Okkum tørvar eina NÝGGJA FRIÐARRØRSLU!

Johan Martin Christiansen: Remembering Damascus

Eg veit tað væl. Longu áðrenn hesar reglur eru festar á blað, eri eg ein rukka sambært vaksandi talinum av vápna- og krígsfegnum europearum. Við ótolnum, glintandi sáplum og vindandi paranoia suffa tey um okkum, vónleyst góðvarnu og ábyrgdarleysu pacifistar, ið bara ynskja frið í heiminum.

Eftir yvirgangsatsóknina í París í november vóru nógvar reaktiónir at lesa og hoyra ymsastaðni. Onkrar vóru fittar og meinaleysar, sum til dømis teir nógvu Facebookbrúkararnir, ið lótu seg í reytt, hvítt og blátt til tess at sýna samkenslu við Fraklandi, aðrar vóru meira tvørligar og kritiskar. Í Berlingske Tidende skrivaði eftirlønti herovastin og høvundin Lars R.Møller til dømis eina hvassa tíðargrein við heitinum: “Tað ber ikki til at stríðast ímóti brotsmonnum við orðum”. Og ikki er tað heilt frítt, at yvirritaða føldi seg rakta av hesi greinini, tá hann býtir reaktiónirnar uppá yvirgangin upp í tríggjar bólkar - allar reaktiónirnar vór eftir øllum at døma sjálvsagdar, heldur Lars R.Møller. Frá politikarum komu fordømingar og harður retorikkur allan vegin runt. Frá høgravonginum og miðjuni komu krøvini um hevnd og um offensiva atgerð frá Danmark. Vinstravongurin vildi antin samráðast ella styrkja fólkaræðisligar rørslur í Sýria og Irak. Tann síðsti bólkurin er sambært greinahøvundinum tann mest láturverdi, hann skrivar: “Harumframt hava vit ta forstandandi bleytu miðjuna, ið er myndað av kornfeitum danum, fólkakirkjuprestum, friðartalsfólkum og listafólkum, sum syngja friðarsangir, venda hin kjálkan til, halda uppá, at vit sjálvi eru sek í yvirganginum og halda, at einasti vegur fram er at byrja eina samrøðu. Allar hesar lýstu reaktiónirnar eru láturverdar og als uttan samband við veruleikan. Var tað ikki so álvarsligt, sum tað er, hevði tað verið stuttligt..”. Hesin síðsti bólkurin, sum Møller slær upp í glens man vera nøkulunda har, sum yvirritaða trívist best, hann rakar ikki heilt skeivt í hesari lýsingini. Men tá tað er sagt má leggjast aftrat, at loysnin sum hann presenterar ikki er heilt óvæntað frá einum gomlum militermanni og í grundini líka løtt at rokna út, sum mín humanistiskt síðhærda reaktión, sum hann lýsir í tíðargreinini. Tað einasta, sum sambært oberstinum fer at hjálpa, er hernaðarlig dubbing og øktar hernaðarligar heimildir, at herurin verður munandi styrktur í Danmark og í ES sum heild. Mær dámar illa alternativið hjá Møller, eg ræðist fyri, at hetta er skrúvan uttan enda, sum í alt ov stóran mun fylgir paranoidu ímyndunum hjá bæði høgraekstremistum og IS/Daesh.

Dirty Harry retorikkur

Síðani yvirgangsálopið í París og í grundini áðrenn tað, hevur retorikkurin í almenna rúminum sum heild verið ómetaliga aggressivur, krígshugaður og menniskjafíggindaligur. Vit eru eftir øllum at døma vorðin at kalla kensluleys av eskalerandi elendigheitum, sum verða bornar okkum gjøgnum ymiskar tíðindasendingar. Eg komi í tankar um hvussu ógvusligan vit hildu George Bush vera, aftaná 11.september álopið varð framt í 2001: “Make no mistake, the United States will hunt down and punish those responsible for these cowardly attacks." Men 9/11 var sanniliga eisini ógvusligt og Dirty Harry retorikkurin heldur á eisini í París. Útsøgnin hjá franska forsetanum, Francois Hollande um, at hann fatar álopið á París sum eina krígsavbjóðing og hansara lyfti til IS um miskunnarleysa hevnd var somuleiðis ógvusligt. Russiski forsetin, Vladimir Putin er sum kunnugt við uppá hatta við hevndini, tí eisini russar hava upplivað yvirgang frá IS. So nú bumba teir Sýria sundur og saman, og sum skilst eru eisini vanligir borgarar, kvinnur og børn millum offrini.

