Í dag vóru tilnevningarnar til Bókmentavirðislønir Norðurlandaráðsins avdúkaðar. Jóanes Nielsen er tilnevndur fyri sítt yrkingasavn Gudahøvd. Á síðu 54 stendur yrkingin Fjórða bíðirúm, sum snýr seg um deyðan og sum byrjar við staðfestingini, at øll deyðilig eiga at tosa við og minnast tey deyðu:
Tað hevur týdning at tosa við tey deyðu
ikki fyri teirra skuld
men fyri tína egnu
tí innast inni eru vit bara bíðirúmsbúgvar.
Tosa varisliga
nevn nøvn á foreldrum hvørs ljós brunnu út
gloym ikki fostrið sum tú vónaði fór at gerast ein sólskinssøga.
Tað kemur fyri at eg spyrji fremmandafólk:
Sigið mær, hava tit sæð ein langvaksnan harra sum kundi líkst mær?
Við áarbakkan spyrji eg sílið hvør man eiga hasi vøkru eyguni sum
skína á botni.
Stundum bríksli eg upp í starabúrið
sigið mær, spyrji eg tey fýra fimm forvitnu høvdini sum kaga út:
Er ein hamur við stórum hondum nýliga flogin framvið?