Minningarorð um Nils Erik Gjerdevik

Feigdarboð komu úr Danmark í morgun. Listamaðurin Nils Erik Gjerdevik er deyður. Slík boð eru altíð syrgilig, men í hesum føri verða tey so nógv verri av, at tey koma so knappliga; Nils Erik var í besta aldri mitt í einum sera aktivum listarligum og fjølbroyttum arbeiðslívi, sum hann gekk upp í við lív og sál og við sjáldsomum listarligum gávum.

Nils Erik Gjerdevik var føddur í Oslo í 1962, men hevur í mong ár búð og arbeitt í Keypmannahavn. Hann hevur gjørt fleiri stórar prýðingar bæði í Danmark og aðrastaðni í Norðurlondum, t.d. prýddi hann Operahúsið í Keypmannahavn, Københavns Universitet og Mentanarhúsið Hamar í Noregi, har føroyska Durita Brattaberg er leiðari. Men kontaktirnar til føroyska list vóru fleiri, Nils Erik kendi føroysk listafólk og sjálv hevði eg ta fragd at samstarva við honum í sambandi við ta stóru verkætlanina Grafisk Sambond, sum endaði við einari framsýning í Norðurlandahúsinum fyri júst einum ári síðani. Nils Erik gjørdi í Steinprenti 3 framúrskarandi litografisk verk til hesa framsýning, sum tó, at tey eru abstrakt, eru merkt av frásagnarligum áhuga, sum tú sum áskoðari fært frænir av í teimum horisontalu, widescreen kompositiónunum.

Nils Erik Gjerdevik var ein so ótrúliga mildur, uppmerksamur og fittur maður, samstundis sum hann var sera vitandi og avgjørdur, tá tað kom til hvat hann vildi við listini. Í eini ásannan av, at tað totalt abstrakta í grundini ikki er møguligt, arbeiddi hann við forskjótingum av ymiskum skapum og formligum fyrirbrigdum, sum arbeiða í móti og sabotera hvørt annað, so at áskoðarin støðugt verður fluttur eitt vet víðari í huganum í royndini at fata myndirnar. Umframt málarí og grafikk arbeiddi Nils Erik Gjerdevik eisini originalt og sjálvstøðugt við objektum og standmyndum og relieffum úr leiri. Hann var limur í Den Frie Udstilling og fekk í 2002 Eckersbergmedaljuna. Við samkenslu við hansara kæru takka vit fyri Nils Erik Gjerdevik, friður veri við minni hansara.