Við svartari flugu  – Ólavsøkuframsýningin 2017

Komin um miðjan aldur má bara ásannast, at ólavsøkan birtir eina ávísa ævinleikakenslu í mær. Antin tað regnar ella er turt, antin kórið á Tinghúsvøllinum er stórt ella risastórt og líkamikið hvør bátur hevur stavnin framman fyri onkran annan - ja, so skerst ikki burtur, at tær eru farnar at líkjast, allar mínar ólavsøkur og eg dugi ikki longur at skyna á um hetta ella hatta hendi á ólavsøku tá ella tá. Tað er fyri mær eins og mynda hesar endurtøkur ein form, sum á hvørjum ári verður fylltur av løtum við nærveru saman við teimum ymsu menniskjunum, eg møti. Enn tykjast endurtøkurnar meiningsfullar og tískil fór eg aftur í ár, forvitin og fegin, á Ólavsøku-framsýningina í Listasavni Føroya.

Ævigt og farandi

Eisini í góðari list býr eitt slag av ævinleika, ið er mótsettur okkara tíðaravmarkaðu tilveru. Vit eru hugtikin av aldargomlum standmyndum og av skróvturrum, gomlum málningum, tí at hesi verkini uttan nakra forðing tala til okkum yvir um tíðarmørk. Innan avantgarderørslur sum Fluxus og ymisk antilistarlig rák er næstan tað øvugta galdandi. Her liggur sektin á teirri núverandi støðuni og kanska eisini onkra staðni í framtíðini. Tað kann tykjast eitt sindur marghátligt, tá t.d. fluxuslist verður museumslist og verkini, sum vóru gjørd til stuttleika, spontant og við forgeingiligum gerandistilfari, skulu varðveitast í allar ævir.

Heildarmerkt framsýning

Heitið og evnið á ársins Ólavsøkuframsýning er “Ókend”, men evnið er lukkutíð umsitið á smidligan hátt – í summum førum er ikki so lætt at finna ókenda evnið í verkinum. Aftur í ár er Ólavsøkuframsýningin bæði kuraterað og sensurerað, fyriskiparnir hava boðað frá, at dentur er lagdur á at sameina arkitekturin í rúminum við listaverkini sum verða sýnd fram. Hetta verður gjørt saman við sjey innbodnum listafólkum, sum arbeiða við ljóðlist, installatiónslist og skulptur. Tey eru Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð & Sebastian Edin, Anný Øssursdóttir Djurhuus, Dan Helgi í Gong, Guðrið Poulsen, Heðin Ziska Davidsen og This Is Waa. Harumframt kundu øll áhugað senda verk inn til metingar. Sekstan luttakarar við 70 verkum sloppu gjøgnum tað nálareygað: Alda Mohr Eyðunardóttir, Ann Mari Dam, Gyða Jacobæus, Heiðrik á Heygum, Jens Dam Ziska, Jón Sonni Jensen, Maria Smith, Martina Sørensen, Ole Wich, Pernille Mejslov, Philippe Carré, Randi Samsonsen, Rannvá Holm Mortensen, Saga Kapna, Tummas Jákup Thomsen og Øssur Johannesen. 

