Royndur debutantur skrivar viðkomandi og vaksnar samtíðarsøgur

arnbjørn.jpg

 

Stuttsøgan So hon starir inn í veggin hjá Arnbirni Ó. Dalsgarð stóð at lesa í Vencli í 2006. Nú er hon heitisstuttsøga í einum stuttsøgusavni, sum Bókadeild Føroya Lærarafelag hevur givið út. Hanni Bjartalíð hevur gjørt permumyndina, sum hevur sama dám av hugnaligum óhugna sum eisini merkir søgurnar.

Sjálvt um hetta er fyrsta bókin hjá høvundinum, er hann royndur bókmentamaður, hann hevur frá byrjan verið annar ritstjórin hjá bókmentatíðaritinum Vencli, hann hevur verið leiðari á Býarbókasavninum síðstu árini, og eg haldi, at bókmentaligu royndirnar merkjast. Stuttsøgusavnið fevnir um tólv stuttsøgur og lat meg bara viðganga beinanvegin, at tá tað snýr seg um sosialrealistiskar smásøgur, er tað ein sonn avbjóðing at fáa hendan lesaran tendraðan. At eg so allíkavæl lati meg yvirtala og lesi alla bókina út í eitt kemst av, at lýsti veruleikin í fleiri av søgunum í bókini tykist grundaður á neyvar psykologiskar og sosialar eygleiðingar, sum stykkja saman eina viðkomandi og autentiska mynd av føroyska samfelagnum í dag.

Surrealistisk brá

Søgurnar eru sera einfaldar, eisini málsliga sæð, tað tekur ikki meira enn einar tveir tímar at lesa bókina, men væl ber til at rógva aftur á ymiskt, tí alt er kanska ikki so einfalt sum mann skuldi trúð. Savnið er skilagott komponerað og rættlisið, men villur eru ringar at sleppa undan, tolsemi verður mistikið fyri tol, at læa verður stavað við ð, men hetta eru smáting. Burtur sæð frá, at tey læa, har tað kanska er vanligari at flenna á tí nútíðarliga talimálsføroyska, sum verður brúkt í bókini, tykist málið sum heild autentiskt og riggar til stílin. Sjálvt um lesarin fær nógv at vita er innlitið allíkavæl ófullfíggjað t.d. á tann hátt, at sjónarhornið er avmarkað og staðfest hjá frásøgumanninum ella -konuni. Hetta hevur eisini við sær, at søgurnar ofta taka eina óvæntaða vend, sum lesarin ikki hevði roknað við. Í summum minna søgurnar um tær hjá danska høvundanum Naja Maria Aidt, sum eisini nýtir eina skreytleysa skrásetandi prosa til tess at greina seg ígjøgnum tunna lagið av siðmentari fernis á kaotiska og primitiva menniskjanum. Fyrsta søgan í savninum Hvat annað kundi eg gera? snýr seg um um ein rithøvund, sum er á veg heim eftir eitt heldur miseydnað skriviuppihald. Hann skal skunda sær heim aftur til gerandisdagin og tær dagligu skyldurnar. Hann er illa fyri, hevur timburmenn og letur sínar frustratiónir ganga út yvir ein drong. Uttan at plottspoila søguna ber til at staðfesta, at søgan er áhugaverd, tí hon rakar væl í mun til tann ofta at síggja til meiningsleysa atburðin hjá menniskjum, sum kanska byggir á meira og minni ótilvitaðar strategiir. Summar søgur innihalda eina hárfína surrealistiska snaring, men hesar eru sjáldan nógv løgnari enn tað, sum tilveran onkuntíð megnar at bjóða uppá.

