Vit byggja Føroyar á aldum

Foto: Ásmundur Poulsen

Nú hevur verið ein øgilig rokan í fjøruni um ætlanirnar at bjóða kvotur í Barentshavinum og ein part av uppsjóvarkvotunum á uppboðssølu. Og mitt í rokanum kom eitt jólabræv frá Barentshavinum, sum var minni hugaligt enn tað ljóðar. Men hvat hevur fiskur við mentan at gera? - Heilt nógv vildi eg hildið, kanska nógv meira enn vit gera okkum greitt.

Eitt kvøldi fyri nógvum árum síðani, stutt eftir, at eg flutti heim aftur eftir loknan lesnað, fyri at arbeiða aftur á sama studentaskúla, sum eg sjálv í síni tíð gekk á, fann eg meg í heldur forkunnugum selskapi millum nakrar veitsluklárar og reystar sjómenn. Teir hugnaðu sær óført við at øsa seg um skilið ella óskilið í tinginum, har eingin tinglimur hevði so mikið sum pissað í saltan sjógv, nei har var alt teir beru lærarar, skriftstovufólk og pedagogar, sum ongantíð høvdu kent veruleikan, sum hann var. Eg fekk hug at mótmæla eitt sindur, og við øllum tí dirvi og býttleika, sum ein hampiliga sterkur flúgvarasjussur kann íbirta, segði eg við mínari Havnarødd - sum tíverri er nøkulunda líka reinsað fyri allan nautiskan sjóvinnuautenticitet sum røddin á djørvu ungu kvinnuni, ið herfyri hevði samrøðu í Degi og Viku við Mortan Johannesen, reiðara - at lærarar heilt avgjørt kenna til lívsins veruleika, og at 25 tannáringar sanniliga kunnu tykjast avbjóðandi ein kaldan og keðiligan mánamorgun. Mín viðmerking elvdi til eitt sindur av óró í øllum hugnanum. Ein ósøgd, kollektiv ætlan um at tiga ta býttisligu viðmerkingina burtur kollsigldi, tá ein av monnunum, ein eldri maður ikki fekk hildið sær, men froysti útúr: “Hvat veitst tú? Arbeiðir tú kanska í VINNUNI?” og áðrenn eg eg so frægt sum megnaði at greina meg gjøgnum hesa staðfesting, sum fevndi sannroyndina, at tað bert finst ein einasta vinna í Føroyum, sum hevur týdning og tað er fiskivinnan, høvdu menninir vent mær bakið fyri at tosa um tons og annað ítøkiligt.

Tóroddur Poulsen: We are sailing

People are strange when you´re a stranger

Dagin eftir flenti eg eitt sindur fyri meg sjálva og hugsaði, at eg kanska heldur skuldi havt blandað meg uttan um prátið, og at hesir menninir í veruleikanum neyvan vóru heilt so eindimensionellir, sum eg helt. Tað hevði eg allarhelst funnið út av, um eg kendi teir betur ella prátaði við teir í longri tíð. Jim Morrison hevði rætt, tá hann staðfesti, at fyri tann fremmanda ókunniga eru fólk løgin. Soleiðis er við øllum. Eg kenni ikki nógvar sjómenn, men eg kenni hinvegin nógvar standmyndir av sjómonnum, tí teir eru óvanliga væl umboðaðir í okkara list, ikki minst teirri trídimensionellu listini í minnisvarðunum kring alt landið. Ein standmynd stendur á einum heyggi mitt í Plantasjuni. Tað er er minnsvarði til minnis um teir mongu føroysku sjómenninar, ið lótu lív undir Seinna Heimsbardaga.

Føroysk sjólist

Føroysk list er í grundini so á tremur av havi og av sjólívi, at avmarkaði áhugin hjá føroysku sjóvinnuni og alivinnuni fyri at stuðla listini tykist undrunarverdur, men vit hava onga serliga traditión fyri privatum listastuðli. Í USA er púra vanligt, at rík vinnulívsfólk stuðla listini, og sami hugburður sæst eisini nógva staðni í Europa, men hagar eru vit ikki komin enn í Føroyum. Eg komi í tankar um herliga heitið á skaldsøguni, sum Jóanes Nielsen gav út í Í 1991: Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar sum vit eiga í Føroyum. Og kanska er hetta ein frágreiðing, tempulsúlur síggjast kring alt Europa, har tær ítøkiliggera søguligan stórleika og sofistikeraða mentan og ríkidømi, hjá okkum ráða regn og gummistivlar, men eftirhondini hava vit eitt sindur av standmyndum eisini her á landi.

Frithjof Joensen gjørdi rørandi minnisvarðan í Gjógv, sum lýsir eina mammu við tveimum synum, sum sita og líta út á hav í longsli eftir pápanum, sum er til skips ella kanska á útróðri. Men vit hava sum kunnugt eisini eina ørgrynnu av sangum og yrkingum, sum snúgva seg um sjólívið. Fleiri verða sungnir í veitsluhøpi, Sildavalsurin og Seinasta Vaktin eru millum hittini, sum okkum dámar at tríva í, og bókmentirnar eru jú ríkar, tá tað kemur til lýsingar av sjólívi í bókum sum Fiskimenn eftir Martin Joensen ella Í Grønlandi við Kongshavn eftir Magnus Dam Jacobsen fyri at nevna tvær sera ymiskar skaldsøgur um evnið. Men tað eru ikki minst yrkingarnar, sum grípa okkum við neyvu lýsingunum av sjóhetjum. Ein av teimum eitur Hugo, sum verður fagnaður í vøkru yrkingini hjá Jóanesi Nielsen Hugo er deyður. Tóroddur Poulsen hevur somuleiðis bæði myndir og yrkingar um fiskivinnu, tað sama hevur Sámal Joensen-Mikines, Ingálvur av Reyni, Amariel Norðoy og mong onnur føroysk listafólk, nøkur dømi um tílík verk eru at síggja her.

Ingálvur av Reyni: Trolaradekk

Aftur til jólabrævið

Tankin við at bjóða kvotur í Barentshavinum og ein part av uppsjóvarkvotunum út á uppboðssølu er ein byrjandi roynd at skifta eina skipan við politiskari útluting út við eina marknaðargrundaða og meira gjøgnumskygda skipan. Og sjálvt um hetta í útgangsstøði ljóðar skilagott, haldi eg ikki, at nakar er bilsin um, at reiðarar eru óðir, tá teirra privilegiir eru í vanda. Hinvegin haldi eg reaktiónina frá teimum, sum kalla seg “ungir sjómenn” umborð á Enniberg, Akraberg, Sjúrðarberg og Gadus vera sera undrunarverda. Hetta er eftir øllum at døma eitt bræv frá manninum á dekkinum, vanliga føroyska sjómanninum og tað er ikki á hvørjum degi, hann skrivar føroysku tjóðini bræv. Tessvegna las eg hetta gjølliga og frá byrjan við teirri ovurhonds stóru virðing, sum eg heilt frá barnbeini av eri uppdrigin at hava fyri føroyska fiskimanninum. Eg kendi hann ikki, sjómannin, men visti, at hann stríddist fyri meg og míni úti á sjónum. Henda vitan varð mær givin gjøgnum søgur, myndir, sangir og ein ávísan retorikk og háfloygdan patos, sum ongan iva lat vera um, at fiskimaðurin er føroysk hetja. Jólabrævið er heldur ikki í iva um hesa sannroynd, fiskivinnusøgan verður lýst at vera heiðurskrýnd, menninir arbeiða ikki sum vit onnur, nei, teir treiskast: “Fyri at fáa raksturin hjá trolarum, manningum og útgerðarfeløgum at venda rætt á botnstrikuni hava vit fiskimenn eisini treiskast í Irmingarhavinum, við Grønland og enntá onkuntíð á Flemish Cap eftir kongafiski, svartkalva og eitt sløð av toski”.

Polarisering

Fiskimenninir tykjast ganga ørindi fyri reiðararnar, tá teir siga seg ræðast fyri at koma “undir hamaran” hjá Høgna Hoydal og til tess at at gera tað ordiliga týðiligt hvussu gott vit alment settu hava tað í mun til sjófólkið, koma teir við hesi polariserandi útsøgnini: “Hví skulu fiskimenn og fólk í alivinnuni verða offur fyri politiskari øvund og trongd eftir at taka pening úr vinnuni úti um landið til almennar lønir, tænastur og atkvøðukeyp til løgtingssessir? Hvat hava fiskimenn gjørt til at verða revsaðir og ‘seldir ‘ á uppboði? Ólíka lættari er hjá teimum føroyingum, sum arbeiða fast við tryggari løn, serliga hjá tí almenna. Har er heitt, turt og ljóst til arbeiðis og hugnaligt heima hjá konu og børnum hvørja nátt. Tað unna vit teimum alment starvssettu væl...”.

Amariel Norðoy

Sjálvt um viðurskiftini hjá sjófólkum eru nógv broytt og batnað síðani slupptíðina, haldi eg, at virðingin fyri teimum enn er stór. Tað liggur onkursvegna í DNA´num hjá einari fiskivinnutjóð og sæst alla møguliga staðni, eisini tá jólaheilsurnar frá skipum um stutta tíð verða sendar familju og reiðarí úr øllum møguligum heraðshornum og vit í huganum senda teimum ein fjálgan samkenslutanka, nú teir verða noyddir at vera á sjónum um jólini. Eg verði heima bæði á jólum og aftaná. Eg eri lærari og miðlari og samfelagið tørvar slíkar sum meg og allar møguligar aðrar sjó- og landgarpar, øll eru vit javnbjóðis partar av tí, sum er føroyska samfelagið.

 

-----------------

Seinasta vaktin

Alt hann átti á fold var ein koyggja,

og hann kendi seg heima umborð,

hann var gamal og lá til at doyggja,

men hann teskar tó enn hesi orð:

 

Leið meg einaferð enn út á dekkið.

Lat meg ganga tað seinastu vakt.

Lat meg stýra tað seinasta strekkið,

áðrenn skipið til kei hevur lagt.

 

Hetta far var mítt heim gjøgnum lívið,

og tað bar meg í suður og norð,

nú til hvíldar eg ruraður blívið,

mína seinastu frívakt umborð.

 

Tá mín deksvakt er komin at enda,

og mítt tørn til at stýra er av,

vil eg ongantíð heim aftur venda

til tað stóra og brúsandi hav.

 

(Harry Birtilíð)

-----

HUGO ER DEYÐUR

 

Tað kvøldið Hugo doyði

Stóðu ljósboyurnar á Norðhavinum heiðursvakt

Tað var eisini rímiligt

At ekkoloddini sendu boðini niður í taraskógirnar

Havsins sjóðandi breytir

Tóku tómu koyggjuna upp á sleip

Tað stóð fullmánanum greitt

Hugo er deyður

Havhestarnir fluttu boðini víðari

Yvir á Suðurlandið og á Flemish Cap

Hugo er deyður

Ekkóaði millum ísfjøllini

Hann er blivin toka

Um sløktar stjørnir

 

Og so var hann á heystfjalli

Seinasta dagin í sínum lívi

Heilt har uppi tokan nemur fjallasmæruna

Føroyska treisknið glettir á tonn

Og regnið skrivar dýggjvát brøv yvir urðarnar

Har steðgaði hjartað á manninum ið sleit sín ungdóm og

manndóm á kjøli

Í eini presending

Bóru teir hann til hús

Skeljasandur varð stroyddur uttan fyri hjallarnar

Tann dagin

Kærleikans dýnur luftaðust út gjøgnum vindeyguni

Tann dagin

Børn drógu deyðar flugur upp á tráð

Eitt svart perluband til høvuðseingilin Mikkjal

Teir tóku mát av Hugo

Tað sum ikki rúmaðist í kistuni

Angin av stokkutum lívi

Rak gjøgnum skúlastovurnar, neystini og hjørtuni í Sundalagnum

Tann dagin

 

Vit byggja Føroyar á aldum

Vit reka á kenslunnar havi

Alt byrjaði í havinum

Lívmóðirin er í veruleikanum eitt evarska lítið hav

Haðani pinkufør gyrd við húð

Og við dukinum frá einum lítlum hjartamotori

Seta kós út í heim

Plássið hjá Hugo bleiv við línurulluna

Niðri í lastini

I stormi afturi á bátadekkinum

Var hann álitismaður

Kempaði við bringuni fullari av tubbakshosta

Var sum ein nikotinurga

Blásti harðar sálmar úr sínum bjølgi

Eisini spakførar sálmar

Og tað slagið av sálmun ið ger ein kúrran av trega

Ein sálm fyri konuni

Og øllum tí skroypiliga sum brotnaði

Ein sálm fyri draslinum ið fløddi upp á turt

Og fór til gongu út í verðina við keppinum á snið

Ein sálm fyri liðinum hjá Erlendi Paturssyni

Teir ið fingu Fiskimannafelagsins rósur at spretta gjøgnum tøgnina

Ein sálm fyri forlornu tonnunum

Umvældar við stáltráði á Nonortalik Bankanum

Ein sálm fyri látrinum

Stampum fullum av skínandi erlum

Ein sálm fyri bróskinum ið mjølvaðist millum liðirnar

Tímunum ið blivu til dagar ið blivu til ár ið blivu til alt ov

gamlar ferðaætlanir

 

Hugu er deyður

Og skal eg vera erligur

Vænti eg ikki at hann hevði klárað seg millum einglarnar

Til tað vóru armar og ryggur ov slitin

Himmalin hjá Hugo

Er himmalin hjá fiskimonnum

Teir liva víðari í brotinum

Tokuni kring sløktar stjørnur

Í glæmuni

Frá eini ljósboyu á Norðhavinum

 

(Jóanes Nielsen s.261-264 í Yrkingar 2014)

------------------

ARVAMINNI

 

sjógvurin brýtur og brýtur

upp um bæði borð brýtur hann

lívið er nú og børnini heima og konan og longsilin

seglini tung av sjógvi eru helst lækkað

hetta er ikki eins og á vaktini á sinni

tá tú sást ein krunkasvartan hval

á honum stóð skrivað á donskum við blóðreyðum bókstavum

at á havinum skuldi tú doyggja

og so navnið á tær til síðst

men tú fórt kortini avstað aftur og aftur

eins og nú tá vit ikki rættiliga vita hvat ið hendir

í hesum feigdarveðri

um tað er róðrið ið er brotnað

ella onkur vanlukka er hend umborð

ella er øll manningin vorðin sjúk

og sjógvurin brýtur og vindurin ýlir

sín skerandi deyðadóm aftur og aftur

og nú skríggjar hann alt tað hann orkar

og kastar danguna, sum ikki kann stýrast frá landi

og síðani fer alt í knús og sorlast til rekar

og manningin verður lík

ið ikki øll skolast upp á land

og sorgin brýtur og brýtur her og heima við hús

aftur og aftur

 

(Tóroddur Poulsen s. 59 í Útsýni 2009)

Listatíðindi

Max Beckmann í Berlin

Ein serstakliga áhugaverd framsýning, “Max Beckmann og Berlin” er at síggja í Berlin í hesum døgum. Framsýningin tekur støði í sambandinum millum myndirnar hjá týska listamanninum og hansara tilveru í týska høvuðsstaðnum. Hansara bjartlittu og ofta avskeplaðu figurar minna um ekspressionismu, men listamaðurin var ongantíð partur av hesari rørsluni. Byrjanin av fyrsta veraldarbardaga broytti listarligu hugsjónirnar hjá Beckmann. Hann var við í krígnum sum portørur og hetta ávirkaði hansara stíl í stóran mun og sæst aftur í myndevnum. Í hansara seinnu málningum frá tjúgunum og tríatiárunum eksperimenteraði Beckmann við grafiskum tøknum og hetta ávirkaði málningarnar, har hann byrjaði at brúka svarta umhvarvsstriku. Myndirnar frá hesum tíðarskeiðnum eru ofta symbolskar og sipa til samfelag og politikk í samtíðini. Max Beckmann var vælumtóktur listamaður inntil Adolf Hitler fekk maktina, tá gjørdist modernað list brádliga ópopuler í Týsklandi, og Beckmann varð uppsagdur úr sínum starvi í Listaakademinum í Frankfurt. Hansara myndir vóru við á Entartete Kunst framsýningini, har nazistarnir gjørdi gjøldur burtur úr modernismu. Framsýningin at síggja í Berlinische Galerie, Museum of Modern Art,  Alte Jakobstraße, 124–128, 10969 Berlin hetta til 15. February, 2016.

