Glasir - 11 listafólk sloppin gjøgnum fyrsta nálareygað

Í tíðindaskrivi frá Glasi verður greitt frá, at heili 40 listafólk hava sent inn uppskot um listprýðing av nýggja skúladeplinum, Glasir. Nevndin, ið er sett at skipa fyri listprýðing, er sera væl nøgd við innkomnu uppskotini. “Vit eru ovfarin av, at so nógv listafólk hava víst áhuga fyri uppgávuni, og vit eru sera fegin um at hava fingið so nógv góð uppskot at velja ímillum, “ sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi og formaður í listprýðisnevndini. Listprýðisnevndin hevur mett um innkomnu uppskotini og hevur valt tey listafólk út, ið fáa høvi at gera eitt gjøllari uppskot til listprýðing.

Úrslitið er, at 11 av teim 40 listafólkunum eru boðin at koma við nágreiniligum uppskoti til, hvussu tey vilja listprýða ávís støð í bygninginum. Listafólkini fáa freist til 31. oktober at koma við skitsuuppskoti, og tá tekur listprýðisnevndin endaliga støðu til, hvørji listafólk fáa uppgávuna at listprýða Glasir. Listprýðingin skal vera liðug, tá bygningurin verður tikin í nýtslu, eftir ætlan í august 2017.

Sum skilst fáa tey 11 listafólkini, sum eru við eftir fyrstu rundu, eina upphædd uppá 25.000 krónur fyri ómakin. Tað er sera klæðiligt, at ein almennur stovnur á henda hátt sýnir virðing fyri listafólkaarbeiðinum. Tá avdúkað verður at enda hvørji útvaldu listafólkini eru, fáa vit kanska eina hóming av hvørt listin í Føroya størsta skúlastovni er vald sambært einari protektionistiskari, tjóðskaparligari linju, ella um mann hevur valt eftir dygd við plássi fyri altjóða list. Livst so spyrst!

Limirnir í listprýðisnevndini eru:

- Umboð fyri Glasir: Bogi Bech Jensen, rektari, formaður í listprýðisnevndini

- Umboð fyri bygningseigara, Mentamálaráðið: ArmgarðWeihe, fulltrúi

- Umboð fyri arkitektin, BIG: Finn Nørkjær, arkitektur

- Umboð fyri byggiharran, Landsverk: Bárður í Baianstovu, arkitektur

- Umboð fyri listafólkini: Hansina Iversen, listafólk

- Umboð fyri listfrøðina: Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur