Emil Juul Thomsen 100

Emil Juul Thomsen (1915-2012)

Hesa fjálgu fotomyndina tók Birgir Kruse, tá vit í 2009 vóru í Nólsoy í sambandi við listaframsýningina við myndum hjá Steffani Danielsen á Látrinum.

Í dag eru hundrað ár síðani, at mentamaðurin, Emil Juul Thomsen varð føddur á Tvøroyri. Emil var handilsmaður, hann seldi Electrolux og alt møguligt annað, men vit minnast hann einamest fyri stóra bókmentaliga arbeiðið, sum hann legði eftir seg sum forleggjari á forlagnum Bókagarði, ið frá sjeytiárunum framdi tað bragd, at geva út eina rúgvu av føroyskum bókum, bæði føroyskar upprunabókmentir og týddar heimsbókmentir. “Blindur er bókleysur maður” var mottoið hjá Emil Thomsen, ið við forlagnum Bókagarði syrgdi fyri, at eingin føroyingur nýttist  vera glataður í bókmentaligum eygnaloysi. Av tí, at pápi mín Ásmundur Poulsen og Emil vóru vinmenn, og arbeiddu saman um m.a. bókina Føroysk List við teksti eftir William Heinesen, hevur Emil altíð verið til í mínari verð og hann var ongantíð óáhugaverdur. Tá hann fyrstu ferð bað meg skriva bókina um Steffan Danielsen, eg haldi, at tað var ólavsøkuaftan í 2000, vildi hann sjálvur sleppa at ráða fyri hvat skuldi standa í bókini. Eg segði honum, at soleiðis spælir klaverið ikki, - javel, javel segði hann, men blátt vodka var á borðinum, Emil var í violettum vesti og blonkum, svørtum, hondseymaðum italskum styvlum, so mutlandi okkurt ilsligt um tvørballið hjá Esther og Ásmundi, helt ólavsøkan á. - Sum eg havi skilt tað, hava onnur verið biðin um at skriva Steffansbókina, m.a. Bárður Jákupsson, sum skrivaði góða tekstin um Nólsoyarmálaran í framsýningarkatalogi í 1981. Líka síðani tá hevði Emil Thomsen ætlanir um at geva út eina bók út um Steffan Danielsen, og tí bað hann Ásmund Poulsen um at fotografera framsýningina hjá Steffani Danielsen í Listasavni Føroya í 1981. Tá eg 28 ár seinni skrivaði bókina, var tað nakað serligt, at myndirnar í henni vóru tiknar av pápa mínum, sum doyði í 2007. Tað var John Dalsgarð, sum bað meg skrivað bókina, og sjálvt um treytirnar hesa ferð vóru heldur øðrvísi og Emil Thomsen hesa ferð ikki blandaði seg uppí hvat eg skuldi skriva, var hann eldhugaður sum altíð og ráðasnildur eisini, tá vit vitjaðu í hugnaligu húsunum hjá Áshild, Birni og honum í Nólsoy fyri at avtala, at eg skuldi fara í gongd at skriva. Fyrst bjóðaði Emil genever - eg haldi tað var hampiliga tíðliga týsmorgun... Men allright, ein serligur dagur var tað. Og síðani royndi hann við einum fittum skálkabrosi at forhandla seg fram til, at eg í staðin fyri at fáa samsýning, kundi fáa Føroya Kvæði. Og sjálvt um eg ikki tók av tá, kann eg ikki annað enn hámeta hesa stórslignu kvæðaverkætlan hansara, sum hevði við sær, at Bókagarður í árunum 1998 til 2005 gav út kvæðaútgávuna FØROYA KVÆÐI í 37 bindum. Hetta er uppafturprent av meginverkinum CORPUS CARMINUM FÆROENSIUM, sum Napolon Djurhuus og Christian Matras ritstjórnaðu. Fíggjarliga ímyndi eg mær, at verkætlanin hevur verið øgiliga møtumikil í einum tíðarskeiði, tá alsamt meira gongur fyri seg á teldu og á internetinum. Men tað stórætlaða var eyðkent fyri Emil Juul Thomsen, sum helt kvæðini vera ein ríkidóm av alstórum mentanarligum týdningi fyri føroyingar og her fór hann jú á ongan hátt skeivur. Emil Juul Thomsen varð heiðraður á  ymiskan hátt m.a. við einum heiðursdoktorati við universitetið í Lund og í 2005 fekk hann Heiðursgávu Landsins.