Woody Allen 80

Listatíðindini fáa ikki altíð fatur á týdningarmiklum rundum føðingardøgum. Eitt nú er føðingardagurin hjá framúrskarandi amerikanska filmsleikstjóranum, Woody Allen farin framvið. Fyrsta desember fyllti hann 80 ár, hesin filmsleikstjórin, sum fólk antin hata ella elska. Eg má bekenna meg at vera í seinna bólkinum. Hansara filmar eru framúr, summar havi eg sæð óteljandi ferðir: Crimes and misdemeanors, Hannah and her sisters, Annie Hall og Radio Days - mær dámar ikki minst teir gomlu filmarnir við tí støðugt sussandi reyðhærda hypokondaranum og hansara sermerkta amerikanaraakademiska orðafloymi, sum hevur eitt serligt sissandi árin. Woody Allen gevst ikki so, sjálvt um árini eru vorðin mong. Hann hevur longu boðað frá, at ein nýggjur filmur kemur í 2016. Vit vita einki um filmin annað enn, at sjónleikararnir eru Steve Carell, Jesse Eisenberg, Blake Lively og Kristen Stewart.

Foto: Dávur Winther

Edward Fuglø í Gamla Seglhúsinum

Fríggjadagin 4. desember læt Edward Fuglø forvitnisliga framsýning upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, har væl av fólki høvdu leitað sær, hóast vánaligt veður. Steintór Rasmussen sang og Nils Ohrt, stjóri á Listasavni Føroya helt røðu og greiddi frá um listina hjá Edwardi Fuglø. Framsýningin verður hangandi inntil Arnold Vegghamar tekur yvir í januar 2016.

 

Óli Jógvansson vunnið altjóða sangskrivarakapping

Hansara lag "Forever Gone" er burtur úr 7000 luttakandi løgum valt sum besta instrumentallag í bretsku sangskrivarakappingini, The UK Songwriting Contest. Í grundgevingini verður sagt soleiðis: Heitið á lagnum rør framundir eitt hátíðarligt huglag, sum verður borið uppi av tónleikaligu hugskotunum í lagnum. Strúkararnir eru væl lagdir til rættis, so at hetta á vakran hátt leggur áherðslu á gittaran í byrjanini, og harumframt er menningin av hugskotum í lagnum lýtaleys.”

Gávugløgg í Steinprenti týsdagin 15. desember

Zacharias Heinesen hevur gjørt nýggja gávuprentið í Steinbrá, felagnum fyri grafikkáhugað, sum heldur til í Steinprent. Gávuprentið fæst við at gjalda limagjaldið fyri árið 2016. Týsdagin 15. desember kl 16-18 verður Gávugløgg í Steinprenti á Skálatrøð. Tá kunnu gávuprentini heintast. Limir í Steinbrá kunnu sjálvandi eisini heinta prentið seinni, so hvørt limagjaldið er goldið og nýggir limir eru somuleiðis vælkomnir.  

Teitur Lassen hevur jólakonsert í Spaniastovu

Í Klaksvík kunnu tey gleða seg til leygarkvøldið 19. desember klokkan 22, tí tá fer Teitur Lassen at hava jólakonsert í Spaniastovu. Hetta verður hansara einasta jólakonsert í ár. Saman við Teiti fara Torleik Mortensen og Per Ingvaldur Højgaard at spæla ymisk av hansara løgum. Harumframt fer Teitur sjálvur at framføra okkurt solo, m.a. verkið Y-Arpeggios frá í ár. 

 

Jólahugni á Tjóðpallinum

Á jólum mugu øll royna at skikka sær væl – men tað er ikki altíð so lætt. Hjá teimum báðum gentunum Sáru og Onnu gongur heilt galið. Tær enda inni í trøllafjallinum, har tær hitta trøllini Steinamjøkil og Brumbuss og sjálvan trøllakongin Mundus og drottningina Karo. Trøllini ætla sær at ráða í allari verðini, og so verður spennandi um Sára og Anna klára at steðga teimum. Nú ber til hjá barnagørðum og frítíðarskúlum at koma oman á Tjóðpallin at hoyra jólasøgu, har Tjóðpallurin bjóðar kakao. Eisini ber til at eta matpakkan á Tjóðpallinum. Tað eru tær báðar Sóley Danielsen og Katarina Nolsøe, sum framføra søguna ‘Trøllajól’, ein bæði stuttlig og spennandi søga, ið egnar seg væl til børn heilt niður í trý ára aldur. Søgan varar uml. 25 min. Sýningar eru í viku 50 og 51.

 

Einki er so hugnaligt sum ein kórkonsert í jólamánaðinum. Fleiri hava longu verið, men onkrar eru eftir enn:

Kristiliga Sangkórið hevur jólakonsert í Havnar kirkju leygardagin
12. desember kl. 19.30

Fuglafjarða Sangkór og Kirkjukór Glyvra kirkju hava Jólakonsert í Fuglafjarða kirkju sunnudagin 13. desember kl. 16.30

Húsakórið og Mpiri hava saman við øðrum jólakonsert í Helligaandskirken (Strøget) 12. des. kl 17.00. Kostnaður 100 kr við inngongdina frá kl 16.30

Havnarkórið hevur saman við Havnar hornorkestri og GHM jólakonsert í Vesturkirkjuni hóskvøldið 17. desember kl 19.30

Tarira hevur konsert í Mariukirkjuni mikukvøldið 16. desember kl 20.00

Havnarkórið hevur Matine í Havnar kirkju leygardagin 19. desember kl 11.30

Fuglafjarða Sangkór hevur konsert saman við Fuglafjarða hornorkestri í Fuglafjarða kirkju leygardagin 19. desember kl. 16.00

Gøtu Kirkju Ungdómskór hevur jólakonsert í Gøtu kirkju
sunnukvøldið 20. desember kl 19.00

Tórshavnar Kamarkór hevur konsert í Múllers pakkhúsi
sunnukvøldið 20. desember kl. 19.00

(Kelda: kor.fo)

Jóhan Martin Christiansen er formaður í Felagnum Føroysk Myndlistafólk

Til kunningar:

Ársfrágreiðing frá Felagnum Føroysk Myndlistafólk.

Felagið Føroysk Myndlistafólk hevði aðalfund fríggjadagin 20. november 2015.

Á fundinum legði formaðurin, Ole Wich, út við at greiða frá virksemi felagsins síðsta árið, har felagið millum annað hevur arbeitt saman við Mentamálaráðnum um skipan, har ávístur prosentpartur av byggjikostnaðinum verður settur av til til list í samband við almenna byggjing. Skúlin við Marknagil verður fyrsta royndin.
Harumfram verður arbeitt við at fáa lógina um upphavsrætt/Fjølrit undir land, hetta fyri at tryggja listafólkum samsýning fyri nýtslu av teirra listaverkum.

Listaleypurin er ein góður møguleiki, hjá listafólkum at koma út á fólkaskúlarnar kring landi. Síðani Listaleypurin varð settur á stovn, hevur Norðurlandahúsið saman við Kommunufelagnum og Mentamálaráðnum staðið fyri hesum arbeiðinum. Men í ár er umsitingin flutt til LISA. Bygnaðurin í LISA er eisini umskipaður nakað. Skrivarin er farin niður í tíð, soleiðis at fíggjing nú er tøk til annað virksemi í felagnum. LISA hevur fingið nýggjan skrivara, sum er Helle Thede Johansen.

Ymiskt hevur verið um, at listarligt virksemi skal vera í Kommunuskúlanum. Nú tykist at okkurt er um at henda. Beint fyri aðalfundin var nevndin forbí og hugdi eftir grafiskum verkstaði, sum listgrafiska felagið ListGraFo hevur staðið fyri at fáa í lag. Føroysk Myndlistafólk stuðlar hesum virkseminum, og vil eggja kommununi at gera skrivliga avtalu um hetta við grafiska bólkin, so bæði leik og lærd kunnu fara til verka.

Í summar vórðu umvælingarnar av Listamannahúsinum á Dalatrøðni, tað vil siga húsini hjá Janusi Kamban, endiliga lidnar. Listafelag Føroya, sum varar av ognini, skipaði fyri almennari móttøku, og kunnaði um at nú kundu listafólk koma og arbeiða.
Hetta eru vit í Felagnum Føroysk Myndlistafólk sera fegin um, og vilja vit í hesum sambandi eggja almennum stovnum og privatum feløgum um at stuðla virkseminum!

Á hvørjum ári verður skipað fyri Várframsýning. Várframsýningin 2015 læt upp 10. apríl í Listasavni Føroya, har Jóhan Martin Christiansen bjóðaði vælkomin og síðani helt Bjørn Kalsø, mentamálaráharri, røðu. 23 listafólk luttóku, harav 9 vóru við fyri fyrstu ferð. Listafólkini sýndu m.a. standmyndir, málningar, fotomyndir, videoverk og ljóðverk fram. Sigrun Gunnarsdóttir, Jóhan Martin Christiansen og Ole Wich sótu í úrvalsnevndini. Várframsýningin í 2016 letur upp 15. apríl og verður skipað av Randi Samsonsen, Jón Sonna Jensen og Jóhan Martin Christiansen. Nærri kunning kemur um hetta skjótast gjørligt.

Ole Wich, formaður í felagnum, stóð fyri vali. Ole hevur sitið í nevndini síðani 2010. Finnleif Mortensen var einasti limur, ið stillaði upp, og er nú valdur inn í nevndina fyri felagið. Eftir aðalfundin hevur nevndin avgjørt at skipa seg við Sigrun Gunnarsdóttir sum kassameistara, Finnleif Mortensen sum skrivara og Jóhan Martin Christiansen sum formann.

Sum heild arbeiðir felagið Føroysk Myndlistafólk fyri at styrkja um viðurskiftini hjá øllum føroyskum myndlistafólkum, at røkta tey sambond vit longu hava, og at samstarva við onnur viðkomandi, tá ið tørvur er á tí, millum annað við at vera áhaldandi í samskiftinum við Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommunu, Listasavn Føroya, Listafelag Føroya, Myndlistasambandið, LISA o.s.v. Hetta gera vit fyri at skapa framtíð fyri føroyska myndlist og list sum heild, at vísa á týdningin av hesum í føroyska samfelagnum.


Føroysk Myndlistafólk ynskir øllum eini hugnalig jól og eitt gott nýggjár!


Vegna nevndina

Jóhan Martin Christiansen, formaður


Tórshavn, 19. desember 2015

 

----------------------------

Føroysk Myndlistafólk - The Faroese Society of Visual Arts

http://www.mynd.fo

 

Okkum tørvar eina NÝGGJA FRIÐARRØRSLU!

Johan Martin Christiansen: Remembering Damascus

Eg veit tað væl. Longu áðrenn hesar reglur eru festar á blað, eri eg ein rukka sambært vaksandi talinum av vápna- og krígsfegnum europearum. Við ótolnum, glintandi sáplum og vindandi paranoia suffa tey um okkum, vónleyst góðvarnu og ábyrgdarleysu pacifistar, ið bara ynskja frið í heiminum.

Eftir yvirgangsatsóknina í París í november vóru nógvar reaktiónir at lesa og hoyra ymsastaðni. Onkrar vóru fittar og meinaleysar, sum til dømis teir nógvu Facebookbrúkararnir, ið lótu seg í reytt, hvítt og blátt til tess at sýna samkenslu við Fraklandi, aðrar vóru meira tvørligar og kritiskar. Í Berlingske Tidende skrivaði eftirlønti herovastin og høvundin Lars R.Møller til dømis eina hvassa tíðargrein við heitinum: “Tað ber ikki til at stríðast ímóti brotsmonnum við orðum”. Og ikki er tað heilt frítt, at yvirritaða føldi seg rakta av hesi greinini, tá hann býtir reaktiónirnar uppá yvirgangin upp í tríggjar bólkar - allar reaktiónirnar vór eftir øllum at døma sjálvsagdar, heldur Lars R.Møller. Frá politikarum komu fordømingar og harður retorikkur allan vegin runt. Frá høgravonginum og miðjuni komu krøvini um hevnd og um offensiva atgerð frá Danmark. Vinstravongurin vildi antin samráðast ella styrkja fólkaræðisligar rørslur í Sýria og Irak. Tann síðsti bólkurin er sambært greinahøvundinum tann mest láturverdi, hann skrivar: “Harumframt hava vit ta forstandandi bleytu miðjuna, ið er myndað av kornfeitum danum, fólkakirkjuprestum, friðartalsfólkum og listafólkum, sum syngja friðarsangir, venda hin kjálkan til, halda uppá, at vit sjálvi eru sek í yvirganginum og halda, at einasti vegur fram er at byrja eina samrøðu. Allar hesar lýstu reaktiónirnar eru láturverdar og als uttan samband við veruleikan. Var tað ikki so álvarsligt, sum tað er, hevði tað verið stuttligt..”. Hesin síðsti bólkurin, sum Møller slær upp í glens man vera nøkulunda har, sum yvirritaða trívist best, hann rakar ikki heilt skeivt í hesari lýsingini. Men tá tað er sagt má leggjast aftrat, at loysnin sum hann presenterar ikki er heilt óvæntað frá einum gomlum militermanni og í grundini líka løtt at rokna út, sum mín humanistiskt síðhærda reaktión, sum hann lýsir í tíðargreinini. Tað einasta, sum sambært oberstinum fer at hjálpa, er hernaðarlig dubbing og øktar hernaðarligar heimildir, at herurin verður munandi styrktur í Danmark og í ES sum heild. Mær dámar illa alternativið hjá Møller, eg ræðist fyri, at hetta er skrúvan uttan enda, sum í alt ov stóran mun fylgir paranoidu ímyndunum hjá bæði høgraekstremistum og IS/Daesh.

Dirty Harry retorikkur

Síðani yvirgangsálopið í París og í grundini áðrenn tað, hevur retorikkurin í almenna rúminum sum heild verið ómetaliga aggressivur, krígshugaður og menniskjafíggindaligur. Vit eru eftir øllum at døma vorðin at kalla kensluleys av eskalerandi elendigheitum, sum verða bornar okkum gjøgnum ymiskar tíðindasendingar. Eg komi í tankar um hvussu ógvusligan vit hildu George Bush vera, aftaná 11.september álopið varð framt í 2001: “Make no mistake, the United States will hunt down and punish those responsible for these cowardly attacks." Men 9/11 var sanniliga eisini ógvusligt og Dirty Harry retorikkurin heldur á eisini í París. Útsøgnin hjá franska forsetanum, Francois Hollande um, at hann fatar álopið á París sum eina krígsavbjóðing og hansara lyfti til IS um miskunnarleysa hevnd var somuleiðis ógvusligt. Russiski forsetin, Vladimir Putin er sum kunnugt við uppá hatta við hevndini, tí eisini russar hava upplivað yvirgang frá IS. So nú bumba teir Sýria sundur og saman, og sum skilst eru eisini vanligir borgarar, kvinnur og børn millum offrini.

Kompleks støða

Eg eri ikki serfrøðingur í støðuni í miðeystri, og eg ætli mær yvirhøvur ikki at lata sum um eg skilji kompleksu støðuna í borgarakrígnum í Sýria og Europeiskar sympatiir og antipatiir, men eg kann ikki góðtaka, at dubbing og dráp hjálpir uppá nakað sum helst. At fara í panikk, seta europeiskar høvuðsstaðir í undantaksstøðu og sundurbumba Sýria er sum skrivað í handritinum hjá IS ella Daesh, sum fleiri eru farin at kalla rørsluna, ið jú ikki hevur nakað alment við nakran islamskan stat at gera. Í bumburegninum í Raqqa og aðrastaðni í Norðursýria og millum sýrar í Europa er lætt at vinna viðhaldsfólk, sum nú við røttum kunnu ásanna, at Europearar eru harðrendir bøðlar. Hervið er ynskið hjá yvirgangskroppunum gingið út um at spjaða og skapa ræðslu millum fólk, soleiðis, at fólkið glepsar aftur og sambandið millum menniskju og harvið eisini samfelagið viknar og slitnar. Á henda hátt ber til at koppa samfelagnum og undirgrava tess virði og grundarlag.

Fascisma

IS/Daesh ímyndar sær eitt heimsumfatandi kalifat. Sambært teirra egnu publikatión, Dabiq, byrjaði tað við álopunum 11.september 2001. Tá tóku seg upp tveir bólkar, sum mannaættin má velja ímillum og tað eru Islam og “tey vantrúgvandi”. Polariserandi útsøgnin er eitt ekkó av George Bush og hansara ultimatum um, at antin er mann “við okkum” ella er mann við yvirgangsfólkunum. Dabiq er eitt sera víðgongt propagandarit, har átrúnaðarligar grundgevingar eitt nú verða nýttar fyri trælahaldi, grundhugsanin er fascistisk, at nøkur eru betur enn onnur og hava størri rætt til tilveruna enn onnur. Vit hava hoyrt hetta áður t.d. í Nazitýsklandi og innan apartheidskipanina, men struktururin er onkursvegna øðrvísi við IS/Daesh, sum eitt nú ikki er lætt at avmarka hvørki landafrøðiliga ella viðvíkjandi atvold, um hon er átrúnaðarlig, sosial ella sálarfrøðilig. Teirra størsta hatursmál er tað, teir rópa grásonan, har tey sonevndu vantrúgvandi liva lið um lið við moderatum muslimum. Soleiðis sum tey gera í 11. arrondissement í París. Tað, sumvit kanska fata sum verandi litríkt og fjølbroytt, hatar henda rørslan meira enn nakað annað. Tollyndi og frælsi eru í teirra eygum andstyggiligastu prógv um okkara veikleika og moralsku afturgongd. Konufólk verða viðfarin sum trælir, samkynd verða forfylgd og týnd, og tað er ikki lætt at fata, at fleiri av bøðlunum í IS/Daesh eru føddir og uppvaksnir í frælsum londum, har teir hava fingið bæði útbúgving og tilveruligt grundarlag. Tað er sjálvandi serliga beiskt at hugsa sær, at eitt nú franskir statsborgarar kunnu finna uppá at fremja so ræðuligan óndskap mótir sínum egnu landsmonnum og kvinnum.

Joie de vivre

Við at sikta móti franskari lívgleði eitt fríggjakvøld í París, tá ungdómurin og onnur við eru farin á café og konsert, tykist atsóknin í París okkum serliga ljót. Tíverri er einki nýtt í hesum við at fara eftir tí, sum vit eru góð við. Bæði innan fyri og uttan fyri altjóða lógir fara vit javnan um mørk hjá hvørjum øðrum, eisini á okkara síðu (DK, NATO og USA) og orsakað av yvirgangsatsóknum og hevndarhuga gers tað støðugt náðileysari. Vit tosa øll um eina óndskaparinnar ás, men eru ikki samd um hvar hon er. Guantanamo var eitt av mongum syrgiligum dømum um skeivu gongdina. Tað tykist yvirhøvur sum at kríggj og yvirgangur ger øll ráari av lyndi í einari tíð, sum í grundini krevur tað øvuta av okkum. Tí ikki síðani annan veraldarbardaga hava so nógv flóttafólk verið sum í seinastu ST uppteljing. Náttúruvanlukkur, hungursneyð, men eisini ein rúgva av ósemjum og kríggjum hava tvungið 51,2 milliónir av menniskjum til at flýggja frá hús og heimi. Tað kann vera, at tað ljóðar ov góðvarið, men mest av øllum er tørvur á friði, at fólk læra at lata vera við at skjóta og bumba, og í staðin venda hin kjálkan til og geva nuansunum og virðingini fyri hvørjum øðrum ein kjans.

 Friðarrørslan endurfødd

Søgan prógvar, at tílík friðarinitiativ sjáldan koma úr erva og ongantíð frá hernaðarliga partinum, tó at tað er har, tey mest ítøkiliga merkja kríggsræðuleikan. Friðarrørslan í USA síðst í trýssunum fekk vind í seglini av Vietnamkrígnum og borgararættindastríðsfólkum sum Martin Luther King, men tað eydnaðist tá at savna eina so stóra og breiða rørslu, at hon gjørdi mun og tað, sum er gjørt einaferð, kann gerast aftur. Eg veit tað væl, at støðan er meira kompleks í dag. og at mítt ynski um eina endurborna friðarrørslu er eitt sindur abstrakt og óskipað. Friðarrørslan er eitt rættiliga vítt hugtak, sum fevnir yvir fleiri feløg og rørslur, ið á ymsan hátt virka fyri avtøku av kríggi sum politiskum amboði. Friðarrørslan hevur frá byrjan serliga verið upptikin av at taka av harðskap sum amboð, at økja um samskiftið millum lond og at minka um alstóra munin millum liviumstøðurnar í heiminum. Tankar um kríggj og frið ganga langt aftur í tíðina, teir síggjast hjá hugspekingum m.a. men tað er í 19.øld eftir Napoleonskríggini at vit síggja umhvarvið av einari modernaðari friðarrørslu í USA og Stóra Bretlandi og víðari í Europa. Orsakirnar til bæði kríggj- og friðarynski hava verið ymiskar alt eftir politisku støðuni hjá teimum ymisku. Marxistarnir hildu, at eitt sosialistiskt samfelag var besta alternativ til at nýta harðskap, og fólkaræði og mannarættur hevur somuleiðis ofta verið á skránni hjá friðarrørslunum. Í Føroyum minnast við friðarrørsluna, sum gekk kravgongur fyri friði og avdubbing. Frá byrjan var hon vend móti Nato og tá Fólk fyri friði var sett á stovn í byrjanini av fýrsunum, stóð Nato somuleiðis ofta fyri skotum. Ein avleiðing av áhaldandi stríðnum hjá friðarrørsluni var kunngerðin hjá løgtinginum um, at Føroyar vóru kjarnorkuvápnarítt øki.

Er friðarrørslan deyð?

Síðani yvirgangsatsóknirnar í New York 11.september í 2001 hava fleiri friðarrørslur tikið seg upp bæði í Europa og í USA, t.d. Act Now to Stop War and End Racism (ANSWER), Not in Our Name (NION), and United for Peace and Justice (UFPJ). Og tó at undirtøkan als ikki er lítil hjá hesum felagsskapunum, so hava tey ikki megnað at sett dagsordanina. Kritikkurin mótvegis teimum snýr seg um, at radikalisering og politisering ger felagsskapirnir so mikið smalar, at teir ikki megna at fevna breitt. Okkum tørvar eina breiða, savnandi friðarrørslu, har muslimar og kristin og øll onnur friðarelskandi fólk kunnu savnast um friðarkravið. Um vit hugsa okkum um, so er tað nógv meira til av okkum vanligu, sum ikki hava tørv á at týna onnur til tess at føla okkum sum nakað serligt og sum vilja liva saman í sínámillum virðing og vinarlag. Ein nýggj friðarrørsla skal vera apolitisk og rúmlig, tí hon má rúma øllum fatanum, samstundis sum hon má tora at viðganga allar teir mongu skeivleikar, sum eru framdir frammanundan frá fleiri síðum. Har er einki einfalt uttan kanska í ynskinum um, at ikki fleiri menniskju verða dripin og lamløstað av bumbum.

 

Keldur:

Møller: Man kan ikke bekæmpe forbrydere med ord. Berlingske Tidende 20.nov 2015

Åsne Seierstad: Kampen mod gråzonen. Aftenposten 17.nov 2015

 

At lata tað regna inn í dulvitið

 

Í yrkingini Á norðaru hálvu ferðast vit við yrkjaraegnum tvørtur gjøgnum Finnland og Ural fjøllini til Russlands, har ælabogin verður pettaður sundur og heilt norður á 62°, har sum øvund og smásinni eftir øllum at døma grør tættari enn grasið.

Tað er nevniliga har ella altso beint her, sum er støðið hjá yrkingunum í nýggju bókini Flotoyggjar. Vit kunnu neyvan pástanda, at Alexandur Kristiansen sleingir um seg við yrkingarsøvnum. Men nú, tíggju ár eftir hansara seinasta savn, er nýggja savnið Flotoyggjar komið út. Tað er Mentanargrunnur Studentafelagsins, sum gevur út savnið, ið inniheldur 54 yrkingar, sum sameina eina ítøkiliga, vanliga verð við okkurt djúpari og løgnari. Náttin tendrar hugflogið og dreymarnar, sum umbroyta okkara gerandisdag á til poesi - oyggjarnar slíta seg leysar úr havbotninum og reka frítt.

 

Yrkjarin

Alexandur Kristiansen er fuglfirðingur, hann er føddur í 1949, útbúgvin á læraraskúla og hevur starvast sum lærari í nógv ár. Og sjálvt um ár eru gingin millum hansara yrkingabøkur, so liggur Alexandur Kristiansen neyvan og svevur á laurberunum. Tí inn í millum hevur hann skrivað týðingar og hann hevur somuleiðis ríkað føroyskar barnabókmentir við sínum fínu barnarímum. Alexandur Kristiansen fekk M.A.Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir í 1977 og hann hevur fingið Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs tvær ferðir í 1983 og 2003.

 

Føroyar

Sum heitið á savninum avdúkar, so snúgva fleiri av yrkingunum seg um Føroyar, um grasið í Føroyum (sum enn er danskt verður sagt), um ta føroysku náttúruna, um summarið, regnið, ódnirnar, samfelagið og um tilveruna. Men eisini list, poesi, religión og deyðin eru høvuðsevni í yrkingasavninum. Í fleiri yrkingum eru tilsipingar til aðrar føroyskar yrkjarar, bæði deyðar og livandi. Í yrkingini Alt hevur sína tíð verður hugburðurin hjá Prædikaranum onkursvegna tvinnaður saman við nýklassikaranum Orðini hjá Róa Patursson. Í yrkingini hjá Alexanduri Kristiansen stendur: “Summi orð eru sein á veg/ summi orð koma ongantíð./ Summi orð eiga ongan góðan/ og eingin lesur tey// Summi orð falla/ og verða eins og dropar á rútinum./ Onnur rísa og fúka við vindinum um heimin/ og eingin skilur tey.// At lata tað regna inn í dulvitið/ hevur sína tíð.” (s.30 Flotoyggjar). Tað er júst hetta, sum tað snýr seg um hjá yrkjaranum; at droyma fram yrkingar beinleiðis úr dulvitinum. Flotin av yrkingum, sum leggur frá landi yviri við Strond man vera frá Jóanesi Nielsen í eini yrking, sum eisini í stíli leggur seg upp at yrkingum frá hansara hond: “... í hesi løtu leita túsund eygu upp móti stjørnunum/ og inn undir kommodurnar/ í hesi løtu er dreymurin um lívið/ ein bagatell// í hesi løtu situr ein dama á Café Natúr/ og forelskar seg í einari Føroya Bjór// í hesi løtu situr Guð/ á einum trappusteini úti á Reyni/ og spælir sær við tankan// bert Nólsoyggin liggur har hon altíð hevur ligið/ sum ein retoriskur spurningur/ ið avmarkar sjónarringin/ í hjørtum okkara.”

