsta sendingin hevur 3 evni á skránni; kitsch/list í almenna rúminum, ein hollendskur fagottleikari (við óvanliga góðum máloyra), sum spælir í Føroya Symfoniorkestri og vakra nýggja býráðshúsið í Gøtu. Kim Simonsen greiðir frá teirri truplu bileggingarlistini og frá hugtakinum kitsch, hann heldur ikki, at ein og hvør skal sleppa at seta upp standmyndir í stíl við Nykin. Sambært Jóhan Martini Christiansen mælir LISA til, at mann brúkar okkurt slag av fakligari ráðgeving í sambandi við uppseting av listaverkum í almenna rúminum. Hetta er alt skilagott og áhugavert at hoyra um og so er tað eitt serstakliga gott hugskot at fara út úr húsinum at gera mentanarsending. Kanska fara tey onkuntíð út at vitja listafólk, atelier og arbeiðsrúm kunnu vera ómetaliga spennandi.
Finnur Koba riggar væl sum sjáldsama óroksutur og miðvísur vertur, men hóast hann partvíst tekur leiklutin á seg at forsvara Nykin, so haldi eg, at sendingin hevði verið (enn) betri um hon vardi eitt sindur longri, um fleiri listasløg vóru umboðað og um t.d. okkurt umboð fyri tey, ið dámar og hava avgjørt at seta Nykin upp, eisini slapp framat. List er jú eitt samfelagsmál júst sum onnur samfelagsmál, og tí skal listin viðgerast á sama hátt bæði lystiliga og kritiskt frá øllum síðum.
Alt hevur sína tíð og beint nú er tíðin ikki til atfinningar, men til frøi um, at list loksins verður tikin í álvara í sjónvarpinum. Eg gleði meg til komandi fríggjakvøld.
Ein svartur kassi aftrat í høvuðstaðnum
/Svartir kassar er nakað, vit sambinda við vanlukkur. Tað verður leitað eftir svørtum kassum, tí í teimum býr svarið um orsakirnar til vanlukkurnar. Men ikki allir svartir kassar hava sama upplýsandi og sissandi árin.
Nógv kjak hevur verið hesar seinastu dagarnar um nýggju løgreglustøðina í Havn, sum mynd var av í miðlunum nú ein dagin. Hetta vísti seg at vera ein skeiv mynd, men sjálvt um myndin nú er rættað, tykist enn ónøgd valda um bygningin. Lat okkum fyrst hyggja at ónøgdini og síðani at bygninginum.
Eitt fongsul?
Fleiri halda bastanta, afturlætna bygningin minna um eitt fongsul – til tað er at siga, at tað hevði ikki verið so galið, um talan í roynd og veru var um eitt fongsul. Vit eru millum heimsins ríkastu lond, men enn í 2018 senda vit okkara kriminellu av landinum júst sum vit fyrr i tíðini sendu tey, sum manglaðu eitt bein ella á annan hátt bóru brek, til Danmarkar. Tað var blóðskeivt tá í tíðini og í dag er tað púra óskiljandi.
Illvilji móti danskarum
Eitt annað undrunarvert í hesum sambandi er stóri illviljin móti danskarum, sum m.a. sæst á viðmerkingunum á netinum til ta nýggju politistøðina. Fólk ilskast um politistøðina, sum verður hildin at vera óføroysk og eitt danskt monstur, kolonialur arkitekturur, og ein skrivar: “Danir hata jú føroyingar, so at ein danskur arkitektur kemur við einari slíkari tekning, undrar meg slettis ikki”. - Tað er í og fyri seg áhugavert, at so nógv fólk halda seg halda danskan arkitektur vera ljótari enn føroyskan arkitektur - teir allarflestu av føroysku arkitektunum eru hóast alt útbúnir á danska akademinum, men hugburðurin tykist serliga løgin, tá hugsað verður um, at hetta svarta húsið estetiskt rakar beint á ein serstakan stíl, sum hevur breitt seg sum ein grá- og svartmálað stovnspest um høvuðsstaðin.
Opinleiki
Í ætlanum hjá donsku løgregluni fyri hvussu stovnurin skal rekast er opinleiki eitt lyklaorð. Løgreglan skal virka fyri tryggleika, trygd, friði og ordan í samfelagnum. Í stuttum skal løgreglan tryggja, at landsins lógvir verða fylgdar og at tey, sum bróta tær, verða rættarsøkt. Men harumframt er løgreglan ein modernaður servicefyritøka, sum skal vegleiða, virka kriminalpreventivt, útskriva pass og onnur skjøl osfr. “Politiet er derfor også en moderne servicevirksomhed, der forsøger at være åben, imødekommende og i dialog med borgerne. En sådan åbenhed er nemlig afgørende for, at borgerne kan bevare den tillid til politiet, som er nødvendig for, at politiet kan udføre sit arbejde...”.
Samanborið við aðrar bygningar, t.d. tann bygningin, har løgreglan húsast í løtuni Yviri við strond, er hesin nýggi bygningurin á Húsabrúgv ikki skelkandi ljótur sum so. Men ein relevantur spurningur er hvørt nýggi bygningurin harmonerar við visiónunum hjá løgregluni – signalerar bygningurin blíðskap, beinasemi og opinleika? Tað haldi eg ikki.
FAKTA
Bestiller
Rigspolitiet
Kunde
Færøernes Politi
Rådgiver
Arkitektfirmaet Kent Pedersen
Ingeniør
Ingeniørfirmaet LBF og PB Consult
Budget
110 mio. kr.
Areal
3126 m2
I brug
2019
BIG: Politistøð í New York
Í Hobro eru tey fegin um nýggju politistøðina. Myndin her omanfyri er frá inngongdini til støðina í Hobro. Myndin ovast er frá R.C.Effersøesgøtu, haðani bygningurin sær afturlatin út. Møguliga er støðan ein onnur, um vit síggja bygningin hinumegin.
Góðar listavónir
/Sigrun Gunnarsdóttir: Í køkinum (1977)
Vit hava júst sett hol á eitt spildurnýtt listaár og hava nógv spennandi í væntu. 22.-28. januar 2018 skipar Havnar Jazzfelag fyri Vetrarjazz fyri 10. ferð. Hetta verður hátíðarhildið við eini áhugaverdari skrá av føroyskum og útlendskum jazzi, einum høvuðsnavni, sum sambært tíðindaskrivinum fer at blása øll um koll, og einum stórfingnum jazz-maraton endabresti. Í 7 dagar fara 23 bólkar at spæla 28 konsertir á 9 ymsum spælistøðum: Norðurlandahúsinum, Reinsarínum, Kaffihúsinum, Havnar Kirkju, Sirkus, Perluni, Hvonn, SMS og Blábar.
Jack Kampmann
Í Listasavninum eru umframt Várframsýning og Ólavsøkuframsýning tvær retrospektivar framsýningar á skránni. 26. januar letur framsýning upp við málningum hjá Sigrun Gunnarsdóttir og í maj verða málningar hjá Jack Kampmann at síggja í Listasavninum. Kampmann gekk á Kunstakademinum í Keypmannahavn í 1933-34 og kom í 1941 við bretska herinum til Føroya og búði her í mong ár. Málningarnir hjá Jack Kampmann hava eitt ávíst føroyskt brá. Koloristisku, kubistisku myndirnar av bygdum við havi eru næstan sum ein syntesa av føroyskari list, men í veruleikanum er talan um list við fronskum íblástri hjá einum listamanni, sum hevði ómetaliga stóra ávirkan á føroyska myndlist. Listaáhugað munu somuleiðis kenna sermerkta myndamálið hjá listakvinnuni av Eiði, sum hon hevur ment á síni virkisleið hesi seinastu fjøruti árini. Stílurin er tilvitað naivur, surrealistiskur og symbolskur. Evnini eru mytisk, átrúnaðarlig/kristilig og tilverulig.
24.februar letur ein spennandi framsýning upp í hølunum hjá Skipasmiðjuni MEST í Havn. Tað er framsýningin LONELY HEARTS upp hjá Hansinu Iversen og Jóhan Martini Christiansen, sum eg fari at skriva nógv meira um í næstum.
Torbjørn Olsen
Gamla Seglhúsið í Klaksvík boðar frá, at tey aftur í ár hava eina spennandi røð av listaframsýningum: Listframsýningarnar eru allar skipaðar sum søluframsýningar. Februar - Bárður Jákupsson.
Mars - Arnold Vegghamar. Apríl - Philippe Carré & Ole Jacob Nielsen. Mai - Helgi Joensen (NO). Juni - Torbjørn Olsen (Fernisering á Norðoyastevnu). Juli 2018 Stongt. August - Eyðun av Reyni (Fernisering á Summar-festivalinum). September - Heðin Kambsdal. Oktober - Øssur Mohr. November - Edward Fuglø. Desember - Zacharias Heinesen.
Silja Strøm
Í Steinprenti á Skálatrøð í Havn ber enn til at síggja Myndaódnina við t.d. frálíku, nýggju prentunum hjá Silju Strøm. Henda framsýningin hongur uppi til 3.februar. á framsýningin. Frá 5.februar verða nýggir málningar hjá Hansinu Iversen at síggja og her hava áskoðararnir gott í væntu - tað kann eg longu siga, tí eg havi sæð málningarnar áðrenn teir fóru til Danmarkar á framsýningina Seeing the Unseen. Eg skrivaði eina grein um hesa uppliving: http://www.listaportal.com/tidindi/2017/10/19/kvirran-verkinum
Randi Samsonsen
Frá 3.mars ber til at síggja nýggj prent hjá Mariusi Olsen í Steinprenti og 7.apríl hevur Hanni Bjartalíð framsýning. 12.mai letur framsýningin hjá Randi Samsonsen upp og 29.juni sýnir Claus Carstensen fram. Harumframt verður ein summarframsýning við verkum hjá ymiskum listafólkum og serframsýningar hjá m.a. Peter Callesen og Onnu Seppälä. - Í Smiðjuni í Lítluvík verða eisini nógvar framsýningar eg gleði meg til framsýningina, sum Elin Josefina Smith hevur frá 25. til 30.mai, ivist ikki í, at hon verður serlig!
Elin Josefina Smith
Claus Carstensen
Anna Seppälä
Marius Olsen
Eisini í Saatchi Gallery í London verður føroysk list at síggja í ár, meira um hetta, seinni.
Open call VATN Norðurlendsk Salón
/Norðurlandahúsið í Føroyum bjóðar øllum norðurlendskum og baltiskum myndlistafólkum at lata verk inn til framsýningina VATN – Norðurlendsk Salón, sum verður millum 16. juni og 17. august 2018.
Tilmeldingarfreistin er 26. mars 2018, og freistin at lata verkini inn er 28. mai 2018. Ein dómsnevnd metir um innsendu verkini og velur tey, ið verða við á framsýningini. Allir myndlistamiðlar og snið eru vælkomin, men øll verkini skulu vera tengd at evninum vatn.
Vatn bæði bindur og skilur okkum í Norðurlondum. Harumframt hevur vatn givið okkum eina ørgrynnu av symbolskum og formligum møguleikum í listasøguni. Frá tí ímyndaliga til tað úrtøkiliga. Frá sjómálningum til hugtakslig samtíðarverk.
Framsýningin gevur eitt boð uppá, hvussu listin í dag viðger hesa lívgevandi, men eisini týnandi, evnasambinding. Tað politiska, tað skaldsliga. Tað evnisliga, tað flótandi. Tað fornsagnarfrøðiliga, tað verkliga, tað fagurfrøðiliga. Øll sjónarhorn eru vælkomin.
Norðurlandahúsið í Føroyum vil savna norðurlendsk listafólk, so nýggj sambond millum tey og verk teirra kunnu knýtast.
Norðurlandahúsið fíggjar flutningin av listaverkunum, umframt ferðing og uppihald fyri nøkur útvald listafólk.
Innskriving við telduposti til opencall@nlh.fo
Telduposturin skal tilskila:
Navn, føðingarár, tjóðskap og bústað.
Heiti og mátini á verkinum, umframt týðandi praktiskar upplýsingar.
Í mesta lagi 200 orð um verkið, og hvussu tað er tengt at evninum vatn. Teksturin kann vera á einum skandinaviskum máli ella á enskum.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast frá Inger Smærup Sørensen, verkætlanarleiðara, á: inger@nlh.fo
(Foto: Tilvildarlig mynd)
OPEN CALL WATER NORDIC SALON
The Nordic House in the Faroe Islands would like to invite all Nordic and Baltic visual artists to submit works for the exhibition WATER – Nordic Salon, which will run from June 16 to August 17, 2018.
The deadline for registration is March 26, 2018, and the deadline for submission of works is May 28, 2018. A jury will assess all submitted works and select the pieces to be included in the show. All media and forms of expression within the visual arts are welcome, but all works must in some way relate to the theme water.
Water is both what unites and separates us in the Nordic region, and water has given rise to a whole range of symbolic and formal possibilities throughout the history of art. From illustrative to abstract forms. From maritime paintings to contemporary conceptual works. The exhibition will offer a take on how art relates to this essential, at once life-giving and devastating, chemical substance today. The political, the poetic. The physical, the fluid. The mythological, the practical, the aesthetic. All approaches to the theme are welcome. The Nordic House in the Faroe Islands seeks to bring together Nordic artists, in order to foster new networks among them and encourage new ties between their works. The Nordic House will fund shipment of the works, as well as the travel costs and stay for some selected artists. To register please write to opencall@nlh.fo
The registration must include:
• The artist’s name, year of birth, nationality and address.
• The title of the work, dimensions and any relevant practical information.
• Max 200 words about the work and how it relates to the subject water. The text can be in any of the Scandinavian languages or in English.
For further information, please e-mail project manager Inger Smærup Sørensen at: inger@nlh.fo
Listaárið 2017
/Ásannandi, at mann aftur í ár megnaði ársins maraton av brúnari sós, hómast 2018 onkra staðni í regninum nú tað dagar fyri einum nýggjum og vónandi spennandi listaári.
Listaárið 2017 var sjáldsama hendingaríkt. Fyri mítt viðkomandi byrjaði listaárið 6,januar við einum braki av einari konsert hjá Eivør Pálsdóttir, Mikael Blak, Høgna Lisberg, Halli Jonson og Turpin Napoleon Djurhuus í Sjónleikarhúsinum, tá vit trygt men við orku og nerv vórðu leidd gjøgnum universið hjá Eivør og hjá teimum kvinnuligu yrkjarunum, hvørs tekstir, hon hevur latið seg inspirerað av (Marjun S.Kjelnæs og Randi Ward). Har vóru nógvir av mínum yndissangum hjá Eivør, "Remember me", "Boxes" og "Rain" við K.D.Lang countrysligum kóri og mitt í rokanum var stilt og blátt og "Mjørkaflókar" og tað var sera rørandi, tá ljóðini og ljóðførini steðgaðu á eitt og eitt ísenn eins og ein stór, vøkur og væl smurd maskina, ið steðgar upp. - Eivør hevur longu prógvað, at tað var ein avgerð og íløga at avgera at veita henni 3 ára starvsløn úr Mentanargrunninum - vit gleða okkum til hennara komandi útgávur.
Mentanarvirðislønir landsins
25.januar vóru landsins mentanarvirðislønir handaðar á Seglloftinum á Tvøroyri. Mentanarvirðisløn Landsins 2016 varð latin Rúna Brattaberg, operasangara. Virðislønin, sum er 150.000 krónur, verður latin fólki, sum hevur skapað listaverk á høgum stigi, og í grundgevingini fyri, at Rúni Brattaberg fekk heiðurin, var m.a. sagt: “Tað lá kanska ikki í kortunum hjá bóndasoninum úr Fámará, at hann ein dag skuldi standa á mætasta operapallinum í heiminum, The Metropolitan Opera í New York og syngja Wagner - og tó. Á ungum aldri fór Rúni Brattaberg at syngja við kórinum Ljómi í Vági. Hóast upprunaliga útbúgvin dokumentarfotografur, var tað alskurin til sangin, sum dró. Hann megnaði at fáa pláss í kórinum á Den Kongelige Opera í Keypmannahavn, áðrenn hann nam sær víðari útbúgving í sangi, fyrst á Sibelius Akademia í Helsinki og síðan á International Operastudio í Zürich. Rúni hevur frá náttúrunnar hond eina serstakliga djúpa og orkufulla bassrødd og harumframt vilja og ágrýtni, sum ger, at hann í dag fær í boðimest áhugaverdu operaleiklutirnar fyri bass. Við leiklutum so sum Gurnemanz og Titurel í Parsifal og König Marke í Tristan og Isolde eftir Richard Wagner, sum Baron Ochs í Der Rosenkavalier eftir Richard Strauss og sum Osmin í Die Entführung aus dem Serail eftir Wolfgang Amadeus Mozart hugtekur Rúni Brattaberg áhoyrarar og ummælarar um allan heim.”
