Zacharias Heinesen sýnir fram í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

21733526_10214025548742510_1229566091_o.jpg

Fríggjadagin 15. september 2017 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við Zacharias Heinesen. Framsýningin umfatar oljumálningar og vatnlitismyndir.

Fernisering verður fríggjadagin 15. september kl. 16:00 og kemur Hilmar Høgenni, næstformaður í Listafelag Føroya at røða. Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður listamaðurin sjálvur til staðar har møguleiki er at heilsa uppá. Klassiski guitarúrmælingurin Ólavur Jakobsen syrgir fyri tónleikinum. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til miðjan oktober mánaða. Hjartaliga vælkomin!

Her er Zacharias Heinesen avmyndaður í kirkjuni á Kirkju framman fyri altartalvu hjá MikinesFoto: Símun Gullaksen

Her er Zacharias Heinesen avmyndaður í kirkjuni á Kirkju framman fyri altartalvu hjá Mikines

Foto: Símun Gullaksen

Klippfisk og Filmshúsið fáa innivist í Sjóvinnuhúsinum

67a1ddac-25a1-4d6a-9a8a-f386cfc01903.jpeg

Tað koyrir hjá føroysku filmsvinnuni í løtuni. Somu viku sum nýggi føroyski spælifilmurin, Dreymar við havið varð frumsýndur, boðar Tórshavnar Kommuna nú frá, at tey hava skrivað samstarvsavtalu við Klippfisk um at menna filmsspírar. Hetta fer at ganga fyri seg í gomlu Saltsøluni/Sjóvinnuhúsinum.

Sum nakað heilt nýtt kemur Klippfisk nú at virka saman við íverksetarahúsinum Hugskotinum, ið heldur til í spennandi nýskaparumhvørvinum í nýggja Sjóvinnuhúsinum. 

Í løtuni vera umstøðurnar til filmsverkstovu við dagførdari útgerð gjørdar klárar og umstøður til útlán av filmsútgerð, nýggj heimasíða, skeið saman við Kvøldskúlanum o.s.fr. fyrireikaði.
Fyrst í oktober verður almenn móttøka, tá virksemið kemur fult í gongd. Leiðarin í Hugskotinum Jónhild Rasmussen kemur at hava dagligu ábyrgdina av virkseminum saman við Klippfisknevndini við Jákup Veyhe sum formanni. 

Klippfisknevndin kemur at virka sum ráðgevandi í sambandi við menning av virkseminum, keyp av útgerð, rekruttering av áhugaðum ungdómum, menning av skeiðstilboðum saman við Kvøldskúlanum o.s.fr. 

Beinta Haraldsen kemur at taka sær av dagliga virkseminum. Neyvari lýsing kemur um hetta í næstum.

Málið er, at virksemið, sum nú kemur í spennandi og nýggjar karmar, fer at vera við til at eggja og menna nýggjar føroyskar filmsspírar. Hesi farnu 12 árini hevur Klippfisk havt týðandi leiklut í at menna fleiri av teimum filmsfólkunum, sum í dag mynda føroyska filmslist.

Mentamálanevndin í Tórshavnar kommunu hevur havt viðgerðina av málinum um hendi og játtað 400.000 til virksemi í 2017 og ætlandi somu upphædd í 2018.

Ætlandi kemur komandi Filmshúsið, ið Mentamálaráðið er í fer við at stovna, at húsast saman við Hugskotinum og Klippfisk.

Á myndini frá undirskrivingini síggjast borgarstjórin Annika Olsen taka handatak saman við Jákup Veyhe, formann í Klippfisk og Gunvør Balle, forkvinnu í mentamálanevndini, umframt Joan Petur Hentze, trivnaðarstjóra, Beintu Haraldsen, verkætlanarfólk, Ingunn Eiriksdóttir, miðfyrisitingarstjóra, Jógvan Sørin Hansen, leiðara á Kvøldskúlanum, Jónhild Rasmussen, leiðara á Hugskotinum, Jan Berg Jørgensen, nevndarlim í Klippfisk, Pætur M. Dahl, nevndarlimur í Klippfisk og Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini.

vikmar.jpg

Væl móttiknir dreymar við havið

21397024_10155711037279339_1084697870_n.jpg

Í gjár var nýggi spælifilmurin hjá Sakarisi Stórá við handriti eftir Marjuna S.Kjelnæs frumsýndur fyri fullum sali í Norðurlandahúsinum og longu sama kvøld vóru fleiri viðmæli at lesa, sum hugtiknir áskoðarar høvdu skrivað.

Fólkatingspolitikarin og sjónleikarin, Sjúrður Skaale heldur talan vera um filmslist á høgum støði og skrivar m.a. "Viðhvørt verður okkurt hálovað í Føroyum, bara tí tað er gjørt í Føroyum. Tí tað er føroyskt. Men "Dreymar við havið", sum varð frumsýndur í kvøld, er IKKI hugtakandi, bara tí hann er ein føroyskur spælifilmur í fullari longd. Filmurin er eitt dygdarverk! Ein søga, í mestan mun fortald við myndum. Samskifti millum fólk um djúpar, sterkar kenslur - fortalt næstan uttan orð, men við nærmyndum av andlitum. Har eitt sigandi eygnabrá, her eitt talandi smíl, og so eini leitandi eygu, sum fortelja um eitt leitandi sinni. Og alt fortelur tað eina søgu sum er so sannførandi, at nógv, sum sótu í salinum, fleiri ferðir fingu eitt tár í eygnakrókin".

Journalisturin Ingi Samuelsen tykist somuleiðis hugtikin. Í ummæli á portalinum, at "Dreymar við Havið, er eitt satt lítið meistaraverk. Fortalt við við nærlagni, góðum leiki, sjarmu, tølandi umhvørvi og dramatikki í ein ávísan mun".

http://portal.fo/dreymur+vid+havid+eitt+satt+litid+meistaraverk.html

Sjálv var eg eisini millum mongu áskoðarnar. Eri í ferð við at skriva eitt ummæli, sum kann lesast í ovurmorgin í vikuskiftisdimmuni. Fyribils kann eg ynskja filmsleikstjóranum, Sakarisi Stórá, øllum filmsliðnum og framleiðaranum, eldsálini aftan fyri verkætlanina, Ingun í Skrivarastovu, hjartaliga til lukku við, at dreymarnir vórðu veruleiki. 

 

EYKAKONSERT við The King´s Singers

The King%27s Singers GOLD credit Marco Borggreve (17).jpg

Jólakonsertin hjá “The King’s Singers” í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 29. november var skjótt útseld og tí verður EYKAKONSERT týskvøldið 28.nov.

