Gleðiligt listavikuskifti!
/Zacharias Heinesen hevur málað hesa fínu myndina, sum hevur eitt nýtt gylt ljós, sum vit hava sæð í hansara myndum síðsta árið.
Hetta vikuskiftið lata nógvar føroyskar listaframsýningar upp. Tað byrjaði longu í gjár við, at Sveinur Jákupsson læt upp sína fotoframsýning í Steinprenti. Í dag letur stóra serframsýningin SPOR upp hjá Jóhan Martin Christiansen, tað er í Listaskálanum og í morgin verður myndin omanfyri at síggja í Gallerí Fold í Reykjavík, har tveir góðir føroyskir listamenn, Zacharias Heinesen og Bárður Jákupsson sýna fram. Tann framsýningin letur upp leygardagin 10.sept. klokkan trý og samstundis letur framsýningin hjá Hanna Bjartalíð upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Sama dag, men klokkan fýra letur framsýningin hjá Rannvá Holm Mortensen upp í Galerie Focus í Havn, Jóanes Nielsen fer at lesa nýggjar yrkingar á ferniseringini, við støði í sama evni, sum Rannvá hevur viðgjørt undir heitinum “Havlíknilsir”. Ymiskt slag av upplestri, tónleiki, røðum verður somuleiðis at hoyra á hinum ferniseringunum. Eg ynski lesarum mínum eitt gleðiligt listavikuskifti!
Bárður Jákupsson
Jóhan Martin Christiansen
Hanni Bjartalíð
Rannvá Holm Mortensen