Jóhan Martin Christiansen SPOR - Fernisering

Framsýningin SPOR hjá Jóhan Martini Christiansen læt upp í gjár og ein ørgrynna av fólki hevði leitað sær í Listaskálan til ferniseringina, har savnsstjórin Nils Ohrt byrjaði við at staðseta okkum verkini listasøguliga og arkitektoniskt, meðan Christoffer Berdal, leikstjóri, helt eina meira persónliga røðu, sum tó eisini avdúkaði holla vitan um listina og gongdina hjá Jóhan Martini Christiansen, sum við orðum Berdals nú er traðkaður í karakter sum listamaður. – Tað haldi eg sjálv hann gjørdi fyri fleiri árum síðani, men Listaskálin er av sonnum virðiligur karmur um so góð verk sum tey, Jóhan Martin Christiansen hevur fingið burturúr uppihaldinum í húsunum, sum Janus Kamban gav listini. Um Janus livdi og sá hetta, sum kom burtur úr hansara vælgerð, vænti eg, at hann hevði tárað av gleði. Hvørt einstakt verk á framsýningini er greidliga hugsað til salin í Listasavninum og tí er framsýningin óvanliga samanhangandi, samstundis sum hon onkursvegna umdefinerar rúmið. Eg seti nakrar myndir inn her, men tað gevur tykkum ikki ta um somu tíð fjálgu og fremmandagjørdu kensluna av stóru, samanseymaðu plaggdúkunum, sum hanga niður úr loftinum. Segl ella fjallaskap, sum eru seymað burtur úr totalt óheroiskum toyblæum, sum eg sambindi við hálvfjersini og øko-feminismu. Tit mugu gera tykkum tann beina og uppliva eina framsýning, sum er øðrvísi, men sum allíkavæl hongur merkiliga væl saman við tí staði, hon er skapt í. Umhvørvið kring húsini hjá Janusi Kamban er við á framsýningini og tað er ikki í skapi av avmyndingum, nei gras og træstubbar eru ítøkiliga komnir við uppí gipsið, sum er framsýnt. Landslagið er við ítøkiliga sum spor, ið skapa eftirmyndir í huga áskoðarans. Eg eri als ikki liðug at hugsa og uppliva hesa asketisku og sansaligu framsýningina og eg ætli mær niðan aftur at hyggja – vakra, løgna videoverkið, sum Christoffer Berdal leikstjórnaði við dansarunum Búa Rouch og Alfredo Zinola er í sær sjálvum vert at síggja fleiri ferðir. Tað er púra kvirt og fult av orku, rørslum, eksistentialiteti, sexualiteti og kristindómi, eitt bland, sum eisini tykist næstan heimligt, men júst tá tað næstan verður ov klaustrofobiskt, rennur ein lítil tríbeintur hundur í rúminum og gevur hugasamband við bæði surrealismu og fjas og fjálgar gerandisdagar. 

Listamaðurin lurtar

Listamaðurin lurtar

Christoffer Berdal helt eina framúr góða røðu, sum eg fari at endurgeva á listaportalinum skjótast

Christoffer Berdal helt eina framúr góða røðu, sum eg fari at endurgeva á listaportalinum skjótast

Eitt av verkunum - leidningurin hoyrdi tónleikinum til, sum Torleik Mortensen og Andreas Restorff stóðu fyri og sum hóskaði sera væl til framsýningina

Eitt av verkunum - leidningurin hoyrdi tónleikinum til, sum Torleik Mortensen og Andreas Restorff stóðu fyri og sum hóskaði sera væl til framsýningina

Áhoyrarar

Áhoyrarar

Áskoðarar

Áskoðarar

Móðir listamansins

Móðir listamansins

og faðirin

og faðirin

Ein imponerandi framsýning

Ein imponerandi framsýning

Við vøkrum detaljum 

Við vøkrum detaljum 

Um framsýningina

Um framsýningina

Videoverkið 

Videoverkið 

Føtur

Føtur

Blixen

Blixen