The King´s Singers eru ein av heimsins kendastu og mest viðurkendu vokalbólkum seinastu 50 árini. The King’s Singers vórðu settir á stovn í 1968 av seks nýútbúnum sangarum frá King’s College í Cambridge. Tað, sum sermerkti bólkin frá byrjan av, var tónlistarligt fjølbroytni. The King’s Singers høvdu eina fasta løtu í bretskum sjónvarpi í bestu senditíð, har teir sungu vælumtóktan tónleik, sum onki kór vanliga hevði farið í holt við. Við teirra serligu bretska sjarmu og fantastisku røddum, teknikki og samljóði sungu teir seg beint inn í hjørtuni á áhoyrarum kring allan knøttin.Limirnir í The King’s Singers eru skiftir út so hvørt, sum árini eru liðin, men ljóðið, hugsjónin og ikki minst høga støðið eru tey somu. Bólkurin hevur alla sína tíð javnan verið boðin at framføra á heimsins størstu pallum – frá Royal Albert Hall í London til Opera House í Sidney og Carnegie Hall í New York. Teir eru vornir ein altjóða ímynd av tónlistaligari dygdargøðsku. Á hillini við heiðurslønum standa umframt óteljandi aðrar tvær Grammy® virðislønir og ein Emmy® virðisløn. The King’s Singers vóru eisini á tí allarfyrsta Grammophone Magazine Hall of Fame. Á konsertini í Norðurlandahúsinum fara teir at syngja burturúr síni vælumtóktu og umfatandi jólaskrá umframt ymiskt annað – kanska enntá okkurt føroyskt.

Ómegd frumsýndur á Tjóðpallinum

21083201_1449351748480485_8817985181415383448_o.jpg

Nýskrivaði leikurin ÓMEGD hevur frumsýning 9. september. Ein leikur um, hvussu menniskju megna at reisa seg og finna vegin úr harðskapi í parlagnum. Leikurin er skrivaður av Kristinu Sundar Hansen og byggir á veruligar hendingar úr metsølubókini “Um bara han sló meg”, eftir Súsonnu O. Skaale, sum í einum setti harðskap í parlagnum ovast á breddan. 

Leikarar: Gunnvá Zachariasen, Kristina S. Ougaard, Hans Tórgarð
Leikrit: Kristina Sundar Hansen
Leikstjórn: Kristina Sundar Hansen
Pallmynd og búnar: Hansina Iversen
Tónleikur og ljóðmynd: Jón McBirnie
Ljósdesign og video: Turpin Napoleon Djurhuus
Dramaturgur: Barbara Hentze í Stórustovu

21125384_1449345691814424_734874098231194609_o.jpg

Koloristiskt avklárað list úr gardinum

iPhone Image C74D2A.jpg

Tað var ein listamaður, sum viðmælti mær at fara til framsýningina hjá Jóngerð Purkhús í Müllers Pakkhúsi og við tað, at henda góða framsýning í skrivandi stund endar um ein góðan tíma, má eg skunda mær at skriva mítt egna viðmæli: Farið og síggið vøkru myndateppini, sum Jóngerð Purkhús hevur gjørt frá 1990´unum og fram til í dag. 

Røðin av bjartlittum myndateppum, sum sæst á fotomyndini beint niðri undir tekstinum, er millum tað nýggjasta og besta, sum hon hevur gjørt. Har er eisini eldri tilfar, t.d. figurativar, seymaðar myndir av eitt nú umhvørvinum norðuri í Klaksvík, sum eisini vísa, at Jóngerð Purkhús dugir væl við litum. Hetta sama kann sigast um mangar aðrar kvinnur, sum binda og seyma og fáast við ymiskt slag av handarbeiði - hvussu kann tað tá vera, at júst hesi teppini hjá Jóngerð Purkhús skulu viðmælast her á Listaportalinum? Tað, kæri lesari, fært tú frænir av, um tú skundar tær á framsýning beint nú.

Jóngerð Purkhús arbeiðir við patchwork ella klútateppum, tvs. at hon klippir smáar lepar úr toyi og seymar tær saman eftir ávísum skipanum og tað er í litskipanunum og smáum forskjótingunum í skipanunum, at okkurt listarligt býr undir. Eitt stórt myndateppi var sett saman av slipsum, men listakvinnan greiddi mær frá, at nógv av tilfarinum hevur hon keypt í Skálabúðini - ikki endiliga so vakurt toy, helt hon - øgiliga skjórut, stórblomstrut gardintoy við nógvum litum, men við sera góðari dygd, og hetta hevur hon brúkt til síni myndateppi. Handverkliga eru teppini ómetaliga væl úr hondum greidd og lítið er at ivast í, at nógv tíð er farin við at tekna, klippa og seyma. Men í grundini er tað ikki so nógv tað handverkliga, tað snýr seg um. Eg eri sannførd um, at Jóngerð Purkhús kundi fingið list burtur úr lego, legði hon í.

Aldur er ikki viðkomandi fyri verkini, men sjálvandi hevur tað týdning, at listakvinnan er 80 ár, at hon umframt skeið hjá Jórun Poulsen er sjálvlærd og at hetta er hennara fyrsta serframsýning. Tað var gott, at vinkonurnar yvirtalaðu hana at sýna fram; vit mugu vóna, at hon fer at framsýna oftari. Jóngerð Purkhús hevur verið slóðbrótandi á fleiri økjum; hetta við klútunum hevur bara verið til stuttleika og hugna, sigur hon, men tað er einki at ivast í, at eisini her eru evnini til meira enn frítíðarvirksemi. Tey bestu myndateppini eru koloristiskt avklárað og symbolsk og høvdu til dømis riggað væl í eini kirkjuprýðing. Eg skundi mær at seta nakrar myndir inn her, men verkini síggjast best á framsýningini, sum letur aftur klokkan seks í dag.

http://kvf.fo/dv?sid=71378

http://kvf.fo/summarmorgun?sid=71167

j4.jpg
iPhone Image C74D70.jpg
iPhone Image C74D68.jpg
iPhone Image C74D78.jpg
j5.jpg
iPhone Image C74DAB.jpg
iPhone Image C74DC4.jpg
j1.jpg

Ólavur Rasmussen stjóri fyri SALT

olavur rasmussen.jpg

Í dag varð boðað frá, at Ólavur Rasmussen er settur stjóri fyri stóra mentanarhúsið á Drelnesi. Hann var longu settur stjóri í fjør, men tá var rumbul um stjórasetanina og tí varð søkt umaftur. Einki óvæntað er í hesi setanini. Ólavur Rasmussen er føddur í 1957 - hann fyllir seksti ár 27.november í ár. Hann varð student í Hoydølum í 1977 og í 1986 leyk hann kandidatútbúgvingina í gudfrøði við lærda háskúlan í Reykjavík. Hann hevur arbeitt sum prestur uttanlands í m.a. London og Suðurslesvig og var nøkur ár prestur í Hvalba. Í 2013 gav hann út bók um Søren Kierkegaard, men seinastu mongu árini hevur navnið Ólavur Rasmussen næstan verið synonymt við SALT verkætlanina suðuri á Tvøroyri. Hann er eldsálin, sum skaffaði stóru upphæddina, ið tryggjaði útgangsstøðið undir kostnaðarmiklu uppafturbyggingini av saltsiloini. Nú verður risastóra framtíðar avbjóðingin, at fáa SALT til at bera seg fíggjarliga og listarliga, hansara. Fyrsta tiltakið á skránni hjá nýsetta stjóranum verður lokalt. Tað verður "Oyggjakvøld" í sambandi við, at stóri bygningurin hjá Varðanum Pelagic brendi. 

