Lívsjáttandi jarðarferð

Konsertin, sum Heiðrikur á Heygum hevði leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum man hava verið nakað heilt serligt. Tað skilst á tónanum í fleiri støðulýsingum á Facebook, sum er óvanliga hugaheitur. Og teir sangirnir, sum eg havi hoyrt higartil av útgávuni Funeral benda eisini á, at Heiðrikur onkursvegna hevur funnið seg sjálvan og fær brúkt sítt stóra talent maksimalt. Sostatt er talan um eina sera lívsjáttandi jarðarferð. Tað er sera djarvt av Heiðriki eisini at nýta høvið til at varpa ljós á tað óneyðuga stríð, sum nógv samkynd hava havt og enn hava við sínum kynsliga samleika. Tílíkt kann hava stóran týdning fyri onnur, ung samkynd og harvið fyri alt samfelagið. 

Myndir: Eiler Fagraklett

Myndir: Eiler Fagraklett

Sjálv var eg uttanlands í vikuskiftinum, og fekk ikki farið á konsert. Men Eiler Fagraklett, formaður í LGBT var til konsert og hann elskaði tað. Hann skrivar á FB: “Eg og maðurin vóru til "jarðarferð" hjá Heiðrikur Á Heygum í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Hetta var eitt stórt tónleika og persónligt upplivilsi fyri okkum báðar. Tað hava altíð verið nógv samkynd listafólk í Føroyum - eins og kring restina av heiminum. Men tað er ikki fyrr enn nú, at hesi listafólk veruliga tora at traðka fram og lýsa sítt lív við opnari og erligari rødd, har teirra kynsliga sannføring eisini sleppur til orðanna, og verður ein natúrligur partur av teirra list. Kynslívið er hóast alt ein sera stórur partur av tí, sum ger okkum til menniskju. Heiðrikur Á Heygum er eitt av hesum listafólkum, sum nú veruliga er við at fevna sína sannføring í síni list. Á nýggju plátuni Funeral syngur Heiðrikur um seg sjálvan og um, hvussu hann m.a. hevur roynt at finna sítt fótafestið sum samkyndur føroyingur. Um tað at forelska seg í øðrum manni, um at missa henda kærleika, um at eyðgleiða javngamlan samkyndan drong, sum doyði alt ov ungur, og ikki minst um sína egnu jarðarferð, har vit skulu siga farvæl við skáps-Heiðrik. Eg og Jan-Terjé Simonsen vilja tí takka Heiðriki fyri at siga sína persónliga søgu á henda vakra hátt, sum nýggja plátan ger, og soleiðis royna at gera upp við ta skomm og tann sjálvshatur, sum flestu samkyndu framvegis vaksa upp við. Tað kennist gott at vera við til hansara jarðarferð, har Heiðrikur slapp at jarða sítt innara "monster" ella skápsódjór. Ódjórið, sum liggur so djúpt í okkum øllum samkyndu: "Deep inside me, tries to fright me, tells me I most be wrong. There´s a monster inside of me, doesn´t want no good things for me, wants no one to care for me, wants to eat me in solitary." Ein týðandi útgáva fyri meg, mannin og flest aðrar samkyndar føroyingar! <3

I am wearing black for the occasion, bells are chaining from afar, I made such beautiful arrangements, the end is about to start. I sent myself an invitation, and chose the flowers for it all, I made the needed preparation, performed the ritual. I put lilies on my side, like a new day I will rise, so long, time to say good-bye, free that part inside of me I had to hide, for so long, I place silver on my eyes. I´m wearing black for the occasion, you won´t see sorrow in my eyes, it is a sort of celebration, the clouds have left the sky. I had this beautiful revelation, of someone I forgot to be, this shadow I have been embracing, I had to lay to peace." RIP, skáps-Heiðrikur Á Heygum!