Gjøgnumførd og ambitiøs framsýning

Viscera - Construct - Jón Sonni Jensen

Mikukvøldið 12/7 læt framsýningin Viscera - Construct hjá Jón Sonna Jensen upp í hølunum hjá Granskingarsetrinum Inova á Hoyvíksvegi 51 í Havn, tað er har, sum Rúsan helt til fyrr í tíðini.

Hetta er ein rættiliga stór serframsýning við 28 verkum, sum listamaðurin hevur gjørt til høvið, umframt einum ljóðlistaverki, sum Dan Helgi í Gong hevur gjørt til framsýningina. Til upplatingina var sum vera man eitt sindur ov nógvur gangur til heilt at hoyra áhugaverda auditiva verkið, sum sjóðar í bakgrundini og sum m.a. inniheldur ljóð av aluminium, ið gevur okkum eina øðrvísi sansaliga uppliving av tilfarinum, sum vit so eisini síggja á framsýningini.

Tað er ikki á hvørjum degi, vit her á landi uppliva eina heila framsýning úr so mikið ólistarligum tilfari sum latex, aluminium, gips og polyurethan-skúmi, men vit kenna tilfarsvalið aftur frá t.d. Ólavsøkuframsýningum, FESKT og øðrum felagsframsýningum, sum Jón Sonni hevur luttikið í og fyri nøkrum árum síðani hevði hann eina áhugaverda serframsýning á Býarbókasavninum. Framsýningin Viscera - Construct er á sama spori, men hon er meira gjøgnumførd og stórsligin. Heitið á framsýningini sipar bæði til organiskar innvølir og byggivirksemi. Verkini eru tilfarsgranskandi við denti á mótsetningar sum flótandi og hart, tungt og lætt, organiskt og mekaniskt og harvið tykist staðsetingin av framsýningini í einum vísindaligum granskaraumhvørvi uppløgd og væl hugsað. Tað er av sonnum hugaligt at síggja føroysku listina spríkja fram á nýggjum og øðrvísi pallum.

Heitini á verkunum eru øll á enskum – hetta er ein altjóða framsýning, sum heilt vist fer at skuffa tey ferðafólkini, sum leita eftir Føroyalist, almikið. Men hetta er ein framsýning við hægri listarligum ambitiónum enn teimum hjá kommersiellu turistmálarunum. Har eru í roynd og veru oljumyndir við á framsýningini, men tær eru øðrvísi og tykjast eitt nú í litum at vera tillagaðar framsýningini. Hesar myndirnar og smáu gipsverkini sýnast onkursvegna óneyðug á framsýningini, ið hevur lyndi til at gerast eitt sindur yvirfyllt, men hetta man hava verið ætlanin hjá listamanninum; at gera eina installatión, eina heild, har áskoðarin alla tíðina hevur ein part framman ella aftanfyri seg meðan hon gongur runt í framsýningini. Samanumtikið er talan um eina gjøgnumførda og ambitiøsa framsýning, hvørs sterka, djarva tilfarsliga uppáhald eisini kann gerast ein uniformur veikleiki - eg tók meg í øllum førum í at ímynda mær hvussu verkini høvdu sæð út í marmor, granitt, travertin og bronsu. Tey bestu verkini eru nonfigurativar standmyndir við einum serstøkum, sansaligum hedonistiskum brái, sum fær meg at hugsa um standmyndina, sum danski myndahøggarin, Jørgen Haugen Sørensen gjørdi til danska instituttið í Rom. Hinvegin haldi eg hetta, at áskoðarin sjálv fer at hugsa um ymiskar tilfarsmøguleikar, vera eitt satt bragd.

Framsýningin hjá Jón Sonna Jensen er opin mánad.-mikud. frá kl.10-16. Hósdag til kl.18 og fríggjadag og leygardag til kl.16 hetta til 12.august. 

Jørgen Haugen Sørensen

Jørgen Haugen Sørensen