20841964_691593254370179_2524391355297212361_n.jpg

Hans Pauli Olsen 60

Foto: Jan Andersson

Foto: Jan Andersson

Í dag fyllir okkara størsti núlivandi myndahøggari, Hans Pauli Olsen seksti ár. Hans Pauli Olsen er føddur og uppvaksin í Havn, men hevur í mong ár búleikast í Keypmannahavn, har hann hevur atelier og eitt sera virkið arbeiðslív, sum eisini vit í Føroyum javnan njóta gott av. - Tó kann ikki sigast, at vit uppliva hann nógv á framsýningum her um leiðir - ein framsýning var í Steinprenti í 2013 og tá vóru heili tjúgu ár síðan ta seinastu. Hetta er spell; listamaðurin staðfestir sjálvur í fína filminum, sum Katrin Ottarsdóttir gjørdi um hann í 2008 (Eingin kann gera tað perfekta), at framsýningar eru øðrvísi enn bílagdar uppgávur, tí tá kann hann í størri mun fylgja egnum hugskotum.

Sína listarligu útbugving byrjaði Hans Pauli við tekning hja Askou Jensen á Glyptotekinum og síðan gekk hann á akademinum á myndahøggaraskúla, har Willy Ørskov og Bjørn Nørgaard vóru hansara professarar. Eyðkent fyri tann sjálvstøðugt hugsandi listamannin fann hann ein stíl, sum liggur nokk so langt frá stílinum hjá hesum báðum nevndu lærarunum. Hesin stílurin er rættiliga klassiskur og handverkliga er Hans Pauli Olsen einastandandi væl fyri.

Hans Pauli Olsen hevur gjørt eina rúgvu av bíløgdum standmyndum bæði í Danmark og í Føroyum; nevnast kunnu sveimandi standmyndirnar uppi undir loftinum á Handilsskúlanum á Kambsdali, fabulerandi figurarnir kring Listasavnið, hin treysti Traðarmaðurin, tann arkitektoniskt hugtakandi Fípan Fagra í Klaksvík og nógvar aðrar fyri ikki at tala um ta eiggiligu Kópakonuna, hendan næstan vitalistiska standmyndin frá 2014, sum undirritaða fanst nokk so dyggiliga at, og sum óansæð er mest vitjaða standmyndin í landinum. Flottari staðseting finst ikki.

kópakonan.jpg

Tilfarsliga útgangsstøðið hjá Hans Paula Olsen er organiskt við ósløttum yvirflata, sum livir og broytist við ljósinum. Við leirinum er tað næstan sum at hendurnar ganda lív og persónligheit í figurarnar, ið hann skapar. Bringumyndirnar ikki bara líkjast; tær eru ljóslivandi – so væl dugir listamaðurin at síggja og at endurskapa eitt nú eygnabráið í persóninum, sum hann modellerar.

Í standmyndunum leggur hann ofta okkurt aftrat sjálvum tí klassiska figurinum, sum skapar iva og endurhugsan um sjálvt listaslagið, sum hann tekst við. Leirfigurarnir verða stoyptir í bronsu, men granitt og gips brúkar hann eisini nógv. Hans Pauli Olsen leggur stóran dent á undirstøði á standmyndunum, á sokkulin, sum tíðum gerst aktivur partur av standmyndini. Tvífalding ella spegling er eitt høvuðstema, vektloysi er eitt annað tema, sum gevur standmyndunum eitt surrealistiskt brá. Standmyndirnar eru tíðum kollasjukendar og samansettar. Hans Paula Olsen dámar væl føroyska orðið fyri skulptur "Standmynd" og í hesum sambandi eksperimenterar hann við at birta eitt slag av tvídimensjonaliteti í tær trídimensjonalu standmyndirnar. Stóra framsýningin, sum hann hevði á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn í fjør æt Stående billeder og her vóru heili 75 portrettbustur framsýndar. Tað hevði verið áhugavert at sæð eina stóra framsýning við verkum hjá listamanninum í hansara heimlandi – fyribils ynskja vit honum hjartaliga til lukku á føðingardegnum.  

Klaksvík2aug2010 015.jpg

Ein litføgur fagnaðarkvøða til føroyska list

listamal5.jpg

Orð og Tónar 22.aug kl.20

Orð og tónar byrja aftur týskvøldið 22. august kl. 20 í Reinsarínum, og tá kaga vit inn í ymsar klivar í nýggja føroyska listaheiminum ígjøgnum nýggju bókina eftir Kinnu Poulsen Listamál.

Vit ætla at flyta innihaldið fyri ein part inn á pallin soleiðis:

Umframt nakrar stuttar hugleiðingar um at ummæla list í Føroyum síggja vit brot úr spildurnýggjum leiki eftir Kristinu Sundar Hansen, sum verður frumsýndur 9. septembur, vit hoyra Jóanes Nielsen lesa nýggjar yrkingar, og vit práta við Sakaris Stórá og Juliett Nattestad um filmin, ið verður frumsýndur 6. septembur, saman við einum brellbita úr filminum.

Síðst men ikki minst: tónleikin hetta kvøldið eigur Knút Háberg Eysturstein.

Komið og hugnið tykkum á Reinsarínum saman við góðum tónleiki og áhugaverdum nýskaptum bitum úr føroyska listaheiminum tann 22. august!

Skráin er henda:

19:30 Dyrnar lata upp, Listamál kann keypast fyri serprís

20:00 Vælkoma

20:10 Kinna greiðir frá innhaldinum í bókini og lýsir vangamyndir og annað við myndum á stórskíggja.

20.25 Jóanes Nielsen lesur nýggjar yrkingar

20.35 Tjóðpallurin sýnir brot úr sjónleikinum Ómegd

20.45 Tónleikur

20:50 Steðgur í 20 minuttir.

Høvi verður at keypa sær bókina og fáa sær eina øl, vín ella kaffi

21:10 Dreymar við havið – prát við Sakaris Stórá og Juliett Nattestad + brot úr filminum

21.35 Bárður Jákupsson um týdningin at ummæla list

21:45 Tónleikur

Dreymar við havið eru veruleiki

Dreymurin er veruleiki nú fyrsti spælifilmurin hjá okkara størsta filmstalenti, Sakaris Stóra loksins er klárur at verða frumsýndur fyri spentu áskoðarunum í Havnar Bio mikukvøldið 6. september - Tað má sigast at vera hóskandi, at frumsýningin verður í Filmsfelagnum, felagi teirra filmselskandi við áhuga fyri aktuellum góðskufilmum.

Dreymar við havið verður lýstur sum ein inniligur ungdómsfilmur um vinarlag og leitanina eftir egnum samleika. Hetta er fyrsti spælifilmurin eftir Sakaris Stórá, ið áður hevur gjørt virðisløntu stuttfilmarnar Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun

Juliett Nattestad og Helena Heðinsdóttir hava høvuðsleiklutirnar í filminum, Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði leikritið, og filmurin er framleiddur av føroyska Fish&Film/v. Ingun í Skrivarastovu saman við danska Adomeit film.

