Loysing og samband og sosialur hugburður í senn takk!
/Claus Carstensen: Klaksvikaffærer (2010)
I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?
II. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?
Í morgin eru hálvfjerðs ár síðani 14.september fólkaatkvøðuna um hasar báðar spurningarnar í einum stjórnarskipanarmáli, sum síðani hevur elvt til eitt ævigt kjak í okkara samfelagi, ei undur í tí – úrslitið varð sum kunnugt diskvalifiserað. Um nú vit hugsa okkum, at onkur gjørdi tað sama við Brexit meirilutan, tvs. skrottaði hann, kann eg ikki ætla gløðandi nationalismuna, sum spurdist burturúr hesum.
Sjálvt um bretska úrmeldingin tykist stak illa hugsað og hóast heimurin er soleiðis skikkaður í løtuni, at skilabest tykist vera at halda saman uppá allar skilagóðar felagsskapir, so er ein avgerð ein avgerð. Tað, sum er mest troyttandi við heimliga kjakinum, er undirliggjandi kravið um sannføring, at mann skal vera hugsjónarliga staðsett á einari av síðunum, tað ber mær ikki ordiliga til, eg vil bæði hava loysing og samband og sosialan hugburð í senn!
Eg eri sjálv útbúgvin á donskum universiteti og ta útbúgvingina fegnist eg um at hava fingið við donskum SU, á donskum kollegium osfr. Keypmannahavn er mín høvuðsstaður nummar tvey aftan á Tórshavn, men samstundis vil eg gjarna, at mítt ríka land heldur uppat at taka í móti blokkstuðuli, tá gamla Danmark nú til dømis ikki tykist hava ráð til at gjalda SU og kontantstuðulin er vorðin munandi skerdur. Eg skammist um, at vit flyta okkara fangar til Danmarkar júst sum vit í øldir gjørdu við teir av okkara medborgarum, sum vóru sálarliga sjúkir og bóru brek.
Samstundis harmist eg um, at danskt, sum er eitt gott mál at duga, ikki minst um hugsað verður um málsligar førleikar í norðurlondum, verður systematiskt niðurlagað her á landi. Sum skilst eru fleiri ár síðani, at danskt varð lisið sum linjufak á Læraraskúlanum, og eg havi nú næmingar á miðnámi, sum hava ilt við at skilja danskt á eleveraðum fakmáli - og enn fara flestøll til Danmarkar at lesa. Tú skalt vera nokk so stívrendur, um tú fegnast um minkaðar førleikar soleiðis sæð, at tað sum vit sleppa av við av donskum pr automatikk er vunnið hjá føroyskum - og eg haldi tað vera eitt sindur hugstoytt soleiðis at uppliva gjónna millum ideologi og veruliga gerandisdagin. – So mugu vit gera føroyskar bøkur! Ljóðar skilagóða mótargumentið, og jú. gamaní, men enn hava vit ikki eitt nóg fjølbroytt úrval av føroyskum bókmentum, sum kunnu lesast innan allar lærugreinar. - Vit asfaltera meðan vit koyra ljóðar eitt annað frískligt argument, jú tað er eisini fínt, men sum gongdin er nú, kunnu vit jú risikera, at føroyingar ikki skilja sítt egna sjónvarp, tí at so nógvar danskmæltar sendingar eru har. Altso hví ikki fyrst tryggja tann stovnin við pengum, so at ráð verða at gera ivaleyst av føroyskum barna- og vaksnamannatilfari, áðrenn tað danska verður avhøvdað?
Í mínum hugaheimi eru eingir trupulleikar við at góðtaka tann søguliga føroysk-danska sameksistensin og tá eg lesi eitt gamalt jólakort frá ommu mínari av Eiði, sum skrivar “Góva Kinna”, tí hon ikki lærdi at skriva føroyskt í skúlanum og tessvegna skrivaði ljóðskrift, hugsi eg, at vit eru komin ómetaliga langt við føroyska málinum. Men vit koma ikki nógv longri uttan mentala og fysiska rúmligheit, í staðin fyri at seta lingvistiskar og ríkisrættarligar múrar kring Føroyar kunnu vit við skili arbeiða við opinleika, samstundis sum vit seta fram sjálvsøgd krøv um suverenan ríkisrættarligan avgerðarrætt í Føroyum. Vit skulu sjálvi taka okkum av okkara kriminellu og vit skulu halda áfram við okkara góða samstarvi við danska lækna- og lógarverkið. Vit skulu eftir førimuni taka í móti flóttum og yvirhøvur gera okkara skyldu sum sjálvstøðugt, ríkt land í heiminum. Vit skulu ikki seta okkum millum tveir stólar, men uppfinna ein nýggjan rúmligari og meira tíðarleysan stól, sum kanska er eitt sindur lættari at reisa seg uppúr enn tungu, brúnu lenistólarnir hjá verandi politisku flokkunum í Føroyum við teirra av handahógvi merktu antin/ella argumentum.