Fjølbroytt framsýning

Framsýningin er fjøllbroytt og stuttlig við rúmum í rúminum og fjølbroyttum tøkni, sum í støðum geva upplivingar, ið eru átøkar teimum, ein fær á Eksperimentarium. Summum verkum mást tú leita eftir, so eg válaði runt eitt sindur sum fluga í fløsku, tá eg datt fram á eina einstaka mynd hjá Tummas Jákupi Thomsen og steðgaði á, tó, at hetta ógvuliga analoga og friðarliga verkið ikki ger stóran háva av sær í øllum ganginum í gamla framsýningarsalinum. Talan er um eina blýantstekning av tólv armbandsurum, sum eru sett á pappírsarkið eftir regluligari skipan við vísarum, sum vísa klokkutíðir frá 13 til 12. Ein merkiliga ómerkilig mynd, var tað ikki fyri svørtu fluguni, sum manifestarar seg miðskeiðis á myndini. Fyrst helt eg tað vera eitt sonevnt trompe l´oeil; sum vit síggja tað í málningum frá barokktíðini og í klassiskari list við eini flugu ella lutum, sum eru málaðir realistiskt og við trívídd, so at tað sær út sum um, at talan er um eina veruliga flugu, sum hevur sett seg á málningin. Eg mátti hyggja fleiri ferðir, men staðfesti, at svarti bulurin á fluguni í øllum førum var ítøkiligur, meðan beinini tóktust teknað. Kenni eg Tummas Jákup Thomsen rætt, er okkurt stuttligt við verkinum, sum hevur fiffiga heitið Ókend ur, men hetta er eisini eitt óhugnaligt verk, ið snýr seg um klokkutíðina, ið gongur javnt og samt, men sum einaferð heldur uppat, tá vit fara úr tíðini. Flugan er eitt gamalt, ófrættakent symbol fyri deyða, rot og upploysn, og verkið Ókend ur fær meg at hugsa um eina gamla yndisyrking eftir Carl Jóhan Jensen við heitinum Við svartari flugu. Yrkingin, ið hevur yvirskriftina líkskari 1951, er ein av rættiliga mongum ekfrasum í føroyskari poesi; ein sansalig lýsing av einum málningi hjá Mikines, sett upp sum sonnett, væl komponerað og komprimerað við ansi fyri mótsetninginum millum tað æviga í listini og fasta forminum og tí óstøðuga, stokkuta í likamligu dekompositiónini.

Feiri av luttakarunum í ársins Ólavsøkuframsýning eru ungar, dugnaligar kvinnur sum t.d. Alda Mohr Eyðunardóttir, Gyða Jacobæus og Saga Kapna, sum áður hevur framsýnt sínar áhugaverdu myndir, ið eru málaðar uppá ymsar træplátur við myndevnum frá nærumhvørvinum. Tá hesar myndirnar eydnast, liva tær sítt kensluborna lív við einum illustrativum og illusionistiskum brái upp móti tilfarinum í trænum, sum málað verður á; hetta gevur myndunum eitt samanumtikið dekorativt brá. Tíverri er úrslitið hesa ferð lakari enn seinast, nakrar av myndunum eru átøkar teimum søtu romanillustratiónunum í Familiejournal, ið eru merktar av grunnum og bíligum effektum. Eitt undantak er tann villa reyða myndin við sannførandi bad art kvalitetum.

Tær tjúgu akvarellirnar hjá Heiðriki á Heygum, sum avmynda eina kvinnu og hennara virksemi, hava somuleiðis eitthvørt illustrativt yvir sær. Í stíli eru myndirnar hjá Heiðriki á Heygum annars ómetaliga lítið broyttar, síðan eg á fyrsta sinni sá hansara myndir fyri eini tíggju tólv árum síðani. Universið tykist heldur egofikserað og grunt; heitini minna um replikkir frá amerikonskum ungdómssjónvarpi ella Love-bløðunum, sum gentur lósu fyrr í tíðini, men fyrst og fremst illustrera myndirnar eina søga um stórt einsemi.

THIS  IS WAA aka Bárður Næs og Per Ingvaldur Højgaard eru mær vitandi meira musikk- enn myndlistamenn, men teirra installatión við einum øvugtum rúmi og samansettum tónleiki var rættiliga herlig, ólavsøkulig og sjálvt um skeltið uttanfyri gav mær eitt stutt herðindi av kerligum minnum um Kondittaríið, tá mann kundi velja um mann vildi hava kalt ella heitt eplasalat, so var tað hipstararetrostílin í Sirkus og G!, eg kom í tankar um í so stóran mun, at eg tók meg í at sakna eitt fatølsannlegg harinni. Sum áður nevnt eru fleiri ljóðverk við á framsýningini í ár, Heðin Ziska Davidsen er maðurin aftan fyri teir nørdaligu og ódámligu ýlitónarnar uppi á balkongini, meðan Dan Helgi í Gong hevur samansett rútmusporið undir trappuni, sum man vera tað mest subtila verkið á framsýningini. Eg hevði neyvan uppdagað tað, um ikki tann fryntiligi kuratorurin, arkitektstuderandi Trina Gaard vísti mær á tað. Videoverkið hjá Dan Helga er hin vegin ikki serliga subtilt, tað er sera einfalt, men einasta dømi um eina politiska tulking av evninum Ókend. Tað eru deyðir flóttar, sum verða klipptir inn á eina heimliga klettastrond.

