Arnold Vegghamar í Focus

Arnold Vegghamar letur upp framsýning í Galerie Focus fríggjadagin 7.oktober klokkan 16-18 í Lambagerði 1 í Havn við 32 nýggjum málningum. Framsýningin er opin: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu. Í málningunum hjá Arnold Vegghamar er ein sjáldsom styrki, listarliga fevnir hann frá tí fantastiska, litríka til tað mest erliga, hugtakandi og sjarmerandi brutala, t.d. tá hann málar tey høgu fjøllini har norðuri. Arnold Vegghamar málar náttúruna á Viðoynni, lendingin, bygdin, hamrar og urðar - tað eru ikki vanligar náttúrulýsingar, men heldur persónligar surrealistiskar tulkingar av landslagnum. Tað handlar ikki um, um tað líkist náttúruni, tað handlar um tann innara ósjónliga sannleikan - upplivingar, kenslur, sinnisrørslur og ímynd. Tað vil siga, at mála sinnisstøðuna, tí hetta er ein veruleiki, sum júst er avgerandi fyri tann ovurhugaða og sinnisrørda listamannin. Hansara týðuligu pensilsstrok og sterku litir ímynda tann innara ófriðin og fær alla náttúruna at liva og røra seg. 

Lívsjáttandi jarðarferð

Konsertin, sum Heiðrikur á Heygum hevði leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum man hava verið nakað heilt serligt. Tað skilst á tónanum í fleiri støðulýsingum á Facebook, sum er óvanliga hugaheitur. Og teir sangirnir, sum eg havi hoyrt higartil av útgávuni Funeral benda eisini á, at Heiðrikur onkursvegna hevur funnið seg sjálvan og fær brúkt sítt stóra talent maksimalt. Sostatt er talan um eina sera lívsjáttandi jarðarferð. Tað er sera djarvt av Heiðriki eisini at nýta høvið til at varpa ljós á tað óneyðuga stríð, sum nógv samkynd hava havt og enn hava við sínum kynsliga samleika. Tílíkt kann hava stóran týdning fyri onnur, ung samkynd og harvið fyri alt samfelagið. 

Myndir: Eiler Fagraklett

Myndir: Eiler Fagraklett

Sjálv var eg uttanlands í vikuskiftinum, og fekk ikki farið á konsert. Men Eiler Fagraklett, formaður í LGBT var til konsert og hann elskaði tað. Hann skrivar á FB: “Eg og maðurin vóru til "jarðarferð" hjá Heiðrikur Á Heygum í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Hetta var eitt stórt tónleika og persónligt upplivilsi fyri okkum báðar. Tað hava altíð verið nógv samkynd listafólk í Føroyum - eins og kring restina av heiminum. Men tað er ikki fyrr enn nú, at hesi listafólk veruliga tora at traðka fram og lýsa sítt lív við opnari og erligari rødd, har teirra kynsliga sannføring eisini sleppur til orðanna, og verður ein natúrligur partur av teirra list. Kynslívið er hóast alt ein sera stórur partur av tí, sum ger okkum til menniskju. Heiðrikur Á Heygum er eitt av hesum listafólkum, sum nú veruliga er við at fevna sína sannføring í síni list. Á nýggju plátuni Funeral syngur Heiðrikur um seg sjálvan og um, hvussu hann m.a. hevur roynt at finna sítt fótafestið sum samkyndur føroyingur. Um tað at forelska seg í øðrum manni, um at missa henda kærleika, um at eyðgleiða javngamlan samkyndan drong, sum doyði alt ov ungur, og ikki minst um sína egnu jarðarferð, har vit skulu siga farvæl við skáps-Heiðrik. Eg og Jan-Terjé Simonsen vilja tí takka Heiðriki fyri at siga sína persónliga søgu á henda vakra hátt, sum nýggja plátan ger, og soleiðis royna at gera upp við ta skomm og tann sjálvshatur, sum flestu samkyndu framvegis vaksa upp við. Tað kennist gott at vera við til hansara jarðarferð, har Heiðrikur slapp at jarða sítt innara "monster" ella skápsódjór. Ódjórið, sum liggur so djúpt í okkum øllum samkyndu: "Deep inside me, tries to fright me, tells me I most be wrong. There´s a monster inside of me, doesn´t want no good things for me, wants no one to care for me, wants to eat me in solitary." Ein týðandi útgáva fyri meg, mannin og flest aðrar samkyndar føroyingar! <3

I am wearing black for the occasion, bells are chaining from afar, I made such beautiful arrangements, the end is about to start. I sent myself an invitation, and chose the flowers for it all, I made the needed preparation, performed the ritual. I put lilies on my side, like a new day I will rise, so long, time to say good-bye, free that part inside of me I had to hide, for so long, I place silver on my eyes. I´m wearing black for the occasion, you won´t see sorrow in my eyes, it is a sort of celebration, the clouds have left the sky. I had this beautiful revelation, of someone I forgot to be, this shadow I have been embracing, I had to lay to peace." RIP, skáps-Heiðrikur Á Heygum!

Listaørindi í Keypmannahavn

Eg var mær eini listaørindi í Keypmannahavn í vikuskiftinum. Tað var framsýningin Sjá tú blánar, sum skuldi latast upp og so nýtti eg eisini høvið at heilsa uppá vinfólk og síggja framsýningar. Eg spákaði við einum vinmanni yvir um brúnna til Norðurbryggjuna og sá har ta flottu framsýningina Dissonant Thought hjá Hansinu Iversen, sum tykist vera á tremur í hugskotum. Yvirhøvur er hetta ein bulmikil framsýning, sum ikki hevði verið verri um nøkur fá verk vórðu tikin burtur, men eg hugsi, at maksimala lyndið á framsýningini kann vera ein roynd at vinna á øllum tí visuella ganginum, sum framsýningarrúmini í sær sjálvum eru full av. Júst í tí, at tú traðkar inn gjøgnum høvuðsinngongdina er tað næstan sum koma inn í eina religiøsa framsýning. Myndin á endavegginum er krosskend og ljósinnfallið í rúminum sýnast næstan kirkjulig. Fleiri myndir eru millum tær bestu, eg havi sæð frá listakvinnuni, uppiá hongur ein stór reyð, grá, violett, appilsingul, gul og brún mynd og sjálvt um litirnir og formarnir eru nógvir og óregluligir, hevur myndin nakað sjálvsagt og lætt yvir sær, sum bara ein sera dugnalig listakvinna megnar at fáa fram í einum so mikið kompleksum verki sum hesum. Fleiri av myndsamansetingunum rigga sera væl, tað er í fleiri førum sum um, at verkini beinleiðis samskifta sínamillum. Á bakvegginum, sum er múraður, er øgiliga nógv, sum órógvar, eg veit ikki um nakað verk nýtist at hanga har. Harumframt hevur ljóssetingin við sær, at sera ógvusligir skuggar koma undir verkini og tað er spell fyri tær fínu myndirnar. Frá Norðurbryggjuni gingu vit yvir á Pappíroynna yvir til ta stóru listahøllina Copenhagen Contemporary og har sóu vit m.a. videoverk hjá Ragnar Kjartansson og Bruce Naumann, sum vóru hugtakandi at uppliva, ikki minst grøna ljósgongdin, sum Naumann gjørdi í 1970, sum fekk okkum at síggja svimlandi ljósareytt í eina góða løtu. Inni hjá Susanne Ottosen hanga málningar hjá Ian Mckeever á framsýningini Portrait of a Woman. Hetta er ein sera rein og avklárað framsýning við fáum, góðum verkum. Listamaðurin kemur eftir ætlan til Føroya í heyst at arbeiða við eini sera spennandi bókaverkætlan. Framsýningin í Charlottenborg um Pist Protta er sera stuttlig og kann eisini viðmælast. Pist Protta er eitt ógvuliga serligt eksperimenterandi listatíðarrit, sum Jesper Fabricius, Jesper Rasmussen og Åse Eg Jørgensen hava staðið fyri í 35 ár. Tíðarritið er rættiliga anarkistiskt og roynir t.d. ongantíð at hava sama format/stødd osfr. og ofta hevur blaðið verið provokerandi sum t.d. ta ferðina, tá teir settu ein top 100 lista í blaðið, sum segðist vera yvirlit yvir inntøkuna hjá donsku listafólkum, sum sambært blaðnum skuldu eitast at forvinna mest. Men sakin var tann, at tølini í listanum vóru uppfunnin og tá Politiken endurgav listan sum um hann passaði vóru onkur av nevndu listafólkunum ónøgd m.a. tí tey hugsaðu um skattamyndugleikarnar. Framsýningin er sera áhugaverd bæði sum dokumentatión av einum tíðarskeiði, men Pist Protta-fólkini hava eisini savnað listaverk, sum eru við á framsýningini. Ein onnur framsýning í somu ond er á Den Sorte Diamant, bókasavninum og snýr seg um listafólkabøkur. Hon eitur OPSLAG NEDSLAG – Danske kunstnerbøger. Ein listafólkabók er ikki ein bók um list, men ein bók sum list. Listafólkabókin er eitt verk í sær sjálvum, samstundis sum hon kann vera miðlandi. 

Hansina Iversen

Hansina Iversen

Hansina Iversen

Hansina Iversen

Fríða Matras Brekku - Sjá tú blánar

Fríða Matras Brekku - Sjá tú blánar

Listamannabein

Listamannabein

Per Kirkeby - ein listafólkabók

Per Kirkeby - ein listafólkabók

Í grønu gongdini hjá Bruce Nauman

Í grønu gongdini hjá Bruce Nauman

Eitt annað verk hjá Bruce Nauman

Eitt annað verk hjá Bruce Nauman

Hjá Susanne Ottesen

Hjá Susanne Ottesen

Eitt av framúrskarandi verkunum hjá Ian Mckeever

Eitt av framúrskarandi verkunum hjá Ian Mckeever

Heima aftur í dýrdarveðri

Heima aftur í dýrdarveðri

 

Minningarorð um Nils Erik Gjerdevik

Feigdarboð komu úr Danmark í morgun. Listamaðurin Nils Erik Gjerdevik er deyður. Slík boð eru altíð syrgilig, men í hesum føri verða tey so nógv verri av, at tey koma so knappliga; Nils Erik var í besta aldri mitt í einum sera aktivum listarligum og fjølbroyttum arbeiðslívi, sum hann gekk upp í við lív og sál og við sjáldsomum listarligum gávum.

Nils Erik Gjerdevik var føddur í Oslo í 1962, men hevur í mong ár búð og arbeitt í Keypmannahavn. Hann hevur gjørt fleiri stórar prýðingar bæði í Danmark og aðrastaðni í Norðurlondum, t.d. prýddi hann Operahúsið í Keypmannahavn, Københavns Universitet og Mentanarhúsið Hamar í Noregi, har føroyska Durita Brattaberg er leiðari. Men kontaktirnar til føroyska list vóru fleiri, Nils Erik kendi føroysk listafólk og sjálv hevði eg ta fragd at samstarva við honum í sambandi við ta stóru verkætlanina Grafisk Sambond, sum endaði við einari framsýning í Norðurlandahúsinum fyri júst einum ári síðani. Nils Erik gjørdi í Steinprenti 3 framúrskarandi litografisk verk til hesa framsýning, sum tó, at tey eru abstrakt, eru merkt av frásagnarligum áhuga, sum tú sum áskoðari fært frænir av í teimum horisontalu, widescreen kompositiónunum.

Nils Erik Gjerdevik var ein so ótrúliga mildur, uppmerksamur og fittur maður, samstundis sum hann var sera vitandi og avgjørdur, tá tað kom til hvat hann vildi við listini. Í eini ásannan av, at tað totalt abstrakta í grundini ikki er møguligt, arbeiddi hann við forskjótingum av ymiskum skapum og formligum fyrirbrigdum, sum arbeiða í móti og sabotera hvørt annað, so at áskoðarin støðugt verður fluttur eitt vet víðari í huganum í royndini at fata myndirnar. Umframt málarí og grafikk arbeiddi Nils Erik Gjerdevik eisini originalt og sjálvstøðugt við objektum og standmyndum og relieffum úr leiri. Hann var limur í Den Frie Udstilling og fekk í 2002 Eckersbergmedaljuna. Við samkenslu við hansara kæru takka vit fyri Nils Erik Gjerdevik, friður veri við minni hansara.  

Sunleif í loftmiðlunum

Útgávan av stórbæru symfoni no 2, The Earth Anew hjá Sunleif Rasmussen er umrødd í fleiri miðlum. M.a. greiðir Thomas Winther Overby frá verkinum á P2 og tosar við tónaskaldið. Harumframt hevur Sunleif Rasmussen greitt Gunnari Nolsøe frá síni symfoni í Mentanarcaféini. Her eru leinki til sendingarnar. Í donsku sendingini snýr tað seg um The Earth Anew frá 1.35.

 

http://www.dr.dk/radio/ondemand/p2/p2-puls-2016-09-24/#!/

 

http://kvf.fo/netvarp/uv/2016/09/22/fer-2-symfoni-sunleif

Vitalar norðurlendskar abstraktiónir - Hansina Iversen

Kunstavisen - foto Norðurbryggjan

Kunstavisen - foto Norðurbryggjan

Á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn ber framvegis til at síggja framsýningina hjá Hansinu Iversen. Eg havi sjálv ikki verið niðri síðani nýggja brúgvin kom, so eg eigi hugnaliga túrin úr Nyhavn til Norðurbryggjuna á. Inge Scjødt viðmælir framsýningina í Kunstavisen og nevnir m.a. hvussu øðrvísi Hansina Iversen er í mun til sama ættarliðið av donskum listafólkum, hvørs verk í stóran mun eru figurativ. 

Ian McKeever Portrait of a Woman


Ian McKeever kenna føroyskir listaáskoðarar frá tveimum framúrskarandi framsýningum í ávikavist Listasavni Føroya og í Stenprenti. Nú letur framsýning hjá honum upp í Galleri Susanne Ottesen í Keypmannahavn fríggjadagin 30.sept klokkan 17-19.

Paintings 2014 - 2016

30 September - 29 October 2016
Opening Friday 30 September 2016, 5-7 PM

 

Ian McKeever's recent paintings, Portrait of a Woman, all 2014 to 2016, have a close link to three very large - and in McKeever's work central - paintings from 1994 to 1995 made as an homage to Marianne North, a female British painter and explorer who during the 19th century travelled the world painting exotic landscapes.

Similar to the Marianne North Paintings, the recent works are horizontal in format and appear as divided sequences of light, transparency and bodily presence. Each of the works are made up of three panels similar to the classic triptych form. The central panel is always either black or white and built up out of transparent veils of paint. The side panels on the other hand are more monochrome and consist of visually intense fields of paint in green, deep burgundy, black etc. These coloured side panels seem more dense or blocky in character, and somehow more defined in relation to the raw cotton canvas coming through mostly at the edges of the paintings. Because of the visually different panels, the paintings appear to continually close and open space; a bit similar to doors and windows that are continually shifting positions.

The title of the group, Portrait of a Woman, is alluding to early Italian portrait painting which has been an inspiration for the works. They reflect various formal devices in these early paintings; how the subject is being framed, the softer modelled face, how the figure is being defined in relation to such things as formal clothing, hair decorations, or surrounding architectural features. A primary issue in this dialogue with the portrait genre is how these images redefine the gaze, in the sense that the sitter's head is during the 15th century turned to be full face looking out to the viewer. Arguably this new looking, face to face, is in turn changing the logic of painting and how it relates to the viewer, with consequences that can be followed into the present.

These and other aspects associated with Renaissance paintings of women are reflected in the new works, although not figuratively but in an abstract visual language continuing McKeever's underlying concerns through many years of painting. The paintings are not portraits of "someone", rather they pick up the historical context as a frame for a painting beyond - and yet with traces of - figuration, the body, and the gaze.


GALLERI SUSANNE OTTESEN
Gothersgade 49
DK-1123 Copenhagen

 

Baltisk videolist í Norðurlandahúsinum

Í heyst verða Baltalond í brennideplinum í Norðurlandahúsinum, har ein røð av videolistaverkum eftir trý framúrskarandi baltisk listafólk. Deimantas Narkevicius, Katrīna Neiburga og Liina Siib verða at síggja.

23. september – 14. oktober Litava: Deimantas Narkevicius

Deimantas Narkevicius (1964) er útbúgvin innan standmyndir, men hevur fyrst og fremst arbeitt við filmi og video. Høvuðsevnið í list hansara er søga, sum hann granskar úr einum subjektivum og nútímans sjónarhorni. Í síni rannsakan av úrvaldum søguligum hendingum hevur hann funnið eina nýggja fatan av kroppsligum og sinnisligum fyribrigdum, og tilgongdin hevur fingið hann at endurskoða sítt egna pláss í heiminum. Deimantas Narkevicius brýtur við ymiskum nýhugsandi frásøguháttum ta linjurøttu søgugongdina og gevur eitt nýtt boð upp á søguna, har fortíð, nútíð og framtíð eru til staðar.

 

14. oktober – 4. november Lettland: Katrīna Neiburga

Katrīna Neiburga (1978) skapar vøkur, estetisk sterk videolistaverk, sum eru sum eitt slag av mannfrøðiligari rannsókn í menniskjalívinum. Við sínum serligu evnum at eygleiða, skrásetir hon veruleikan við einum bæði kritiskum og skemtingarsomum eygnabrá. Hon skrásetir sosialar støður, okkara felags og egnu søgur, náttúruna, brúkarasamfelagið, brot úr lívum sum verða livað, politiskar dagskráir, menniskjalig sambond og umskapar tað til lýriskar, tíðarleysar, persónligar - næstan abstraktar myndir.

 

4. november – 25. november Estland: Liina Siib

Videolistaverkini hjá Liina Siib (1963) snúgva seg ofta á ein ella annan hátt um konvensjónir. Hon er hugtikin av tí ókonventionella, av fólki, sum liva uttan fyri vanligar normar og sosialar strukturar. Prostitusjón, brotsverk, sálarlig líðing. Men samstundis eisini av tí konvensjonella, vanliga og banala. Kynsleiklutir, heimalív, lýsingar. Øll sløg av sosialum konstruksjónum verða viðgjørdar við stórari mistrúgv. Liina Siib nýtir alt frá sálargreining til skemt í síni rørandi miðling av hesum evninum.

 

 

 

Framúrskarandi og drúgv havfrúgv

Tað er á so mangan hátt eitt megnarverk, tey hava fingið í trolið á Tjóðpalli Føroya, ein spildurnýggj, føroysk produktión, sum krevur, at øll spenna seg út av øllum alvi. Tað gera tey av sonnum í nærum hálvan triðja tíma í leikinum Havfrúgvin, og tað er ov leingi, sjálvt um leikurin er væl skrivaður, instrueraður og leiktur - scenografiin er fantastisk, so áskoðarin er væl undirhildin allan vegin. Leiklistarliga hevði leikurin staðið seg betur, um hann var styttur munandi.

Madonna ella hora

Leikurin snýr seg um Olivar, sum orsakað av eini ólukku umborð á trolaranum Froyu er vorðin lamin. Hansara besti barndómsvinur, Hergeir er nú giftur við Lindu, havfrúnni, sum Olivar einaferð elskaði og sum hann helst elskar enn. Hatta við kærleikanum, vinarlagi og sexualiteti er ein áhugaverdur tráður í leikinum, ein annar er einsemi, ein triði er samfelagsligur ella ein kritisk og dystopisk lýsing av samfelagnum og í millum hesar træðrir stinga fleiri onnur evni seg upp av politiskum og religiøsum slag við hópin av tilsipingum og symbolum, sum flóta eins og ein støðugur, heitur undirstreymur til okkum áskoðarar. Góða gamla kvinnureduktiva Madonna ella hora-kompleksið verður luftað, høvuðspersónurin Olivar elskar Lindu so høgt, at hann longu áðrenn hann gjørdist avlamin, varð aseksuellur og umbroytti hana til eina aseksuella havfrúgv uttan hetta altetandi kvinnuundirlívið, sum er upprunin til lív og sum eyðsýniliga enn verður uppfatað sum nakað vandamikið nakað. Mamma Olivar var í sínum edrúastu løtum jarðarmóðir (dupult uha!) og samstundis ein ræðulig femme fatale við snoddi fyri kuvøsuguff, hetta letur jú upp fyri allahanda ødipalum konfliktum og í steðginum hoyra vit Dear little mother hjá Savage Rose afturvið barnadópsdrekkamunninum úti í forhøllini.