Samansett evni

Onkrastaðni ivast lesarin í hvussu symbolskar, søgurnar eru. Eg haldi, at tær bestu av teimum eru tær, sum lýsa menniskjaliga kommunikatión, har evarska smá brá og rørslur avdúka tær stóru kenslurnar, tann stóra sorgarleikin. Í søguni Skulu vit fara? er mamma Jógvan deyð. Hesin Jógvan tykist eitt sindur barnsligur, og lesarin heldur fyrst, at sorgarsøgan snýr seg um barnasorgina, sum kemur, tá foreldrini doyggja, men tá vit fáa at vita, at Jógvan er fjøruti ár og pápin júst er farin á ellisheim, fáa vit varhugan av, at sorgarleikurin er ein heilt annar. Evnini eru ofta eitt sindur samansett júst sum í hesari søguni og søguheitið er setningurin, sum bróðir Jógvan sigur, tá teir skulu út úr barnaheiminum, tí Jógvan skal flyta í sambýli. Hetta er ein púra vanligur gerandissetningur, sum verður sagdur, men sum fevnir eina heila tilveru av sorg og stúran.       

Afturkenning

Eg haldi, at tær flestu søgurnar í stuttsøgusavninum eru viðkomandi og minna um ymiskt, sum mann hevur upplivað. Ein tílík søga er Eisini slíkt sum nívir. Tað er ein familja, sum vitjar eina vinarfamilju. Meðan konurnar sita og drekka vín í køkinum nevnir tann eina konan okkurt um børn við serligum tørvi og lesarin merkir alt fyri eitt, at hetta er eitt eymt evni møguliga orsakað av, at yngsti sonurin hevur serligan tørv. Mamman letst sum einki, men følir seg greidliga rakta. Tey enda øll við at drekka nakað nógv og tá skal hatta við børnunum við serligum tørvi kjakast aftur og hevnast og tað er sum um, at mann kennir tær etandi óndu smáligheitirnar í kjakmynstrinum.

Rúsdrekkatrupulleikar

Heitisstuttsøgan So hon starir inn í veggin snýr seg um eina familju, sum er fongd av rúsdrekkanýtsluni hjá pápanum. Vit lesa um eitt ræðuligt mynstur, sum ikki gerst minni ræðuligt av, at fólkini lata sum um, at alt er sum tað skal vera. Sonurin etur skuffukaku og drekkur kalda mjólk, spælir sín nýggja MP3-spælara og smílist til mammuna. Lesarin kann ímynda sær hvussu tungt tað er fyri eitt barn at vaksa upp í hesum húsarhaldinum, men hetta verður bara borið fram eina einstaka ferð í søguni, tá elendigheitirnar eru um at eskalera, og mamman tekur drongin við sær til foreldur síni, fer drongurin eftir einum figuri í stovuni av eini trøllkonu, snarar henni, so hon starir inn í veggin. Ræðuleikin er undirskiltur, men vit fáa ein ræðandi varhuga av einum barni, sum hevur sæð ov nógv av slíkum, sum børn ikki skulu síggja.

Ein minnisvarði

Onkrar søgur hava eitt ávíst sjálvsævisøguligt brá, vit hóma umhvarvið av høvundinum onkrastaðni og uppliva sum heild heimin gjøgnum eyguni hjá einum miðaldrandi persóni frá nútíðini. Í einari søgu prátar frásøgupersónurin við hundin, hann er keddur, tí ein Hans Henning er deyður. Hans Henning var ein danskur lærari, sum starvaðist í Hoydølum m.a. sum lærari í russiskum í fýrsunum. Veruleikin er ikki langt burturi í hesari stuttsøguni, hendan læraran kennir mann aftur, er hann nevndur, er hann kendur. Men tað er av sonnum hugaligt, at Arnbjørn Dalsgarð í søguni laðar ein lítlan, fjálgan minnisvarða fyri einum menniskjansligum lærara, sum í síni tíð sýndi áhuga fyri næmingunum út yvir tað reint fakliga.

 

Viðkomandi modernað samtíðarprosa

Onkur av søgunum virkar ikki eins rørandi uppá hendan lesaran, antin tí hon er ov ósamanhangandi ella tí ov løgin (uttan at vera nóg løgin), men líka mikið; í einari søgu kjakast tey um mentanarpolitikk, eg ivist í hvørt hetta nakrantíð er hent áður í føroyskum bókmentum, og seti stóran prís uppá hetta. Tað er gott og uppá tíðina, at vit fáa eitt savn við viðkomandi, modernaðari samtíðarprosa.