Heiðursgáva Landsins fyri 2016 var latin Steinprenti, við Jan Hartvig Andersson og Fríðu Matras Brekku. Í grundgevingin fyri heiðurin var m.a. sagt: “Grafiski verkstaðurin var settur á stovn í 1999. Eftir eitt tíggju ára skeið í hølum á Listasavni Føroya flutti verkstaðurin í 2009 oman á Skálatrøð og tók navnið Steinprent. Her, mitt í Havnini, hava Jan Hartvig Andersson og Fríða Matras Brekku skapað eitt kveikjandi listaligt umhvørvi, ið dregur at sær bæði føroysk og altjóða listafólk. Steinprent, sum hevur útgerð í serflokki og góð framsýningarhøli, er karmur um eitt livandi umhvørvi, har listafólk hava góðar umstøður at virka og miðla sína list, og har listaáhugað kunnu uppliva list í heimsflokki. Men mest av øllum eru tað fakligu førleikarnir, kreativu tilgongdirnar og arbeiðshugburðurin hjá Jan Hartvig Andersson og Fríðu Matras Brekku, sum draga listafólk at sær, og sum hava gjørt, at Steinprent í dag er eitt av fremstu grafisku verkstøðum í Norðurlondum.”
Anna Malan Jógvansdóttir fekk virðislønina til ungt listafólk. Virðislønin er áljóðandi 50.000 krónur og er ætlað at stuðla undir og stimbra ungum listafólki. Í grundgevingin fyri, at Anna Malan Jógvansdóttir, ekk Virðislønina til ungt listafólk, var m.a. sagt: “Í 2015 gav Anna Malan Jógvansdóttir út yrkingasavnið Undirfloyma, sum hon listprýddi sjálv. Saman við myndum og yrkingum ferðast vit gjøgnum ein holdbundnan og stundum ræðandi vakurleika ímóti einum heimi, har eymleikin vónandi bíðar.”
Tvær listaframsýningar í februar
Í februar upplivdi eg framsýningina Infinity hjá Beintu av Reyni, tað var tíverri ikki nøkur góð uppliving fyri undirritaðu. Beinta av Reyni málar realistiskar myndir við surrealistiskum brá, stílsliga er talan um pop art við poppkendum, fjølmentanarligum myndevnum. Tað undrar meg, at Listasavnið velur at satsa uppá eina listakvinnu í so stóran mun, at tey hýsa einari serframsýning við hennara verkum nú á øðrum sinni uppá tíggju ár, tá nú dygdin ikki er góð. Men tað sær út til, at Nils Ohrt, leiðari Listasavnsins dámar væl føroyska popplist – hetta sæst eisini á teirri føstu framsýningini í Listasavninum.
25.februar læt framsýning hjá Bárði Jákupsson upp í Steinprenti við málningum og grafikki. Ein ljós og litrík framsýning, har bæði spektrallitirnir og teir døkku, fjálgu jarðlitirnir vóru væl umboðaðir. Tað er eitt hugans landslag, sum Bárður málar, ið er merkt av poesi og máling; einum artistiskum hugsunarhátti og musikaliteti við penslastrokum ið ganga fýrisliga á skák niður eftir myndaflatanum við kenslubornum, stundum breiðum ella fínligum strukturum
Listaflog
Í tíðindaskrivi boðaði Atlantsflog frá, at 28. mars, ið er dagurin, Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni, verður dagurin, tá tann sonevndi Listaflog- stuðulin á 100.000 krónur verður latin til eitt ella fleiri føroysk listafólk ella listaverkætlanir. Stuðul verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk. Grunnurin varð stovnaður í desember 2016, tá eisini flotin hjá Atlantic fekk listafólkanøvn: William, Sámal, Ingálvur, Elinborg og Ruth. Í 2017 var stuðulin latin fyri fyrstu ferð, inn komu 30 umsóknir, sum søktu um tilsamans 1,5 mió. krónur. Avgjørt var at stuðla verkætlan hjá Hansinu Iversen og Jóhan Martin Christiansen Christiansen: “Talan er um eina verkætlan, har listaverk verða framleidd til høvið. Við at arbeiða beinleiðis á staðnum gerast listaverkini partur av, ella eitt, við rúmið. Staðspecifikk list er ikki er serliga kend í Føroyum. Ætlanin við at flyta listina úr atelierinum og inn í eina størri dimensjón er serstakliga áhugaverd . Eisini vekir samanrenningin millum hesi bæði dugnaligu listafólkini ans og gevur verkætlanini stórar menningarmøguleikar. Tí eru vit errin av at kunna geva Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen hendan fyrsta Listaflog-stuðulin, sum skal vera við til at leggja lunnar undir hesa listaverkætlan soleiðis, at hon kann verða framd í verki.”
Luftig Várframsýning
Í apríl læt Várframsýningin í Listasavninum upp. Undirheitið á mínum ummæli var: Nógv luft - og eitt lítið sindur av kærleika, villskapi og sorgblídni. Í ár var framsýningin kuraterað av Jóhan Martini Christiansen, Randi Samsonsen og Jón Sonna Jensen. Í mínum ummæli fegnaðist eg m.a. um málningarnar hjá Jens Dam Ziska, tí tað er langt síðani, eg havi sæð nakað gott nýtt í føroyskum málaríi. Hetta er um somu tíð stýrt og vilt málarí, sum hongur á balkongini í einari dynamiskari installatión. Sambært úrvalsnevndini sendu 48 inn verk, meðan bara 12 sloppu við á framsýningina.
Í Klaksvík og í Havn
Í Klaksvík tykist góða gongdin halda fram. Umframt góðar serframsýningar, hava tey brúkt gamla posthúskjallaran til listarligt virksemi, til listaframsýning og til sjónleik og tað tykist rigga væl. Hópin av áskoðarum leitaðu sær til Klaksvíkar at síggja Eyð Matras í leiklutinum sum kona Luther, Katarina von Bora í hennara egna leiki Morguntjørnan yvir Wittenberg. Í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík vóru fleiri áhugaverdar framsýningar í 2017 við eitt nú feðgunum Brandi og Tróndi Patursson við málningum og glaslist hjá teimum, ein onnur við Zachariasi Heinesen, Torbirni Olsen og Andreasi Andreasen, ein við Bárði Jákupsson, ein við Arnold Vegghamar og ein einastandandi góð málningaframsýning hjá Anker Mortensen, ið var nakað av tí besta, eg upplivdi av føroyskari list í fjør. 6.mai læt framsýningin Víkin fagra hjá Anker Mortensen upp í Steinprenti, sum eg sjálv kurateraði. Tað var Anker á pappír. Eitt tað fyrsta verkið, eg legði til merkis hjá listamanninum, var ein tekning, sum hekk ovarlaga á vegginum á Ólavsøkuframsýningini í 1996. Eg haldi, at myndin æt Hyljar og vøtn á Reynsmúlalág og eg haldi, at pappírið, hon var teknað á, var rukkut. Tekningin hugtók meg við sínum opinleika og radikalu abstraktión, og tá tann stóra, partvíst afturlítandi framsýningin hjá Anker var í Listasavninum, saknaði eg pappírspartin av verkunum. Málningarnir eru framúrskarandi, men tykjast onkursvegna meira lidnir og afturlatnir enn tekningarnar. Anker Mortensen hevur hesa seinastu tíðina búleikast í Hoyvík í húsinum hjá Ingun í Skrivarastovu og Kjartani Hoydal, sála, og hetta sást aftur í framsýningini, hvørs heiti eisini lænir íblástur frá yrkingini hjá Karsteni Hoydal, har yrkjaraegið minnist aftur á barndómsins fagra dal.
William Heinesen Myndlistamaður
Í summar var framsýningin William Heinesen Myndlistamaður í Listasavninum; ein relevant framsýning, har nógv verk í sær sjálvum mótprógvaðu eyðmjúka uppáhaldinum hjá Williami Heinesen um myndavirksemi sítt, at tað mest var til dagdvølju. Framsýningin inniheldur góð listaverk frá teimum ymsu periodunum hjá myndlistamanninum, Williami Heinesen, sum spegla áhugan fyri skiftandi modernaðum, europeiskum listarákum.
