Ingun Hansen hevur opið hús í Listamannahúsinum
/Komandi leygardag og sunnudag, 17. og 18.sept. klokkan 12-16 bjóðar listakvinnan Ingun Hansen øllum áhugaðum at koma at síggja hvat hon hevur fingið burturúr sínum uppihaldi í Listamannahúsinum hjá Janusi Kamban í Klokkaragøtu 42. Ingun er føroysk, men hevur búð leingi niðri, har hon eisini tók útbúgving á Fyns Kunstakademi og Århus Kunstakademi. Tíðina í Listamannahúsinum hevur hon arbeitt við olju- og akverelskitsum. Ingun Hansen hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum, m.a. í Listasavninum í 2000 saman við m.a. Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir. Uppihaldið í Listamannahúsinum er stuðlað av Dansk-Færøsk Kulturfond, Mentanargrunni Landsins og Tórshavnar Kommunu.