Hans Pauli Olsen 60

Foto: Jan Andersson

Foto: Jan Andersson

Í dag fyllir okkara størsti núlivandi myndahøggari, Hans Pauli Olsen seksti ár. Hans Pauli Olsen er føddur og uppvaksin í Havn, men hevur í mong ár búleikast í Keypmannahavn, har hann hevur atelier og eitt sera virkið arbeiðslív, sum eisini vit í Føroyum javnan njóta gott av. - Tó kann ikki sigast, at vit uppliva hann nógv á framsýningum her um leiðir - ein framsýning var í Steinprenti í 2013 og tá vóru heili tjúgu ár síðan ta seinastu. Hetta er spell; listamaðurin staðfestir sjálvur í fína filminum, sum Katrin Ottarsdóttir gjørdi um hann í 2008 (Eingin kann gera tað perfekta), at framsýningar eru øðrvísi enn bílagdar uppgávur, tí tá kann hann í størri mun fylgja egnum hugskotum.

Sína listarligu útbugving byrjaði Hans Pauli við tekning hja Askou Jensen á Glyptotekinum og síðan gekk hann á akademinum á myndahøggaraskúla, har Willy Ørskov og Bjørn Nørgaard vóru hansara professarar. Eyðkent fyri tann sjálvstøðugt hugsandi listamannin fann hann ein stíl, sum liggur nokk so langt frá stílinum hjá hesum báðum nevndu lærarunum. Hesin stílurin er rættiliga klassiskur og handverkliga er Hans Pauli Olsen einastandandi væl fyri.

Hans Pauli Olsen hevur gjørt eina rúgvu av bíløgdum standmyndum bæði í Danmark og í Føroyum; nevnast kunnu sveimandi standmyndirnar uppi undir loftinum á Handilsskúlanum á Kambsdali, fabulerandi figurarnir kring Listasavnið, hin treysti Traðarmaðurin, tann arkitektoniskt hugtakandi Fípan Fagra í Klaksvík og nógvar aðrar fyri ikki at tala um ta eiggiligu Kópakonuna, hendan næstan vitalistiska standmyndin frá 2014, sum undirritaða fanst nokk so dyggiliga at, og sum óansæð er mest vitjaða standmyndin í landinum. Flottari staðseting finst ikki.

kópakonan.jpg

Tilfarsliga útgangsstøðið hjá Hans Paula Olsen er organiskt við ósløttum yvirflata, sum livir og broytist við ljósinum. Við leirinum er tað næstan sum at hendurnar ganda lív og persónligheit í figurarnar, ið hann skapar. Bringumyndirnar ikki bara líkjast; tær eru ljóslivandi – so væl dugir listamaðurin at síggja og at endurskapa eitt nú eygnabráið í persóninum, sum hann modellerar.

Í standmyndunum leggur hann ofta okkurt aftrat sjálvum tí klassiska figurinum, sum skapar iva og endurhugsan um sjálvt listaslagið, sum hann tekst við. Leirfigurarnir verða stoyptir í bronsu, men granitt og gips brúkar hann eisini nógv. Hans Pauli Olsen leggur stóran dent á undirstøði á standmyndunum, á sokkulin, sum tíðum gerst aktivur partur av standmyndini. Tvífalding ella spegling er eitt høvuðstema, vektloysi er eitt annað tema, sum gevur standmyndunum eitt surrealistiskt brá. Standmyndirnar eru tíðum kollasjukendar og samansettar. Hans Paula Olsen dámar væl føroyska orðið fyri skulptur "Standmynd" og í hesum sambandi eksperimenterar hann við at birta eitt slag av tvídimensjonaliteti í tær trídimensjonalu standmyndirnar. Stóra framsýningin, sum hann hevði á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn í fjør æt Stående billeder og her vóru heili 75 portrettbustur framsýndar. Tað hevði verið áhugavert at sæð eina stóra framsýning við verkum hjá listamanninum í hansara heimlandi – fyribils ynskja vit honum hjartaliga til lukku á føðingardegnum.  

Klaksvík2aug2010 015.jpg