Ny Carlsbergfondet keypir føroyskt

11110229_10152899687992478_3829444929991719613_n.jpg

Onkrastaðni í Havn gongur ein hjartansfegin, ungur listamaður og fær neyvan heilt fatað hvat er hent. Hesar seinastu dagarnar hevur graml verið um okkurt umboð frá størsta danska listagrunninum, Ny Carlsbergfondet, sum hevur vitjað ymisk føroysk listafólk og framsýningar, og sum eisini hevur keypt fleiri verk á ferðini í Føroyum.

Tað vóru bryggjarin, Carl Jacobsen og konan, Ottilia, ið stovnaðu grunnin í 1902, sum hevur til uppgávu at virka listini at frama. Eitt innkeyp frá NCF er eitt slag av dygdarmerki og tí hevur slík søla størri týdning enn bara fíggjarligan vinning.

Eisini føroysk listafólk hava havt gleði av grunninum og hava tað aftur nú, tá formaður grunsins, Karsten Ohrt hevur gjørt íløgu í teirra list. Áðurnevndi listamaðurin eitur Jón Sonni Jensen úr Vestmanna. Í eitt ár hevur hann arbeitt fram ímóti ambitiøsu framsýningini Viscera Construct í hølunum hjá Inova (í gomlu Rúsuni á Hoyvíksvegnum í Havn). Framsýningin er ummælt her á heimasíðuni: http://www.listaportal.com/tidindi/2017/7/12/viscera-jn-sonni-joensen og nú hevur hann selt Ny Carlsbergfondinum seks kanska sjey verk frá hesi framsýning. Jón Sonni er púra ovfarin og ómetaliga glaður yvir hetta stóra herðaklappið.

Eisini í Steinprenti brosa tey, tí eisini her hevur Karsten Ohrt verið á gátt. - Ein sera áhugaverdur og vitandi gestur at fáa, heldur Jan Andersson. Og so ger tað neyvan nakað verri, at hann keypti fleiri verk hjá Rannvá Kunoy. Karsten Ohrt sigur seg somuleiðis vera glaðan fyri síni listainnkeyp í Føroyum. Eg hugsi, at øll tey, sum vara av føroyskari list kunnu fegnast, tá tað gongur okkara listafólkum væl.

j11.jpg