Dreymar við havið gongur í Havnar Bio frá 6. September

Statens Kunstfond keypt verk hjá Jóhan Martin Christiansen

Á FB-síðuni hjá Norðurbryggjuni skriva tey í dag, at almenni danski listagrunnurin, Statens Kunstfond hevur keypt 3 stór gipsverk eftir Jóhan Martin Christiansen frá framsýningini Spor. Framsýningin er ein eitt sindur broytt versión av teirri framsýningini, sum var at síggja á Listasavninum í 2016. Statens Kunstfond hevur til endamáls at keypa dygdarlist, sum síðan kann latast søvnum og stovnum kring alt ríkið í varveitslu. Verkini kunnu síggjast á framsýningini Spor í Norðurbryggjuni, sum endar sunnudagin.  

http://www.listaportal.com/tidindi/2017/5/21/sporskifti-jhan-martin-christiansen-norurbryggjuni?rq=J%C3%B3ha

http://www.nordatlantens.dk/da/udstillinger/2017/spor-j%C3%B3han-martin-christiansen/

  Nýggj útgáva frá Teiti Lassen

Á síni heimasíðu hevur Teitur boðað frá, at ein nýggj tónleikaútgáva er á veg, sum Teitur hevur tikið upp í Reservoir Studios í New York saman við framleiðaranum og tónleikaranum Thomas Bartlett, ið somuleiðis er vinmaður Teit. Teitur sigur, at útgávuni vantar viðgerð, at verða miksað osfr., men hann roknar við, at hon kemur út tíðliga í næsta ár. Bartlett er kendur fyri sítt samstarv við m.a. Nico Muhly, sum Teitur eisini hevur arbeitt saman við og Thomas Bartlett hevur somuleiðis spælt saman við Antony and the Johnsons o.fl. Teitur skrivar m.a.:

“Allir sangirnir, vit valdu at taka upp til hesa útgávuna eru bygdur upp um passiónina fyri klaver, sum bæði eg og Thomas hava. Við fleiri hondum og evnunum hjá Thomas sum klaverfylgispælari, eri eg eisini sloppin at vera sangari – at syngja er ofta tað síðsta, eg hugsi um í upptøkuhølunum... Vit hava tikið fimtan sangir upp og hava valt tólv til útgávuna. Hetta eru fyribils heitini:

Looking for a Place
To Be of Use
If Your Heart’s Not In It
Sara
Quite a lot, Only Slightly, Very Much
I Would Love You All the Same
Businessmen in Aeroplanes
I Want to be Kind
How We Are Like Birds
Playing House
I Enjoy the Little Things
I Have Found My Happiness”

Teitur hevur sjálvur skrivað teir flestu sangirnar seinastu fimm árini, men okkurt er skrivað saman við Judith Holofernes og Aloe Blacc.

http://teitur.com/new-album/

 

Abstrakt Summar í eina viku aftrat

Framsýningin í Steinprenti; Abstrakt Summar við nonfigurativum verkum hjá Rannvá Kunoy, Hansinu Iversen, Julie Sass og Ian McKeever hevur verið opin síðani mentanarnáttina 2.juni og hevur verið sera væl vitjað av bæði føroyingum og útlendingum. Verk eru seld bæði Listafelag Føroya og Ny Carlsbergfondet. Framsýningin skuldi enda hetta vikuskiftið, men er longd eina viku og letur altso aftur 12.august.

Ny Carlsbergfondet keypir føroyskt

11110229_10152899687992478_3829444929991719613_n.jpg

Onkrastaðni í Havn gongur ein hjartansfegin, ungur listamaður og fær neyvan heilt fatað hvat er hent. Hesar seinastu dagarnar hevur graml verið um okkurt umboð frá størsta danska listagrunninum, Ny Carlsbergfondet, sum hevur vitjað ymisk føroysk listafólk og framsýningar, og sum eisini hevur keypt fleiri verk á ferðini í Føroyum.

Tað vóru bryggjarin, Carl Jacobsen og konan, Ottilia, ið stovnaðu grunnin í 1902, sum hevur til uppgávu at virka listini at frama. Eitt innkeyp frá NCF er eitt slag av dygdarmerki og tí hevur slík søla størri týdning enn bara fíggjarligan vinning.

Eisini føroysk listafólk hava havt gleði av grunninum og hava tað aftur nú, tá formaður grunsins, Karsten Ohrt hevur gjørt íløgu í teirra list. Áðurnevndi listamaðurin eitur Jón Sonni Jensen úr Vestmanna. Í eitt ár hevur hann arbeitt fram ímóti ambitiøsu framsýningini Viscera Construct í hølunum hjá Inova (í gomlu Rúsuni á Hoyvíksvegnum í Havn). Framsýningin er ummælt her á heimasíðuni: http://www.listaportal.com/tidindi/2017/7/12/viscera-jn-sonni-joensen og nú hevur hann selt Ny Carlsbergfondinum seks kanska sjey verk frá hesi framsýning. Jón Sonni er púra ovfarin og ómetaliga glaður yvir hetta stóra herðaklappið.

Eisini í Steinprenti brosa tey, tí eisini her hevur Karsten Ohrt verið á gátt. - Ein sera áhugaverdur og vitandi gestur at fáa, heldur Jan Andersson. Og so ger tað neyvan nakað verri, at hann keypti fleiri verk hjá Rannvá Kunoy. Karsten Ohrt sigur seg somuleiðis vera glaðan fyri síni listainnkeyp í Føroyum. Eg hugsi, at øll tey, sum vara av føroyskari list kunnu fegnast, tá tað gongur okkara listafólkum væl.

j11.jpg

 

 

Við svartari flugu  – Ólavsøkuframsýningin 2017

Komin um miðjan aldur má bara ásannast, at ólavsøkan birtir eina ávísa ævinleikakenslu í mær. Antin tað regnar ella er turt, antin kórið á Tinghúsvøllinum er stórt ella risastórt og líkamikið hvør bátur hevur stavnin framman fyri onkran annan - ja, so skerst ikki burtur, at tær eru farnar at líkjast, allar mínar ólavsøkur og eg dugi ikki longur at skyna á um hetta ella hatta hendi á ólavsøku tá ella tá. Tað er fyri mær eins og mynda hesar endurtøkur ein form, sum á hvørjum ári verður fylltur av løtum við nærveru saman við teimum ymsu menniskjunum, eg møti. Enn tykjast endurtøkurnar meiningsfullar og tískil fór eg aftur í ár, forvitin og fegin, á Ólavsøku-framsýningina í Listasavni Føroya.

Ævigt og farandi

Eisini í góðari list býr eitt slag av ævinleika, ið er mótsettur okkara tíðaravmarkaðu tilveru. Vit eru hugtikin av aldargomlum standmyndum og av skróvturrum, gomlum málningum, tí at hesi verkini uttan nakra forðing tala til okkum yvir um tíðarmørk. Innan avantgarderørslur sum Fluxus og ymisk antilistarlig rák er næstan tað øvugta galdandi. Her liggur sektin á teirri núverandi støðuni og kanska eisini onkra staðni í framtíðini. Tað kann tykjast eitt sindur marghátligt, tá t.d. fluxuslist verður museumslist og verkini, sum vóru gjørd til stuttleika, spontant og við forgeingiligum gerandistilfari, skulu varðveitast í allar ævir.

