Í gjár, leygardagin 24.februar læt framsýningin Lonely Hearts hjá Hansinu Iversen og Jóhan Martini Christiansen upp í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST í Havn. Nógv fólk vóru til upplatingina og nógv tosaðu um framúrskarandi hølini og hvussu væl framsýningin riggaði í hesum hølum. Ei undur í tí; framsýningin er gjørd á staðnum/ in situ í hølunum, sum fyri 13 ár síðani vóru karmur um ta fyrstu Heystframsýningina - Eri eg í London ella í Havn? Spurdi ein áskoðari, sum fegnaðist um vaksandi møguleikarnar hjá listaáhugaðum føroyingum. Fleiri av framsýningargestunum skuldu víðari niðan í Norðurlandahúsið til Geytakvøld. Eg helt røðu við íblástri í sitrónum, Thomas Kingo og forgeingiligheit. Ein av filmsáhugaðu framsýningargestunum helt, at forfallsestetikkurin onkursvegna minti um filmin Vinterbrødre http://www.nlh.fo/#/2657/vetrarbrodur , sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum í sambandi við Tóff í kvøld, 25.feb klokkan 19.30. Aftan á sýningina verður Q&A við leikstjóranum Hlyni Pálmasyni og Jan Berg Jørgensen. Mín ferniseringsrøða verður partur av teksti í kataloginum, sum kemur í sambandi við finissage í apríl. Framsýningin lonely Hearts er opin í dag frá 15-18 og hósdag til sunnudag frá 15-18.