Halleluja!

 

Framførslan var sannførandi og full av tónleikagleði og yvirskoti. Aftaná, at kór, solistar, orkestur og dirigentur høvdu framført Messias út í eitt í hálvan triðja tíma, tóku tey Hallelujakórið umaftur.

Prestur helt fyri, at tað var stuttligt, tá fólk tímdu so væl at syngja og tað var kanska júst tað, sum gjørdi hesa framførsluna serliga hugtakandi - tann týðiligi eldhugin hjá teimum framførandi. Messias hjá Georg Friedrich Händel er eitt so mikið kent tónleikaverk, at tað nærkast eini klisjé - í øllum førum í huganum. Sjálv havi eg altíð kent Messias. Í mínum barndómsheimi var einki klaver, men tvær stórasystrar og ein plátuspælari, sum so ofta spældi stórverkið hjá Händel, at tað festi røtur í høvdinum á undirritaðu, sum spíraðu onkuntíð um fimm ára aldur, tá eg hevði Hallelujakonsert fyri eini gánandi fjøld av børnum í barnagarðinum í Stoffalág. Og sjálvt um eg á sinni sang ella í øllum førum royndi at syngja allar røddir, var framførslan helst eitt gott petti frá støðinum í Vesturkirkjuni leygarkvøldið, men eldhugin var hin sami. Allar klisjéir eru skornar út úr góðum tilfari. Tað skal eitt sindur til, skal klisjéin halda í øldir. Tað er á sama hátt sum við nykrósumyndunum hjá Monet, um tú hevur upplivað tær í veruleikanum og ikki í onkrum keðiligum endurprenti, so eru verkini í sær sjálvum framúrskarandi og fyri nógv er Messias vorðið jólaverk burturav. Í hesum sambandi riggaði tað sera væl, at Heri Joensen prestur røddi nøkur viðkomandi orð um meiningina við tilstundandi høgtíðini og endaði við at ynskja gleðilig jól. Eg ímyndi mær, at hetta eisini var ætlað til ta útvarpssending, sum varð upptikin og sum vit hoyrdu í útvarpinum í gjár.

 

Konsertin

Eftir eina stillisliga eitt sindur trilvandi byrjan trein dugnaligi tenorurin, Eyjólfur Eyjólfsson fram og sang Comfort ye so vakurt og so ljóst, at vónir birtist. Íslendsku solistarnir sungu sum heild serstakliga væl, serliga sopranin hevði eina ómetaliga vakra, ljómandi rødd, men tað var, tá stóra kórið reistist og sang fyrstu ferð And the glory of the Lord shall be revealed, at áhoyrarin av álvara fekk fyrsta forsmakkin uppá stórsligna fagnaðarbrúsið, sum er púra grundleggjandi í Messias. Sesselja Kristjánsdóttir sang altpartin, tað gjørdi hon sannførandi við professionellum operaklangi, men einum fyri meg ørkymlandi lágum vibrato, sum til tíðir tóktist meira svølgjandi enn sveimandi. Solistarnir sungu sum sagt rætt og reint og væl, men mær dámdi sum heild betur framførslurnar hjá teimum hægru solorøddunum. Klangurin hjá sopranini Hallveig Rúnarsdóttir var lættur og glitrandi, serliga í onkrum av teimum fyrstu sangunum, var tað eitt satt njótilsi at hoyra hana syngja.    

 

Ljóð

Tónleikararnir spældu sum heild væl, tað var sjáldan, eg hoyrdi nakað misljóð og einki av týdningi, sum heild var góð javnvág millum tónleik og sang. Jóhannes Andreasen hevði ein høvuðsleiklut við sínum fína cembalospæli, eg helt tað kundi ljóða eitt sindur harðari í teirri samlaðu ljóðmyndini. Men hetta hevur helst eisini eitt sindur við akustikk at gera. Vit eiga onga barokkirkju í Føroyum og kanska er akustikkurin í Vestukirkjuni bleytari og meira diffusur og blandaður enn hann hevði verið í einum katedrali, men sum heild var eisini ljóðið á einari góðari leið.

 

Kór

Talan var samanumtikið um eina gleðiliga konsert og eina lívssterka, holdborna og gleðiríka útlegging av Messias, sum í teimum ordiliga góðu løtunum púrasta fekk meg at gloyma kuldan, tað var ísakalt síðsta leygardag, eisini í Vesturkirkjuni. Havnarkórið var í essinum sum tað er, tá tey syngja okkurt teimum dámar, kórið ljóðaði allarbest og sannførandi í fortissimostøðunum í hittsangunum, eg veit tað ikki, men hugsi, at kórsangarar kanska í størri mun enn aðrir tónleikarar treytaðir av uppmerksemi og kærleika frá hvørjum øðrum og frá tónleikinum, sum tey syngja. Í øllum førum sungu tey serliga væl í støðum, har sjálvur kórsatsurin var miðdepilin. Klangurin var vakur og kraftigur bæði í teimum ovastu og niðastu tónunum. Eg haldi, at kórið var eyka útgjørt við sangarum, tí talan var um eitt sera stórt kór við yvir trýss sangarum. Í skemti hevur verið sagt um Havnarkórið, at tey eru so mikið roynd, at teimum ikki tørvar nakran kórleiðara. Tað passar sjálvandi ikki heilt. Ólavur Hátún hevur verið alfa og omega hjá Havnarkórinum síðan tað æt Útvarpskórið, ið varð sett á stovn í 1966. Tað var flott at uppliva gamla kórleiðaran í tí meira eyðmjúka leiklutinum sum kórsangari millum bassarnar. Júst kórsins leiklutur var helst tann týdningarmesti á konsertini. Tá tað snýr seg um at bera fram menniskjansligar kenslur er góður kórsangur heilt einastandandi. Gleðiboðandi sangurin For unto us a child is born var júst so óedrúliga ovurfegin, sum hann eigur at vera. So nógv og so ógvislig gleði krevur góða stýring og hana veitti Leif Hansen, sum við tryggari hond stýrdi ensemblinum gjøgnum brot og vandasker við smittandi eldhuga. Skýming var longu áðrenn fyrsti tónin klingaði í kirkjuni og tað var bølamyrkt, tá drúgva konsertin var av. Men eg føldi meg styrkta og kveikta, tá eg eftir konsertina spákaði mær út í myrkrið á Landavegnum.