Framúrskarandi og drúgv havfrúgv
/Tað er á so mangan hátt eitt megnarverk, tey hava fingið í trolið á Tjóðpalli Føroya, ein spildurnýggj, føroysk produktión, sum krevur, at øll spenna seg út av øllum alvi. Tað gera tey av sonnum í nærum hálvan triðja tíma í leikinum Havfrúgvin, og tað er ov leingi, sjálvt um leikurin er væl skrivaður, instrueraður og leiktur - scenografiin er fantastisk, so áskoðarin er væl undirhildin allan vegin. Leiklistarliga hevði leikurin staðið seg betur, um hann var styttur munandi.
Madonna ella hora
Leikurin snýr seg um Olivar, sum orsakað av eini ólukku umborð á trolaranum Froyu er vorðin lamin. Hansara besti barndómsvinur, Hergeir er nú giftur við Lindu, havfrúnni, sum Olivar einaferð elskaði og sum hann helst elskar enn. Hatta við kærleikanum, vinarlagi og sexualiteti er ein áhugaverdur tráður í leikinum, ein annar er einsemi, ein triði er samfelagsligur ella ein kritisk og dystopisk lýsing av samfelagnum og í millum hesar træðrir stinga fleiri onnur evni seg upp av politiskum og religiøsum slag við hópin av tilsipingum og symbolum, sum flóta eins og ein støðugur, heitur undirstreymur til okkum áskoðarar. Góða gamla kvinnureduktiva Madonna ella hora-kompleksið verður luftað, høvuðspersónurin Olivar elskar Lindu so høgt, at hann longu áðrenn hann gjørdist avlamin, varð aseksuellur og umbroytti hana til eina aseksuella havfrúgv uttan hetta altetandi kvinnuundirlívið, sum er upprunin til lív og sum eyðsýniliga enn verður uppfatað sum nakað vandamikið nakað. Mamma Olivar var í sínum edrúastu løtum jarðarmóðir (dupult uha!) og samstundis ein ræðulig femme fatale við snoddi fyri kuvøsuguff, hetta letur jú upp fyri allahanda ødipalum konfliktum og í steðginum hoyra vit Dear little mother hjá Savage Rose afturvið barnadópsdrekkamunninum úti í forhøllini.
Hon er eingin hóttan
Av kvinnuportrettunum í leikinum er Henrietta tann mest dámliga, sjálvt um hon ella kanska júst tí hon er ein typa, hvørs lívslagna eftir øllum at døma er at hava hjáleiklutir sum vaskikona, hjálpari, dóttur, vinkona og elskarinna. Hon er eingin hóttan, ein ævigur parallellfigurur, men á sama hátt sum Frú Linde í Dukkuheiminum hjá Ibsen, hevur hendan kvinnan umframt sínar egnu dreymir og vónir eisini serliga, fína eginleikan at upplýsa hinar persónarnar rundanum, so at vit eisini gerast góð við teir. Leikurin er bestur og mest inniligur, tá prátið millum tey bæði, Olivar og Henriettu, verður milt og hugfarsligt, tá tey halda jól saman. Síðst vit sóu Anniku Johannesen á føroyskum palli var, tá hon spældi dramatisk dominatrix í Stovugentunum í Kommandørhúsinum. Síðst vit sóu Anniku Johannesen á føroyskum palli var, tá hon spældi dramatisk dominatrix í Stovugentunum í Kommandørhúsinum og í mun til henda leiklutin var hesin øðrvísi einfaldur, eyðmjúkur og gerandisligur men eisini hesa ferð spældi Annika sannførandi við hita og humor.
Elegant kompositión
Hergeir, vinmaður Olivar er dámliga inkorpereraður av unga sjónleikaranum, Høgna Olsen úr Klaksvík, Hergeir er ein fittur fýrur, ein hampamaður, sum umframt at hava yvirtikið Lindu, eisini stillar upp sum formaður í Fiskimannafelagnum sum tann álitismaður hann er. Vit fylgja frásøgnini gjøgnum sjey pallmyndir, ið eru elegant komponeraðar eins og eitt tónaverk, har hvør partur hevur sítt eyðkenni og sítt tempo. Stílsliga leggur leikurin út við at vera stálrealistiskur sorgarleikur við politiskum boðskapi, men longu í aðru pallmynd verður realisman brotin, tá ein margháttligur, marrukendur og hugtakandi glantrileikur verður framførdur. Realisman og surrealisman eru báðar sannførandi - tað einasta, sum ikki tykist líka listarliga relevant, er komedian at enda, tá Dagur & Vika og Norðurlandahúsið verða tikin inn sum eitt slag av identifikatiónsleiðandi gadget.
Klassisk kompositión
Sjeybýtta uppbyggingin er klassisk frá byrjanini, har grundkonfliktirnar verða lagdar fram og har áskoðarin verður kunnaður um forsøgurnar til onnur stríðsmál, sum koma fyri seinni í leikinum. Onnur pallmynd er ein symbolsk lýsing av teim sálarligu trupulleikum, sum plága høvuðspersónin við krossfesting og primalari angist fyri kastraktión. Í triðju pallmynd kemur ein víðari útdýping av vandamálunum í leikinum og fjórða pallmynd endar við einari hending, sum ikki skal spoilast her, men sum broytir alt og í restini av leikinum verða tey ymisku viðurskiftini so rundað av.
