EYKAKONSERT við The King´s Singers

The King%27s Singers GOLD credit Marco Borggreve (17).jpg

Jólakonsertin hjá “The King’s Singers” í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 29. november var skjótt útseld og tí verður EYKAKONSERT týskvøldið 28.nov.

The King´s Singers eru ein av heimsins kendastu og mest viðurkendu vokalbólkum seinastu 50 árini. The King’s Singers vórðu settir á stovn í 1968 av seks nýútbúnum sangarum frá King’s College í Cambridge. Tað, sum sermerkti bólkin frá byrjan av, var tónlistarligt fjølbroytni. The King’s Singers høvdu eina fasta løtu í bretskum sjónvarpi í bestu senditíð, har teir sungu vælumtóktan tónleik, sum onki kór vanliga hevði farið í holt við. Við teirra serligu bretska sjarmu og fantastisku røddum, teknikki og samljóði sungu teir seg beint inn í hjørtuni á áhoyrarum kring allan knøttin.Limirnir í The King’s Singers eru skiftir út so hvørt, sum árini eru liðin, men ljóðið, hugsjónin og ikki minst høga støðið eru tey somu. Bólkurin hevur alla sína tíð javnan verið boðin at framføra á heimsins størstu pallum – frá Royal Albert Hall í London til Opera House í Sidney og Carnegie Hall í New York. Teir eru vornir ein altjóða ímynd av tónlistaligari dygdargøðsku. Á hillini við heiðurslønum standa umframt óteljandi aðrar tvær Grammy® virðislønir og ein Emmy® virðisløn. The King’s Singers vóru eisini á tí allarfyrsta Grammophone Magazine Hall of Fame. Á konsertini í Norðurlandahúsinum fara teir at syngja burturúr síni vælumtóktu og umfatandi jólaskrá umframt ymiskt annað – kanska enntá okkurt føroyskt.