Her hingu romantiskar náttúrulýsingar og ævintýrkendar pastellmyndir, satiriskar persónslýsingar og dekorativar lýsingar av fólki og fæi í harmoni við umhvørvið. Meginparturin av verkunum vóru lænt og tískil máttu vit finna okkum í teimum øgiligu rammunum, sum tyngja summar myndir óneyðuga nógv. Harafturímóti var tað ein sonn fragd at síggja tær klippmyndirnar, sum vóru nýinnrammaðar við museumsglasi uttan afturskin. Uttan at vera darvaðar av skyggjandi glasi og yvirlessaðum rammum, sluppu hesar myndir at anda frítt og vísa, at tær halda sum listaverk í 2017. Hetta er til dømis galdandi fyri eitt høvuðsverk sum Njørður og Skaði; klippmyndin frá 1977 av fevningini millum tvey, sum sambært norrønari gudalæru giftust, men sum vóru ov ymisk til at kunna liva saman. Í myndini hjá Williami Heinesen er tað sum snýr allur heimurin seg um sameiningina millum hav- og fjallaveruna, sum eru avmyndað vinstrumegin miðjuna. Kring parið svimja havfrýr, fiskar, krabbar í einum skipaðum riðili av bláum og grønum formatiónum við reyðum, gráum og okkurlittum verum. Vit eru miðskeiðis í einari havhugmynd, sum snýr seg um lívsins uppruna.
Spor
19.mai læt framsýningin Spor hjá Jóhan Martini Christiansen upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Maria Bordorff helt upplatingarrøðuna og segði m.a: “....Da jeg for nyligt besøgte Jóhan i atelieret, sagde han, at de nye værker er mørkere end de andre. “De er måske ligefrem noget af det mest politiske, jeg har lavet” - citat Jóhan. Og det her med det politiske er jo noget, vi har talt om før, Jóhan og jeg. Hvornår er noget politisk? Det er et komplekst spørgsmål, som jeg ikke har tænkt mig at forsøge at svare på nu. Men hvis man skal pege på noget ved udstillingen her, som kunne understøtte en fornemmelse af, at noget politisk trænger sig på, så er det, at der er kommet nogle mere kropslige, mere kødelige værker til. Jeg tænker her især på de stumper af gipsafstøbninger af Jóhans eget ben, en fod, et skindeben og et knæ, som indgår i, hvad der kunne minde om en slagmark - eller et efterkrigsbillede - i udstillingsrummet ovenpå. Déroppe udspiller sig en kaotisk og tildels også ret dramatisk scene af liggende og stående skulpturværker i gips om rustent armeringsjern. Blandt andet er de afstøbninger af fundne materialer som bølgeblik og pap, med spor fra den jord, de har ligget på i form af græstotter eller folder fra et plastikunderlag, som har lagret sig i den størknede gips. På Færøernes Kunstmuseum var der flere, som bemærkede, at de lignede krigere, de her skulpturer, at de var karakterfulde... Det her med at værkerne ligner noget, at der opstår nogle billeder i deres taktile, materialepoetiske kvaliteter, er noget, der i høj grad optager Jóhan. Til gengæld er det ikke afgørende, hvad det er, vi ser. Måske synes man, at en af skulpturerne ligner et fugleskræmsel ja, måske ser man en religiøs reference i reliefferne derovre, som med deres linjer af aftryk fra plastiktape bliver en slags skrifttavler, eller en kunsthistorisk reference, som der i øvrigt også er masser af i Jóhans praksis. På den måde er det en udstilling, hvor det er sanserne mere en tankevirksomheden, som skal på arbejde...”.
Teitur sálmaskald
2017 var eisini árið, tá ein av okkara kendastu tónleikarum gjørdist sálmaskald. Hetta gjørdist greitt, tá nýggj donsk kirkjusangbók kom út og Teitur Lassen átti fleiri av løgunum. Teitur greiðir frá, at hann varð biðin um at skriva sangir og at vera við í verkætlanini, tá ið hon byrjaði: “Nógv fólk hava verið við og hava sent sangir inn og síðani hevur ein redaktión valt tilfar og roynt at savna saman gamalt tilfar, yrkingar og løg td. Anne Linnet, Simon Grotrian, sum passa til. Síðani hevur tilfarið verið royndarsungið í ymiskum kirkjun fyri at vita hvussu tað hóskar til felagssang. Tað er altavgerandi at teksturin og melodiurin situr soleiðis, at tú skal kunna syngja tað í fyrstu roynd. Sjálvur havi eg skrivað nýggjar tekstir saman við td. Jonas Breum og Dy Plambeck og havi eisini sett tónleik til orð av Ole Sarvig (Utroligheds frø) og Johannes Johansen (Bag gardinet). Uden dig eru orðini úr Goldbergs depressiónstest, sum eg havi sett upp til at vera ein sálm saman við Per Worm. Eisini er a capella sangurin Walking Up a Hill av Story Music vorðin týddur til dansk Højens top”.
Nonfigurativ list í Steinprenti
2.juni var mentanarnátt í Havn og nógv gekk fyri seg. M.a. læt framsýningin Abstrakt Summar upp í Steinprenti við málningum og prentum hjá Rannvá Kunoy, Hansinu Iversen, Julie Sass og Ian McKeever, sum eg sjálv kurateraði. Julie Sass og Ian Mckeever eru altjóða listafólk, sum framsýna kring allan heimin. Tey hava bæði verið partar av bókmentaligum verkætlanum í Steinprenti í ár, sum eisini vóru við á framsýningini. Harumframt vóru átta prent hjá Ian McKeever framsýnd, tey eru einlitt við einum einstøkum berandi liti, einum stórum litflata, sum at síggja til hongur og sveimar á pappírinum. Hetta eru at síggja til einfaldar og minimalar myndir, sum vaksa seg til maximal listaverk við ekspressivari megi. Prentini hjá Julie Sass hava eitt samansett brá av, at listakvinnan hugsar myndir sum eitt slag av konstruktión. Hennara myndir eru onkursvegna meira bygdar enn málaðar og ofta tykjast myndirnar spælandi bæði við skap og javnvág og við áskoðarans assosiatiónsmøguleikar. Bæði Rannvá Kunoy og Hansina Iversen eru vegarar innan føroyska, nonfigurativa list, sum tær á avgjørdan og konsekventan hátt hava arbeitt við í umleið tjúgu ár. Rannvá Kunoy hevur í mong ár rannsakað spenningsøkið millum rúm og flatu innan málningalistina og í sínum nýggjastu málningum røkkur hon nýggjar hæddir í síni roynd at gera tað ítøkiliga óítøkiligt. Hansina Iversen hevði bæði málningar og nýggj prent við á framsýningini, ið bóru boð um hennara framúrskarandi koloristisku førleikar. Hennara myndir tykjast bæði einfaldari og meira kompleksar enn nakrantíð, summar tykjast næstan sprongdar av ekspanderandi litflatum.
Filmshúsið
8.juli boðaði Poul Michelsen, landsstýrismaður frá, at hann hevði sett stýrið fyri nýggja Filmshúsið. Í stýrinum eru: Jan Berg Jørgensen, sum verður formaður, Marjun Niclasen og Jón Hammer, ið øll hava útbúgving og royndir innan film og miðlar, og eru virkin í Føroyska filmsumhvørvinum. Jan Berg Jørgensen hevur m.a. verið við til at byggja upp filmsverkstaðin Klippfisk, sum hevur havt sera týðandi leiklut í at menna filmsførleikar og filmsfólk í Føroyum. Marjun Niclasen hevur tikið lut í filmsframleiðslum og skipað fyri filmsfestivalum og Jón Hammer hevur somuleiðis verið við í fleiri føroyskum og útlendskum filmsframleiðslum.
Viscera Construct
12.juli læt framsýningin Viscera - Construct hjá Jón Sonna Jensen upp í hølunum hjá Granskingarsetrinum Inova á Hoyvíksvegi 51 í Havn, tað er har, sum Rúsan helt til fyrr í tíðini. Hetta var ein rættiliga stór serframsýning við 28 verkum, sum listamaðurin hevur gjørt til høvið, umframt einum ljóðlistaverki, sum Dan Helgi í Gong hevur gjørt til framsýningina. Til upplatingina var sum vera man eitt sindur ov nógvur gangur til heilt at hoyra áhugaverda auditiva verkið, sum sjóðar í bakgrundini og sum m.a. inniheldur ljóð av aluminium, ið gevur okkum eina øðrvísi sansaliga tilfarsliga uppliving Og ikki er tað á hvørjum degi, vit her á landi uppliva eina heila framsýning úr so mikið “ólistarligum” tilfari sum latex, aluminium, gips og polyurethan-skúmi, men vit kenna tilfarsvalið aftur frá t.d. Ólavsøkuframsýningum, FESKT og øðrum felagsframsýningum, sum Jón Sonni hevur luttikið í og fyri nøkrum árum síðani hevði hann eina áhugaverda serframsýning á Býarbókasavninum. Framsýningin Viscera - Construct er á sama spori, men hon er meira gjøgnumførd og stórsligin.