Heildarmerkt framsýning

Heitið og evnið á ársins Ólavsøkuframsýning er “Ókend”, men evnið er lukkutíð umsitið á smidligan hátt – í summum førum er ikki so lætt at finna ókenda evnið í verkinum. Aftur í ár er Ólavsøkuframsýningin bæði kuraterað og sensurerað, fyriskiparnir hava boðað frá, at dentur er lagdur á at sameina arkitekturin í rúminum við listaverkini sum verða sýnd fram. Hetta verður gjørt saman við sjey innbodnum listafólkum, sum arbeiða við ljóðlist, installatiónslist og skulptur. Tey eru Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð & Sebastian Edin, Anný Øssursdóttir Djurhuus, Dan Helgi í Gong, Guðrið Poulsen, Heðin Ziska Davidsen og This Is Waa. Harumframt kundu øll áhugað senda verk inn til metingar. Sekstan luttakarar við 70 verkum sloppu gjøgnum tað nálareygað: Alda Mohr Eyðunardóttir, Ann Mari Dam, Gyða Jacobæus, Heiðrik á Heygum, Jens Dam Ziska, Jón Sonni Jensen, Maria Smith, Martina Sørensen, Ole Wich, Pernille Mejslov, Philippe Carré, Randi Samsonsen, Rannvá Holm Mortensen, Saga Kapna, Tummas Jákup Thomsen og Øssur Johannesen. 

Fjølbroytt framsýning

Framsýningin er fjøllbroytt og stuttlig við rúmum í rúminum og fjølbroyttum tøkni, sum í støðum geva upplivingar, ið eru átøkar teimum, ein fær á Eksperimentarium. Summum verkum mást tú leita eftir, so eg válaði runt eitt sindur sum fluga í fløsku, tá eg datt fram á eina einstaka mynd hjá Tummas Jákupi Thomsen og steðgaði á, tó, at hetta ógvuliga analoga og friðarliga verkið ikki ger stóran háva av sær í øllum ganginum í gamla framsýningarsalinum. Talan er um eina blýantstekning av tólv armbandsurum, sum eru sett á pappírsarkið eftir regluligari skipan við vísarum, sum vísa klokkutíðir frá 13 til 12. Ein merkiliga ómerkilig mynd, var tað ikki fyri svørtu fluguni, sum manifestarar seg miðskeiðis á myndini. Fyrst helt eg tað vera eitt sonevnt trompe l´oeil; sum vit síggja tað í málningum frá barokktíðini og í klassiskari list við eini flugu ella lutum, sum eru málaðir realistiskt og við trívídd, so at tað sær út sum um, at talan er um eina veruliga flugu, sum hevur sett seg á málningin. Eg mátti hyggja fleiri ferðir, men staðfesti, at svarti bulurin á fluguni í øllum førum var ítøkiligur, meðan beinini tóktust teknað. Kenni eg Tummas Jákup Thomsen rætt, er okkurt stuttligt við verkinum, sum hevur fiffiga heitið Ókend ur, men hetta er eisini eitt óhugnaligt verk, ið snýr seg um klokkutíðina, ið gongur javnt og samt, men sum einaferð heldur uppat, tá vit fara úr tíðini. Flugan er eitt gamalt, ófrættakent symbol fyri deyða, rot og upploysn, og verkið Ókend ur fær meg at hugsa um eina gamla yndisyrking eftir Carl Jóhan Jensen við heitinum Við svartari flugu. Yrkingin, ið hevur yvirskriftina líkskari 1951, er ein av rættiliga mongum ekfrasum í føroyskari poesi; ein sansalig lýsing av einum málningi hjá Mikines, sett upp sum sonnett, væl komponerað og komprimerað við ansi fyri mótsetninginum millum tað æviga í listini og fasta forminum og tí óstøðuga, stokkuta í likamligu dekompositiónini.

Feiri av luttakarunum í ársins Ólavsøkuframsýning eru ungar, dugnaligar kvinnur sum t.d. Alda Mohr Eyðunardóttir, Gyða Jacobæus og Saga Kapna, sum áður hevur framsýnt sínar áhugaverdu myndir, ið eru málaðar uppá ymsar træplátur við myndevnum frá nærumhvørvinum. Tá hesar myndirnar eydnast, liva tær sítt kensluborna lív við einum illustrativum og illusionistiskum brái upp móti tilfarinum í trænum, sum málað verður á; hetta gevur myndunum eitt samanumtikið dekorativt brá. Tíverri er úrslitið hesa ferð lakari enn seinast, nakrar av myndunum eru átøkar teimum søtu romanillustratiónunum í Familiejournal, ið eru merktar av grunnum og bíligum effektum. Eitt undantak er tann villa reyða myndin við sannførandi bad art kvalitetum.

Tær tjúgu akvarellirnar hjá Heiðriki á Heygum, sum avmynda eina kvinnu og hennara virksemi, hava somuleiðis eitthvørt illustrativt yvir sær. Í stíli eru myndirnar hjá Heiðriki á Heygum annars ómetaliga lítið broyttar, síðan eg á fyrsta sinni sá hansara myndir fyri eini tíggju tólv árum síðani. Universið tykist heldur egofikserað og grunt; heitini minna um replikkir frá amerikonskum ungdómssjónvarpi ella Love-bløðunum, sum gentur lósu fyrr í tíðini, men fyrst og fremst illustrera myndirnar eina søga um stórt einsemi.

THIS  IS WAA aka Bárður Næs og Per Ingvaldur Højgaard eru mær vitandi meira musikk- enn myndlistamenn, men teirra installatión við einum øvugtum rúmi og samansettum tónleiki var rættiliga herlig, ólavsøkulig og sjálvt um skeltið uttanfyri gav mær eitt stutt herðindi av kerligum minnum um Kondittaríið, tá mann kundi velja um mann vildi hava kalt ella heitt eplasalat, so var tað hipstararetrostílin í Sirkus og G!, eg kom í tankar um í so stóran mun, at eg tók meg í at sakna eitt fatølsannlegg harinni. Sum áður nevnt eru fleiri ljóðverk við á framsýningini í ár, Heðin Ziska Davidsen er maðurin aftan fyri teir nørdaligu og ódámligu ýlitónarnar uppi á balkongini, meðan Dan Helgi í Gong hevur samansett rútmusporið undir trappuni, sum man vera tað mest subtila verkið á framsýningini. Eg hevði neyvan uppdagað tað, um ikki tann fryntiligi kuratorurin, arkitektstuderandi Trina Gaard vísti mær á tað. Videoverkið hjá Dan Helga er hin vegin ikki serliga subtilt, tað er sera einfalt, men einasta dømi um eina politiska tulking av evninum Ókend. Tað eru deyðir flóttar, sum verða klipptir inn á eina heimliga klettastrond.

Installatiónina hjá Onnu Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Sebastian Edin misskilti eg, tí hon varð ikki tendrað, tá eg var inni í henni á fyrsta sinni. Tí stóð eg har í bølamyrkrinum og hómaði nakrar steinar, sum sveimaðu og skygdu í tí, sum eg helt vera eina náttúrliga ljóskeldu. Eg varð fullkomiliga hugtikin av modernaðu einfeldini í verkinum og haldi, at upplesturin og ljóðið, sum kom aftrat, hevði eitt meira tungt og hátíðarligt brá, men eg skal helst uppliva verkið umaftur. 

