Ólavur Rasmussen stjóri fyri SALT

olavur rasmussen.jpg

Í dag varð boðað frá, at Ólavur Rasmussen er settur stjóri fyri stóra mentanarhúsið á Drelnesi. Hann var longu settur stjóri í fjør, men tá var rumbul um stjórasetanina og tí varð søkt umaftur. Einki óvæntað er í hesi setanini. Ólavur Rasmussen er føddur í 1957 - hann fyllir seksti ár 27.november í ár. Hann varð student í Hoydølum í 1977 og í 1986 leyk hann kandidatútbúgvingina í gudfrøði við lærda háskúlan í Reykjavík. Hann hevur arbeitt sum prestur uttanlands í m.a. London og Suðurslesvig og var nøkur ár prestur í Hvalba. Í 2013 gav hann út bók um Søren Kierkegaard, men seinastu mongu árini hevur navnið Ólavur Rasmussen næstan verið synonymt við SALT verkætlanina suðuri á Tvøroyri. Hann er eldsálin, sum skaffaði stóru upphæddina, ið tryggjaði útgangsstøðið undir kostnaðarmiklu uppafturbyggingini av saltsiloini. Nú verður risastóra framtíðar avbjóðingin, at fáa SALT til at bera seg fíggjarliga og listarliga, hansara. Fyrsta tiltakið á skránni hjá nýsetta stjóranum verður lokalt. Tað verður "Oyggjakvøld" í sambandi við, at stóri bygningurin hjá Varðanum Pelagic brendi. 

20841964_691593254370179_2524391355297212361_n.jpg