Bókmentaligt G!
Aftur í ár gekk leiðin á G-festival og aftur hesa ferð var tað fyri mítt viðkomandi ein listarligur og bókmentaligur festivalur meira enn hann var musikalskur. Bókmenta- og listatiltakið hjá forlagnum Eksil var størri og meira fjølbroytt í ár. Í tríggjar tímar var evnið Materialitetur og náttúra viðgjørt á ymsan hátt. Staðsetingin av tiltakinum var heilt óvanliga góð. Neystið og umhvørvið eru merkt av einum serstøkum vøkrum materialiteti við hópin av sporum av ymsum aktivitetum, sum hava gingið fyri seg har. Staðið var sostatt í sær sjálvum fult av inspirerandi materialiteti og var hóskandi karmur kring prát, upplestur og listaverkini. Jóhan Martin Christiansen hevði gjørt listaverk á staðnum, sum næstan passaðu ov væl til umhvørvið. Millum hús og neyst var tað sum, at tekstillistin hjá Jóhan Martini Christiansen kom eitt sindur niður á jørðina, samstundis sum tað tóktist ómetaliga vakurt har tað hekk.
Tóroddur heiðraður
Tóroddur Poulsen var mikið heiðraður í 2017. Undirritaða gav út bókina Úr myrkrinum og í sambandi við 60 ára føðingardagin, var evnisdagur í Norðurlandahúsinum við fyrilestrarøð um verkið hjá Tóroddi. Í summar var hann heiðraður við danska ADAM OEHLENSCHLÆGER, EMIL AARESTRUP, HERMAN BANG OG JOHANNES EWALD FONDENS LEGAT. Umframt heiðurin fekk Tóroddur 30.000 krónur frá grunninum, sum greiðir soleiðis frá treytunum fyri at fáa legatið. Tað verður latið: "en dansk forfatter, der har ydet en betydende indsats i dansk litteratur. Desuden er formålet at belønne en fremragende dansk lyriker, der har skabt ren lyrik, samt ved at henlede opmærksomheden på et litterært arbejde eller et forfatterskab af høj værdi." Dagin fyri føðingardagin læt framsýningin Tóroddur & Co upp í Steinprent. Umframt nýggj steinprent vóru eisini 42 objekt á framsýningini, sum hann hevur gjørt burtur úr bókum, ið eru pakkaðar inn ella mumifiseraðar og sum nú heilt ítøkiliga skulu lesast á nýggjan hátt.
Ársins kórkonsert?
Nógvir kórsangarar vóru á konsert hjá The King Singers í Norðurlandahúsinum og fleiri hava síðani sagt, at hetta var ársins konsert. Tíverri upplivdi eg ikki hetta sjálv, men eg var tó við á teirri herligu og væl skipaðu Kórstevnuni í Norðurlandahúsinum, tá Kamarkórið og Eksperiment vunnu heiður sum ávikavíst besta og stuttligasta kór. Seinni í árinum vann kórið Tarira tríggjar gullvirðislønir á altjóða kórkapping í Lloret de Mar.
Dreymar við havið
Filmslistarliga fevndi 2017 um ta stórhending, at ein føroyskur spælifilmur var til veruleika. Tað var filmurin, Dreymar við havið hjá Sakaris Stórá og Marjun Syderbø Kjelnæs. Høvuðspersónarnir eru Ester og Ragna, fremmanda gentan, sum kemur til bygdina at búgva, hon hevur gamlar strípur í hárinum, sigur “fokk” og er lokkandi øðrvísi, men sum eisini hevur sínar álvarsligu trupulleikar at dragast við. Eisini hennara tilvera er fullkomiliga treytað av liviháttinum hjá teimum vaksnu. Ester/Juliett Nattestad hevur kanska ta størstu avbjóðingina, tí hon broytist og mennist meðan Ragna/ Helena Heðinsdóttir er ein sálarliga sæð meira statiskur persónur, sum er tálmað og herd av sínum uppvøkstri. Men báðar spæla psykologiskt sannførandi. – Ert tú ein eingil, spyr lítli drongurin, Rókur Ester, men sjálvt um hon er góð og djørv eins og navnasystirin í Bíbliuni, er Ester eingin eingil. Byrjanarsálmurin í filminum myndar eitt slag av luftigum leiðimotivi frá byrjan til enda í filminum – síðsta ørindi ljóðar soleiðis: “O jesus, tú lívsins drottur, tú hoyrdi nú, hvat eg bað! Meg verja skal tín máttur, tá altíð mær lundin gerst glað. Tú send mær einglavernd tína, tá eg hiðan sovna skal, frels meg frá helvitis pínu, før meg í himmiríkis sal”. - Eina stund kunnu tey trý, Ester, Ragna og Rókur njóta eina stokkuta einglavernd í menniskjansliga hitanum hjá hvørjum øðrum.
Ómegd
Í september var leikurin Ómegd hjá Kristinu Sundar Hansen framførdur á Tjóðpallinum – ein ordiligur feel bad leikur, ið snýr seg um harðskap í parløgum. Leikurin er bygdur á bókina Um bara hann sló meg. Fimm frásagnir úr Kvinnuhúsinum, sum Súsanna Skaale gav út í 2013, umframt eina frásøgn frá einum manni, ið byggir á eina grein í íslendska miðlinum Stundin. Allar søgurnar eru altso veruligar og longu her ber til at staðfesta, at leikurin lýsir eitt evni av alstórum samfelagsligum týdningi. Spurningurin er so hvørt leikurin megnar at endurloysa evnið sum listaverk. Her er svarið meira ivasamt. Øll gera sítt dugnaliga íkast til, at leikurin skal vera góður. Trupulleikin er bara, at leikurin ikki ordiliga rørir meg har sum eg haldi, at hann ætlar at røra meg. Eg fegnist um at orð verða sett á eitt tabuevni og ikki minst, at javnstøða er í lýsingini; at Kristina Sundar Hansen fær sligið fast, at bæði kyn kunnu vera ávikavist offur og bølmenni og at altso eisini kvinnur kunnu vera óreinar, enntá við síni egnu børn. Staðfestingin av, at orsøkin er menniskjanslig ómegd og ikki óndskapur, er gløggskygd. Men onkursvegna upplivi eg leikin sum ópersónligan og óempatiskan og eg haldi, at hetta kemst av upprunatekstinum, sum er autentiskur, men vantar bókmentaliga, listarliga dygd. Hervið verður sjálvt fundamentið í leikinum ikki nóg gott.
Jóngerð Purkhús
Tann listaupplivingin, sum gjørdi meg mest bilsna í 2017 var tekstilframsýningin hjá Jóngerð Purkhús í Müllers Pakkhús. Jóngerð Purkhús arbeiðir við patchwork ella klútateppum, tvs. at hon klippir smáar lepar úr toyi og seymar tær saman eftir ávísum skipanum og tað er í litskipanunum og smáum forskjótingunum í skipanunum, at okkurt listarligt er. Eitt stórt myndateppi var sett saman av slipsum, men listakvinnan greiddi mær frá, at nógv av tilfarinum hevur hon keypt í Skálabúðini - ikki endiliga so vakurt toy, helt hon - øgiliga skjórut, stórblomstrut gardintoy við nógvum litum, men við sera góðari dygd, og hetta hevur hon brúkt til síni myndateppi. Handverkliga eru teppini ómetaliga væl úr hondum greidd og lítið er at ivast í, at nógv tíð er farin við at tekna, klippa og seyma, men tað handverkliga er ikki av størsta týdningi í hesum verkum – tað er tað listarliga!
Flugan hjá Tummas Jákupi
Ólavsøkuframsýningin hjá Trinu Gaard var fjøllbroytt og stuttlig við rúmum í rúminum og fjølbroyttum tøkni, sum í støðum geva upplivingar, ið eru átøkar teimum, ein fær á Eksperimentarium. Summum verkum mást tú leita eftir, so eg válaði runt eitt sindur sum fluga í fløsku, tá eg datt fram á eina einstaka mynd hjá Tummas Jákupi Thomsen og steðgaði á, tó, at hetta ógvuliga analoga og friðarliga verkið ikki ger stóran háva av sær í øllum ganginum í gamla framsýningarsalinum. Talan er um eina blýantstekning av tólv armbandsurum, sum eru sett á pappírsarkið eftir regluligari skipan við vísarum, sum vísa klokkutíðir frá 13 til 12. Ein merkiliga ómerkilig mynd, var tað ikki fyri svørtu fluguni, sum manifestarar seg miðskeiðis á myndini. Fyrst helt eg tað vera eitt sonevnt trompe l´oeil; sum vit síggja tað í málningum frá barokktíðini og í klassiskari list við eini flugu ella lutum, sum eru málaðir realistiskt og við trívídd, so at tað sær út sum um, at talan er um eina veruliga flugu, sum hevur sett seg á málningin. Eg mátti hyggja fleiri ferðir, men staðfesti, at svarti bulurin á fluguni í øllum førum var ítøkiligur, meðan beinini tóktust teknað. Kenni eg Tummas Jákup Thomsen rætt, er okkurt stuttligt við verkinum, sum hevur fiffiga heitið Ókend ur, men hetta er eisini eitt óhugnaligt verk, ið snýr seg um klokkutíðina, ið gongur javnt og samt, men sum einaferð heldur uppat, tá vit fara úr tíðini. Flugan er eitt gamalt, ófrættakent symbol fyri deyða, rot og upploysn, og verkið Ókend ur fær meg at hugsa um eina gamla yndisyrking eftir Carl Jóhan Jensen við heitinum Við svartari flugu. Yrkingin, ið hevur yvirskriftina líkskari 1951, er ein av rættiliga mongum ekfrasum í føroyskari poesi; ein sansalig lýsing av einum málningi hjá Mikines, sett upp sum sonnett, væl komponerað og komprimerað við ansi fyri mótsetninginum millum tað æviga í listini og fasta forminum og tí óstøðuga, stokkuta í likamligu dekompositiónini.
Sissal fekk Emmuna
Sissal Kampmann fekk Bókmentavirðisløn M.A.Jacobsens fyri bók sína, Sunnudagsland. Simme Jacobsen fekk virðisløn fyri mentanaravrik og Havnar Sjónleikarfelag fekk ta einu barnamentanarheiðurslønina; Hanna Flóvinsdóttir og Hjálmar Dam fingu hina barnamentanarvirðislønina fyri barnasjónleikir, sum tey hava sett upp.
Heimligar bøkur
Eg las fleiri góðar bøkur í fjør og fleiri teirra hava eitt heimkunnigt brá í huga mínum m.a. tí tær ganga fyri seg á støðum, eg kenni sera væl. - Tað er so ómetaliga merkiligt, at Boðanes av øllum støðum skuldi blíva eitt bókmentaligt stað. Hetta veðurbarda, ómentaða, vandamikla náttúruspæliplássið hjá børnum í Eysturbýnum frá tíðini, tá eingin vaksin legði nakað serligt í hvat børn gjørdu allan dagin, um bara tey møttu í skúla og til náttura, er nú motiv í bókmentum og myndlist. Yviri við Strond yvir móti Penaplássi og Boðanesi síggjast í dag yrkjarar spáka sær inspiratiónstúrar og yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen, Ferðamaður í egnum heimi byrjar við einum fagnaðarkvæði til grótbrotini. Tað byrjar við, at yrkjaraegið minnist aftur á tíðina, tá hann arbeiddi við at spreingja og bora í grótbrotinum á Boðanesi. Fleiri av yrkingunum eru skarpar eygleiðingar av ymiskum løgnum, sum er púra vanligt í okkara tið, t.d. Líkskoðan, ið snýr seg um tey mongu, ið hugna sær um kvøldarnar við at hyggja at ótepsiligum morðum í krimifilmum. Ein onnur yrking er ein heldur speisk viðmerking til okkara ólavsøkuvanar og onkra aðrastaðni merkjast frustratiónirnar um allar tær óseldu bøkurnar, ið hópa seg upp kring yrkjaraegið.
Gudahøvd
Gudahøvd hjá Jóanesi Nielsen tykist somuleiðis kent, vit kenna tað slitna yrkjaraegið og hansara poetiska univers, bæði tí yrkjarin sipar til sínar egnu yrkingar, men eisini tí talan er um ein rættiliga samanhangandi yrkingaheim við einum yrkjaraegi, sum bæði við ovurdirvi og ræðslu á la Munch í sjálvsmyndini millum klokkuna og seingina lýsir sítt egna aldurstreytaða likamsniðurbrot og tann æviga, glúpskt tivandi deyðan. Kroppurin hevur altíð havt sítt demonstrativa pláss í yrkingunum hjá Jóanesi Nielsen og tá er tað ikki tað vakra, idealiseraða templið, talan er um, men tað seksualiseraða og animaliseraða likamið ella í hvussu er ein staðfesting av, at vit í mongum eru sum djórini. Menniskjakroppurin verður javnan lýstur frá sínum minni flatterandi síðum og ikki er tað uttan humor; ein ógloymandi, surrealistisk lýsing er av øllum prostataharrunum, sum hvørja einastu nátt eru noyddir upp at pissa tríggjar og fýra ferðir.
Sær ein fuglabók av gloymsku
Ein týdningarmikil partur av framúrskarandi skaldsøguni hjá Carl Jóhan Jensen gongur fyri seg í grannalagnum hjá mær her í Rabarbukvarterinum. Tað hoyrist longu á heitinum, at fyribrigdið tíð hevur nógv at siga í nýggju skaldsøguni hjá Carl Jóhan; Sær/ein fuglabók av gloymsku. Ein treyt fyri at gloyma er, at minnast, at mann hevur upplivað nakað minniligt og tað hevur hon, høvuðspersónurin í bókini. Spurningurin er hvat. - Tað er høvundinum so líkt, at svarið ikki kemur soleiðis beint fram við eini lýsing av upplivingum hennara í tíðarrøð, sum miðvíst og effektiv boðar okkum frá grundunum til ta núverandi støðuna hjá kvinnuni. Nei, hesin rithøvundurin veit av, at sumt sæst best í myrkri ella í mjørka og okkurt er so eymt, at tað krevur sína tíð og sína konu at grava tað fram aftur. Konan er í byrjanini av bókini stødd á einum hotelkamari á Kongabrúnni. Árið er 1968 um tað mundið, tá Sovjet gjørdi innrás í Kekkoslovakia; ein kreppustøða, sum verður til vár, frælsi og nýggja byrjan hjá Europa og kanska eisini hjá Havnarkonuni. Men áðrenn hetta er nógv myrkur í bókini, har er púra avkøvt av mjørka. Vit hava sæð tað fyrr í ritverkinum hjá Carl Jóhan, at hann knýtir einstakar lagnur til størri samfelagsligar og søguligar hendingar og hetta sama er galdandi fyri nýggju skaldsøguna, ið hevur eitt realistiskt grundarlag, veruligar gøtur, bygningar, søguligar hendingar og persónar. Skaldsøgan snýr seg um minni og um at sættast við sína fortíð. Eitt krimiplott, eitt morð setir ferð á søgugongdina aftur í myrkrið og fram í eitt nýtt ljós. Høvuðspersónurin er fødd í Havn og uppvaksin í Brekkugøtu, men hevur seinastu mongu árini búð uttanlands. Nú er hon aftur í Havn í arbeiðsørindum. Hon skal skrivað um ein mann, sum hon kendi og sum nú tykist vera myrdur umborð á einum línubáti. Lesarin hevur alla tíðina varhugan av onkrum ósøgdum, burturskotraðum og av stórum einsemi. Tað vísir seg, at høvuðspersónurin hevur eitt undarligt lyndi til at ímynda sær persónar sum fuglar. Sjálv er hon ein svala, mamman ein dúgva, sum flaksar og gronast á loftinum. Ella kanska tað ella ikki. Skrivihátturin hevur við sær, at ikki bara høvuðspersónurin er í støðugum iva í um hon minnist rætt. Lesarin fer eisini at ivast, men í øllum ivanum og mjørkanum, daga fram sárir sannleikar og nýggjar sannkenningar.
Eitt ungt, originalt talent
21.oktober skrivaði eg um framsýningina hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir í Ostahúsinum aftan fyri Reinsaríið. Sum heitið: Our bodies are merely a shell which conceal our heavenly soul, var eisini framsýningin serstøk. Anný Djurhuus ger installatiónir og setir sínar lutir og klæði upp og skipar tey í framsýningarrúminum eins og vóru tey partar av eini dadaistiskari heild. Fyri meg var ikki minst pallsetingin av verkunum sera inspirerandi.