Framsýningarevnið er ikki evident hvørki í teimum leyshentu og tessvegna poetisku klippmyndunum hjá Philippe Carré ella í teimum kendu, ekspressivu tekningunum hjá Øssuri Johannesen - hesar nýggju tekningarnar eru góðar og tykjast onkursvegna avkláraðar - men sum áður nevnt er tað gott, at framsýningarkonseptið er nóg ódogmatiskt tulkað til at eisini tílíkar myndir sum tær hjá Carré og ljóssterku og fríu vatnlitamálningarnar hjá Martinu Sørensen sleppa við

Hinvegin er evnið meira týðiligt í øðrum verkum hjá t.d. Pernille Mejslov, Jón Sonni Jensen, Guðrið Poulsen og Mariu Smith og í skýggjformatiónunum úr høsnatráði hjá Ole Wich, sum ger ævigu umbroytingina í skýggjaflókum ítøkiliga. Svarti Gróðurin hjá Rannvá Holm Mortensen, sum sæst á myndini her omanfyri, sýnist somuleiðis relevantur í mun til evnið við hesum løgna, ókenda substansi, sum toyggir seg dramatiskt út í rúmið.

Svartur Gróður minnir eitt sindur um tekstilverkini, sum vit hava sæð frá Randi Samsonsen seinastu árini, tó at meira dentur er lagdur á sjálvt handverkið hjá síðstnevndu, ið hevur 3 verk við á Ólavsøkuframsýningini. Tey eru hugtakandi fjálg, organisk við rundleittum hangandi ella liggjandi formum, sum minna um ymiskt likamligt og so allíkavæl ikki. Okkurt verk er bygt upp í tveimum við einum skapi, har minni skap stinga seg burturúr, nakað sum á eini barnsliga teknaðari hond. Tað verður spennandi at síggja eina framtíðar serframsýning við hesi listakvinnuni og tað sama sigi eg um ta ungu Anný Djurhuus Øssursdóttir, sum viðvíkjandi heitum er á sama spori sum Heiðrikur á Heygum, men sum við ansi fyri skemti og ramasjang alla tíðina skiftir úttrykk og tøkni. Eisini Jens Dam Ziska fer vónandi ein penan dag at tora at tveita seg út í málaríið av fullum hjarta, so hann kann hava serframsýning við sínum fínu tilfarsliga og koloristiskt tilvitaðu málningum, har stýrd geometrisk skap blaktra í mótsetninginum við lívrunnin og óstøðug strok. Tey eru eyðvitað mong, ið fáast við sama formella mótsetning, men tey, sum fáa góðar málningar burturúr, eru ómetaliga fá.

Sjálvt um eg sakni listarliga tyngd og ævinleika á Ólavsøkuframsýningini 2017, hugsi eg, at evnið Ókend leggur upp til nakað meira óstøðugt og trilvandi og tá hevur Trina Gaard helst nátt sínum máli. Talan er í hvussu er um eina dynamiska og spælandi framsýning við góðum undirhaldsvirði. Í onkrum einstøkum føri er staðsetingin ikki nóg góð; hetta er t.d. galdandi fyri tær viðkvomu fotoprentmyndirnar hjá Gyðu Jacobæus í forhøllini. Her er nógvur visuellur gangur, tað vil so vera í eini forhøll við café og øðrum virksemi, men veggurin, har myndirnar hjá Gyðu hanga, er ov ljótur og holutur; eg havi einki ímóti ráum hølum, men ikki, tá tað er ómotiverað. Ólavsøkuframsýningin er opin mánadag - sunnudag kl. 11-17 inntil 6.august. Atgongumerkið kostar 65 krónur, myndaskráin er ein lutaseðil, sum mann kann vinna eitt prent hjá Janusi Kamban við.

Cyanotopiskt afturhvarv í Tjørnuvík

Sunnudagin var opið hús í skúlanum í Tjørnuvík - sum man vera eitt tað vakrasta umhvørvi kring nakað listabýli - tá Malene Jorck Heide Jørgensen vísti hvat hon hevur fingið burturúr sínum uppihaldi í skúlanum. Hon greiðir soleiðis frá:

I juli måned 2015 tog jeg ophold i skolen i Tjørnuvik for at gå i dialog med gamle negativer jeg havde arvet fra min farmor. Hun rejste i 1937 til Færøerne for at tage sin uddannelse på et apotek. Det blev især sølvet i de gamle optagelser der fik opmærksomhed, mere end optagelserne i sig selv. Min datter og jeg byggede sandslotte af det mørke sand af basalt. I timevis byggede vi og pyntede slottene med fjer og muslingeskaller, hvorefter bølgerne skyllede vores dagsværk bort og fremkaldte landskaber, der hvor vores slotte havde stået. Jeg fixerede billederne med mit digitale kamera. Processen er en analogi af den klassiske fotografiske fremkaldelse.

Velvidende at den fotografiske ramme både er mulighedernes og begrænsningernes arena gjorde jeg hilsner til de gamle S/H 6x9 optagelser i det materiale jeg havde foran mig, sandkornene i basalt. Billederne blev første gang udstillet i Lyngby i efteråret 2016.

Det var planen at jeg skulle lave noget med uld denne gang. Dog har klipningen af bygdens får ladet vente på sig, men så har jeg arbejde med Cyanotopi og bla. hø.

Cyanotopi er en kameraløs fotografisk proces. En lysfølsom blanding (potassium ferricyanide og ferric ammonium citrate) pensles på papir i mørke. Når papiret er tørt lægges det i en lystæt beholder. Jeg har lavet fotogrammer ved at placerer blomster og hø bl.a. på det lysfølsomme papir og eksponeret under åben himmel. En gammel fotografisk proces jeg har testet på dette ophold i juli 2017. Cyanotopi blev opfundet i 1842 af John Herschel.

Fotomyndir: Jan Andersson

Eg og bókmentaligt G

Aftur í ár var mín G-festivalur nógv meira bókmentaligur og listarligur enn hann var tónleikaligur. Í staðin fyri at ómaka mær oman á sandin at lurta eftir Kris Kristoffersen, sat eg við búgvið borð og prátaði um onkran tekst hjá legenduni. Tað var serliga Bobby McGee við byrjanarregluni “Busted flat in Baton Rouge, waiting for a train”, sum var á skránni. Onkur googlaði tekstin, sum er ein sentimentalur road-hjartasorg-countrytekstur við teirri óvæntaðu snaring, at tann góða Bobby er ein kona. Grundin til at mær onkursvegna dámar henda sangin, sum eg havi murrað í allan dag er heilt vist ein kona - tí, tá eg hugsi um sangin, hoyri eg Janis Joplin fyri mær. Onkur við borðið helt, at Janis hinvegin kundi syngja sál inn í hvat sum helst, og hevði hon sungið ein evergrin sum “Omma, omma tað eri eg..”, hevði tann framførslan ivaleyst eisini verið nemandi. Soleiðis er G! eisini við stuttligum og hugnaligum práti við fitt fólk og tey, sum komu aftur og høvdu lurtað eftir Kris Kristofferson søgdu seg hava fingið eina heilt serliga uppliving. Men tað hevði eg eisini sjálv løtuna áðrenn, frá klokkan tvey til fimm í Neystinum á G!

