"Kvinnur mangla í Føroyum á nógvar ymiskar mátar. Kvinnur mangla í tali, men eisini í talu, tær mangla í málinum, í skrift og á skrift. Nógvar av teimum manglandi kvinnunum eru at finna í øllum teimum óskrivaðu orðunum. Orð, ið ikki eru skrivað, tí at málið er fremmant. Kvinna skriva kvinnu, sigur franska heimspekingan Hélène Cixous. Vit mugu skriva kvinnu, tí eingin annar fer at gera tað - men vit tora ikki; at skriva, at úttrýsta okkum.
Um óttan at úttrýsta seg, sigur Hélène Cixous m.a. soleiðis:
“(…) Aftur og aftur havi eisini eg kent meg so fulla av strálandi streymum at eg kundi brostið - brostið av skapum nógv vakrari enn tey, ið eru rammaði inn og seld fyri stinkandi nógvar pengar. Og eisini eg segði einki, vísti einki; eg læt ikki munnin upp, eg endurmálaði ikki mína helvt av heiminum. (...)”
Vit taka orðini hjá Hélène Cixous í álvara. Um ein partur av okkum kvinnunum, sum longu eru í Føroyum mangla í úttrýsti, so er neyðugt at seta orð ella kanska ljóð á tað, sum manglar. Verkið Látur Medusu snýr seg um hendan mangul og um tað ókúgiliga feminina - í kvinnuni, í manninum, í djórinum, í náttúruni, ja, í alheiminum.
Í framløguni Látur Medusu arbeiða vit við kvinnukroppinum í samanbering við náttúruna. Jørðin verður neyðtikin av okkum menniskjum og tað verður gjørt gjøldur burtur úr #metoo í miðlum og millum fólk. #metoo, ferðavinna, náttúra, mál, vinarlag, at vera við barn, at misseydnast og at reisa seg - Hesi eru nøkur av evnunum í nýskrivaða leikinum Látur Medusu - ein framløga".