 

Humanistiskar yrkingar

Í yrkingunum, sum snúgva seg um eitthvørt átrúnaðarligt, tykist hugburðurin humanistiskur og væl tað - sum hjá einum røttum fríteinkjara, sjálvt Guð verður fataður frá einum sosialum, humanistiskum og feministiskum sjónarhorni, har tað vísir seg, at Guð bæði kann finna uppá at gráta og angra, at hann gav son sín hin einborna og alt hatta har. Guð hevur eftir øllum at døma fingið eina dóttir, ein eftirnølara, sum eingin okkara hevur varnast enn. Í onkrum yrkingum fáa vit varhugan av einum einsamøllum yrkjaraegi, sum gongur og válar bæði á bygd, men fyri tað allarmesta í miðbýnum í Havn, har hann sorgblítt hugleiðir um kærleika við teirri ævigu Nólsoynni í sjónarringinum. Í surreellu yrkingini Hvat gera tey deyðu í sínum fríløtum verða tey deyðu lýst, sum í sínum fríløtum syngja um kærleika. Hendan yrkingin snýr seg einamest um okkara lyndi til at háloyva teimum deyðu heldur enn okkum livandi. Vit duga ikki nóg væl, men eru eins og klokkur, ið hava gloymt hvussu tað er at liva her og nú.

 

Modernisma

Yrkingarnar eru órímaðar, óregluligar og umframt tær veruleikakendu viðmerkingarnar til dagsins samfelag, eru fleiri abstraktar, modernistiskar yrkingar, sum í onkrum føri minna meg um yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen. Summastaðni eru tað vanligar modernistiskar snildir sum t.d. mótsetningar og negatiónir, ið eru orsøkin til samanberingina, men onkur marrudreymur hjá Alexanduri Kristiansen minnir um okkurt í Heimvitisferðini  hjá Tóroddi Poulsen, t.d. “Á fjórðu hædd á Hotell Tórshavn/ tveita fólk seg út av vindeygum/ og tey sum sleppa frá tí við lívinum/ taka lyftina upp aftur í skundi tá ið tey síggja/ tær nýggjastu yvirskriftirnar í Sosialinum.// Tríggjar eldri konur á Láargarði geva skarvin yvir/ og drukna seg í Hoyvíkstjørn"...(s.26 í Flotoyggjar). Sum heild er Flotoyggjar eitt undirhaldandi og gott yrkingasavn við viðkomandi tekstum um okkara tíð og tilveru. Fleiri av teimum góðu yrkingunum hava eitt surrealistiskt brá, summar av hesum hava verið almannakunngjørdar á Listablogginum í síni tíð. Fleiri yrkingar eru visuelt sterkar og tykjast snúgva seg um myndlist, onkra løtu eru vit í Listasavninum og á Heystframsýning í Skipasmiðjuni. Í yrkingini við heitinum Ruth Smith ganga lýsingarnar av listakvinnuni og náttúruni saman við sjálvsmyndini av listakvinnuni á dramatiskan, ekspressivan hátt. Eitt ávíst endurminnandi brá er at síggja í summ yrkingum og onkrastaðni verður hugt frameftir, t.d. í stuttligu yrkingini Tá eg verði pensjonistur, har yrkjaraegið gleðir seg til at tveita plikt og pli frá sær í aldurdóminum. Aðrar yrkingar sum t.d. Eg hitti hana eru hugtakandi við myndaforskjótingum, sum eitt nú henda við eygunum hjá kvinnuni í reyðum frakka, sum umbrotast til tvey vøtn við hvílandi oknum.

 ------------------

EG HITTI HANA

 

Eg hitti hana

á veg niðan í Listaskálan

har stóð hon vát í regninum inni millum trøini

í einum glinsandi reyðum frakka

 

Á veg oman aftur málaði eg hana

eg málaði eyguni so stór

at eg upprættur kundi ganga inn í tey

við lørifti og tupum og paletti

 

Her inni vóru fuglar á flogi

og komin úr eygsjón

málaði eg fuglarnar fleiri ferðir

og sendi teir út í verðina

við nýggum litum

 

Og fólk ið sóu tað

undraðust á hesar nýggju litirnar

við eygum so stórum

at tey mistu fuglarnar burtur millum trøini

 

Seinni legði hon seg at sova

og eyguni vóru tvey vøtn

har oknir hvíldu á

 

Soleiðis gerast eyguni alsamt kámari

tess størri tey eru

tá ið tú nærkast.

 

 -------------------

TÁ IÐ EG VERÐI PENSJONISTUR

 

Tá ið eg verði pensjonistur

fari eg at keypa mær ein reyðan leðurjakka

og einar gular leðurbuksur

 

og eg fari at ganga undir hatti eins og tey stóru skaldini,

og eg fari at standa niðan fyri Sjónleikarhúsið

og gremja meg um mínar ovvekraðu visiónir.

 

Og eg fari at brúka fólkapensjónina til tubbak og brennivín,

og eg fari at ganga í fingraleysum handskum

og kondiskóm. Og eg fari at sita á Vaglinum sólskinsdagar

og tá ið ólavsøka er og hugna mær við røstum rivum.

 

Og eg fari at spræna ókvæmisorð upp á húsaveggirnar,

og eg fari at senda boð eftir sløkkiliðnum og politinum

og geva teimum heitar pylsur og poppkorn

 

og tá ið tað regnar fari eg at ganga berføttur

og stjala blómur úr havunum hjá øðrum.

Og eg fari at læra meg at spýta.

 

Sum pensjonistur kann eg loyva mær alt.

Kanska missi eg tamarhaldið á mær sjálvum

og fari at spæla bridge og dansa

teir deiligastu dansirnar eg minnist frá

mínum ungu døgum.

 

Eg fari at spæla harmoniku og snúðra meg runt og snáva

um mínar egnu staraleggir festir

til kroppin sum tannsteytarar í einum kjøtbolla.

 

Og tey ungu fara at fylkjast uttan um meg

og fara at rópa av gleði og fagna mær við lógvabrestum.

 

Og eg fari at spáka gjøgnum landsløg frá mínum fyrrverandi lívi

í høghælaðum skóm og fótsíðum kjóla

og skipa fyri mótmælisgongum fyri flennibítum

og almennum fuglaskrímslum.

 

Og eg fari at savna ølproppar og senda teir til himmals

í smáum ballónum.

 

Men enn nóyðist eg at dubba meg at halda varmanum

og rinda skatt og lata vera við at banna á almennum støðum.

og eg noyðist at bjóða vinum og kenningum til døgurða.

Og eg noyðist at lesa bløðini.

 

Men kanska átti eg at farið og vant meg longu nú,

so at fólk sum kenna meg ikki gerast alt ov skelkað og ovfarin,

tá ið eg brádliga verði eldri og fari at

ganga í leðurklæðum.

 

 

Olaf Johannessen heldur áfram sína sjónleikaraligu sigursferð

Ummælararnir eru eitt sindur ymiskir á máli viðvíkjandi leikinum Puntila, sum í løtuni verður framførdur í kongaliga leikhúsinum í Keypmannahavn. Onkur ummæli eru positiv, onnur meira ivasom. Men allir ummælararnir eru samdir um dygdirnar hjá høvuðsleikaranum. Hann er Havnamaður, tað er Olaf Johannessen, sum hevur havt eitt satt sigursár í Danmark í 2015 við fleiri stórum leiklutum, sum hann hevur verið almikið róstur fyri. Í summar fekk hann størstu sjónleikaraviðurkenningina, tá Reumert heiðurslønin varð latin honum fyri innsatsin í heili trimum leikum Samtale før døden og Mefisto í Betty Nansen Teatret, Heksejag í Det Kongelige Teater. Vit hava eisini sæð hann í sjónvarpsrøðini Broen III. Jakob Steen Olsen fegnast um Puntila, sum fær 5 stjørnur í Berlingske Tidende. Staffan V. Holm leikstjórnar leikin hjá Bertholt Brecht og tað ger hann sera væl sambært Jakob Steen Olsen: “Det er international klasse og en brillant afslutning på en iscenesættelse, der helt forrygende spiller Brecht som begavet farce. Stramt eksekveret i scenograf Bente Lykke Møllers (finske!) kasse af finér, men ligeså sprælsk og modig inden for rammerne, som man kunne ønske sig. Verfremdungsteknikken – Brechts små tricks til at holde tilskueren fra at synke ned i illusionen – udvidet til at omfatte hele forestillingen. Jakob Steen Olsen rósar sjónleikarunum og skrivar síðani: “Og så er har vi gemt det bedste til sidst: Olaf Johannessen i karakterkomisk festhumør som en skarptsleben, uberegnelig Puntila. Når han er fuld: Lutter store armbevægelser og snublende gummiben, men også vitalt vindende bag butterflyen. Når han er ædru: Iskold, snerrende magtbrynde. En imponerende præstation. Hvem havde i det hele taget troet, der var så meget skæg og svie i stivstikkeren Brecht, i hvert fald, når Holm byder op til en formidabel finsk tango? Skål for det. Og resten i såret.” Klaus Rothstein fer heilt upp frá í sinum ummæli, hann skrivar: “Sjældent, måske aldrig, har jeg set så blæret en præstation på en dansk scene, som den Olaf Johannessen viser som den fordrukne storbonde Puntila. Han er forestillingens helt dominerende attraktion. Men også dens (lille) problem, fordi Lars Ranthe, der har den næststørste rolle som Matti, Puntilas chauffør og måske kommende svigersøn, kun i en enkelt scene får mulighed for at folde sit talent ud, men ellers bare blegner i et selskab, som det er fuldkommen umuligt at leve op til. Det var ikke noget tilfælde, at kollegerne gav Olaf Johannessen et puf fremad under publikums stående klapsalver...”. Yvirskriftin á ummælinum í Jyllands-Posten sigur alt, hon ljóðar soleiðis: “Olaf Johannessens aften”. Jonas Gudmand skrivar á Ungt Teaterblod, at høvuðsleikluturin hjá Olaf Johannessen er nakað av tí mest sannførandi, hann hevur upplivað. Mona Dithmer gevur leikinum fýra stjørnur í Politiken og skrivar: “Det er en mesterlig balancegang, sådan som denne Puntila ikke alene kan styre sine fordrukne fødders faretruende dans hen over gulvet med en søvngængers sikkerhed, men snart være menneskesårbar med våde hundeøjne for så efter bare to kopper kaffe at bide fra sig som brutal schæferchef. Det er Johannessen, der sikrer intensiteten, når den ellers skarpe og hammerpræcise instruktør Staffan Valdemar Holm lader sig gribe for meget af rusen, glemmer farcen og lader malkepiger og godtfolk køre tomgang. Men Holm har som altid et stærkt greb om dramaet som helhed – her løfter forestillingen sig tårnhøjt over dansk normalstandard..”.

Hjartaliga til lukku, Olaf Johannessen, vit eru errin av tær. 

Rúni Weihe gevur út sína fyrstu bók

Í morgin, leygardagin 5.des. kemur fyrsta skaldsøgan hjá Rúna Weihe, Mursejler á forlagnum ARKIV FOR DETALJER. Skaldsøgan er á donskum, og snýr seg um ein ungan mann, sum er farin uttanlands fyri at finna sær frið. Eins og feigdarsveimarin, fuglurin, sum bókin eitur eftir, hevur høvuðspersónurin ilt við at finna sær fótafesti í tilveruni. Á einari oyggj fylgja vit hansara fábroytta gerandisdegi í einsemi, alt meðan hann roynir at gloyma sína fortíð.

Rúni Weihe er úr Hósvík, hann er 30 ár, útbúgvin arkitektur og býr í Keypmannahavn. Hann var við á yrkingatiltakinum á G!Festivalinum í summar, tá hann las nakrar áhugaverdar yrkingar. Tað skiltist, at hann er í gongd við at skriva eitt yrkingarsavn, sum fer at koma út. Í stórari samrøðu í Information í dag sigur høvundurin, at nýggja skaldsøgan er sera sorgblíð. Bókin verður ummælt í einari komandi Dimmalætting. Móttøka verður í sambandi við útgávuna í Nørrebro Bøger leygardagin klokkan 16.

Brot úr Mursejler:

“Han hældte hamsteren ud på værkstedsbænken, tog om den våde og varme krop og kastede den med al sin magt ned i betongulvet. Sammenstødet var lydløst, men hamsteren døde ikke. Benene vred sig og snuden gispede og gav en pibende lyd fra sig som et punkteret cykeldæk. Han samlede den op og kastede den mod gulvet én gang til. Lydene holdt op, men den bevægede sig stadig. Måske var det nerverne. Så han gjorde det igen en sidste gang. Hans hænder var klamme. Af blod og acetone og små hår fra pelsen, som acetonen måtte have løsnet.”

 

 

Tóroddur Poulsen fær góð donsk ummæli

Tóroddur Poulsen hevur havt eitt gott ár í øllum førum ummælisliga síðani bókin Himlen har stjålet mine farver kom í mars, Politisk Revy gav út. Bókin er róst í nógvum tíðarritum, bløðum og í einari útvarpssending. Himlen har stjålet mine farver er eitt savn av yrkingum frá 2003-2013, sum ikki eru útgivnar á donskum áður. Tað er Tóroddur sjálvur, sum hevur ymyrkt til danskt. Hann sigur, at hann skilir væl vaksandi talið av føroyskum høvundum, sum skrivar á donskum og at hann til tíðir kundi hugsað sær at gjørt tað sama.

Her eru leinki til nøkur ummæli:

Daman í galla og fjong!

 

Annika Hoydal var í essinum og hóskandi fagnað av fólkamongdini, sum hevði leitað sær niðan í Norðurlandahúsið síðsta sunnudag til hennara 70 ára føðingardagskonsert Endurljós.