Bókmenta- og listatiltakið hjá forlagnum Eksil var størri og meira fjølbroytt í ár enn hini árini, eg havi verið. Í tríggjar tímar var evnið Materialitetur og náttúra viðgjørt á ymsan hátt. Staðsetingin av tiltakinum var heilt óvanliga góð. Neystið og umhvørvið eru merkt av einum serstøkum vøkrum materialiteti við hópin av sporum av ymsum aktivitetum, sum hava gingið fyri seg har. Staðið var sostatt í sær sjálvum fult av inspirerandi materialiteti og var hóskandi karmur kring prát, upplestur og listaverkini. Jóhan Martin Christiansen hevði gjørt listaverk á staðnum, sum næstan passaðu ov væl til umhvørvið - í øllum førum mistók onkur eitt listaverk fyri at vera tilvildarligt burturkast, sum traðkast kundi á. 

Vónbjørt Vang bjóðaði vælkomin og greiddi frá skránni og Kim Simonsen greiddi frá evnisvalinum og skiftinum í antropocentriska heimsáskoðanini, sum hevur vart síðani renesansuna til eina øðrvísi áskoðan, har heimurin eisini kann hugsast uttan menniskju. Síðani var samrøða við Jóhan Martin Christiansen og Guðrið Poulsen um list og vit gingu eina løtu runt við Guðrið Poulsen meðan hon greiddi frá listarliga áhugaverdum støðum. Á terassuni hjá Pálli las Oddfríður Rasmussen upp yrkingar - eisini har er útsýnið so hugtakandi, at eg ikki fekk alt við, sum lisið var, men tað bilar einki. Yrkingar dámar mær best at lesa, bæði tær hjá Oddfríði og so fekk eg nýggja savnið hjá Vónbjørt Vang við heim:

 

alt sum okkum er givið 

mugu vit lata aftur

ljósið lata vit náttini

dagin lata vit myrkrinum

orðini

bera vit aftur

sum offurgávur

sum eina bók vit hava lænt

eitt tíðarskeið

nú slitin og full av notum

 

hvussu nógv orð okkum enn eru givin

eru vit einsamøll

hvussu nógv orð vit enn bera víðari

einsamøll einsamøll

ljósið fellur inn millum sprekkurnar

í afturlatnu gardinunum 

 

tað at missa okkurt

man ikki visti av

at man hevði

(brot úr yrking á síðu 70 í Djúpini - Vónbjørt Vang)

 

Ivan Niclasen, sum var omnipresentur mediator á øllum tiltakinum, læt væl at nýggja yrkingarsavninum hjá Vónbjørt Vang, Djúpini, sum varð lagt fram í Neystinum. Lena Nicolajsen hevur myndprýtt savnið og Ivan tosaði við tær báðar um samstarvið og hvussu tað var farið fram. Síðani las Vónbjørt upp meðan Jens L.Thomsen spældi undir. Elektroniska ljóðmyndin riggaði væl sum undirlag og mótsetningur bæði til tað heimliga og kenda í orðunum hjá Vónbjørt og til tað slitna, gamla neystið, sum tey hava ruddað og lagt streym inn til tiltakið. Sostatt bar til at hava uppvørpu við myndum og tekstum í Neystinum. Antropologurin, Stuart McLean, professari á University of Minnesota hevði ein fyrilestur, har mentanarfatan og mannfrøði umskaraðust á ein áhugaverdan hátt. Kim Simonsen las nýggjar yrkingar og síðani var listaprát millum Jóhan Martin Christiansen, Guðrið Poulsen, Kim Simonsen og Stuart McLean, tíverri fekk eg ikki upplesturin hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir við, men Sissal Kampmann hoyrdi eg; tær eru báðar áhugaverdir yrkjarar (Anna Malan fer at lesa upp á Býarbókasavninum í Havn mikudagin klokkan 16 saman við Rithøvundaskúlafelagunum, Oddfríði M.Rasmussen og Rúna Weihe). Samanumtikið var lista- og bókmentatiltakið eitt frálíkt tiltak, og við allari virðing fyri stóra arbeiðnum, sum liggur í einum tílíkum tiltaki, so vóni eg ikki, at tiltakið verður minni næsta ár. Áhugin er ríkiliga stórur fyri einum enn størri tiltaki, sum kundi byrja fyrr um dagin við fleiri fyrilestrum, fleiri yrkjarum, fleiri framsýningum, meira list (benkurnir hjá Tummas Jákupi Thomsen og teimum vóru upplívgandi) og ikki minst: Fleiri steðgum! 

Áhoyrarar

Áhoyrarar

Kim Simonsen 

Kim Simonsen 

Stuart McLean

Stuart McLean

Neystaveggur við verki hjá Jóhan Martini Christiansen

Neystaveggur við verki hjá Jóhan Martini Christiansen

Tvey verk hjá Jóhan Martini

Tvey verk hjá Jóhan Martini

Inni í Neystinum

Inni í Neystinum

Vónbjørt Vang

Vónbjørt Vang

Jóhan Martin Christiansen 

Jóhan Martin Christiansen 

Guðrið Poulsen 

Guðrið Poulsen 

Guðrið greiðir frá møguligum land art støðum

Guðrið greiðir frá møguligum land art støðum

Oddfríður M.Rasmussen lesur upp

Oddfríður M.Rasmussen lesur upp

Tey lurta

Tey lurta

Ivan Niclasen heldur skil á

Ivan Niclasen heldur skil á

Vónbjørt Vang lesur upp

Vónbjørt Vang lesur upp

Samrøða við Lenu Nicolajsen og Vónbjørt Vang

Samrøða við Lenu Nicolajsen og Vónbjørt Vang

Art talk

Art talk

Venclamenn

Venclamenn

 

 

Bókmentir og list á G!

Spennandi og fjølbroytt tiltak á G! 2017. Samrøður, list, bókaframløga, upplestur og mangt annað, leygardagin 15.juli kl 14-17

Land Art: Materialitetur og náttúra
Framsýningar, bókmentatiltak og samrøður

Skrá

14.00 Byrjan við neystið
Jóhan Martin Christiansen og Guðrið Poulsen tosa stutt um list við Ivan Niclasen

14.30 Vit ganga við Guðrið Poulsen til støð, sum kundu verið áhugaverd sum landart listaverk. 
Oddfríður Marni Rasmussen lesur

15.00 Neystið:

Framløga av nýggja yrkingasavninum hjá Vónbjørt Vang, Djúpini 
Vónbjørt Vang og Lena Nicolajsen í samrøðu við Ivan Niclasen

Jens L. Thomsen spælir. 

15.20 Neystið: Stuart McLean framløga
Kim Simonsen lesur

15.35 Neystið: Nature and art talk.
Jóhan Martin Christiansen, Guðrið Poulsen, Kim Simonsen og Stuart McLean í samrøðu við Ivan Niclasen. 

16.00 Neystið:
Anna Malan Jógvansdóttir lesur
Sissal Kampmann lesur

16.30 Neystið: 
Vit avrunda. 

Jens L. Thomsen spælir. 