Installatiónina hjá Onnu Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Sebastian Edin misskilti eg, tí hon varð ikki tendrað, tá eg var inni í henni á fyrsta sinni. Tí stóð eg har í bølamyrkrinum og hómaði nakrar steinar, sum sveimaðu og skygdu í tí, sum eg helt vera eina náttúrliga ljóskeldu. Eg varð fullkomiliga hugtikin av modernaðu einfeldini í verkinum og haldi, at upplesturin og ljóðið, sum kom aftrat, hevði eitt meira tungt og hátíðarligt brá, men eg skal helst uppliva verkið umaftur. 

Framsýningarevnið er ikki evident hvørki í teimum leyshentu og tessvegna poetisku klippmyndunum hjá Philippe Carré ella í teimum kendu, ekspressivu tekningunum hjá Øssuri Johannesen - hesar nýggju tekningarnar eru góðar og tykjast onkursvegna avkláraðar - men sum áður nevnt er tað gott, at framsýningarkonseptið er nóg ódogmatiskt tulkað til at eisini tílíkar myndir sum tær hjá Carré og ljóssterku og fríu vatnlitamálningarnar hjá Martinu Sørensen sleppa við

Hinvegin er evnið meira týðiligt í øðrum verkum hjá t.d. Pernille Mejslov, Jón Sonni Jensen, Guðrið Poulsen og Mariu Smith og í skýggjformatiónunum úr høsnatráði hjá Ole Wich, sum ger ævigu umbroytingina í skýggjaflókum ítøkiliga. Svarti Gróðurin hjá Rannvá Holm Mortensen, sum sæst á myndini her omanfyri, sýnist somuleiðis relevantur í mun til evnið við hesum løgna, ókenda substansi, sum toyggir seg dramatiskt út í rúmið.

Svartur Gróður minnir eitt sindur um tekstilverkini, sum vit hava sæð frá Randi Samsonsen seinastu árini, tó at meira dentur er lagdur á sjálvt handverkið hjá síðstnevndu, ið hevur 3 verk við á Ólavsøkuframsýningini. Tey eru hugtakandi fjálg, organisk við rundleittum hangandi ella liggjandi formum, sum minna um ymiskt likamligt og so allíkavæl ikki. Okkurt verk er bygt upp í tveimum við einum skapi, har minni skap stinga seg burturúr, nakað sum á eini barnsliga teknaðari hond. Tað verður spennandi at síggja eina framtíðar serframsýning við hesi listakvinnuni og tað sama sigi eg um ta ungu Anný Djurhuus Øssursdóttir, sum viðvíkjandi heitum er á sama spori sum Heiðrikur á Heygum, men sum við ansi fyri skemti og ramasjang alla tíðina skiftir úttrykk og tøkni. Eisini Jens Dam Ziska fer vónandi ein penan dag at tora at tveita seg út í málaríið av fullum hjarta, so hann kann hava serframsýning við sínum fínu tilfarsliga og koloristiskt tilvitaðu málningum, har stýrd geometrisk skap blaktra í mótsetninginum við lívrunnin og óstøðug strok. Tey eru eyðvitað mong, ið fáast við sama formella mótsetning, men tey, sum fáa góðar málningar burturúr, eru ómetaliga fá.

Sjálvt um eg sakni listarliga tyngd og ævinleika á Ólavsøkuframsýningini 2017, hugsi eg, at evnið Ókend leggur upp til nakað meira óstøðugt og trilvandi og tá hevur Trina Gaard helst nátt sínum máli. Talan er í hvussu er um eina dynamiska og spælandi framsýning við góðum undirhaldsvirði. Í onkrum einstøkum føri er staðsetingin ikki nóg góð; hetta er t.d. galdandi fyri tær viðkvomu fotoprentmyndirnar hjá Gyðu Jacobæus í forhøllini. Her er nógvur visuellur gangur, tað vil so vera í eini forhøll við café og øðrum virksemi, men veggurin, har myndirnar hjá Gyðu hanga, er ov ljótur og holutur; eg havi einki ímóti ráum hølum, men ikki, tá tað er ómotiverað. Ólavsøkuframsýningin er opin mánadag - sunnudag kl. 11-17 inntil 6.august. Atgongumerkið kostar 65 krónur, myndaskráin er ein lutaseðil, sum mann kann vinna eitt prent hjá Janusi Kamban við.