Kompleks støða

Eg eri ikki serfrøðingur í støðuni í miðeystri, og eg ætli mær yvirhøvur ikki at lata sum um eg skilji kompleksu støðuna í borgarakrígnum í Sýria og Europeiskar sympatiir og antipatiir, men eg kann ikki góðtaka, at dubbing og dráp hjálpir uppá nakað sum helst. At fara í panikk, seta europeiskar høvuðsstaðir í undantaksstøðu og sundurbumba Sýria er sum skrivað í handritinum hjá IS ella Daesh, sum fleiri eru farin at kalla rørsluna, ið jú ikki hevur nakað alment við nakran islamskan stat at gera. Í bumburegninum í Raqqa og aðrastaðni í Norðursýria og millum sýrar í Europa er lætt at vinna viðhaldsfólk, sum nú við røttum kunnu ásanna, at Europearar eru harðrendir bøðlar. Hervið er ynskið hjá yvirgangskroppunum gingið út um at spjaða og skapa ræðslu millum fólk, soleiðis, at fólkið glepsar aftur og sambandið millum menniskju og harvið eisini samfelagið viknar og slitnar. Á henda hátt ber til at koppa samfelagnum og undirgrava tess virði og grundarlag.

Fascisma

IS/Daesh ímyndar sær eitt heimsumfatandi kalifat. Sambært teirra egnu publikatión, Dabiq, byrjaði tað við álopunum 11.september 2001. Tá tóku seg upp tveir bólkar, sum mannaættin má velja ímillum og tað eru Islam og “tey vantrúgvandi”. Polariserandi útsøgnin er eitt ekkó av George Bush og hansara ultimatum um, at antin er mann “við okkum” ella er mann við yvirgangsfólkunum. Dabiq er eitt sera víðgongt propagandarit, har átrúnaðarligar grundgevingar eitt nú verða nýttar fyri trælahaldi, grundhugsanin er fascistisk, at nøkur eru betur enn onnur og hava størri rætt til tilveruna enn onnur. Vit hava hoyrt hetta áður t.d. í Nazitýsklandi og innan apartheidskipanina, men struktururin er onkursvegna øðrvísi við IS/Daesh, sum eitt nú ikki er lætt at avmarka hvørki landafrøðiliga ella viðvíkjandi atvold, um hon er átrúnaðarlig, sosial ella sálarfrøðilig. Teirra størsta hatursmál er tað, teir rópa grásonan, har tey sonevndu vantrúgvandi liva lið um lið við moderatum muslimum. Soleiðis sum tey gera í 11. arrondissement í París. Tað, sumvit kanska fata sum verandi litríkt og fjølbroytt, hatar henda rørslan meira enn nakað annað. Tollyndi og frælsi eru í teirra eygum andstyggiligastu prógv um okkara veikleika og moralsku afturgongd. Konufólk verða viðfarin sum trælir, samkynd verða forfylgd og týnd, og tað er ikki lætt at fata, at fleiri av bøðlunum í IS/Daesh eru føddir og uppvaksnir í frælsum londum, har teir hava fingið bæði útbúgving og tilveruligt grundarlag. Tað er sjálvandi serliga beiskt at hugsa sær, at eitt nú franskir statsborgarar kunnu finna uppá at fremja so ræðuligan óndskap mótir sínum egnu landsmonnum og kvinnum.

Joie de vivre

Við at sikta móti franskari lívgleði eitt fríggjakvøld í París, tá ungdómurin og onnur við eru farin á café og konsert, tykist atsóknin í París okkum serliga ljót. Tíverri er einki nýtt í hesum við at fara eftir tí, sum vit eru góð við. Bæði innan fyri og uttan fyri altjóða lógir fara vit javnan um mørk hjá hvørjum øðrum, eisini á okkara síðu (DK, NATO og USA) og orsakað av yvirgangsatsóknum og hevndarhuga gers tað støðugt náðileysari. Vit tosa øll um eina óndskaparinnar ás, men eru ikki samd um hvar hon er. Guantanamo var eitt av mongum syrgiligum dømum um skeivu gongdina. Tað tykist yvirhøvur sum at kríggj og yvirgangur ger øll ráari av lyndi í einari tíð, sum í grundini krevur tað øvuta av okkum. Tí ikki síðani annan veraldarbardaga hava so nógv flóttafólk verið sum í seinastu ST uppteljing. Náttúruvanlukkur, hungursneyð, men eisini ein rúgva av ósemjum og kríggjum hava tvungið 51,2 milliónir av menniskjum til at flýggja frá hús og heimi. Tað kann vera, at tað ljóðar ov góðvarið, men mest av øllum er tørvur á friði, at fólk læra at lata vera við at skjóta og bumba, og í staðin venda hin kjálkan til og geva nuansunum og virðingini fyri hvørjum øðrum ein kjans.

