Annika Hoydal 70

 

Vit kenna hana øll, kanska uttan at vera heilt greið yvir tað, tí tað er hon, sum gjørdi lagið til Alduna sum bróðurin Gunnar Hoydal skrivaði tekstin til, og Alduna kenna vit øll, ung sum gomul, tí sangurin er ein væl dámdur og nógv brúktur felagssangur og føroysk fólkaogna, vit elska at syngja , “tak í meg, tak í mín iva, nem við meg, nert ikki við”.

Eg veit ikki um eg var tvey ella trý, men eg sat í øllum førum uppi í barnavogninum ella stólinum, sum systir mín, ið tá var í tannáringaaldri, fór stríðandi við gjøgnum býin, og tað var ikki bara almindiliga strævið hjá henni, tí hvørja ferð, vit møttu onkrum, tók eg dik á meg at framføra ein sang, og sum um henda ótálmaða, barnsliga sjálvgleðin ikki var nóg pínlig í sær sjálvum, so var tað freki sangurin um Lisu, sum ongantíð sigur nei, sum hetta lítla frambar úr barnavogninum. Og jú meira tey húsjaðu og rodnaðu, tess mælskari sang eg: “Nei, oys Kaj, nei tavadenn, hon sigur nei, nei, nei, nei..”. Sangurin er frá 1970, eg man hava lært meg hann av útvarpinum, tó eg ivist í um hann var serliga ofta spældur har, men tey vaksnu munu hava murrað sangin, og eg havi upptikið hann við barnsins eyðkenda áhuga fyri tí óskikkiliga.

Í dag fyllir Annika Hoydal sjeyti og tað er orsøkin til, at eg í morgun havi googlað “Lisa eitur genta mín, hon sigur nei nei nei nei”. Eg fekk bara fatur á “Sára eitur genta mín, hon er av Selatrað”, og tað er nokk so typiskt føroyskt og hampiligt og kanska nakað av tí sama, sum kabarettirnar í sjeytiárunum og seinni eisini Harkaliðið við Anniku Hoydal á odda gjørdu upp við. Kanska var mentanarskelkurin so stórur tá, at tað enn er hendan leiklutin, sum Annika Hoydal er mest og breiðast kend fyri í Føroyum. Sum kjaftabreið og frek kabarettsangarinna, ið persónligger ta frígjørdu og harvið eisini vulgeru kvinnuna við dirvi til at seta seg upp móti allari frelstheit.

Hon er annars útbúgvin sjónleikari. Tann fyrsti kvinnuligi útbúni sjónleikarin í Føroyum, sum í sínari starvsleið serliga hevur satsað uppá eksperimentalteater og føroyska mentanarmiðlan. Hon hevði ein týdningarmiklan leilut í leikinum Tóm Rúm hjá Marjuni Syderbø Kjelnæs, sum Eyðun Johannesen leikstjórnaði herfyri og tað var júst hjá Eyðuni á einum skeiði, at sjónleikaráhugin byrjaði. Annika Hoydal er eisini tónaskald, og tað er ikki tí, at eg haldi, at tann eini leikluturin er týdningarmiklari enn hin, men eg havi varhugan av, at Annika Hoydal ikki enn er viðurkend sum seriøst føroyskt tónaskald, eg veit ikki um tað er orsakað av, at hon er ein kvinna, sum er kend fyri kabarett og vísusang. Vist er hon viðurkend av fólkinum, tað uppliva vit á undirtøkuni, tá hennara sangir verða sungnir, og tá hon saman við bólki sínum, Jógvan Dahl, Kaj Johannesen og Eyðuni Mohr Hansen framføra eitt nú á G! Festivalinum ella aðrastaðni. Men sjálvt um hon ikki spælir nakað ljóðføri ella dugir nótar, so er Annika Hoydal tónaskaldið handan framúrskarandi sangir sum: Aldan, Dropin, Steinstólpan, Hulduríma, Mítt minsta land, Gráu frensarnir, Stjerner mine venner, Ein drongur gekk í haganum, Snigilin, Morgun, Maðurin sum gekk móti ljósinum fyri bara at nevna onkrar góðar. Lívið dýra undur eitur síðsta lagið á hennara nýggju plátu, Endurljós. Annika Hoydal er full av takksemi fyri lívið, men vit eru eisini takksom fyri sangirnar, fyri sjónleikin, fyri sangin og fyri stóra innsats hennara higartil.

Takk fyri, Annika og hjartaliga til lukku.

 

KP