Stóra høllin var fullsett av spentum áhoyrarum, sum byrjaðu at klappa alt fyri eitt, tá høvuðspersónurin saman við tónleikarunum trein fram á pallin. Uttan nakað uttanumtos byrjaði konsertin við vakra, longsulsfulla lagnum Mítt minsta land, sum ljómaði sorgblítt gjøgnum salin. Annars kann mann ikki beinleiðis pástanda, at konsertin var heilt orðaleys. Tí millum teir tilsamans tíggju sangirnar vóru fleiri ferðir tíggju minuttirs frágreiðingar, har vit fingu høvið at hitta sjónleikara- og mentanarmiðlarasíðuna av høvuðspersóninum, og sjálvt um Annika Hoydal er stuttlig og dugir sera væl at herma og greiða frá, so vóru fleiri av søgunum tær somu, sum hon hevur sagt frá áður eitt nú í útvarpinum, og tá gjørdist tað eitt lítið sindur drúgt við øllum staklutunum í frásøgnini, men tað var mest í fyrstani, at eg var ótolin. Seinni gjørdist greitt, at her var ein týðiligur reyður tráður millum tað talaða og tónleikin, og at henda konsertin ikki var nakað, sum bara skuldi fáast frá hondini. Her var okkurt meira álvarsligt, sum leikaði á hjá listakvinnuni og sum hon bar fram við stórari orku í ein tíma og trý korter.

Innilig tøkk

Ein partur av teirri talaðu framførsluni snúði seg í grundini um at fáa onnur fólk fram í ljósið. Tað tykist sum er takkarkenslan innilig hjá gávumildu songkvinnuni, ið legði dent á allar partar av framførsluni, sjálvt ljóðmaðurin, Theodor Kapnas og fyriskiparin Sigvør Laksá fingu hvør sína løtu fyri almannaeygum. Annika Hoydal hevur í mong ár framført saman við einum bólki av tónleikarum, sum er mannaður av tí durkdrivna og musikalska Jógvani Dahl, ið eisini var partur av Harkaliðnum í síni tíð og dugnaligu tónleikarunum Eyðuni Mohr Hansen og Kaj Johannesen. Síðstnevndi var ikki við á konsertini, men bæði hann og Jón Mc Birnie fingu takkarorð við á vegnum. Bólkurin var sjáldsama blandaður – aldursliga er langt millum 70 ár og so tey 19 ungu árini, sum er aldurin hjá klaverleikaranum, Kristian Pauli Ellefsen. Aftrat honum spældu tann somuleiðis dugnaliga Angelika Nielsen á violin og teir eftirhondini omnipresentu og garvaðu tónleikararnir, bassspælarin Torleik Mortensen og trummuleikarin Per Ingvaldur Højgaard Petersen. Annika Hoydal greiddi frá samstarvinum við bróðurin Gunnar Hoydal, sum hevur skrivað tekstirnar. Hetta hevur serstakliga stóran týdning fyri Anniku Hoydal, at hon hevur kunnað greitt beiggja sínum frá ymiskum hugskotum, sum hann síðani hevur loftað og umbroytt til poesi og góðar sangir sum Morgun, Dulcinea, Kroppur og tann stuttliga sangin um teir gráu frensarnar.

Snigilin

Sangurin um tann varliga snigilin og hansara langsamiligu ferð út í ta vandamiklu tilveruna var eitt hæddarpunkt á konsertini, sum vísti hvussu sterk songkvinna, Annika Hoydal er og hvussu væl hon er fyri. Ein ómetaliga vøkur gásarholdselvandi ballada, sum varð borin fram við yndisligum klaverundirspæli og púrt ongum øðrum. Eisini Aldan var framúrskarandi, framførd sum bara Annika Hoydal dugir at framføra sín egna sang við inniligum musikaliteti og dramatiskum ansi, og við eini sera klæðiligari og meira seigligari rútmu enn vit hava verið von at hoyra í hesum sanginum.

Ein diva

-Her stendur mann sum ein gomul skrinda, staðfesti tann flotta divain av pallinum við djúpari rødd og eyðkendari sjálvspei, og frá hesi eitt sindur skemtiligu staðfesting tók framførslan eina sneiðing frá at snúgva seg um tíð yvir móti onkrum meira álvarsligum og vandamiklum, sum fá hava hug at hugsa serliga nógv um, kanska serliga tá vit koma høgt upp í árini. Men tað er eyðkent fyri Anniku Hoydal, at hon júst á einari tílíkari 70 ára føðingardagsframførslu hevur dirvi at taka deyðan upp sum eitt høvuðstema. Hon endurgav nøkur brot úr tekstum hjá Williami Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, sum øll snúðu seg um deyðan sum lívstreyt og vakri, kosmiskt snaraði hugburðurin til deyðan hjá teimum báðum vinmonnunum, sum eg sjálvsagt havi lisið í Det dyrebare liv og í øðrum tekstum, og sum eg eisini havi hoyrt Anniku bera fram áður, var onkursvegna rørandi og óvæntaður at uppliva á einari tílíkari konsertframførslu. Lívið er deyðans geniala relieff, og so leingi tað varar, er tilveran eitt undur. Framførslan av teirri ikki heilt einføldu kompositiónini Lívið! Dýra undur, sum Sunleif Rasmussen hevur lagt til rættis, var hugtakandi eins og ein kaleidoskopisk tónleikalig takkarbøn við sínum óendaligu røðum av endurtøkum.

Lívsgleði

Og so. Uttan nakran serliga millumforkláring trivu tey á pallinum í eina orkumikla versión av Ólavi Riddararós og Í dans hjá Harkaliðnum. Flagtekjan mundi lyfta seg eitt fitt petti oman av Norðurlandahúsinum av teimum øgiligu lógvabrestunum og trampinum í salinum. Eg hugsi, at stóri eldhugin eisini hekk saman við eini ótilvitaðari eydnu yvir lívið, at vera til, nakað á sama hátt sum inniliga eydnukenslan, tú brádliga kanst uppliva av einari góðari  smákøku til eitt ervi, og í so máta má sigast, at framførslan í Norðurlandahúsinum var serstakliga væl leikstjórnað frá byrjan til enda. Ein framførsla, sum ikki var ein endurtøka av plátuútgávuni Endurljós, men sum vísti okkum tær mongu fasettirnar hjá listakvinnuni, sangarinnuni, sjónleikaranum og tónaskaldinum Anniku Hoydal. 

 


Yrkinga- og máltankar

 

Tað krevur eitt ávíst mát av sjálvsáliti at stilla seg upp at lesa yrkingar. Eisini tá tað snýr seg um týddar yrkingar. Her eru nakrar hugleiðingar, eg havi gjørt mær í sambandi við at týða eitt úrval av yrkingum.

Bókadagar 2015 gloymi eg ikki í bræði. Og tað er ikki bert orsakað av teimum annars útmerkaðu framløgunum, upplestrinum og áhugaverdu pallborðunum og teimum mongu og nýggju bókunum, sum har vóru at síggja, nei, orsøkin er eitt sindur meira persónlig, sum hon jú ofta er. Tað snýr seg um eina nýggja bók, sum eg fekk í hondina síðsta fríggjadag, tað var dagin áðrenn bókadagsleygarkvøldið, tá eg las upp úr henni á fína, reyða pallinum í prentsmiðjuni hjá Føroyaprenti. Hendan bókin er ikki serliga stór í vavi, hon er snotilig, permuna hevur yrkjarin, Claus Carstensen sjálvur gjørt. Tað er eitt svart og reytt steinprent, sum ikki sær serliga vandamikið út, sæð burtur frá goyggjandi hundinum, sum tykist vera á veg út úr permuni. Og sirka soleiðis føldi yvirritaða seg eisini á veg upp á pallin at lesa, sum var eg á veg út úr mínum egna skinni. Eg havi ofta upptraðkað og lisið upp, men onkursvegna er stórur munur á at umrøða listina og so at vera tann, sum ber listina fram. Hevur mann yvirhøvur uppiborið slíkt sum gemenur týðari?

 

Gávaðir týðarar

Tað er ikki tað; eg hámeti týðarar, hesi málsliga gávaðu fólkini, sum púra ósjálvsøkið tíma at brúka oseanir av tíð uppá elasmá brigdi í týdningunum av orðum í søgum og yrkingum hjá øðrum høvundum. Týðing verður mangan hildin at vera ein torskild uppgáva, sum bert persónar við miklum aga, eyðmýkt og toli megna at loysa. Soleiðis eri eg yvirhøvur ikki sjálv, og tí eri eg satt at siga eisini bilsin, at eg yvirhøvur kundi finna uppá at fara í gongd við at týða eitt úrval av yrkingum. Men høvuðsorsøkin til, at eg havi týtt yrkingarnar hjá Claus Carstensen er sjálvandi tann heilt einfalda, at mær dámar hesar yrkingarnar. Tað byrjaði eitt sindur tilvildarliga í sambandi við teigin, Vikuyrkingin her í Dimmalætting. Eg hevði valt eina av yrkingunum í savninum Terr 1 hjá danska yrkjaranum Claus Carstensen, sum hann hevði ognað Kára á Rógvi sála, og tá talan jú er um eitt føroyskt blað, varð neyðugt at týða yrkingina, eg haldi tað var hetta, sum gjørdi, at eg fór í holtur við at lesa øll yrkingarsøvnini hjá Claus Carstensen og meðan eg havi gjørt hetta er hugskotið komið so líðandi, at royna at týða eitt úrval. Eg visti væl, at yrkjarin, Claus Carstensen var áhugaður í at verða týddur til føroyskt og eg visti somuleiðis, at Jon Hestoy ikki var heilt óáhugaður í at prenta og geva út eitt tílíkt savn. Eg valdi 37 yrkingar, sum spenna yvir fjøruti ár, tann fyrsta kom í 1975, tann yngsta var í nýggjasta savninum frá í ár. Fjøruti ár eru sum kunnugt ikki fjøruti dagar, men týðingararbeiðið gekk skjótt og hugaliga fyri seg, eg ivist í um tað vardi nógv meira enn fjøruti dagar, men eftir hetta hava fólk hjálpt mær við málsligum ivamálum. Yrkingarnar eru sera ymiskar. Onkrar eru sera torskildar, meðan aðrar eru lættari at skilja, men yvirhøvur verður ritverkið hjá Claus Carstensen hildið at vera lutfalsliga smalt. Tað er eitt sindur stuttligt, haldi eg, at hesin sokallaði smali yrkjarin hevur heilar tveir føroyskar týðarar, Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt nakrar yrkingar hjá Claus Carstensen, sum stóðu í bókmentatíðarritinum. Vencil. Claus Carstensen hevur ongantíð passað ordiligatil tær vanligu bólkingarnar av donskum yrkjarum. Samanborið við javngamlar yrkjarar so sum Søren Ulrik Thomsen, sæst stórur munur í mátanum, teir yrkja. Í einum ummæli á heimasíðuni Kulturkapellet.dk stendur: “Bókmentasøguliga ber til at siga, at Claus Carstensen bæði kom ov seint og ov tíðliga til tann ekspansiva, sjangrusprongjandi lyrikkin í ávikavíst 1960´unum og 1990´unum. Og bera vit Carstensen saman við javngamlar yrkjarar sum Søren Ulrik Thomsen og Pia Tafdrup, sæst týðiliga hvussu Carstensen skilir seg frá symbolistiska sentrallyrikkinum í 1980´unum...”.

 

Yrkingar við fleiri løgum

Eg haldi, at yrkingarnar hjá Claus Carstensen líkjast hansara myndum. Talan er um eitt sofistikerað dupult eygnabrá og eitt víðkað ekfrasuhugtak, sum kemur fyri í fleiri av hansara verkum, har myndir og yrkingar viðmerkja hvørja aðra, og áskoðanir verða lyftar upp á listástøðiligt ella tilveruligt støði. Tað er eins og eitt triðja rúm letur seg upp millum orða- og myndaliðir í myndum og yrkingum hjá Claus Carstensen. Tað er ikki vist, at lesarin ella áskoðarin skilir allar liðir ella hvørja tilsiping í verkunum, men tað ger einki. Listamaðurin er sjálvur sera tilvitaður um tey nógvu løgini og trupulleikarnar við at fáa alt við og ágóðan, sum móttakarin fær burtur úr teimum fjølbroyttu asossiatiónsmøguleikunum.Yrkingarnar hjá Claus Carstensen tykjast í sjáldsaman mun merktar av hansara egna persóni, hansara sorgblídni og skemti, sum vit alla tíðina hóma gjøgnum víðfevnda netið av skrásetingum og viðmerkingum til ymiskt í gerandisdegnum og smáar hendingar, sum allar føra okkum eitt stig longur móti tí undirgangi og deyða, sum ikki slepst undan. Og sjálvt um tað til tíðir verður gjørt á ein næstan demonstrativt ósentimentalan hátt, er tað rørandi at fylgja neyvu lýsingunum av likamsins líðandi, natúrligu niðurbróting og brotnum tonnum. Hetta snýr seg í ógvuliga stóran mun um deyðan. At skriva ella at skapa er tað einasta, sum í stuttum løtum gevur eina kenslu av tamarhaldi í mun til ta líðandi deyðaprosessina.

 

Danskt viknar í Føroyum

Har er okkurt um somu tíð tilveruliga upprunakent og stórbært yvir yrkingunum hjá Claus Carstensen, sum ger, at tað følist upplagt at umseta tær til føroyskt. Í dag er føroyskt høvuðsmálið hjá umleið 48.000 íbúgvum í Føroyum. Vit tosa føroyskt, men skilja tó danskt, sum eisini er alment mál í Føroyum, tað gongur tó afturá við danska málinum. At nakar kann fegnast um hetta er mær óskiljandi. Síðsta bakkastið kom við nýggju miðnámsskúlaskipanini, har danskt var broytt frá at vera kravt til at vera vallærugrein. Av tí, at nógv av teimum ungu ímynda sær, at tey skulu víðari út í heimin enn til Danmarkar at útbúgva seg, tykist danskt ikki hava týdning. Tey velja sær okkurt meira spennandi enn danskt, men veruleikin er tann, at nógv tann størsti parturin av føroyska ungdóminum fer niður at lesa og hví ikki tað? Universitetsstøðið er gott í Danmark. Eg haldi meg tó vita, at tey flestu enn duga danskt í Føroyum og tað er ikki so galið fyri ein týðara at vita sær, at flestu lesararnir av týddu yrkingunum eisini megna at lesa tær á upprunamálinum, tí tær standa prentaðar beint við síðuna av týddu yrkingunum. Eg ivist í um eg fari at týða yrkingar aftur, men eri í grundini takksom fyri royndirnar, sum eg fekk av eiggiligu yrkingunum hjá Claus Carstensen

 

Claus Carstensen Blindvunnir dagar –Yrkingar 1975-2015

 

 

 

tað er tann

trýogtjúgindiítólvtatveytúsundogseks.

sólstøður og dustregn.

á veg niðan gjøgnum Svøríki

í skýmingarløtuni.

á veg inn í hálvalýsið

við teimum naknu, svørtu greinunum

móti tí myrkasta, tokuta gráa,

langt inni í skógini

brýtur ein ugla

brádliga

ljóskeyluna frá bilinum ...

longur inn í myrkrið

longur inn í mjørkan

longur inn í einki

longur

og

longur

inn

 

----------------------------------------------

 

ein dupultmynd av einum drongi

sum hevur hongt seg í einum træi í einum blaðleysum skógi við

svørtum greinum á hvítum botni og millum kropparnar eitt

andlit av onkrum sum má vera tað ónda sjálvt

eitt andlit sum er skapað av samantvinnaðum

kroppum ið naknir spegla sær í eyganum hjá tí ónda

you ain’t gonna hang no dead pig on me

tykist tað siga í hesi hálvalýsingini

har skuggamálaríið, mótljósið,

tað svarta móti tí hvíta og

heinging,

tyngdarmegi,

deyði og

fall

skapa einføld viðurskifti av ljósi og rúmi

við tilveruligum og politiskum undirtónum

ið tykjast interpolera við yrkingini

og tí veruliga

veruliga

 

 

-------------------------

 

bakbundin í blóðinum/

bláreyðir nelikar og hvítar rósur

bera boð um eitt málleyst miskunnarloysi/

við gleivandi ørmum og beinum

á einum skarlaksreyðum silkilaki/

hundurin goyr uppøstur/

syngja likkur syngja gentur/

syngja likkur syngja gentur/

so er aftur heilt stilt/

silvurreyðir laksar

 

Royndur debutantur skrivar viðkomandi og vaksnar samtíðarsøgur

arnbjørn.jpg

 

Stuttsøgan So hon starir inn í veggin hjá Arnbirni Ó. Dalsgarð stóð at lesa í Vencli í 2006. Nú er hon heitisstuttsøga í einum stuttsøgusavni, sum Bókadeild Føroya Lærarafelag hevur givið út. Hanni Bjartalíð hevur gjørt permumyndina, sum hevur sama dám av hugnaligum óhugna sum eisini merkir søgurnar.

Sjálvt um hetta er fyrsta bókin hjá høvundinum, er hann royndur bókmentamaður, hann hevur frá byrjan verið annar ritstjórin hjá bókmentatíðaritinum Vencli, hann hevur verið leiðari á Býarbókasavninum síðstu árini, og eg haldi, at bókmentaligu royndirnar merkjast. Stuttsøgusavnið fevnir um tólv stuttsøgur og lat meg bara viðganga beinanvegin, at tá tað snýr seg um sosialrealistiskar smásøgur, er tað ein sonn avbjóðing at fáa hendan lesaran tendraðan. At eg so allíkavæl lati meg yvirtala og lesi alla bókina út í eitt kemst av, at lýsti veruleikin í fleiri av søgunum í bókini tykist grundaður á neyvar psykologiskar og sosialar eygleiðingar, sum stykkja saman eina viðkomandi og autentiska mynd av føroyska samfelagnum í dag.

Surrealistisk brá

Søgurnar eru sera einfaldar, eisini málsliga sæð, tað tekur ikki meira enn einar tveir tímar at lesa bókina, men væl ber til at rógva aftur á ymiskt, tí alt er kanska ikki so einfalt sum mann skuldi trúð. Savnið er skilagott komponerað og rættlisið, men villur eru ringar at sleppa undan, tolsemi verður mistikið fyri tol, at læa verður stavað við ð, men hetta eru smáting. Burtur sæð frá, at tey læa, har tað kanska er vanligari at flenna á tí nútíðarliga talimálsføroyska, sum verður brúkt í bókini, tykist málið sum heild autentiskt og riggar til stílin. Sjálvt um lesarin fær nógv at vita er innlitið allíkavæl ófullfíggjað t.d. á tann hátt, at sjónarhornið er avmarkað og staðfest hjá frásøgumanninum ella -konuni. Hetta hevur eisini við sær, at søgurnar ofta taka eina óvæntaða vend, sum lesarin ikki hevði roknað við. Í summum minna søgurnar um tær hjá danska høvundanum Naja Maria Aidt, sum eisini nýtir eina skreytleysa skrásetandi prosa til tess at greina seg ígjøgnum tunna lagið av siðmentari fernis á kaotiska og primitiva menniskjanum. Fyrsta søgan í savninum Hvat annað kundi eg gera? snýr seg um um ein rithøvund, sum er á veg heim eftir eitt heldur miseydnað skriviuppihald. Hann skal skunda sær heim aftur til gerandisdagin og tær dagligu skyldurnar. Hann er illa fyri, hevur timburmenn og letur sínar frustratiónir ganga út yvir ein drong. Uttan at plottspoila søguna ber til at staðfesta, at søgan er áhugaverd, tí hon rakar væl í mun til tann ofta at síggja til meiningsleysa atburðin hjá menniskjum, sum kanska byggir á meira og minni ótilvitaðar strategiir. Summar søgur innihalda eina hárfína surrealistiska snaring, men hesar eru sjáldan nógv løgnari enn tað, sum tilveran onkuntíð megnar at bjóða uppá.

Samansett evni

Onkrastaðni ivast lesarin í hvussu symbolskar, søgurnar eru. Eg haldi, at tær bestu av teimum eru tær, sum lýsa menniskjaliga kommunikatión, har evarska smá brá og rørslur avdúka tær stóru kenslurnar, tann stóra sorgarleikin. Í søguni Skulu vit fara? er mamma Jógvan deyð. Hesin Jógvan tykist eitt sindur barnsligur, og lesarin heldur fyrst, at sorgarsøgan snýr seg um barnasorgina, sum kemur, tá foreldrini doyggja, men tá vit fáa at vita, at Jógvan er fjøruti ár og pápin júst er farin á ellisheim, fáa vit varhugan av, at sorgarleikurin er ein heilt annar. Evnini eru ofta eitt sindur samansett júst sum í hesari søguni og søguheitið er setningurin, sum bróðir Jógvan sigur, tá teir skulu út úr barnaheiminum, tí Jógvan skal flyta í sambýli. Hetta er ein púra vanligur gerandissetningur, sum verður sagdur, men sum fevnir eina heila tilveru av sorg og stúran.       

Afturkenning

Eg haldi, at tær flestu søgurnar í stuttsøgusavninum eru viðkomandi og minna um ymiskt, sum mann hevur upplivað. Ein tílík søga er Eisini slíkt sum nívir. Tað er ein familja, sum vitjar eina vinarfamilju. Meðan konurnar sita og drekka vín í køkinum nevnir tann eina konan okkurt um børn við serligum tørvi og lesarin merkir alt fyri eitt, at hetta er eitt eymt evni møguliga orsakað av, at yngsti sonurin hevur serligan tørv. Mamman letst sum einki, men følir seg greidliga rakta. Tey enda øll við at drekka nakað nógv og tá skal hatta við børnunum við serligum tørvi kjakast aftur og hevnast og tað er sum um, at mann kennir tær etandi óndu smáligheitirnar í kjakmynstrinum.

Rúsdrekkatrupulleikar

Heitisstuttsøgan So hon starir inn í veggin snýr seg um eina familju, sum er fongd av rúsdrekkanýtsluni hjá pápanum. Vit lesa um eitt ræðuligt mynstur, sum ikki gerst minni ræðuligt av, at fólkini lata sum um, at alt er sum tað skal vera. Sonurin etur skuffukaku og drekkur kalda mjólk, spælir sín nýggja MP3-spælara og smílist til mammuna. Lesarin kann ímynda sær hvussu tungt tað er fyri eitt barn at vaksa upp í hesum húsarhaldinum, men hetta verður bara borið fram eina einstaka ferð í søguni, tá elendigheitirnar eru um at eskalera, og mamman tekur drongin við sær til foreldur síni, fer drongurin eftir einum figuri í stovuni av eini trøllkonu, snarar henni, so hon starir inn í veggin. Ræðuleikin er undirskiltur, men vit fáa ein ræðandi varhuga av einum barni, sum hevur sæð ov nógv av slíkum, sum børn ikki skulu síggja.

Ein minnisvarði

Onkrar søgur hava eitt ávíst sjálvsævisøguligt brá, vit hóma umhvarvið av høvundinum onkrastaðni og uppliva sum heild heimin gjøgnum eyguni hjá einum miðaldrandi persóni frá nútíðini. Í einari søgu prátar frásøgupersónurin við hundin, hann er keddur, tí ein Hans Henning er deyður. Hans Henning var ein danskur lærari, sum starvaðist í Hoydølum m.a. sum lærari í russiskum í fýrsunum. Veruleikin er ikki langt burturi í hesari stuttsøguni, hendan læraran kennir mann aftur, er hann nevndur, er hann kendur. Men tað er av sonnum hugaligt, at Arnbjørn Dalsgarð í søguni laðar ein lítlan, fjálgan minnisvarða fyri einum menniskjansligum lærara, sum í síni tíð sýndi áhuga fyri næmingunum út yvir tað reint fakliga.

 

Viðkomandi modernað samtíðarprosa

Onkur av søgunum virkar ikki eins rørandi uppá hendan lesaran, antin tí hon er ov ósamanhangandi ella tí ov løgin (uttan at vera nóg løgin), men líka mikið; í einari søgu kjakast tey um mentanarpolitikk, eg ivist í hvørt hetta nakrantíð er hent áður í føroyskum bókmentum, og seti stóran prís uppá hetta. Tað er gott og uppá tíðina, at vit fáa eitt savn við viðkomandi, modernaðari samtíðarprosa. 

THE PEOPLE AND THE THINGS

Silja Strøm sýnir fram spildurnýggjar málningar í Steinprenti

Framsýningin er litføgur og kát, og so er hon full av søgum um fólk og um ting. THE PEOPLE AND THE THINGS er heitið á hesi forkunnugu framsýningini hjá Silju Strøm, sum læt upp í Steinprenti fríggjadagin 20.nov. klokkan 16.

Hóast listakvinnan hevur tikið lut á fleiri bólkaframsýningum í Norðurlandahúsinum, Listasavninum og í Steinprenti, eru nú fýra ár liðin síðan hennara seinastu serframsýning í Føroyum. Silja Strøm fekk í februar tillutaðar 6 mánaðar starvsløn frá Mentanargrunninum og tað kundi sæð út sum hevur hetta verið ein góð íløga, tí henda nýggja framsýningin ýður av íblástri, nýggjum hugskotum og listarligum yvirskoti. Silja Strøm er ung listakvinna, hon er fødd í 1987, men av tí, at hon er sera dugnalig og miðvís er hon longu rættiliga roynd og virðislønt fleiri ferðir. Hon er úr Vestmanna, og hevur útbúgving frá akademinum í Glasgow og í 2010 fekk hon Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Í 2012 fekk hon Virðisløn til ungt listafólk frá Mentamálaráðnum, Í 2013 myndaði hon Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum saman við Steinunn Thórarinsdóttir og í fjør var tað hon, sum gjørdi árligu gávuprentini til limir í grafikkfelagnum Steinbrá. Hon hevur myndprýtt m.a. stuttsøgusavnið hjá Hanusi Kamban, Gullgentan, sum varð innstillað til norðurlendsku bókmentavirðislønina.  

 

THE PEOPLE AND THE THINGS

Í bókaillustratiónum er tað serliga teir framúr góðu tekniførleikarnar, sum Silja Strøm hevur miðsavnað seg um. Hennara nýggja framsýning snýr seg í stóran mun um málarí, hon fevnir um bæði málningar og keramikk, verkini eru mong og smá og tað gevur framsýningini eitt tysjandi brá, sum eisini kemst av, at fleiri av myndunum eru á tremur í bæði figurativum og abstraktum myndaliðum. Tað økir um kensluna av fjølbroytni, at Silja Strøm hevur brúkt restir, sum hon hevur fingið frá snikkarum og timburmonnin, til at mála á. Tað er m.a. orsakað av hesum, at fleiri av verkunum hava óregluligt skap. THE PEOPLE AND THE THINGS granskar øll brigdi av viðurskiftunum millum menniskju, ting og umhvørvi – millum kronologi og samanhang – millum ítøkiliga og óítøkiliga rúmið hjá menniskjum, lutum og listaverkum. Verkini fevna um bæði abstrakión og figuration og fyrihalda seg til listarligar grundspurningar um mimetiska myndaliga umboðan. Tá myndir ella tekstur verða sett saman við øðrum myndum ella teksti hendir eitt samspæl og ávirkan. Ein lutur kann hava ymiskan týdning alt eftir hvørjum umhvørvi hann er í. Endurtøkur mynda eitt mynstur, ið økir um upplivingarmøguleikarnar av hvørjum einstøkum verki.

 

Giotto og Silja

Myndirnar snúgva seg sum áður nevnt um viðurskiftini millum menniskju og samspælið millum menniskju, ting og umhvørvið. Á myndaflatanum síggjast ymisk mynstur við bogaðum linjum og strikum í ymiskum samansetingum og litum. Í fleiri myndum er dentur lagdur á tað arkitektoniska í lýsingini av samansettum rúmum, sum eru lutvíst trídimensional og fløt eins og vit síggja tað í myndunum hjá italska úrmælinginum Giotto di Bondone frá byrjandi renesansutíðini í Florens. Hansara meistaraverk er Scrovegnikapellið í Padua, sum er prýtt við hópin av freskum, sum við støði í apokrýfunum og Bíbliusøgum lýsa lívið hjá Mariu og Jesus. Myndirnar eru ovurhonds vakrar og kenslubornar, men tað er ikki minst í samanhanginum, at tær veruliga hugtaka. Her verður eitt nú hugsað um samanhangin millum menniskju og umhvørvi, men eisini um samanhangin millum myndirnar, t.d. myndina av Jesu føðing, sum sipar til Pietalýsingina, tá Jesus er tikin niður av krossinum og verður syrgdur av mammuni m.a. Á tann hátt verða myndirnar eitt slag av narrativum fyriboðanum um tað, ið fer at henda. Myndirnar hjá Giotto vórðu lidnar umleið 1310, meðan tær hjá Silju Strøm eru málaðar í 2015, og sjálvandi eru nógvir munir. Eitt nú eru myndirnar hjá Silju Strøm ikki átrúnaðarliga grundaðar, tær tykjast frásagnarligar á sama hátt sum freskurnar hjá Giotto, men talan er ikki um eina kronologiska søgu við eini defineraðari byrjan og enda er áherðsla løgd á sjálvan samanhangin. Hetta er eitt nú gjørt við einum gjøgnumgangandi litavali, sum fevnir um grundlitirnar, men tað eru serliga ljósareyðu, ljósabláu og gulu pastellitirnir, sum víkja frá øðrum føroyskum málaríi, sum binda hesi verkini saman. Litir og mynstur hava eitt ónatúrligt brá eitt sindur á sama hátt sum í pop art verkunum hjá David Hockney í sekstiárunum.

