Væl móttiknir dreymar við havið
/Í gjár var nýggi spælifilmurin hjá Sakarisi Stórá við handriti eftir Marjuna S.Kjelnæs frumsýndur fyri fullum sali í Norðurlandahúsinum og longu sama kvøld vóru fleiri viðmæli at lesa, sum hugtiknir áskoðarar høvdu skrivað.
Fólkatingspolitikarin og sjónleikarin, Sjúrður Skaale heldur talan vera um filmslist á høgum støði og skrivar m.a. "Viðhvørt verður okkurt hálovað í Føroyum, bara tí tað er gjørt í Føroyum. Tí tað er føroyskt. Men "Dreymar við havið", sum varð frumsýndur í kvøld, er IKKI hugtakandi, bara tí hann er ein føroyskur spælifilmur í fullari longd. Filmurin er eitt dygdarverk! Ein søga, í mestan mun fortald við myndum. Samskifti millum fólk um djúpar, sterkar kenslur - fortalt næstan uttan orð, men við nærmyndum av andlitum. Har eitt sigandi eygnabrá, her eitt talandi smíl, og so eini leitandi eygu, sum fortelja um eitt leitandi sinni. Og alt fortelur tað eina søgu sum er so sannførandi, at nógv, sum sótu í salinum, fleiri ferðir fingu eitt tár í eygnakrókin".
Journalisturin Ingi Samuelsen tykist somuleiðis hugtikin. Í ummæli á portalinum, at "Dreymar við Havið, er eitt satt lítið meistaraverk. Fortalt við við nærlagni, góðum leiki, sjarmu, tølandi umhvørvi og dramatikki í ein ávísan mun".
http://portal.fo/dreymur+vid+havid+eitt+satt+litid+meistaraverk.html
Sjálv var eg eisini millum mongu áskoðarnar. Eri í ferð við at skriva eitt ummæli, sum kann lesast í ovurmorgin í vikuskiftisdimmuni. Fyribils kann eg ynskja filmsleikstjóranum, Sakarisi Stórá, øllum filmsliðnum og framleiðaranum, eldsálini aftan fyri verkætlanina, Ingun í Skrivarastovu, hjartaliga til lukku við, at dreymarnir vórðu veruleiki.