Havfrúgvin – eitt maritimt trýkantsdrama

 

Jóanes Nielsen hevur gjørt tað aftur. Hesuferð við einum maritimum trýkantsdrama, sum trykkprøvar karmarnar á Tjóðpallinum. 

Leygarkvøldið 17. september hevur HAVFRÚGVIN eftir Jóanes Nielsen heimspremieru á Tjóðpallinum og lagt er upp til eina stórhending bæði so og so. HAVFRÚGVIN er eitt stórfingið maritimt trýkantsdrama um tær stóru kenslurnar, kærleika, vinalag, familjubond, brostnar dreymar og djúp loyndarmál úr fortíðini.

Á stálpallinum - millum kærleika og fiskivinnu - hitta vit Olivar, ið gjørdist avlamin á trolaradekki‚ hvørs einasti reiðskapur nú eru kjafturin og myndatólið. Gjøgnum hansara kritisku eygu, og sambondini sum hann hevur við familju og kenningar, uppliva vit Føroyar í dag.

HAVFRÚGVIN er ein nútíðarleikur um kærleika‚ dreymar og líkasælu, har sambond knýtast og slitna og lívið fer sína kós. Jóanes Nielsen setur sjóneykuna á menniskja í vakstrarsamfelagnum Føroyar 2016.

Talan er um eina stóra uppseting, sum við sterkum kenslum ljósið, video, ljóði og tøkni trykkprøvar karmarnar á Tjóðpallinum, sum ongantíð áður. 

Leikstjóri er Eyðun Johannessen og afturat sær hevur hann hesuferð eitt heilt serstakt toymi av ungum og dugnaligum føroyskum listafólkum. Altjóða pallsniðgevin Sámal Blak ger pallmynd og búnar. Sámal hevur gjørt pallmyndir til operur, sjónleikir og konsertir kring heimin og hevur vunnið fleiri virðislønir. Tónaskaldið Jens L. Thomsen, ið vit m.a. kenna frá bólkinum ORKA, ger tónleik og ljóðmynd. Filmsleikstjórin Heiðrik av Heygum, ið gjørdi ræðufilmin SKULD og videoløg fyri m.o. EIVØR og BYRTA, stendur fyri videoframleiðslu. Turpin N. Djurhuus stendur fyri ljósdesigni og Gunn Reginsdóttir Joensen er koreografur.

 

LEIKARAR

Hjálmar Dam, Høgni Olsen, Beinta Clothier, Annika Johannessen, Eyð Matras, Súsanna Tórgarð og Páll Danielsen

 LEIKSTJÓRI Eyðun Johannessen

PALLMYND OG BÚNAR Sámal Blak

TÓNLEIKUR OG LJÓÐMYND Jens L. Thomsen

LJÓSDESIGN Turpin Napoleon Djurhuus

VIDEO Heiðrik á Heygum

Atgongumerki kunnu keypast á www.tjodpallur.fo og sum nakað nýtt verður avsláttur latin til ung undir 25 ár og lesandi.