 Friðarrørslan endurfødd

Søgan prógvar, at tílík friðarinitiativ sjáldan koma úr erva og ongantíð frá hernaðarliga partinum, tó at tað er har, tey mest ítøkiliga merkja kríggsræðuleikan. Friðarrørslan í USA síðst í trýssunum fekk vind í seglini av Vietnamkrígnum og borgararættindastríðsfólkum sum Martin Luther King, men tað eydnaðist tá at savna eina so stóra og breiða rørslu, at hon gjørdi mun og tað, sum er gjørt einaferð, kann gerast aftur. Eg veit tað væl, at støðan er meira kompleks í dag. og at mítt ynski um eina endurborna friðarrørslu er eitt sindur abstrakt og óskipað. Friðarrørslan er eitt rættiliga vítt hugtak, sum fevnir yvir fleiri feløg og rørslur, ið á ymsan hátt virka fyri avtøku av kríggi sum politiskum amboði. Friðarrørslan hevur frá byrjan serliga verið upptikin av at taka av harðskap sum amboð, at økja um samskiftið millum lond og at minka um alstóra munin millum liviumstøðurnar í heiminum. Tankar um kríggj og frið ganga langt aftur í tíðina, teir síggjast hjá hugspekingum m.a. men tað er í 19.øld eftir Napoleonskríggini at vit síggja umhvarvið av einari modernaðari friðarrørslu í USA og Stóra Bretlandi og víðari í Europa. Orsakirnar til bæði kríggj- og friðarynski hava verið ymiskar alt eftir politisku støðuni hjá teimum ymisku. Marxistarnir hildu, at eitt sosialistiskt samfelag var besta alternativ til at nýta harðskap, og fólkaræði og mannarættur hevur somuleiðis ofta verið á skránni hjá friðarrørslunum. Í Føroyum minnast við friðarrørsluna, sum gekk kravgongur fyri friði og avdubbing. Frá byrjan var hon vend móti Nato og tá Fólk fyri friði var sett á stovn í byrjanini av fýrsunum, stóð Nato somuleiðis ofta fyri skotum. Ein avleiðing av áhaldandi stríðnum hjá friðarrørsluni var kunngerðin hjá løgtinginum um, at Føroyar vóru kjarnorkuvápnarítt øki.

Er friðarrørslan deyð?

Síðani yvirgangsatsóknirnar í New York 11.september í 2001 hava fleiri friðarrørslur tikið seg upp bæði í Europa og í USA, t.d. Act Now to Stop War and End Racism (ANSWER), Not in Our Name (NION), and United for Peace and Justice (UFPJ). Og tó at undirtøkan als ikki er lítil hjá hesum felagsskapunum, so hava tey ikki megnað at sett dagsordanina. Kritikkurin mótvegis teimum snýr seg um, at radikalisering og politisering ger felagsskapirnir so mikið smalar, at teir ikki megna at fevna breitt. Okkum tørvar eina breiða, savnandi friðarrørslu, har muslimar og kristin og øll onnur friðarelskandi fólk kunnu savnast um friðarkravið. Um vit hugsa okkum um, so er tað nógv meira til av okkum vanligu, sum ikki hava tørv á at týna onnur til tess at føla okkum sum nakað serligt og sum vilja liva saman í sínámillum virðing og vinarlag. Ein nýggj friðarrørsla skal vera apolitisk og rúmlig, tí hon má rúma øllum fatanum, samstundis sum hon má tora at viðganga allar teir mongu skeivleikar, sum eru framdir frammanundan frá fleiri síðum. Har er einki einfalt uttan kanska í ynskinum um, at ikki fleiri menniskju verða dripin og lamløstað av bumbum.

 

Keldur:

Møller: Man kan ikke bekæmpe forbrydere med ord. Berlingske Tidende 20.nov 2015

Åsne Seierstad: Kampen mod gråzonen. Aftenposten 17.nov 2015