Hon er eingin hóttan

Av kvinnuportrettunum í leikinum er Henrietta tann mest dámliga, sjálvt um hon ella kanska júst tí hon er ein typa, hvørs lívslagna eftir øllum at døma er at hava hjáleiklutir sum vaskikona, hjálpari, dóttur, vinkona og elskarinna. Hon er eingin hóttan, ein ævigur parallellfigurur, men á sama hátt sum Frú Linde í Dukkuheiminum hjá Ibsen, hevur hendan kvinnan umframt sínar egnu dreymir og vónir eisini serliga, fína eginleikan at upplýsa hinar persónarnar rundanum, so at vit eisini gerast góð við teir. Leikurin er bestur og mest inniligur, tá prátið millum tey bæði, Olivar og Henriettu, verður milt og hugfarsligt, tá tey halda jól saman. Síðst vit sóu Anniku Johannesen á føroyskum palli var, tá hon spældi dramatisk dominatrix í Stovugentunum í Kommandørhúsinum. Síðst vit sóu Anniku Johannesen á føroyskum palli var, tá hon spældi dramatisk dominatrix í Stovugentunum í Kommandørhúsinum og í mun til henda leiklutin var hesin øðrvísi einfaldur, eyðmjúkur og gerandisligur men eisini hesa ferð spældi Annika sannførandi við hita og humor. 

Elegant kompositión

Hergeir, vinmaður Olivar er dámliga inkorpereraður av unga sjónleikaranum, Høgna Olsen úr Klaksvík, Hergeir er ein fittur fýrur, ein hampamaður, sum umframt at hava yvirtikið Lindu, eisini stillar upp sum formaður í Fiskimannafelagnum sum tann álitismaður hann er. Vit fylgja frásøgnini gjøgnum sjey pallmyndir, ið eru elegant komponeraðar eins og eitt tónaverk, har hvør partur hevur sítt eyðkenni og sítt tempo. Stílsliga leggur leikurin út við at vera stálrealistiskur sorgarleikur við politiskum boðskapi, men longu í aðru pallmynd verður realisman brotin, tá ein margháttligur, marrukendur og hugtakandi glantrileikur verður framførdur. Realisman og surrealisman eru báðar sannførandi - tað einasta, sum ikki tykist líka listarliga relevant, er komedian at enda, tá Dagur & Vika og Norðurlandahúsið verða tikin inn sum eitt slag av identifikatiónsleiðandi gadget.

Klassisk kompositión

Sjeybýtta uppbyggingin er klassisk frá byrjanini, har grundkonfliktirnar verða lagdar fram og har áskoðarin verður kunnaður um forsøgurnar til onnur stríðsmál, sum koma fyri seinni í leikinum. Onnur pallmynd er ein symbolsk lýsing av teim sálarligu trupulleikum, sum plága høvuðspersónin við krossfesting og primalari angist fyri kastraktión. Í triðju pallmynd kemur ein víðari útdýping av vandamálunum í leikinum og fjórða pallmynd endar við einari hending, sum ikki skal spoilast her, men sum broytir alt og í restini av leikinum verða tey ymisku viðurskiftini so rundað av.

Stokkar eru úr stáli gjørdir

Pallmyndin byrjar beint har, sum hurðin gongur inn í teaterrúmið. Her er ein smøl gongd úr stáli, ið bæði minnir um leytaran umborð á einum skipi, men sum eisini alt fyri eitt gevur áskoðaranum eina likamliga kenslu av avmarkingum hjá honum, sum situr í rullistólinum. Í Degi & Viku segði leikritahøvundurin, at fyrsta heitið á leikinum var “Leingi livið Fiskimannafelagið”, og leikurin snýr seg nokk so nógv um støðuna hjá fiskimonnunum. Útgangsstøðið er okkara minkandi fiskigrunnar og tann eirindaleysi grammleiki, sum hevur oytt hesar grunnar, havfrúgvin verður symbol fyri náttúrutilfeingið, náttúruundrið, sum vit fyrilitarleyst skræða í okkum. Kapitalistar hava havt ein aktivan lut alt tað eg veit bæði í samfelagnum, men eisini í listini. Ein av barndómsins fyrstu og sterkastu sjónleikaupplivingum var fyri mítt viðkomandi útileikurin Trælalív (1977), har kapitalisturin jú er fanansskapurin og íbirtari til alla elendigheit og hugburður høvundans tykist ikki nógv broyttur hesum viðvíkjandi.

Ground control to Major Tom

Annars er fanansskapurin í leikinum Havfrúgvin fleirtýddur og nokk so listarligur eisini. Á einum abstraktum støði snýr hesin leikurin seg um listina, um listarliga skapan og tess fortreytir. – “Eg havi altíð hildið, at myndir eru meira livandi enn verulig menniskju” sigur tann diabolski svenski filmleikstjórin Swedenborg, ið dagar fram á einum skíggja og brádliga opinberast sjálvur Faust fyri okkara innara eyga og vit fáa ein varhuga av, at leikur neyvan fer at enda væl. Men meðan menniskjuni líða sosialan og sálarligan húsagang, so trívist og mennist listin. Sum ein einsamallur Major Tom í sanginum hjá David Bowie ella ein Dr. Strangelove hjá Stanley Kubrick sveimar Olivar uppi yvir øllum, sum hann sær og lýsir, skapar og oyðileggur. -“Ein sum dyrkar galskapin, perfektionerar lýtini, fær sum frá líður hunang at drýpa niður av mánanum” sigur Olivar við Lindu, tá hann greiðir henni frá muninum millum seg og Hergeir. Hjálmar Dam spælir so væl og hann líkist so nógv Jóanesi Nielsen, eisini í mátanum, hann tosar, at tað er heilt ótrúligt.

Eitt stórverk

Spurningurin er hvørt Jóanes Nielsen og Eyðun Johannesen og alt teirra valalið á Tjóðpalli Føroya fáa hunangin at drýpa niður yvir áskoðararnar hjá Havfrúnni og her er svarið eitt avgjørt ja! Bæði Jóanes og Eyðun eru í toppformi, leikurin er fullur av poesi og av stuttligum one-line´arum, sum sita ómetaliga væl. Sum áður nevnt haldi eg, at leikurin kundi verið styttri, fyrsta pallmynd er ov drúgv og ov nógv persektivleyst prát er um t.d. føroyska samfelagið og leikir í Sjónleikarhúsinum í sekstiárunum, hetta ber brá av nostalgi og er grundini anakronistiskt, tá nú høvuðspersónarnir eru í 30´unum. Einki av hesum forðar tó fyri, at Havfrúgvin er eitt relevant, leiklistarligt stórverk og tað eiga øll tey luttakandi sín leiklut í. Sjónleikararnir eru allir góðir, serliga Hjálmar, sum er í fokus alla tíðina. Umframt tey nevndu, spælir Beinta Clothier Linda við sansaligari nærveru, Eyð Matras spælir ólukkuliga móðirin við óbehagiligum vónloysi, Súsanna Tórgarð er elegant í leiklutinum sum lýtaleys vermóðir úr hægstu stætt, og so skal Páll Danielsen rósast fyri, at hann soleiðis manar fram ein persón, sum eg svørji, at eg persónliga havi møtt á onkrari konfirmatión ella barnadópi. Tey bestu beistini eru nú einaferð tey menniskjansliggjørdu beistini og verfaðirin hjá Pálli Danielsen er ein úthálaður liberalistur, gamaní, flosnaður í kantunum av spekulatión og grammleika, men hann er eisini verðinsmaður og fittur aftrat.

Smá konsentrerað tableau

Pallurin hjá Sámali Blak er á altjóða støði. Hann er modernaður, einfaldur við stórum árini. Pallurin sýnist risastórur, meðan maðurin í rullistólinum hinvegin sær elalítil í hvítum einkisleika - tað er rørandi og ómetaliga flott gjørt. Úttrykkið er um somu tíð maritimt og surrealistiskt. Ljósabláu ballónirnar til barnadópin minna um boyur og yvirhøvur er sjógvurin sera nærverandi í leikinum. Ikki minst gjøgnum ljóðsíðuna, sum tann dugnaligi Jens L.Thomsen stendur fyri. Í fleiri førum var pallur, ljós (Turpin N.Djurhuus), ljóð og mátin, sum leikararnir fluttu seg á pallinum átøkt videoinstallatiónum eins og smá, konsentrerað tableau við stórum eksistentiellum innihaldi - eitt sindur sum í Operation Valentine hjá Det Ferösche CompagnieFilmarbeiðið hjá Heiðriki á Heygum var somuleiðis á høgum støði og gevur leikinum ein samansettan, postmodernistiskan dám, sum eisini er rættiliga kompleksur. Hesin áskoðarin kundi hugsað sær at sæð leikin einaferð aftrat. Fyribils havi eg keypt mær bókina, sum Mentanargrunnur Studentafelagsins gav út.

Sjá tú blánar / Se du blåner

I Glostrup Kunstforening 1.oktober-2.november

Udstillingstitlen, “Sjá tú blánar” stammer fra et digt fra 1920 af den færøske nationaldigter, Hans Andrias Djurhuus, hvis åbningslinie direkte oversat lyder: “Se du blåner som himlen og du rødmer som blod, men det hvide er fossens, bølgens, vinterens lyd”. Digtet er henvendt til Merkið, det færøske flag, hvis røde, blå og hvide farver danner en form for koloristisk og idémæssigt udgangspunkt for udstillingen med grafik, foto og maleri, som udgjorde årets sommerudstilling i Steinprents galleri i Tórshavn og som er blevet ændret og udvidet en smule til udstillingen i Glostrup Kunstforening.

Her vises værker af færøske og danske billedkunstnere: Zacharias Heinesen, Fríða Matras Brekku, Jóhan Martin Christiansen, Tóroddur Poulsen, Tróndur Patursson, Ásmundur Poulsen, Claus Carstensen, John Kørner og Peter Carlsen. I et land uden national suverænitet er flaget et vigtigt symbol, som er præget af en tilsyneladende lidt overdrevet ærefrygt. Da Claus Carstensen brugte flaget i et værk til udstillingen Klaksvikaffærer i Nordens Hus i Tórshavn, kom der flere protester fra færinge, som var kede af, at flaget blev udsat for spot, hvilket i grunden ikke var tilfældet, nærmest det modsatte, bedyrede kunstneren, som gentagne gange har arbejdet med flag, og som også på udstillingen har litografier med, der omhandler flag. Hans nye, grønne litografiserie med såkaldte “Dyregørelser” er ligeledes repæsenteret på udstillingen, de handler om gradueringer afbegreber som kultur, bevidsthedsopståen, selvbevidsthed og det særligt menneskelige. Der findes en aforisme, der siger: At leve er at tabe terræn. Det skal forstås på den måde, at forskellen mellem mennesket og dyret er, at mennesket er bevidst om, at det ikke lever i et åbent, endeløst terræn, men ser sig selv tabe terræn – modsat dyret, der ser et åbent, uafgrænset, tidløst landskab, hvor der ikke er et ’før’ eller et ’efter’ og derfor heller ingen dødsbevidsthed.

Den færøske nationaldag Ólavsøka (på dansk: Olaj) afholdes hvert år d. 29. juli i Tórshavn. Som noget ganske nyt har statsminister Lars Løkke Rasmussen bestemt, at den dag skal være officiel flagdag i Danmark. Men da den nye flagskik skulle initieres, var det et helt ukendt flag, der bl.a. vajede over Børsen. På grund af en fejl - vistnok begået af en svensk flagsyerske -  var der blevet byttet om på den røde og den blå farve. På sin facebookside bemærkede statsministeren tørt, at flagbommerten på pinlig baggrund understregede hans oprindelige pointe om, at vi har behov for at vide mere om hinanden i Rigsfællesskabet.

Sjá tú blánar er i sig selv et eksempel på hvor fortræffeligt et færøsk dansk samarbejde kan tage sig ud. Færøernes Grafiske Værksted, Steinprent blev rent faktisk grundlagt som et resultat af samarbejdet mellem den danske litograf, Jan Andersson og Færøernes Kunstmuseum, der dengang var under ledelse af billedkunstneren Bárður Jákupsson. Siden er der løbet meget vand i åen, og de fleste af de gode, færøske billedkunstnere har efterhånden nydt godt af Steinprent, af at arbejde dér og af samtaler og samarbejde med deres danske kollegaer.

Fríða Matras Brekku har været med alle årene som en vigtig del af værkstedsteamet, men hun har herudover sin egen kunstneriske produktion med akvarel- og grafikarbejder. Med tanke på Færøernes mange får, er det interessant hvor lille en rolle de har spillet som motiv i den færøske kunsthistorie. I Fríða Matras Brekkus værker er fårene hovedmotiver og udstillingen byder på en litografiserie af stemningsfulde og humoristiske fårebilleder. Nestor i færøsk billedkunst er Zacharias Heinesen, som i et halvt århundrede har været en pioner i forhold til at definere det færøske, koloristiske landskabsbillede. Af andre færøske motiver er der også dele af den  spektakulære litografiserie, “The Whale Killing Project” af John Kørner, der puster nyt liv i nogle traditionelle færøske motiver. Et par af motiverne af bl.a. hvalfangst og høbjærgning har han fundet i den færøske fotograf, Ásmundur Poulsens sorthvide fotos fra midten af sidste århundrede, som også er med på udstillingen. Den nytænkende færøske digter og billedkunstner, Tóroddur Poulsen udstiller en række poetiske, monokrome træsnit, der forestiller ham selv på vej over i blåt og når man har sagt blåt, kan man jo næppe komme udenom Tróndur Patursson, hvis ultramarineblå blå malerier udtrykker den kosmiske følelse af uendelighed, som Patursson følte sig hensat til under sine mange, lange sørejser. Det er ikke til at sige det, om Peter Carlsens litografier, der forestiller to fly og et flagselv, indeholder nogen form for politisk kommentar, men selvportrætterne, hvor kunstneren skærer grimasser, er en kommentar til vores tid, for grimasserne inkorpererer de syv dødssynder, som blev opfattet som utilgivelige af oldkirken, men som ifølge kunstneren anses som en slags dyder i nutidens samfund.  

Udstillingens yngste deltager er Jóhan Martin Christiansen, der er uddannet på kunstakademiet i Malmø, og som i september udstiller på Færøernes Kunstmuseum. Han har to grafiske værker med, men arbejder mest med gips, tekstil og video. Hans konceptuelle, procesorienterede og materialebevidste tilgang ét af flere tegn på, at færøsk kunst er i stadig bevægelse og forandring.

Loysing og samband og sosialur hugburður í senn takk!

Claus Carstensen: Klaksvikaffærer (2010)

Claus Carstensen: Klaksvikaffærer (2010)

I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?

II. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?

Í morgin eru hálvfjerðs ár síðani 14.september fólkaatkvøðuna um hasar báðar spurningarnar í einum stjórnarskipanarmáli, sum síðani hevur elvt til eitt ævigt kjak í okkara samfelagi, ei undur í tí – úrslitið varð sum kunnugt diskvalifiserað. Um nú vit hugsa okkum, at onkur gjørdi tað sama við Brexit meirilutan, tvs. skrottaði hann, kann eg ikki ætla gløðandi nationalismuna, sum spurdist burturúr hesum.

Sjálvt um bretska úrmeldingin tykist stak illa hugsað og hóast heimurin er soleiðis skikkaður í løtuni, at skilabest tykist vera at halda saman uppá allar skilagóðar felagsskapir, so er ein avgerð ein avgerð. Tað, sum er mest troyttandi við heimliga kjakinum, er undirliggjandi kravið um sannføring, at mann skal vera hugsjónarliga staðsett á einari av síðunum, tað ber mær ikki ordiliga til, eg vil bæði hava loysing og samband og sosialan hugburð í senn!

Eg eri sjálv útbúgvin á donskum universiteti og ta útbúgvingina fegnist eg um at hava fingið við donskum SU, á donskum kollegium osfr. Keypmannahavn er mín høvuðsstaður nummar tvey aftan á Tórshavn, men samstundis vil eg gjarna, at mítt ríka land heldur uppat at taka í móti blokkstuðuli, tá gamla Danmark nú til dømis ikki tykist hava ráð til at gjalda SU og kontantstuðulin er vorðin munandi skerdur. Eg skammist um, at vit flyta okkara fangar til Danmarkar júst sum vit í øldir gjørdu við teir av okkara medborgarum, sum vóru sálarliga sjúkir og bóru brek.

Samstundis harmist eg um, at danskt, sum er eitt gott mál at duga, ikki minst um hugsað verður um málsligar førleikar í norðurlondum, verður systematiskt niðurlagað her á landi. Sum skilst eru fleiri ár síðani, at danskt varð lisið sum linjufak á Læraraskúlanum, og eg havi nú næmingar á miðnámi, sum hava ilt við at skilja danskt á eleveraðum fakmáli - og enn fara flestøll til Danmarkar at lesa. Tú skalt vera nokk so stívrendur, um tú fegnast um minkaðar førleikar soleiðis sæð, at tað sum vit sleppa av við av donskum pr automatikk er vunnið hjá føroyskum - og eg haldi tað vera eitt sindur hugstoytt soleiðis at uppliva gjónna millum ideologi og veruliga gerandisdagin. – So mugu vit gera føroyskar bøkur! Ljóðar skilagóða mótargumentið, og jú. gamaní, men enn hava vit ikki eitt nóg fjølbroytt úrval av føroyskum bókmentum, sum kunnu lesast innan allar lærugreinar. - Vit asfaltera meðan vit koyra ljóðar eitt annað frískligt argument, jú tað er eisini fínt, men sum gongdin er nú, kunnu vit jú risikera, at føroyingar ikki skilja sítt egna sjónvarp, tí at so nógvar danskmæltar sendingar eru har. Altso hví ikki fyrst tryggja tann stovnin við pengum, so at ráð verða at gera ivaleyst av føroyskum barna- og vaksnamannatilfari, áðrenn tað danska verður avhøvdað?

Í mínum hugaheimi eru eingir trupulleikar við at góðtaka tann søguliga føroysk-danska sameksistensin og tá eg lesi eitt gamalt jólakort frá ommu mínari av Eiði, sum skrivar “Góva Kinna”, tí hon ikki lærdi at skriva føroyskt í skúlanum og tessvegna skrivaði ljóðskrift, hugsi eg, at vit eru komin ómetaliga langt við føroyska málinum. Men vit koma ikki nógv longri uttan mentala og fysiska rúmligheit, í staðin fyri at seta lingvistiskar og ríkisrættarligar múrar kring Føroyar kunnu vit við skili arbeiða við opinleika, samstundis sum vit seta fram sjálvsøgd krøv um suverenan ríkisrættarligan avgerðarrætt í Føroyum. Vit skulu sjálvi taka okkum av okkara kriminellu og vit skulu halda áfram við okkara góða samstarvi við danska lækna- og lógarverkið. Vit skulu eftir førimuni taka í móti flóttum og yvirhøvur gera okkara skyldu sum sjálvstøðugt, ríkt land í heiminum. Vit skulu ikki seta okkum millum tveir stólar, men uppfinna ein nýggjan rúmligari og meira tíðarleysan stól, sum kanska er eitt sindur lættari at reisa seg uppúr enn tungu, brúnu lenistólarnir hjá verandi politisku flokkunum í Føroyum við teirra av handahógvi merktu antin/ella argumentum.

 

 

Ingun Hansen hevur opið hús í Listamannahúsinum

Komandi leygardag og sunnudag, 17. og 18.sept. klokkan 12-16 bjóðar listakvinnan Ingun Hansen øllum áhugaðum at koma at síggja hvat hon hevur fingið burturúr sínum uppihaldi í Listamannahúsinum hjá Janusi Kamban í Klokkaragøtu 42. Ingun er føroysk, men hevur búð leingi niðri, har hon eisini tók útbúgving á Fyns Kunstakademi og Århus Kunstakademi. Tíðina í Listamannahúsinum hevur hon arbeitt við olju- og akverelskitsum. Ingun Hansen hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum, m.a. í Listasavninum í 2000 saman við m.a. Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir. Uppihaldið í Listamannahúsinum er stuðlað av Dansk-Færøsk Kulturfond, Mentanargrunni Landsins og Tórshavnar Kommunu. 

http://www.ingunhansen.dk/?page_id=152

Havfrúgvin – eitt maritimt trýkantsdrama

 

Jóanes Nielsen hevur gjørt tað aftur. Hesuferð við einum maritimum trýkantsdrama, sum trykkprøvar karmarnar á Tjóðpallinum. 

Leygarkvøldið 17. september hevur HAVFRÚGVIN eftir Jóanes Nielsen heimspremieru á Tjóðpallinum og lagt er upp til eina stórhending bæði so og so. HAVFRÚGVIN er eitt stórfingið maritimt trýkantsdrama um tær stóru kenslurnar, kærleika, vinalag, familjubond, brostnar dreymar og djúp loyndarmál úr fortíðini.

Á stálpallinum - millum kærleika og fiskivinnu - hitta vit Olivar, ið gjørdist avlamin á trolaradekki‚ hvørs einasti reiðskapur nú eru kjafturin og myndatólið. Gjøgnum hansara kritisku eygu, og sambondini sum hann hevur við familju og kenningar, uppliva vit Føroyar í dag.

HAVFRÚGVIN er ein nútíðarleikur um kærleika‚ dreymar og líkasælu, har sambond knýtast og slitna og lívið fer sína kós. Jóanes Nielsen setur sjóneykuna á menniskja í vakstrarsamfelagnum Føroyar 2016.

Talan er um eina stóra uppseting, sum við sterkum kenslum ljósið, video, ljóði og tøkni trykkprøvar karmarnar á Tjóðpallinum, sum ongantíð áður. 

Leikstjóri er Eyðun Johannessen og afturat sær hevur hann hesuferð eitt heilt serstakt toymi av ungum og dugnaligum føroyskum listafólkum. Altjóða pallsniðgevin Sámal Blak ger pallmynd og búnar. Sámal hevur gjørt pallmyndir til operur, sjónleikir og konsertir kring heimin og hevur vunnið fleiri virðislønir. Tónaskaldið Jens L. Thomsen, ið vit m.a. kenna frá bólkinum ORKA, ger tónleik og ljóðmynd. Filmsleikstjórin Heiðrik av Heygum, ið gjørdi ræðufilmin SKULD og videoløg fyri m.o. EIVØR og BYRTA, stendur fyri videoframleiðslu. Turpin N. Djurhuus stendur fyri ljósdesigni og Gunn Reginsdóttir Joensen er koreografur.

 

LEIKARAR

Hjálmar Dam, Høgni Olsen, Beinta Clothier, Annika Johannessen, Eyð Matras, Súsanna Tórgarð og Páll Danielsen

 LEIKSTJÓRI Eyðun Johannessen

PALLMYND OG BÚNAR Sámal Blak

TÓNLEIKUR OG LJÓÐMYND Jens L. Thomsen

LJÓSDESIGN Turpin Napoleon Djurhuus

VIDEO Heiðrik á Heygum

Atgongumerki kunnu keypast á www.tjodpallur.fo og sum nakað nýtt verður avsláttur latin til ung undir 25 ár og lesandi.

Freist at senda filmar inn til Geytan og Áskoðaravirðislønina

Norðurlandahúsið skipar aftur í ár fyri filmskvøldið sunnukvøldið 11. desember, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar.

Nú stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Filmskvøldið 2016.

Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni.

Freistin at melda filmin til Filmskvøldið 2016 er tann 10. oktober. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 10. november, eru hesi:

1)   Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður.

2)   Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m. Handilsligir filmar, ella filmar av øðrum slagi, sum innihalda handilsligar tilsipingar, verða ikki góðtiknir í kappingini um Geytan.

3)   Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum.

4)   Stuttfilmurin kann hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 11. desember 2015.

5)   Nevndin tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum. Nevndin metir tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og handverk.

6)   Filmarnir skulu vera í einum av hesum formatunum: DCP, Blu-ray, ProRes ella DnxHD.

Í filmsnevndini sita Birgir Kruse, form., Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen, og Marjun Niclasen. Útlendski nevndarlimurin hesaferð er Birgitte Sabina Weinberger, stjóri í Odense Film Festival.

Geytavirðislønina á 25.000 krónur letur Tryggingarfelagið Føroyar saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og Dávur Geyti hava gjørt. Áskoðaravirðislønin á 15.000 krónur verður latin av Tórshavnar Kommunu, og her er tað møtti áskoðarin, ið sleppur av velja sín yndisfilm.

 

Hanni Bjartalíð - Fernisering í Gamla Seglhúsinum

Leygardagin læt upp framsýning hjá Hanna Bjartalíð í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Sjálvt um øll tey 21 nýggju verkini hanga á vegginum, ber ikki ordiliga til at siga, at tey eru tveydimensionel, tað rúmliga er grundleggjandi í relieffkendu, samansettu verkunum, sum eru sett saman av fjalum og síðani málað. Fleiri av verkunum hava heitið “Savn” og tað eru fløskusøvn, talan er um í myndum, sum skúma av orku og listarligum uppfinningarsemi. Framsýningin í Gamla Seglhúsinum er opin til 5.oktober.

Framsýningin er opin soleiðis:
Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00
Sunnud. kl. 14.00 - 18.00

 

http://nordlysid.fo/hann+arbeidir+hart+og+seriost+vid+listini.html

Hanni Bjartalíð var sjálvur til staðar

Hanni Bjartalíð var sjálvur til staðar

Fólk lurta&nbsp;

Fólk lurta 

Tvey góð verk, sum bæði innihalda eksistentiella frásøgn og dekorativ element

Tvey góð verk, sum bæði innihalda eksistentiella frásøgn og dekorativ element

Eg haldi røðu

Eg haldi røðu

Ein av teimum kulu savnsmyndunum, sum er sett saman av fjalum

Ein av teimum kulu savnsmyndunum, sum er sett saman av fjalum

Frá framsýningini

Frá framsýningini

Svarthvítar fløskur

Og skølturin stingur seg fram nógvastaðni sum eitt dekorativt memento mori

Og skølturin stingur seg fram nógvastaðni sum eitt dekorativt memento mori

Jóhan Martin Christiansen SPOR - Fernisering

Framsýningin SPOR hjá Jóhan Martini Christiansen læt upp í gjár og ein ørgrynna av fólki hevði leitað sær í Listaskálan til ferniseringina, har savnsstjórin Nils Ohrt byrjaði við at staðseta okkum verkini listasøguliga og arkitektoniskt, meðan Christoffer Berdal, leikstjóri, helt eina meira persónliga røðu, sum tó eisini avdúkaði holla vitan um listina og gongdina hjá Jóhan Martini Christiansen, sum við orðum Berdals nú er traðkaður í karakter sum listamaður. – Tað haldi eg sjálv hann gjørdi fyri fleiri árum síðani, men Listaskálin er av sonnum virðiligur karmur um so góð verk sum tey, Jóhan Martin Christiansen hevur fingið burturúr uppihaldinum í húsunum, sum Janus Kamban gav listini. Um Janus livdi og sá hetta, sum kom burtur úr hansara vælgerð, vænti eg, at hann hevði tárað av gleði. Hvørt einstakt verk á framsýningini er greidliga hugsað til salin í Listasavninum og tí er framsýningin óvanliga samanhangandi, samstundis sum hon onkursvegna umdefinerar rúmið. Eg seti nakrar myndir inn her, men tað gevur tykkum ikki ta um somu tíð fjálgu og fremmandagjørdu kensluna av stóru, samanseymaðu plaggdúkunum, sum hanga niður úr loftinum. Segl ella fjallaskap, sum eru seymað burtur úr totalt óheroiskum toyblæum, sum eg sambindi við hálvfjersini og øko-feminismu. Tit mugu gera tykkum tann beina og uppliva eina framsýning, sum er øðrvísi, men sum allíkavæl hongur merkiliga væl saman við tí staði, hon er skapt í. Umhvørvið kring húsini hjá Janusi Kamban er við á framsýningini og tað er ikki í skapi av avmyndingum, nei gras og træstubbar eru ítøkiliga komnir við uppí gipsið, sum er framsýnt. Landslagið er við ítøkiliga sum spor, ið skapa eftirmyndir í huga áskoðarans. Eg eri als ikki liðug at hugsa og uppliva hesa asketisku og sansaligu framsýningina og eg ætli mær niðan aftur at hyggja – vakra, løgna videoverkið, sum Christoffer Berdal leikstjórnaði við dansarunum Búa Rouch og Alfredo Zinola er í sær sjálvum vert at síggja fleiri ferðir. Tað er púra kvirt og fult av orku, rørslum, eksistentialiteti, sexualiteti og kristindómi, eitt bland, sum eisini tykist næstan heimligt, men júst tá tað næstan verður ov klaustrofobiskt, rennur ein lítil tríbeintur hundur í rúminum og gevur hugasamband við bæði surrealismu og fjas og fjálgar gerandisdagar. 

