Tað koyrir hjá føroysku filmsvinnuni í løtuni. Somu viku sum nýggi føroyski spælifilmurin, Dreymar við havið varð frumsýndur, boðar Tórshavnar Kommuna nú frá, at tey hava skrivað samstarvsavtalu við Klippfisk um at menna filmsspírar. Hetta fer at ganga fyri seg í gomlu Saltsøluni/Sjóvinnuhúsinum.
Sum nakað heilt nýtt kemur Klippfisk nú at virka saman við íverksetarahúsinum Hugskotinum, ið heldur til í spennandi nýskaparumhvørvinum í nýggja Sjóvinnuhúsinum.
Í løtuni vera umstøðurnar til filmsverkstovu við dagførdari útgerð gjørdar klárar og umstøður til útlán av filmsútgerð, nýggj heimasíða, skeið saman við Kvøldskúlanum o.s.fr. fyrireikaði.
Fyrst í oktober verður almenn móttøka, tá virksemið kemur fult í gongd. Leiðarin í Hugskotinum Jónhild Rasmussen kemur at hava dagligu ábyrgdina av virkseminum saman við Klippfisknevndini við Jákup Veyhe sum formanni.
Klippfisknevndin kemur at virka sum ráðgevandi í sambandi við menning av virkseminum, keyp av útgerð, rekruttering av áhugaðum ungdómum, menning av skeiðstilboðum saman við Kvøldskúlanum o.s.fr.
Beinta Haraldsen kemur at taka sær av dagliga virkseminum. Neyvari lýsing kemur um hetta í næstum.
Málið er, at virksemið, sum nú kemur í spennandi og nýggjar karmar, fer at vera við til at eggja og menna nýggjar føroyskar filmsspírar. Hesi farnu 12 árini hevur Klippfisk havt týðandi leiklut í at menna fleiri av teimum filmsfólkunum, sum í dag mynda føroyska filmslist.
Mentamálanevndin í Tórshavnar kommunu hevur havt viðgerðina av málinum um hendi og játtað 400.000 til virksemi í 2017 og ætlandi somu upphædd í 2018.
Ætlandi kemur komandi Filmshúsið, ið Mentamálaráðið er í fer við at stovna, at húsast saman við Hugskotinum og Klippfisk.
Á myndini frá undirskrivingini síggjast borgarstjórin Annika Olsen taka handatak saman við Jákup Veyhe, formann í Klippfisk og Gunvør Balle, forkvinnu í mentamálanevndini, umframt Joan Petur Hentze, trivnaðarstjóra, Beintu Haraldsen, verkætlanarfólk, Ingunn Eiriksdóttir, miðfyrisitingarstjóra, Jógvan Sørin Hansen, leiðara á Kvøldskúlanum, Jónhild Rasmussen, leiðara á Hugskotinum, Jan Berg Jørgensen, nevndarlim í Klippfisk, Pætur M. Dahl, nevndarlimur í Klippfisk og Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini.