Hanni Bjartalíð - Fernisering í Gamla Seglhúsinum
/Leygardagin læt upp framsýning hjá Hanna Bjartalíð í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Sjálvt um øll tey 21 nýggju verkini hanga á vegginum, ber ikki ordiliga til at siga, at tey eru tveydimensionel, tað rúmliga er grundleggjandi í relieffkendu, samansettu verkunum, sum eru sett saman av fjalum og síðani málað. Fleiri av verkunum hava heitið “Savn” og tað eru fløskusøvn, talan er um í myndum, sum skúma av orku og listarligum uppfinningarsemi. Framsýningin í Gamla Seglhúsinum er opin til 5.oktober.
Framsýningin er opin soleiðis:
Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00
Sunnud. kl. 14.00 - 18.00
http://nordlysid.fo/hann+arbeidir+hart+og+seriost+vid+listini.html
Hanni Bjartalíð var sjálvur til staðar
Fólk lurta
Tvey góð verk, sum bæði innihalda eksistentiella frásøgn og dekorativ element
Eg haldi røðu
Ein av teimum kulu savnsmyndunum, sum er sett saman av fjalum
Frá framsýningini
Svarthvítar fløskur
Og skølturin stingur seg fram nógvastaðni sum eitt dekorativt memento mori