Listamaðurin lurtar

Listamaðurin lurtar

Christoffer Berdal helt eina framúr góða røðu, sum eg fari at endurgeva á listaportalinum skjótast

Christoffer Berdal helt eina framúr góða røðu, sum eg fari at endurgeva á listaportalinum skjótast

Eitt av verkunum - leidningurin hoyrdi tónleikinum til, sum Torleik Mortensen og Andreas Restorff stóðu fyri og sum hóskaði sera væl til framsýningina

Eitt av verkunum - leidningurin hoyrdi tónleikinum til, sum Torleik Mortensen og Andreas Restorff stóðu fyri og sum hóskaði sera væl til framsýningina

Áhoyrarar

Áhoyrarar

Áskoðarar

Áskoðarar

Móðir listamansins

Móðir listamansins

og faðirin

og faðirin

Ein imponerandi framsýning

Ein imponerandi framsýning

Við vøkrum detaljum&nbsp;

Við vøkrum detaljum 

Um framsýningina

Um framsýningina

Videoverkið&nbsp;

Videoverkið 

Føtur

Føtur

Blixen

Blixen

Gleðiligt listavikuskifti!

Zacharias Heinesen hevur málað hesa fínu myndina, sum hevur eitt nýtt gylt ljós, sum vit hava sæð í hansara myndum síðsta árið.

Zacharias Heinesen hevur málað hesa fínu myndina, sum hevur eitt nýtt gylt ljós, sum vit hava sæð í hansara myndum síðsta árið.

Hetta vikuskiftið lata nógvar føroyskar listaframsýningar upp. Tað byrjaði longu í gjár við, at Sveinur Jákupsson læt upp sína fotoframsýning í Steinprenti. Í dag letur stóra serframsýningin SPOR upp hjá Jóhan Martin Christiansen, tað er í Listaskálanum og í morgin verður myndin omanfyri at síggja í Gallerí Fold í Reykjavík, har tveir góðir føroyskir listamenn, Zacharias Heinesen og Bárður Jákupsson sýna fram. Tann framsýningin letur upp leygardagin 10.sept. klokkan trý og samstundis letur framsýningin hjá Hanna Bjartalíð upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Sama dag, men klokkan fýra letur framsýningin hjá Rannvá Holm Mortensen upp í Galerie Focus í Havn, Jóanes Nielsen fer at lesa nýggjar yrkingar á ferniseringini, við støði í sama evni, sum Rannvá hevur viðgjørt undir heitinum “Havlíknilsir”. Ymiskt slag av upplestri, tónleiki, røðum verður somuleiðis at hoyra á hinum ferniseringunum. Eg ynski lesarum mínum eitt gleðiligt listavikuskifti!

Bárður Jákupsson

Bárður Jákupsson

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Hanni Bjartalíð

Hanni Bjartalíð

Rannvá Holm Mortensen

Rannvá Holm Mortensen

Glasir - 11 listafólk sloppin gjøgnum fyrsta nálareygað

Í tíðindaskrivi frá Glasi verður greitt frá, at heili 40 listafólk hava sent inn uppskot um listprýðing av nýggja skúladeplinum, Glasir. Nevndin, ið er sett at skipa fyri listprýðing, er sera væl nøgd við innkomnu uppskotini. “Vit eru ovfarin av, at so nógv listafólk hava víst áhuga fyri uppgávuni, og vit eru sera fegin um at hava fingið so nógv góð uppskot at velja ímillum, “ sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi og formaður í listprýðisnevndini. Listprýðisnevndin hevur mett um innkomnu uppskotini og hevur valt tey listafólk út, ið fáa høvi at gera eitt gjøllari uppskot til listprýðing.

Úrslitið er, at 11 av teim 40 listafólkunum eru boðin at koma við nágreiniligum uppskoti til, hvussu tey vilja listprýða ávís støð í bygninginum. Listafólkini fáa freist til 31. oktober at koma við skitsuuppskoti, og tá tekur listprýðisnevndin endaliga støðu til, hvørji listafólk fáa uppgávuna at listprýða Glasir. Listprýðingin skal vera liðug, tá bygningurin verður tikin í nýtslu, eftir ætlan í august 2017.

Sum skilst fáa tey 11 listafólkini, sum eru við eftir fyrstu rundu, eina upphædd uppá 25.000 krónur fyri ómakin. Tað er sera klæðiligt, at ein almennur stovnur á henda hátt sýnir virðing fyri listafólkaarbeiðinum. Tá avdúkað verður at enda hvørji útvaldu listafólkini eru, fáa vit kanska eina hóming av hvørt listin í Føroya størsta skúlastovni er vald sambært einari protektionistiskari, tjóðskaparligari linju, ella um mann hevur valt eftir dygd við plássi fyri altjóða list. Livst so spyrst!

Limirnir í listprýðisnevndini eru:

- Umboð fyri Glasir: Bogi Bech Jensen, rektari, formaður í listprýðisnevndini

- Umboð fyri bygningseigara, Mentamálaráðið: ArmgarðWeihe, fulltrúi

- Umboð fyri arkitektin, BIG: Finn Nørkjær, arkitektur

- Umboð fyri byggiharran, Landsverk: Bárður í Baianstovu, arkitektur

- Umboð fyri listafólkini: Hansina Iversen, listafólk

- Umboð fyri listfrøðina: Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur

Ræðist ikki patos

Frá framsýningini SPOR - FOTO: Torben Eskerod

Frá framsýningini SPOR - FOTO: Torben Eskerod

Í sambandi við framsýningina SPOR, sum Jóhan Martin Christiansen letur upp fríggjadagin 9.sept hevur danski listfrøðingurin Maria Bordorff gjørt eitt sera áhugavert viðtal við hann um framsýningina, listina og teir tankar, sum liggja aftanfyri. Listamaðurin ræðist ikki patos, sigur hann m.a. Lesið her: 

http://www.kunstkritikk.dk/artikler/10-sporgsmal-johan-martin-christiansen/