Koloristiskt avklárað list úr gardinum

iPhone Image C74D2A.jpg

Tað var ein listamaður, sum viðmælti mær at fara til framsýningina hjá Jóngerð Purkhús í Müllers Pakkhúsi og við tað, at henda góða framsýning í skrivandi stund endar um ein góðan tíma, má eg skunda mær at skriva mítt egna viðmæli: Farið og síggið vøkru myndateppini, sum Jóngerð Purkhús hevur gjørt frá 1990´unum og fram til í dag. 

Røðin av bjartlittum myndateppum, sum sæst á fotomyndini beint niðri undir tekstinum, er millum tað nýggjasta og besta, sum hon hevur gjørt. Har er eisini eldri tilfar, t.d. figurativar, seymaðar myndir av eitt nú umhvørvinum norðuri í Klaksvík, sum eisini vísa, at Jóngerð Purkhús dugir væl við litum. Hetta sama kann sigast um mangar aðrar kvinnur, sum binda og seyma og fáast við ymiskt slag av handarbeiði - hvussu kann tað tá vera, at júst hesi teppini hjá Jóngerð Purkhús skulu viðmælast her á Listaportalinum? Tað, kæri lesari, fært tú frænir av, um tú skundar tær á framsýning beint nú.

Jóngerð Purkhús arbeiðir við patchwork ella klútateppum, tvs. at hon klippir smáar lepar úr toyi og seymar tær saman eftir ávísum skipanum og tað er í litskipanunum og smáum forskjótingunum í skipanunum, at okkurt listarligt býr undir. Eitt stórt myndateppi var sett saman av slipsum, men listakvinnan greiddi mær frá, at nógv av tilfarinum hevur hon keypt í Skálabúðini - ikki endiliga so vakurt toy, helt hon - øgiliga skjórut, stórblomstrut gardintoy við nógvum litum, men við sera góðari dygd, og hetta hevur hon brúkt til síni myndateppi. Handverkliga eru teppini ómetaliga væl úr hondum greidd og lítið er at ivast í, at nógv tíð er farin við at tekna, klippa og seyma. Men í grundini er tað ikki so nógv tað handverkliga, tað snýr seg um. Eg eri sannførd um, at Jóngerð Purkhús kundi fingið list burtur úr lego, legði hon í.

Aldur er ikki viðkomandi fyri verkini, men sjálvandi hevur tað týdning, at listakvinnan er 80 ár, at hon umframt skeið hjá Jórun Poulsen er sjálvlærd og at hetta er hennara fyrsta serframsýning. Tað var gott, at vinkonurnar yvirtalaðu hana at sýna fram; vit mugu vóna, at hon fer at framsýna oftari. Jóngerð Purkhús hevur verið slóðbrótandi á fleiri økjum; hetta við klútunum hevur bara verið til stuttleika og hugna, sigur hon, men tað er einki at ivast í, at eisini her eru evnini til meira enn frítíðarvirksemi. Tey bestu myndateppini eru koloristiskt avklárað og symbolsk og høvdu til dømis riggað væl í eini kirkjuprýðing. Eg skundi mær at seta nakrar myndir inn her, men verkini síggjast best á framsýningini, sum letur aftur klokkan seks í dag.

http://kvf.fo/dv?sid=71378

http://kvf.fo/summarmorgun?sid=71167

j4.jpg
iPhone Image C74D70.jpg
iPhone Image C74D68.jpg
iPhone Image C74D78.jpg
j5.jpg
iPhone Image C74DAB.jpg
iPhone Image C74DC4.jpg
j1.jpg