Daman í galla og fjong!

 

Annika Hoydal var í essinum og hóskandi fagnað av fólkamongdini, sum hevði leitað sær niðan í Norðurlandahúsið síðsta sunnudag til hennara 70 ára føðingardagskonsert Endurljós.

Stóra høllin var fullsett av spentum áhoyrarum, sum byrjaðu at klappa alt fyri eitt, tá høvuðspersónurin saman við tónleikarunum trein fram á pallin. Uttan nakað uttanumtos byrjaði konsertin við vakra, longsulsfulla lagnum Mítt minsta land, sum ljómaði sorgblítt gjøgnum salin. Annars kann mann ikki beinleiðis pástanda, at konsertin var heilt orðaleys. Tí millum teir tilsamans tíggju sangirnar vóru fleiri ferðir tíggju minuttirs frágreiðingar, har vit fingu høvið at hitta sjónleikara- og mentanarmiðlarasíðuna av høvuðspersóninum, og sjálvt um Annika Hoydal er stuttlig og dugir sera væl at herma og greiða frá, so vóru fleiri av søgunum tær somu, sum hon hevur sagt frá áður eitt nú í útvarpinum, og tá gjørdist tað eitt lítið sindur drúgt við øllum staklutunum í frásøgnini, men tað var mest í fyrstani, at eg var ótolin. Seinni gjørdist greitt, at her var ein týðiligur reyður tráður millum tað talaða og tónleikin, og at henda konsertin ikki var nakað, sum bara skuldi fáast frá hondini. Her var okkurt meira álvarsligt, sum leikaði á hjá listakvinnuni og sum hon bar fram við stórari orku í ein tíma og trý korter.

Innilig tøkk

Ein partur av teirri talaðu framførsluni snúði seg í grundini um at fáa onnur fólk fram í ljósið. Tað tykist sum er takkarkenslan innilig hjá gávumildu songkvinnuni, ið legði dent á allar partar av framførsluni, sjálvt ljóðmaðurin, Theodor Kapnas og fyriskiparin Sigvør Laksá fingu hvør sína løtu fyri almannaeygum. Annika Hoydal hevur í mong ár framført saman við einum bólki av tónleikarum, sum er mannaður av tí durkdrivna og musikalska Jógvani Dahl, ið eisini var partur av Harkaliðnum í síni tíð og dugnaligu tónleikarunum Eyðuni Mohr Hansen og Kaj Johannesen. Síðstnevndi var ikki við á konsertini, men bæði hann og Jón Mc Birnie fingu takkarorð við á vegnum. Bólkurin var sjáldsama blandaður – aldursliga er langt millum 70 ár og so tey 19 ungu árini, sum er aldurin hjá klaverleikaranum, Kristian Pauli Ellefsen. Aftrat honum spældu tann somuleiðis dugnaliga Angelika Nielsen á violin og teir eftirhondini omnipresentu og garvaðu tónleikararnir, bassspælarin Torleik Mortensen og trummuleikarin Per Ingvaldur Højgaard Petersen. Annika Hoydal greiddi frá samstarvinum við bróðurin Gunnar Hoydal, sum hevur skrivað tekstirnar. Hetta hevur serstakliga stóran týdning fyri Anniku Hoydal, at hon hevur kunnað greitt beiggja sínum frá ymiskum hugskotum, sum hann síðani hevur loftað og umbroytt til poesi og góðar sangir sum Morgun, Dulcinea, Kroppur og tann stuttliga sangin um teir gráu frensarnar.

Snigilin

Sangurin um tann varliga snigilin og hansara langsamiligu ferð út í ta vandamiklu tilveruna var eitt hæddarpunkt á konsertini, sum vísti hvussu sterk songkvinna, Annika Hoydal er og hvussu væl hon er fyri. Ein ómetaliga vøkur gásarholdselvandi ballada, sum varð borin fram við yndisligum klaverundirspæli og púrt ongum øðrum. Eisini Aldan var framúrskarandi, framførd sum bara Annika Hoydal dugir at framføra sín egna sang við inniligum musikaliteti og dramatiskum ansi, og við eini sera klæðiligari og meira seigligari rútmu enn vit hava verið von at hoyra í hesum sanginum.

Ein diva

-Her stendur mann sum ein gomul skrinda, staðfesti tann flotta divain av pallinum við djúpari rødd og eyðkendari sjálvspei, og frá hesi eitt sindur skemtiligu staðfesting tók framførslan eina sneiðing frá at snúgva seg um tíð yvir móti onkrum meira álvarsligum og vandamiklum, sum fá hava hug at hugsa serliga nógv um, kanska serliga tá vit koma høgt upp í árini. Men tað er eyðkent fyri Anniku Hoydal, at hon júst á einari tílíkari 70 ára føðingardagsframførslu hevur dirvi at taka deyðan upp sum eitt høvuðstema. Hon endurgav nøkur brot úr tekstum hjá Williami Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, sum øll snúðu seg um deyðan sum lívstreyt og vakri, kosmiskt snaraði hugburðurin til deyðan hjá teimum báðum vinmonnunum, sum eg sjálvsagt havi lisið í Det dyrebare liv og í øðrum tekstum, og sum eg eisini havi hoyrt Anniku bera fram áður, var onkursvegna rørandi og óvæntaður at uppliva á einari tílíkari konsertframførslu. Lívið er deyðans geniala relieff, og so leingi tað varar, er tilveran eitt undur. Framførslan av teirri ikki heilt einføldu kompositiónini Lívið! Dýra undur, sum Sunleif Rasmussen hevur lagt til rættis, var hugtakandi eins og ein kaleidoskopisk tónleikalig takkarbøn við sínum óendaligu røðum av endurtøkum.

Lívsgleði

Og so. Uttan nakran serliga millumforkláring trivu tey á pallinum í eina orkumikla versión av Ólavi Riddararós og Í dans hjá Harkaliðnum. Flagtekjan mundi lyfta seg eitt fitt petti oman av Norðurlandahúsinum av teimum øgiligu lógvabrestunum og trampinum í salinum. Eg hugsi, at stóri eldhugin eisini hekk saman við eini ótilvitaðari eydnu yvir lívið, at vera til, nakað á sama hátt sum inniliga eydnukenslan, tú brádliga kanst uppliva av einari góðari  smákøku til eitt ervi, og í so máta má sigast, at framførslan í Norðurlandahúsinum var serstakliga væl leikstjórnað frá byrjan til enda. Ein framførsla, sum ikki var ein endurtøka av plátuútgávuni Endurljós, men sum vísti okkum tær mongu fasettirnar hjá listakvinnuni, sangarinnuni, sjónleikaranum og tónaskaldinum Anniku Hoydal.