Stokkar eru úr stáli gjørdir
Pallmyndin byrjar beint har, sum hurðin gongur inn í teaterrúmið. Her er ein smøl gongd úr stáli, ið bæði minnir um leytaran umborð á einum skipi, men sum eisini alt fyri eitt gevur áskoðaranum eina likamliga kenslu av avmarkingum hjá honum, sum situr í rullistólinum. Í Degi & Viku segði leikritahøvundurin, at fyrsta heitið á leikinum var “Leingi livið Fiskimannafelagið”, og leikurin snýr seg nokk so nógv um støðuna hjá fiskimonnunum. Útgangsstøðið er okkara minkandi fiskigrunnar og tann eirindaleysi grammleiki, sum hevur oytt hesar grunnar, havfrúgvin verður symbol fyri náttúrutilfeingið, náttúruundrið, sum vit fyrilitarleyst skræða í okkum. Kapitalistar hava havt ein aktivan lut alt tað eg veit bæði í samfelagnum, men eisini í listini. Ein av barndómsins fyrstu og sterkastu sjónleikaupplivingum var fyri mítt viðkomandi útileikurin Trælalív (1977), har kapitalisturin jú er fanansskapurin og íbirtari til alla elendigheit og hugburður høvundans tykist ikki nógv broyttur hesum viðvíkjandi.
Ground control to Major Tom
Annars er fanansskapurin í leikinum Havfrúgvin fleirtýddur og nokk so listarligur eisini. Á einum abstraktum støði snýr hesin leikurin seg um listina, um listarliga skapan og tess fortreytir. – “Eg havi altíð hildið, at myndir eru meira livandi enn verulig menniskju” sigur tann diabolski svenski filmleikstjórin Swedenborg, ið dagar fram á einum skíggja og brádliga opinberast sjálvur Faust fyri okkara innara eyga og vit fáa ein varhuga av, at leikur neyvan fer at enda væl. Men meðan menniskjuni líða sosialan og sálarligan húsagang, so trívist og mennist listin. Sum ein einsamallur Major Tom í sanginum hjá David Bowie ella ein Dr. Strangelove hjá Stanley Kubrick sveimar Olivar uppi yvir øllum, sum hann sær og lýsir, skapar og oyðileggur. -“Ein sum dyrkar galskapin, perfektionerar lýtini, fær sum frá líður hunang at drýpa niður av mánanum” sigur Olivar við Lindu, tá hann greiðir henni frá muninum millum seg og Hergeir. Hjálmar Dam spælir so væl og hann líkist so nógv Jóanesi Nielsen, eisini í mátanum, hann tosar, at tað er heilt ótrúligt.
Eitt stórverk
Spurningurin er hvørt Jóanes Nielsen og Eyðun Johannesen og alt teirra valalið á Tjóðpalli Føroya fáa hunangin at drýpa niður yvir áskoðararnar hjá Havfrúnni og her er svarið eitt avgjørt ja! Bæði Jóanes og Eyðun eru í toppformi, leikurin er fullur av poesi og av stuttligum one-line´arum, sum sita ómetaliga væl. Sum áður nevnt haldi eg, at leikurin kundi verið styttri, fyrsta pallmynd er ov drúgv og ov nógv persektivleyst prát er um t.d. føroyska samfelagið og leikir í Sjónleikarhúsinum í sekstiárunum, hetta ber brá av nostalgi og er grundini anakronistiskt, tá nú høvuðspersónarnir eru í 30´unum. Einki av hesum forðar tó fyri, at Havfrúgvin er eitt relevant, leiklistarligt stórverk og tað eiga øll tey luttakandi sín leiklut í. Sjónleikararnir eru allir góðir, serliga Hjálmar, sum er í fokus alla tíðina. Umframt tey nevndu, spælir Beinta Clothier Linda við sansaligari nærveru, Eyð Matras spælir ólukkuliga móðirin við óbehagiligum vónloysi, Súsanna Tórgarð er elegant í leiklutinum sum lýtaleys vermóðir úr hægstu stætt, og so skal Páll Danielsen rósast fyri, at hann soleiðis manar fram ein persón, sum eg svørji, at eg persónliga havi møtt á onkrari konfirmatión ella barnadópi. Tey bestu beistini eru nú einaferð tey menniskjansliggjørdu beistini og verfaðirin hjá Pálli Danielsen er ein úthálaður liberalistur, gamaní, flosnaður í kantunum av spekulatión og grammleika, men hann er eisini verðinsmaður og fittur aftrat.
Smá konsentrerað tableau
Pallurin hjá Sámali Blak er á altjóða støði. Hann er modernaður, einfaldur við stórum árini. Pallurin sýnist risastórur, meðan maðurin í rullistólinum hinvegin sær elalítil í hvítum einkisleika - tað er rørandi og ómetaliga flott gjørt. Úttrykkið er um somu tíð maritimt og surrealistiskt. Ljósabláu ballónirnar til barnadópin minna um boyur og yvirhøvur er sjógvurin sera nærverandi í leikinum. Ikki minst gjøgnum ljóðsíðuna, sum tann dugnaligi Jens L.Thomsen stendur fyri. Í fleiri førum var pallur, ljós (Turpin N.Djurhuus), ljóð og mátin, sum leikararnir fluttu seg á pallinum átøkt videoinstallatiónum eins og smá, konsentrerað tableau við stórum eksistentiellum innihaldi - eitt sindur sum í Operation Valentine hjá Det Ferösche Compagnie. Filmarbeiðið hjá Heiðriki á Heygum var somuleiðis á høgum støði og gevur leikinum ein samansettan, postmodernistiskan dám, sum eisini er rættiliga kompleksur. Hesin áskoðarin kundi hugsað sær at sæð leikin einaferð aftrat. Fyribils havi eg keypt mær bókina, sum Mentanargrunnur Studentafelagsins gav út.