Amariel Norðoy
Sjálvt um viðurskiftini hjá sjófólkum eru nógv broytt og batnað síðani slupptíðina, haldi eg, at virðingin fyri teimum enn er stór. Tað liggur onkursvegna í DNA´num hjá einari fiskivinnutjóð og sæst alla møguliga staðni, eisini tá jólaheilsurnar frá skipum um stutta tíð verða sendar familju og reiðarí úr øllum møguligum heraðshornum og vit í huganum senda teimum ein fjálgan samkenslutanka, nú teir verða noyddir at vera á sjónum um jólini. Eg verði heima bæði á jólum og aftaná. Eg eri lærari og miðlari og samfelagið tørvar slíkar sum meg og allar møguligar aðrar sjó- og landgarpar, øll eru vit javnbjóðis partar av tí, sum er føroyska samfelagið.
-----------------
Seinasta vaktin
Alt hann átti á fold var ein koyggja,
og hann kendi seg heima umborð,
hann var gamal og lá til at doyggja,
men hann teskar tó enn hesi orð:
Leið meg einaferð enn út á dekkið.
Lat meg ganga tað seinastu vakt.
Lat meg stýra tað seinasta strekkið,
áðrenn skipið til kei hevur lagt.
Hetta far var mítt heim gjøgnum lívið,
og tað bar meg í suður og norð,
nú til hvíldar eg ruraður blívið,
mína seinastu frívakt umborð.
Tá mín deksvakt er komin at enda,
og mítt tørn til at stýra er av,
vil eg ongantíð heim aftur venda
til tað stóra og brúsandi hav.
(Harry Birtilíð)
-----
HUGO ER DEYÐUR
Tað kvøldið Hugo doyði
Stóðu ljósboyurnar á Norðhavinum heiðursvakt
Tað var eisini rímiligt
At ekkoloddini sendu boðini niður í taraskógirnar
Havsins sjóðandi breytir
Tóku tómu koyggjuna upp á sleip
Tað stóð fullmánanum greitt
Hugo er deyður
Havhestarnir fluttu boðini víðari
Yvir á Suðurlandið og á Flemish Cap
Hugo er deyður
Ekkóaði millum ísfjøllini
Hann er blivin toka
Um sløktar stjørnir
Og so var hann á heystfjalli
Seinasta dagin í sínum lívi
Heilt har uppi tokan nemur fjallasmæruna
Føroyska treisknið glettir á tonn
Og regnið skrivar dýggjvát brøv yvir urðarnar
Har steðgaði hjartað á manninum ið sleit sín ungdóm og
manndóm á kjøli
Í eini presending
Bóru teir hann til hús
Skeljasandur varð stroyddur uttan fyri hjallarnar
Tann dagin
Kærleikans dýnur luftaðust út gjøgnum vindeyguni
Tann dagin
Børn drógu deyðar flugur upp á tráð
Eitt svart perluband til høvuðseingilin Mikkjal
Teir tóku mát av Hugo
Tað sum ikki rúmaðist í kistuni
Angin av stokkutum lívi
Rak gjøgnum skúlastovurnar, neystini og hjørtuni í Sundalagnum
Tann dagin
Vit byggja Føroyar á aldum
Vit reka á kenslunnar havi
Alt byrjaði í havinum
Lívmóðirin er í veruleikanum eitt evarska lítið hav
Haðani pinkufør gyrd við húð
Og við dukinum frá einum lítlum hjartamotori
Seta kós út í heim
Plássið hjá Hugo bleiv við línurulluna
Niðri í lastini
I stormi afturi á bátadekkinum
Var hann álitismaður
Kempaði við bringuni fullari av tubbakshosta
Var sum ein nikotinurga
Blásti harðar sálmar úr sínum bjølgi
Eisini spakførar sálmar
Og tað slagið av sálmun ið ger ein kúrran av trega
Ein sálm fyri konuni
Og øllum tí skroypiliga sum brotnaði
Ein sálm fyri draslinum ið fløddi upp á turt
Og fór til gongu út í verðina við keppinum á snið
Ein sálm fyri liðinum hjá Erlendi Paturssyni
Teir ið fingu Fiskimannafelagsins rósur at spretta gjøgnum tøgnina
Ein sálm fyri forlornu tonnunum
Umvældar við stáltráði á Nonortalik Bankanum
Ein sálm fyri látrinum
Stampum fullum av skínandi erlum
Ein sálm fyri bróskinum ið mjølvaðist millum liðirnar
Tímunum ið blivu til dagar ið blivu til ár ið blivu til alt ov
gamlar ferðaætlanir
Hugu er deyður
Og skal eg vera erligur
Vænti eg ikki at hann hevði klárað seg millum einglarnar
Til tað vóru armar og ryggur ov slitin
Himmalin hjá Hugo
Er himmalin hjá fiskimonnum
Teir liva víðari í brotinum
Tokuni kring sløktar stjørnur
Í glæmuni
Frá eini ljósboyu á Norðhavinum
(Jóanes Nielsen s.261-264 í Yrkingar 2014)
------------------
ARVAMINNI
sjógvurin brýtur og brýtur
upp um bæði borð brýtur hann
lívið er nú og børnini heima og konan og longsilin
seglini tung av sjógvi eru helst lækkað
hetta er ikki eins og á vaktini á sinni
tá tú sást ein krunkasvartan hval
á honum stóð skrivað á donskum við blóðreyðum bókstavum
at á havinum skuldi tú doyggja
og so navnið á tær til síðst
men tú fórt kortini avstað aftur og aftur
eins og nú tá vit ikki rættiliga vita hvat ið hendir
í hesum feigdarveðri
um tað er róðrið ið er brotnað
ella onkur vanlukka er hend umborð
ella er øll manningin vorðin sjúk
og sjógvurin brýtur og vindurin ýlir
sín skerandi deyðadóm aftur og aftur
og nú skríggjar hann alt tað hann orkar
og kastar danguna, sum ikki kann stýrast frá landi
og síðani fer alt í knús og sorlast til rekar
og manningin verður lík
ið ikki øll skolast upp á land
og sorgin brýtur og brýtur her og heima við hús
aftur og aftur
(Tóroddur Poulsen s. 59 í Útsýni 2009)