Listafólkaløn
Í desember varð kunngerð nr. 156 um Listafólkalønir sett í gildi og hervið var sjøtul loksins settur á eina gongd innan almennar listaíløgur, sum fer at skilja millum áhugalist og yrkislist. Endamálið við listafólkalønunum verður sagt at vera eitt ynski um at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi í 3 ár. Møguleiki er fyri, at hesar listafólkalønir kunnu latast tríggjar ferðir, t.e. at eitt setanarskeið varir í mesta lagi 9 ár. Stórur dentur verður lagdur á listaliga fakligheit bæði millum umsøkjarar, men eisini í nevndini, sum skal viðgera umsóknirnar, og sum skal kunna venda sær til faknevndir, ið skulu gera tilmæli til nevndina fyri Mentanargrunn Landsins.
Hetta var jú bara ein partur av øllum tí nógva á føroyska listapallinum í fjør. Takk fyri listina, kæru listafólk. Við vón um góðar listaupplivingar í 2018, verður ynskt tykkum øllum gott nýggjár <3
Nýggjárskonsertin 2018
/Leygarkvøldið 6.januar framføra Føroya Symfoniorkestur, kór og solistar árligu Nýggjárskonsertina í Norðurlandahúsinum. Báðar konsertirnar eru útseldar, men sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir Nýggjárskonsertina leygarkvøldið 6.jan klokkan 20-21.46. Skráin fevnir um gamlar kenningar og umframt Champagne galop og Radetsky march verða ymisk kend operaløg á skránni. Eisini verður ein einstøk frumframførsla. Tað er ein nýggj overtura, sum Sunleif Rasmussen hevur skrivað til Føroya Symfoniorkestur.
Dirigentur: Bernharður Wilkinson
Solistur: Kristinn Sigmundsson, bass sangari
Alvi Joensen, gittar
Skrá:
Sunleif Rasmussen FSOverture (frumframførsla)
Felix Mendelssohn “Wie der Hirsch” sálmi 42
W.A.Mozart “O Isis und Osiris”, úr Gandafloytuni
J. Rodrigo Concierto De Aranjuez 2. Satsur
W.A.Mozart “Madamina” úr Don Giovanni
G. Verdi “Dies Irae” úr Requiem
R. Wagner Forspæl til 3. akt úr Lohengrin
H. J. Højgaard “Eg skar mitt navn” ltr. Atli Petersen
G. Verdi “Ella giammai m’amo” úr Don Carlo
L. Bernstein Mambo úr Symphonic Dances
G. Verdi “Patria Oppressa” úr Macbeth
J. Williams Flying Theme úr filminum ET
C. Gounod “Le veau d’or”, aria úr Faust
G. Rossini "La calunnia è un venticello", úr Barbiere de Siviglia
H. C. Lumbye Champagne Galop
J. Strauss Radetzky March
Gleðilig jól og gott nýggjár
/Eisini vit á Listaportalinum (- tað er bara eg, Kinna í Sjúrðargøtu) hava sett ferðina niður, so at alt tað góða um jólini kann sodnast í friði og náðum og nei, her hugsi eg ikki bara um dunnu og gás og fleskasteik og ræst kjøt og fromasju og riv og súpan og brúnkaði epli og heimagjørt reyðkál og mandlurís og nøtur og kleynur og finsk breyð og karamellir og eina mandarin (tí tað er so frískligt við einari (1!) frukt). Og tað snýr seg heldur ikki um mínar framtíðarætlanir um evt. at fáa okkurt slag av bólkaavslátturi, tá eg primo januar meldi meg inn í allar fitness, svimji, fimleik, tvørmegi og hetta her at lyfta og sleipa alt møguligt tungt og blíva ordiliga løtt. Nei, eg hugsi sjálvsagt um andaliga føði. Um tær spennandi bøkurnar, mann hevur fingið í jólagávu - eina um danska list í tíggjunum, eitt føroyskt yrkingasavn eisini, og so hevur alt møguligt verið í útvarpinum í dag, hugnaløtan við horntónleiki í dómkirkjuni, umframt tann sera musikalska guðstænasta sama stað, ein áhugaverd tónleikasending og ymiskt annað, sum eg havi ligið og lurtað eftir og nú verða tær sorgblíðu jólaheilsanirnar frá skipum lisnar upp og ein smágenta fær eina serliga heilsan, tí hon fyllti 10 jólaaftan. Tað er so fitt og í nógvum alt tað sama ár eftir ár, men sum árini ganga, verður takksemið størri fyri alt, einum unnist at uppliva. Gleðilig jól og takk fyri í ár, góði lesari. Eg ætli eftir førimuni at halda fram við at skriva her á Listaportalinum eisini í 2018 við takksemi fyri allar upplivingar - yrkingar sum karamellur. Eg seti inn her upptøku, sum Herluf hevur gjørt av einum herliga hugnaligum og jazzutum jólasangi, The Christmas Song, sum eg havi umyrkt og sungið.
Bjarne Werner Sørensen PANORAMA
/9. december 2017 – 4. februar 2018.
Hvilke forestillinger vækker et værk i os? Hvilket Panorama er det, vi her præsenteres for? Er det kunstnerens udsyn? Omfanget af hans oeuvre? Detaljer fra et færøsk landskab eller udtræk af byens hvirvel? Det er ikke til at vide, men det er tilladt at komme med et bud!
Den dansk/færøske billedkunstner Bjarne Werner Sørensens abstrakte værker sitrer af rastløs energi, har noget organisk over sig, og ofte også en lethed og en musikalitet, der pirrer beskuerens øje og giver én lyst til at tage på vandring i værkerne.
Bjarne Werner Sørensen arbejder frit indenfor flere kunstneriske genrer; fra oliemaleri til litografi over pvc-udstandsninger og fotos. Fælles for værkerne er rytmen, de formmæssige gentagelser og variationer, transformationer og bevægelser. Resultatet er et vitalt samspil mellem streg, form og flade. Senest er det dog især oliemaleriet, der tiltrukket sig opmærksomhed; en fascination og basal glæde ved pigment, lærred og penselstrøg.
Som fast rekvisit lader han ofte også tilfældighedernes spil få plads på værkets flade. ”Man udvikler sig sine virkemidler og værktøj som kunstner”, som BWS siger. I forlængelse deraf, arbejder han med forskellige typer ”benspænd” eller disciplineringer af sig selv og den kunstneriske proces. I de nye værker kan det bl.a. ses i en streng anvendelse af lag. Ét værk må f.eks. kun bestå af to lag maling, et andet tre lag og så fremdeles. På den måde bliver værkerne varierede i udtryk, men også eksempler på den skabelsesproces et værk og kunstner gennemgår. Jo flere malinglag, jo flere sprækker og jo mere dybde i værket.
Udstillingen Panorama består af en række helt nye oliemalerier og værker i laserudskåret pvc. De vises sammen med tidligere grafiske arbejder, fotos og objekter, som på forskellig vis knytter an til Færøerne og kunstnerens færøske rødder. Bjarne Werner Sørensen (f. 1960) lever og arbejder i København, men har Færøerne i blodet fra sin mors side. Selv om han er bosiddende i Danmark, har han gennem årene spillet en aktiv rolle i færøsk kunstliv, bl.a. i det grafiske værksted Steinprent, som arrangør og kurator af en række udstillinger og workshops, samt som medlem af udstillingsgruppen Heystframsýningin.
I resten af 2017 er der gratis adgang til vores udstilling ’Bjarne Werner Sørensen – Panorama’. Besøg også vores hyggelig café og smukke gavebutik, der har designvarer fra hele Nordatlanten.
Vi glæder os til at se dig!
ÅBNINGSTIDER I JULEN:
22/12: 10-17
23/12: 12-17
24/12: Lukket
25/12: Lukket
26/12: Lukket
27/12: 12-17
28/12: 12-17
29/12: 12-17
30/12: 12-17
31/12: Lukket
01/01: Lukket
Veitslan framførast í Danmark
/Sjónleikurin Veitslan skal spæla á CPH:STAGE festivalinum í Keypmannahavn 7. juni 2018. Hetta er fyrstu ferð í føroyskari sjónleikarasøgu, at ein so stórur føroyskt framleiddur leikur er á festivali uttanfyri oyggjarnar. Talan er um eina (eittans!) sýning 7. juni kl 20.00 og atgongumerkini eru longu sett til sølu á veitslan@veitslan.com.
Veitslan eftir Thomas Vinterberg og Mogens Rukov, í tillaging av Bo hr. Hansen, fer fram á 65 ára føðingardegnum hjá Helga Dýrindal. Elsti sonurin er fyrstur at halda røðu. Hann hevur skrivað tvær røður, eina gula og eina grøna, og pápin skal velja, hvørja hann vil hoyra.
Pápin velur ta grønu røðuna, sum er ein sannleikarøða, ið avdúkar stóra familjuloynidómin, at Helgi hevur misnýtt bæði Kristjan og systrina Lindu kynsliga. Hvørjum skulu systkini trúgva? Hvørjum skulu gestirnir trúgva? Er Kristjan sálarliga sjúkur? Lýgur hann? Veitslunáttin gerst ein ógvusligur bardagi um sannleikan. Leikurin varð væl móttikin í Føroyum, og tað sást aftur í ummælunum.
“Ein heilt einastandandi góður, spennandi og forkunnugur leikur! Eitt týdningarmikið og viðkomandi evni. Og ikki minst framúrskarandi og livandi sjónleikarar. Far í Veitslu!” (Katrin Dahl Hanusson, Røddin, Kvf.).
“… surrealistisk og groteskt út í tað sublima….” (Jákup Veyhe, Mentanarkaféin).
“… megin í leikinum hevur fult og helt sogið teg inn í sítt egna univers.” (Torbjørn Jacobsen, Dimmalætting).
Sjónleikarar: Hilmar Joensen (FØ), Rasmus Lyberth (GR), Aðalbjørg Árnadóttir (ÍS), Gunvor Reynberg (DK), Hjálmar Dam (FØ), Hannes Óli Ágústsson (ÍS), Beinta Clothier (FØ), Eyð Berghamar Jacobsen (FØ), Barbara K. Andreasen (FØ), Johanna Roos Slættanes (FØ), Sonne Smith (FØ), Karin Djurhuus (FØ), Allan Dalsgarð (FØ), Jógvan Salomon Joensen (FØ), Gunnvør Joensen (FØ) og onnur.
Rithøvundar: Thomas Vinterberg og Mogens Rukov
Framleitt til pall: Bo hr. Hansen
Leikstjórn: Marita S. Dalsgaard (FØ)
Senografi, video, búnar og foto: Tormod Lindgren (NO)
Tónasmið og ljóð: Joachim Holbek (DK)
Ljós og tøkni: Turpin Djurhuus (FØ)
Umseting: Kristianna Winther Poulsen (FØ)
Leikstjórahjálparfólk: Gunnhild Michelsen (FØ)
Upprunalig framleiðsla: Firma Fa. Veitslan við Kristionnu Winther Poulsen.
Jólakort úr Hoydølum
/Síðstu tíðina hava vit málað jólakort í Hoydølum. Mínir fýra myndlistaflokkar; 17vp, 17e, 17ðf, 17xz hava allir málað jólakort. Her eru nøkur teirra:
Meðan vit bíða eftir arkitektunum
/Sambært Degi og Viku 15.des hevur Tórshavnar býráð samtykt, at Hotel Tórshavn kann byggja ein bygning aftrat, soleiðis at hotellið fær 40 tvíkømur afturat í 2020. Ætlanin er at byggja henda bygningin í Tórsgøtu við síðuna av Hotel Tórshavn. Hann fer at daga upp vestaru megin Vaglið, har sum Brell er í dag. Hetta eru summi sera ónøgd við. Argumentini eru ymisk, men eitt nú verður ávarað ímóti at enda sum Ísland, har ferðafólkaídnaðurin hevur yvirtikið eitt nú miðbýin í Reykjavík. Eisini verður tosað um, at avgerðin ikki hongur serliga væl saman við avgerðini um at Tórsgøta skal vera mentanargøta í Havn.
Eg havi verið ein túr í miðbýnum í okkara høvuðstaði henda vakra vetrarmorgun og staðfest, at Havnin í nógvum er ein vakur býur. Hon fær illa verið annað, tá ljósið er so vakurt sum í morgun. Trafikalt kundi miðbýurin verið betri skipaður. Parkeringsplássini á Vaglinum eru eyðvitað neyðug, men vakurt sær tað ikki út. - Tað var forrestin eitt mær dámdi væl við byggilistarligu heildarætlanini, sum var frammi fyri nøkrum árum síðani; tankin um at gera ein stóran parkeringskjallara undir Vaglinum, men onkur helt, at hetta kundi skapa enn meira ferðslu í miðbýnum og tað kann vera nakað um tað.
Tað er jú tað við Vaglinum, at tað er okkara ráðhúspláss og parlamentpláss og alt møguligt fínt. Í mínum barndómi var tað ikki so øgiliga fínt. Har vóru pylsuvognar og kioskir og ein rúgva av ungum fólkum við síðum hári og kassabuksum - onkur við knallert, men eg haldi, at tann parturin av Vaglinum var meira sentralur enn hann er í dag. Posthúsið var eisini í síni tíð eitt týdningarmikið stað, har tú kundi fáa hvítar tundurkassar og V4-seðlar og mangt annað, sum er farið í søguna.
Eitt er, at eg ógvuliga treyðugt vil vera týdningarmikil støð sum Brell ella Fish & Chips fyriuttan, men byggilistarliga haldi eg altso ikki, at vit missa tað stóra, um barakkendi bygningurin verður tikin niður. Og er tað so ótolandi løgið at hava eitt hotel á einum so mikið sentralum stað í høvuðstaðnum? Eg ivist í tí. Í flestu øðrum býum eru hotel í miðbýnum - jú fínari og dýrari, tess nærri hotellið er statt ráðhúsplássinum. Eg hugsi, at spurningurin fyrst og fremst er byggilistarligur og eg má siga, at eg sakni, at byggilistarligir serfrøðingar viðgera málið alment. Í og við, at málið er samtykt, má eg ganga út frá, at býararkitekturin, Birita Wardum, hevur verið ráðgevari. Hvat metti hon um hetta inntrivið í býarrúminum? Tá hon var sett í starvið sum býararkitektur, stóð soljóðandi skriv á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu: "Birita Wardum sigur, at tað at Tórshavnar kommuna vil hava ein býararkitekt í starvi er tekin um, at kommunan raðfestir arkitektur sum ein faktor til vøkstur og trivna í kommununi. Tað er eingin ivi um, at góður arkitekturur er við til at økja um okkara lívsdygd. Tað er eingin ivi um, at arkitekturur kann vera ein drívmegi til menning, tað sæst í nógvum býum kring okkum. - Mín fatan er, at tað er ikki motiverandi fyri eina býarskipanardeild bara at arbeiða eftir politiskum boðum, tí er tað mín hugsan, at býarskipanardeildin framyvir skal vera frammanfyri politisku skipanina. Planleggingin eigur at vera væl frammanfyri, soleiðis at fakliga planleggingin av býnum verður tað stýrandi amboðið í menningini av kommununi. Vit hava eina góða rammu at arbeiða innanfyri í kommunuætlanini. Her hugsi eg, at tá politiskur vilji og fíggjarlig orka einaferð er til at fremja øll hesi mongu mál, so eiga vit longu at hava ætlaninar klárar...".
Arkitektarnir munu hava eina hóming av hvat tað merkir fyri býarrúmið, at seta ein stóran hotelbygning á ætlaða staðið, og tessvegna hevði tað verið gott at hoyrt eina lýsing av málinum frá Arkitektafelagnum og limum tess. Sjálv fekk eg tann tanka, meðan eg skoðaði út yvir Havnar bý í morgun, at tað, sum Havnin hevur framum nógvar aðrar býir, er luft, ljós, gras og hav. Luftin er frísk og meðan tú gongur í býnum og snarar um eitt horn onkrastaðni, so opinberar seg í heilum framúrskarandi vøkur útsýni. Mær dámar so væl fjølbroytnið í tí tú flytir teg eftir smølum gøtum og so tey vøkru panorama-útsýnini. Um tú til dømis spákar oman eftir Tinghúsvegnum og snarar til høgru við Tinghúsið, so sært tú alt fyri eitt omanyvir Vaglið, Gamla Bókhandil, Býráðshúsini, Skoytuvøllin, tað er vakurt, men tú fært eisini eitt flott sýni yvir ein part av vesturbýnum við Vesturkirkjuni m.a. Útsýnið hevur stóran týdning og tað, sum fyri okkum eru sjálvsagir lutir: ljós, luft og náttúra er hámett og eftirstundað í býum aðrastaðni í heiminum, tí haldi eg, at vit fyrst og fremst mugu taka umhvørvisatlit. Meðan vit bíða eftir arkitektunum, eru her nakrar myndir frá okkara deiligu Havn.