Stuðlar
Okkara
Eysturkommuna
Mentanargrunnur Landsins
Mentamálaráðið

 

Ólavsøkuframsýningin 2017 "ÓKEND"


Listafelagið skipar fyri afturvendandi Ólavsøkuframsýningini í Listaskálanum, sum í ár hevur 70 ár á baki. Framsýningin ber heitið Ókend, og er tað upp til einstaka listafólkið at taka støðu til, týða og brúka heitið, sum teimum lystir. Hugsanin er at eggja til samskifti við heitinum sum útgangsstøði; bæði í listarligu tilgongdini og á sjálvari framsýningini, sum hugkveikjandi samband ímillum ymisku verkini, verkini og vitjandi, og vitjandi og framsýningina í sínari heild.

Í ár er dentur lagdur á at sameina arkitekturin í rúminum við listaverkini sum verða sýnd fram. Hetta verður gjørt saman við sjey innbodnum listafólkum. Listafólkini arbeiða við ljóðlist, installatiónslist og skulptur. Tey eru Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð & Sebastian Edin, Anný Øssursdóttir Djurhuus, Dan Helgi í Gong, Guðrið Poulsen, Heðin Ziska Davidsen og This Is Waa.
Hesi eru boðin við av tí orsøk, at tey á hvør sín hátt arbeiða við rúmligum og sansaligum verkum sum skulu órógva teir kendu karmanir í Listaskálanum. Við heitinum Ókend sum útgangsstøði er grundhugsanin handan hesa uppsetingina at skapa eina hugvekjandi uppliving fyri vitjandi.

Umframt at hesi listafólkini eru biðin at vera við, varð heitt á øll áhugað at senda verk inn til metingar. 
Eftir metingina av innkomnu verkunum, teirra relatión til heildina og heitið á framsýningini, eru 70 verk av 16 listafólkum løgd afturat. 
Hesi listafólk eru Alda Mohr Eyðunardóttir, Ann Mari Dam, Gyða Jacobæus, Heiðrik á Heygum, Jens Dam Ziska, Jón Sonni Jensen, Maria Smith, Martina Sørensen, Ole Wich, Pernille Mejslov, Philippe Carré, Randi Samsonsen, Rannvá Holm Mortensen, Saga Kapna, Tummas Jákup Thomsen og Øssur Johannesen. 
Rúmligu inntrivini, sum innbodnu listafólkini gera, skapa nýggjar karmar um innkomnu verkini; til tess at tvinna saman ymisku listagreinanar sum umboðaðar eru á framsýningini.

Listafelagið og Trina Gaard (fyriskipari og kurator) ynskja øllum vitjandi vælkomnum á Ólavsøkuframsýningina 2017.

Fernisering verður Ólavsøkuaftan t. 28 juli, kl. 15.00. Landstýriskvinnan í mentamálum Rigmor Dam heldur setanarrøðuna, og Katya R. D. Nielsen og Kristina á Váli framføra dans og cello tónar. 
Okkurt vátt og turt til góman verður eisini at fáa.

Framsýningin hevur opið soleiðis:

Ólavsøkuaftan - 28.07.17 kl. 11 - 20
Ólavsøkudag - 29.07.17 kl. 11 - 20
Annars opið allar dagar kl. 11 - 17

Framsýingin letur aftur 06.08.17 kl. 17

Gjøgnumførd og ambitiøs framsýning

Viscera - Construct - Jón Sonni Jensen

Mikukvøldið 12/7 læt framsýningin Viscera - Construct hjá Jón Sonna Jensen upp í hølunum hjá Granskingarsetrinum Inova á Hoyvíksvegi 51 í Havn, tað er har, sum Rúsan helt til fyrr í tíðini.

Hetta er ein rættiliga stór serframsýning við 28 verkum, sum listamaðurin hevur gjørt til høvið, umframt einum ljóðlistaverki, sum Dan Helgi í Gong hevur gjørt til framsýningina. Til upplatingina var sum vera man eitt sindur ov nógvur gangur til heilt at hoyra áhugaverda auditiva verkið, sum sjóðar í bakgrundini og sum m.a. inniheldur ljóð av aluminium, ið gevur okkum eina øðrvísi sansaliga uppliving av tilfarinum, sum vit so eisini síggja á framsýningini.

Tað er ikki á hvørjum degi, vit her á landi uppliva eina heila framsýning úr so mikið ólistarligum tilfari sum latex, aluminium, gips og polyurethan-skúmi, men vit kenna tilfarsvalið aftur frá t.d. Ólavsøkuframsýningum, FESKT og øðrum felagsframsýningum, sum Jón Sonni hevur luttikið í og fyri nøkrum árum síðani hevði hann eina áhugaverda serframsýning á Býarbókasavninum. Framsýningin Viscera - Construct er á sama spori, men hon er meira gjøgnumførd og stórsligin. Heitið á framsýningini sipar bæði til organiskar innvølir og byggivirksemi. Verkini eru tilfarsgranskandi við denti á mótsetningar sum flótandi og hart, tungt og lætt, organiskt og mekaniskt og harvið tykist staðsetingin av framsýningini í einum vísindaligum granskaraumhvørvi uppløgd og væl hugsað. Tað er av sonnum hugaligt at síggja føroysku listina spríkja fram á nýggjum og øðrvísi pallum.

Heitini á verkunum eru øll á enskum – hetta er ein altjóða framsýning, sum heilt vist fer at skuffa tey ferðafólkini, sum leita eftir Føroyalist, almikið. Men hetta er ein framsýning við hægri listarligum ambitiónum enn teimum hjá kommersiellu turistmálarunum. Har eru í roynd og veru oljumyndir við á framsýningini, men tær eru øðrvísi og tykjast eitt nú í litum at vera tillagaðar framsýningini. Hesar myndirnar og smáu gipsverkini sýnast onkursvegna óneyðug á framsýningini, ið hevur lyndi til at gerast eitt sindur yvirfyllt, men hetta man hava verið ætlanin hjá listamanninum; at gera eina installatión, eina heild, har áskoðarin alla tíðina hevur ein part framman ella aftanfyri seg meðan hon gongur runt í framsýningini. Samanumtikið er talan um eina gjøgnumførda og ambitiøsa framsýning, hvørs sterka, djarva tilfarsliga uppáhald eisini kann gerast ein uniformur veikleiki - eg tók meg í øllum førum í at ímynda mær hvussu verkini høvdu sæð út í marmor, granitt, travertin og bronsu. Tey bestu verkini eru nonfigurativar standmyndir við einum serstøkum, sansaligum hedonistiskum brái, sum fær meg at hugsa um standmyndina, sum danski myndahøggarin, Jørgen Haugen Sørensen gjørdi til danska instituttið í Rom. Hinvegin haldi eg hetta, at áskoðarin sjálv fer at hugsa um ymiskar tilfarsmøguleikar, vera eitt satt bragd.

Framsýningin hjá Jón Sonna Jensen er opin mánad.-mikud. frá kl.10-16. Hósdag til kl.18 og fríggjadag og leygardag til kl.16 hetta til 12.august. 

Jørgen Haugen Sørensen

Jørgen Haugen Sørensen