Giotto

Giotto

David Hockney

Sosialt tarnaðir persónar

Óregluligu rundu og avlongu skapini minna um scenografi av tí slagnum, sum verður brúkt í sjónleikarhúsum, men hvat er tað fyri søga, sum verður søgd? Her eru myndir inni í øðrum myndum og fleiri løg av týdningum, sum tala saman, og sjálvt um litirnir eru nógvir og fagrir, tykist huglagið inntonkt. Grundleggjandi snýr framsýningin seg um sambond millum fólk og teirra umhvørvi psykologiskt, sosialt og hvat ávirkar hesi sambondini á einum persónliga og umhvørvisliga. Her eru myndir av menniskjum, sum ikki interagera, sjálvt um tey eru í sama rúmi. Sosialt tykjast persónarnir fevndir av einum ávísum smædni, har er okkurt beinleiðis klombrut yvir samspælinum, sum minnir eitt sindur um samspælið millum persónarnar hjá áðurnevnda Giotto, t.d. í myndini, tá foreldur Mariu, Anna og Joakim kyssast við gylta portrið. Kærleikin millum menniskju er ikki uttan trupulleikar.

 

Idealistisk list

Tað sosiala hevur yvirhøvur stóran týdning fyri Silju Strøm og tá hugsi eg ikki bara um innihaldið í hennara verkum. Tað, at verkini eru gjørd burtur úr burturkasti er eisini í sær sjálvum ein ideologisk yvirlýsing, sum fyriheldur seg til umhvørvisverndarligar hugsanir, og sum kanska eisini viðmerkir forbrúkarismuna í samtíðini, hetta sama liggur í avmarkaðu støddini á verkunum, sum bendir á eitt eyðmjúkt listafólk við stórari umsorgan fyri sínum umhvørvi. Sjálvt um talan er um eina stóra framsýning við nógvum verkum, kunnu vit neyvan tosa um stórar armrørslur í hesum sambandi, tí verkini eru so smá, men tey eru meira málandi enn vit hava upplivað áðrenn og tað er gott, tí Silja Strøm er eisini ein framúrskarandi málari, umframt at hon er ástøðiliga væl grundað sum samtíðarlistafólk. Á framsýningini verður høvið at lesa onkrar av hennara listarligu hugsanum, sum eru fest á blað á litað pappír, sum áskoðarin eisini sleppur at taka við heim, hervið er sosiala hugsanin førd heilt út í tað idealistiska, at øll áhugað ókeypis sleppa at taka ein part av framsýningini við heim. Framsýningin THE PEOPLE AND THE THINGS verður at síggja í Steinprenti fram til 17.januar í 2016.

 

Emil Juul Thomsen 100

Emil Juul Thomsen (1915-2012)

Hesa fjálgu fotomyndina tók Birgir Kruse, tá vit í 2009 vóru í Nólsoy í sambandi við listaframsýningina við myndum hjá Steffani Danielsen á Látrinum.

Í dag eru hundrað ár síðani, at mentamaðurin, Emil Juul Thomsen varð føddur á Tvøroyri. Emil var handilsmaður, hann seldi Electrolux og alt møguligt annað, men vit minnast hann einamest fyri stóra bókmentaliga arbeiðið, sum hann legði eftir seg sum forleggjari á forlagnum Bókagarði, ið frá sjeytiárunum framdi tað bragd, at geva út eina rúgvu av føroyskum bókum, bæði føroyskar upprunabókmentir og týddar heimsbókmentir. “Blindur er bókleysur maður” var mottoið hjá Emil Thomsen, ið við forlagnum Bókagarði syrgdi fyri, at eingin føroyingur nýttist  vera glataður í bókmentaligum eygnaloysi. Av tí, at pápi mín Ásmundur Poulsen og Emil vóru vinmenn, og arbeiddu saman um m.a. bókina Føroysk List við teksti eftir William Heinesen, hevur Emil altíð verið til í mínari verð og hann var ongantíð óáhugaverdur. Tá hann fyrstu ferð bað meg skriva bókina um Steffan Danielsen, eg haldi, at tað var ólavsøkuaftan í 2000, vildi hann sjálvur sleppa at ráða fyri hvat skuldi standa í bókini. Eg segði honum, at soleiðis spælir klaverið ikki, - javel, javel segði hann, men blátt vodka var á borðinum, Emil var í violettum vesti og blonkum, svørtum, hondseymaðum italskum styvlum, so mutlandi okkurt ilsligt um tvørballið hjá Esther og Ásmundi, helt ólavsøkan á. - Sum eg havi skilt tað, hava onnur verið biðin um at skriva Steffansbókina, m.a. Bárður Jákupsson, sum skrivaði góða tekstin um Nólsoyarmálaran í framsýningarkatalogi í 1981. Líka síðani tá hevði Emil Thomsen ætlanir um at geva út eina bók út um Steffan Danielsen, og tí bað hann Ásmund Poulsen um at fotografera framsýningina hjá Steffani Danielsen í Listasavni Føroya í 1981. Tá eg 28 ár seinni skrivaði bókina, var tað nakað serligt, at myndirnar í henni vóru tiknar av pápa mínum, sum doyði í 2007. Tað var John Dalsgarð, sum bað meg skrivað bókina, og sjálvt um treytirnar hesa ferð vóru heldur øðrvísi og Emil Thomsen hesa ferð ikki blandaði seg uppí hvat eg skuldi skriva, var hann eldhugaður sum altíð og ráðasnildur eisini, tá vit vitjaðu í hugnaligu húsunum hjá Áshild, Birni og honum í Nólsoy fyri at avtala, at eg skuldi fara í gongd at skriva. Fyrst bjóðaði Emil genever - eg haldi tað var hampiliga tíðliga týsmorgun... Men allright, ein serligur dagur var tað. Og síðani royndi hann við einum fittum skálkabrosi at forhandla seg fram til, at eg í staðin fyri at fáa samsýning, kundi fáa Føroya Kvæði. Og sjálvt um eg ikki tók av tá, kann eg ikki annað enn hámeta hesa stórslignu kvæðaverkætlan hansara, sum hevði við sær, at Bókagarður í árunum 1998 til 2005 gav út kvæðaútgávuna FØROYA KVÆÐI í 37 bindum. Hetta er uppafturprent av meginverkinum CORPUS CARMINUM FÆROENSIUM, sum Napolon Djurhuus og Christian Matras ritstjórnaðu. Fíggjarliga ímyndi eg mær, at verkætlanin hevur verið øgiliga møtumikil í einum tíðarskeiði, tá alsamt meira gongur fyri seg á teldu og á internetinum. Men tað stórætlaða var eyðkent fyri Emil Juul Thomsen, sum helt kvæðini vera ein ríkidóm av alstórum mentanarligum týdningi fyri føroyingar og her fór hann jú á ongan hátt skeivur. Emil Juul Thomsen varð heiðraður á  ymiskan hátt m.a. við einum heiðursdoktorati við universitetið í Lund og í 2005 fekk hann Heiðursgávu Landsins. 

Damlandi undir dreymsins bjørgum

Foto: Jan Andersson

At poetiska skútan hjá Tóroddi Poulsen enn siglur við fullum seglum á 31. ári, kemst av hansara sjálvstøðuga lyndi og hansara sterka originaliteti, sum ger, at tú ongantíð ivast í hvør upphavsmaðurin er, tá tú sært eina mynd hjá honum ella lesur eina av hansara mongu bókum.

Nýggja bókin, Glopramjólk er sambært hansara egna yvirliti nummar 36 í røðini. Fyrsta bókin, Botnfall hevði 30 ára jubileum í fjør, og síðsta bókin tykist á ymsan hátt sipa til ta fyrstu, sum á permuni er prýdd við vetrarbreytini ella mjólkavegnum. Tóroddur hevur sjálvur prýtt nýggju bókina, sum eg haldi setir nýggjan standard fyri bókapermur, tí hetta er ein ómetaliga serstøk og vøkur bók. Hon er málað mjólkahvít og heitið stendur skrivað við hvítum á einum svørtum tvørbjálka á permuni. Glopraregn siga vit, tá tað regnar illa, meðan Glopramjólk er ein heldur óvæntað samanseting, sum er eyðkend fyri yrkjaran og sum fær lesaran at hugsa hvítt. Organiski hvítleikin er yvirhøvur afturvendandi í savninum, einastaðni verða mælt til at seta bróstini í bankan, einglar kroysta mjólk úr bróstunum, men sjálvt helviti er eftir øllum at døma “hvítt sum barnatenn.”

Hurðin

Tær hálvfems yrkingarnar í savninum eru býttar sundur í tríggjar partar, tann fyrsti og síðsti parturin hoyra saman, meðan yrkingarnar í miðjuni eru øðrvísi, tær hava ikki heiti, eru konsentreraðar og stuttar við einum ella tveimum orðum á hvørjari reglu, og sum heild tykjast tær enn meira abstraktar enn hinar. Fyrsta yrkingin Hurðin slær ein religiøsan tóna, sum klingar gjøgnum partar av savninum. Yrkjaranum líkt er talan ikki um ein harmonisøkjandi ella hálovandi tóna. Tónin er meira bláur fullur av iva og atfinningum. Eg minnist, at tey í sunnudagsskúlanum plagdu at tosa um, at Jesus bankaði uppá barnahjørtu og vildi sleppa inn. Tað helt eg altíð vera øgiliga vemmiligt, kanska tí eg hugsaði rættiliga ítøkiliga, tá eg var í einum ávísum sunnudagsskúlaaldri. Men hurðin inn í nýggja yrkingarsavnið hjá Tóroddi Poulsen er ikki full av blóði, hon er sjálvbankandi og óítøkilig, tí hon snýr seg um átrúnaðarliga vón og eksistentiellan ótta.

Andarúm

Andarúm kundi næstan ljóða sum okkurt smart fríkyrkjuligt átak í Føroyum, men í savninum hjá Tóroddi Poulsen er andarúmið átøkt eini klaustrofobiskari marru av pínslarváttum og øðrum spøkilsum við vantandi tilverurætti, tí eingin er at spøkja eftir. Einsemi og deyði eru sum vant høvuðstema í fleiri yrkingum, bæði upploysnin av einstaklinginum og sorgin um tey, ið farin eru, t.d. Rúm: “tey sita/ í túninum// tosa/ um eitt/ størri rúm// líka til/ eg hvørvi”. Yrkingin Mótsorg kyknar í fráverum av slóðum og skuggum, hetta ein so sera luftig yrking, sum næstan upploysir seg sjálva í staðfestingini av øllum tí, sum egið ikki er. Yrkingarhátturin er enn sum áður modernistiskur við hópin av negatión og metabolismu, bæði yrkjaraeg og umhvørvið upploysast í noktandi setningum og tilfarsforskjótingum, og mitt í modernistiska rokanum lenda vit mitt í einum friðarligum gerandisdegi har yrkjaraegið situr á einum beinki og teinkir um einki – ella jú, okkurt hugsar hann.

Fátæka skaldið

Ein yrking við heitinum Baked beans snýr seg um fátæka lívið hjá einum skaldi, sum fer í bingjuna hjá Netto at leita eftir útgingnum vørum. Hann gerst sjúkur av tí gamla høsnarungakjøtinum og fær leyst lív: “og so var einki annað at gera/ enn at fara út og samla fløskur/ so tú aftur kundi fáa baked beans/ og hevði tú ikki gjørt tað/ hevði tú heldur ikki skrivað hetta/ og hugsað so nógv um/ at skald/ sum skulu liva ævigt/ eisini skulu hava okkurt at eta”. Sjálvspeiska skálkabrosið hómast fleiri staðni, og fleiri yrkingar eru stuttligar, t.d. herliga surrealistiska lýsingin av fiskivinnuligum grammleika, Veiða. Universið í hesum yrkingunum er føroyskt og tað er veðrið eisini. Minnini eru føroysk, barndómsminni og sansingar hava yvirhøvur stóran týdning í yrkingunum. Kritiska bitið, sum yrkjarin er kendur fyri, er enn til staðar, tó at tað ikki er eins umfatandi og í t.d. Heimvitisferðini - tað gongur kanska serliga út yvir tað etableraða samfelagi, konservatismuna og tjóðskaparliga óhógv. Metapoesi er somuleiðis afturvendandi í yrkingum, ið snúgva seg um at yrkja, um mál og bendingar og um at droyma (sum er tað sama sum at yrkja), t.d. í praktfullu yrkingini Blundur: “skjóttgangandi/ bátar styggja/ fuglin so hann/ ikki fær sovið/ saman við okkum/ tá vit liggja og damla/ undir dreymsins bjørgum/ í vrakaðum/ yrkingalepum/ sum eru gjørdir/ til pappírsbátar/ sum ikki kunnu søkka/ so leingi/ vit sova”.

Yrkingar

Gestur snýr seg um yrkingina, sum má bíða eftir, at yrkjaraegið hevur lempað myrkur, Pakkhús, er ein føgur kærleiksyrking, Hermót snýr seg um sjúku og viðgerð meðan Mjørkabøn er sorgblítt afturlítandi. Í yrkingini Tað hvíta løriftið verður skapanartilgongdin og eirindaleysa kravið frá hvíta løriftinum/ pappírinum lýst við einum svimlandi perspektivi frá hvítum barnatonnum yvir skúmandi brim til glampandi stjørnurnar í vetrarbreytini. Fyrst og fremst er yrkingarsavnið Glopraregn karmur um nakrar framúrskarandi yrkingar, sum serliga móti endanum av savninum leggja seg sum perlur aftrat tí stóra og týdningarmikla ritverkinum hjá Tóroddi Poulsen.

 

------------------------

 

MJØRKABØN

 

biði til mjørkan

at hann skal liggja

eina góða løtu aftrat

so eg fái yrkingina lidna

og okkum øll

sum krógva okkum í barndóminum

har kavin er djypri enn í nútíðini

og sólin skínur hvørja ferð

vit minnast tað

og vit fáa breyð við putursukri á

tí vit hava ikki ráð til annað

og ganga í sunnudagsskúla

tí ongar aðrar søgur eru at finna

og tá vit verða størri sleppa vit í dans

leygarkvøld til klokkan hálvgum tólv

tað avgera tey sum eisini eiga mjørkan

og sum eg nú biði um at lætta

og rýma til okkurt annað land

har ið tey vaksnu búgva

Framsýningin hjá Silju Strøm er opin

Í gjár læt framsýningin THE PEOPLE AND THE THING upp í Steinprenti. Nógv fólk komu til upplatingina av framsýningini. Hetta er ein framsýning, sum granskar øll brigdi av viðurskiftunum millum menniskju, ting og umhvørvi – millum kronologi og samanhang – millum ítøkiliga og óítøkiliga rúmið hjá menniskjum, tingum og listaverkum. Verkini fevna um bæði abstraktión og figuratión og fyrihalda seg til listarligar grundspurningar um mimetiska, myndaliga umboðan. Listakvinnan er sera tilvitað um myndatulking og ta ávirkan og samspæl, sum hendir, tá myndir og tekstir verða sett saman við øðrum myndum ella teksti. Eitt ting kann hava ymiskan týdning alt eftir hvørjum umhvørvi tað er í. Endurtøkur mynda eitt mynstur, ið økir um upplivingarmøguleikarnar av hvørjum einstøkum verki á framsýningum.

THE PEOPLE AND THE THINGS fevnir um málningar, keramikk og tekst í støðugari interaktión. Silja Strøm hevur tikið lut á fleiri bólkaframsýningum í Norðurlandahúsinum, Listasavninum og í Steinprenti, men fýra ár eru síðan hennara seinastu serframsýning í Føroyum. Listakvinnan fekk í februar tillutaðar 6 mánaðar starvsløn frá Mentanargrunninum og tað kundi sæð út sum hevur hetta verið ein góð íløga, tí nýggja framsýningin ýður av íblástri, nýggjum hugskotum og listarligum yvirskoti. Silja Strøm er ung listakvinna, hon er fødd í 1987, men av tí, at hon er sera dugnalig og miðvís er hon longu rættiliga roynd og virðislønt fleiri ferðir. Hon er úr Vestmanna og hevur útbúgving frá akademinum í Glasgow og í 2010 fekk hon Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Í 2012 fekk hon Virðisløn til ungt listafólk frá Mentamálaráðnum, Í 2013 myndaði hon Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum saman við Steinunn Thórarinsdóttir og í fjør var tað hon, sum gjørdi árligu gávuprentini til limir í grafikkfelagnum Steinbrá. Hon hevur myndprýtt fleiri bøkur, m.a. stuttsøgusavnið hjá Hanusi Kamban, Gullgentan, sum varð innstillað til norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2012. Grundleggjandi snýr framsýningin seg um sambond millum fólk og teirra umhvørvi psykologiskt, sosialt og hvat ávirkar hesi sambondini á einum persónliga og umhvørvisliga. Her eru myndir av menniskjum, sum ikki interagera, sjálvt um tey eru í sama rúmi. Sosialt tykjast persónarnir fongdir av ógvisligum smædni, har er okkurt beinleiðis klombrut yvir samspælinum, sum minnir eitt sindur um viðurskiftini millum persónarnar í áhugaverdu myndunum hjá stóra italska meistaranum Giotto í byrjandi renesansutíðini, t.d. í myndini, har foreldur Mariu, Anna og Joakim kyssast við eitt gylt portur. Staðfestast kann, at kærleikin millum menniskju ikki er uttan trupulleikar og tað man vera galdandi fyri bæði 14.og 21.øld. Tað sosiala hevur yvirhøvur stóran týdning fyri Silju Strøm og tá hugsi eg ikki bara um innihaldið í hennara verkum. Tað, at hennara verk í stóran mun eru gjørd burtur úr burturkasti er eisini í sær sjálvum ein ideologisk yvirlýsing, sum fyriheldur seg til umhvørvisverndarligar hugsanir, og sum kanska eisini viðmerkir forbrúkarahugburðin í samtíðini. Hetta sama liggur í avmarkaðu støddini á verkunum, sum gevur varhugan av einum eyðmjúkum listafólki við stórari umsorgan fyri sínum umhvørvi. Sjálvt um talan er um eina stóra framsýning við nógvum verkum, kunnu vit neyvan tosa um stórar armrørslur í hesum sambandi, tí verkini eru so smá í vavi, men tey eru lutvíst meira málandi í støðum enn vit hava upplivað higartil og tað er gott, tí Silja Strøm er eisini ein framúrskarandi málari, umframt at hon er ástøðiliga væl grundað sum samtíðarlistafólk. Á framsýningini verður høvið at lesa onkrar av hennara listarligu hugsanum, tær eru festar á blað á litað pappír, sum áskoðarin eisini sleppur at taka við heim, hervið er sosiala hugsanin førd heilt út í tað idealistiska, at øll áhugað ókeypis sleppa at taka ein part av framsýningini við heim. Framsýningin THE PEOPLE AND THE THINGS verður at síggja í Steinprenti fram til 17.januar í 2016.

 

BØKUR BØKUR BØKUR

 

Hetta vikuskiftið verður Norðurlandahúsið karmur um stórt alment tiltak við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar  – alt við støði í skrivaða orðinum. Leygardagin bjóðar Sif Gunnarsdóttir vælkomin klokkan eitt og longu eitt korter seinni verður avdúkað hvør er vinnarin av skaldsøgukappingini hjá Bókhandlarafelagnum.

Umframt signeringar og bókavinningar verða ymisk áhugaverd kjak. Bergur Djurhuus Hansen er vertur klokkan tvey leygardagin, tá Sólrun Michelsen, Pia Juul og Niviaq Korneliussen fara at práta um norðurlendskar bókmentir. Klokkan trý sama dag fer Vónbjørt Vang at tosa við yrkjaran, Pia Juul og klokkan fimm eitur evnið Postkolonialisma við høvundunum: Jón Yngvi Jóhannsson, Thórarinn Leifsson, Niviaq Korneliussen, Carl Jóhan Jensen og Sissal Kampmann. Upplestur verður við fleiri føroyskum høvundum, t.d. fara Daniella Andreasen, Carl Jóhan Jensen, Kim Simonsen og Sámal Soll at lesa upp. Sunnudagin verða somuleiðis føroysk verk á skránni, Anna Malan Jógvansdóttir, Arnbjørn Ó Dalsgarð, Sissal Kampmann og Oddfríður M.Rasmussen fara at lesa upp, samrøða verður við Carl Jóhan Jensen og klokkan fýra fara Turið Sigurðardóttir, Thórarinn Leifsson og Elin á Rógvu at viðgera barnabókmentir. Okkurt er eisini til børnini, tí partur av húsinum verður innrættaður til tey við søgum, spølum og øðrum stuttleika, Jensina Olsen og Janus á Húsagarði tekna o.a. saman við børninum. Skrá yvir tiltakið við tíðum o.a. er at finna á heimasíðu Norðurlandahúsins.

http://www.nlh.fo/

Annika Hoydal 70

 

Vit kenna hana øll, kanska uttan at vera heilt greið yvir tað, tí tað er hon, sum gjørdi lagið til Alduna sum bróðurin Gunnar Hoydal skrivaði tekstin til, og Alduna kenna vit øll, ung sum gomul, tí sangurin er ein væl dámdur og nógv brúktur felagssangur og føroysk fólkaogna, vit elska at syngja , “tak í meg, tak í mín iva, nem við meg, nert ikki við”.

Eg veit ikki um eg var tvey ella trý, men eg sat í øllum førum uppi í barnavogninum ella stólinum, sum systir mín, ið tá var í tannáringaaldri, fór stríðandi við gjøgnum býin, og tað var ikki bara almindiliga strævið hjá henni, tí hvørja ferð, vit møttu onkrum, tók eg dik á meg at framføra ein sang, og sum um henda ótálmaða, barnsliga sjálvgleðin ikki var nóg pínlig í sær sjálvum, so var tað freki sangurin um Lisu, sum ongantíð sigur nei, sum hetta lítla frambar úr barnavogninum. Og jú meira tey húsjaðu og rodnaðu, tess mælskari sang eg: “Nei, oys Kaj, nei tavadenn, hon sigur nei, nei, nei, nei..”. Sangurin er frá 1970, eg man hava lært meg hann av útvarpinum, tó eg ivist í um hann var serliga ofta spældur har, men tey vaksnu munu hava murrað sangin, og eg havi upptikið hann við barnsins eyðkenda áhuga fyri tí óskikkiliga.

Í dag fyllir Annika Hoydal sjeyti og tað er orsøkin til, at eg í morgun havi googlað “Lisa eitur genta mín, hon sigur nei nei nei nei”. Eg fekk bara fatur á “Sára eitur genta mín, hon er av Selatrað”, og tað er nokk so typiskt føroyskt og hampiligt og kanska nakað av tí sama, sum kabarettirnar í sjeytiárunum og seinni eisini Harkaliðið við Anniku Hoydal á odda gjørdu upp við. Kanska var mentanarskelkurin so stórur tá, at tað enn er hendan leiklutin, sum Annika Hoydal er mest og breiðast kend fyri í Føroyum. Sum kjaftabreið og frek kabarettsangarinna, ið persónligger ta frígjørdu og harvið eisini vulgeru kvinnuna við dirvi til at seta seg upp móti allari frelstheit.

Hon er annars útbúgvin sjónleikari. Tann fyrsti kvinnuligi útbúni sjónleikarin í Føroyum, sum í sínari starvsleið serliga hevur satsað uppá eksperimentalteater og føroyska mentanarmiðlan. Hon hevði ein týdningarmiklan leilut í leikinum Tóm Rúm hjá Marjuni Syderbø Kjelnæs, sum Eyðun Johannesen leikstjórnaði herfyri og tað var júst hjá Eyðuni á einum skeiði, at sjónleikaráhugin byrjaði. Annika Hoydal er eisini tónaskald, og tað er ikki tí, at eg haldi, at tann eini leikluturin er týdningarmiklari enn hin, men eg havi varhugan av, at Annika Hoydal ikki enn er viðurkend sum seriøst føroyskt tónaskald, eg veit ikki um tað er orsakað av, at hon er ein kvinna, sum er kend fyri kabarett og vísusang. Vist er hon viðurkend av fólkinum, tað uppliva vit á undirtøkuni, tá hennara sangir verða sungnir, og tá hon saman við bólki sínum, Jógvan Dahl, Kaj Johannesen og Eyðuni Mohr Hansen framføra eitt nú á G! Festivalinum ella aðrastaðni. Men sjálvt um hon ikki spælir nakað ljóðføri ella dugir nótar, so er Annika Hoydal tónaskaldið handan framúrskarandi sangir sum: Aldan, Dropin, Steinstólpan, Hulduríma, Mítt minsta land, Gráu frensarnir, Stjerner mine venner, Ein drongur gekk í haganum, Snigilin, Morgun, Maðurin sum gekk móti ljósinum fyri bara at nevna onkrar góðar. Lívið dýra undur eitur síðsta lagið á hennara nýggju plátu, Endurljós. Annika Hoydal er full av takksemi fyri lívið, men vit eru eisini takksom fyri sangirnar, fyri sjónleikin, fyri sangin og fyri stóra innsats hennara higartil.

Takk fyri, Annika og hjartaliga til lukku.

 

KP

THE PEOPLE AND THE THINGS

Framsýning hjá Silju Strøm í Steinprent

Hon er at síggja til lívlig, kát og litrík; framsýningin THE PEOPLE AND THE THINGS, sum letur upp í gallarínum hjá Steinprent fríggjadagin 20.nov kl. 16-18. Hetta er ein framsýning, sum granskar øll brigdi av viðurskiftunum millum menniskju, ting og umhvørvi – millum kronologi og samanhang – millum ítøkiliga og óítøkiliga rúmið hjá menniskjum, tingum og listaverkum. Verkini fevna um bæði abstraktión og figuratión og fyrihalda seg til listarligar grundspurningar um mimetiska, myndaliga umboðan. Listakvinnan er sera tilvitað um myndatulking og ta ávirkan og samspæl, sum hendir, tá myndir og tekstir verða sett saman við øðrum myndum ella teksti. Eitt ting kann hava ymiskan týdning alt eftir hvørjum umhvørvi tað er í. Endurtøkur mynda eitt mynstur, ið økir um upplivingarmøguleikarnar av hvørjum einstøkum verki á framsýningum.

THE PEOPLE AND THE THINGS fevnir um málningar, keramikk og tekst í støðugari interaktión. Silja Strøm hevur tikið lut á fleiri bólkaframsýningum í Norðurlandahúsinum, Listasavninum og í Steinprenti, men fýra ár eru síðan hennara seinastu serframsýning í Føroyum. Listakvinnan fekk í februar tillutaðar 6 mánaðar starvsløn frá Mentanargrunninum og tað kundi sæð út sum hevur hetta verið ein góð íløga, tí nýggja framsýningin ýður av íblástri, nýggjum hugskotum og listarligum yvirskoti. Silja Strøm er ung listakvinna, hon er fødd í 1987, men av tí, at hon er sera dugnalig og miðvís er hon longu rættiliga roynd og virðislønt fleiri ferðir. Hon er úr Vestmanna og hevur útbúgving frá akademinum í Glasgow, og í 2010 fekk hon Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Í 2012 fekk hon Virðisløn til ungt listafólk frá Mentamálaráðnum, Í 2013 myndaði hon Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum saman við Steinunn Thórarinsdóttir og í fjør var tað hon, sum gjørdi árligu gávuprentini til limir í grafikkfelagnum Steinbrá. Hon hevur myndprýtt fleiri bøkur, m.a. stuttsøgusavnið hjá Hanusi Kamban, Gullgentan, sum varð innstillað til norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2012.

Grundleggjandi snýr framsýningin seg um sambond millum fólk og teirra umhvørvi psykologiskt, sosialt og hvat, ið ávirkar hesi sambondini. Her eru myndir av menniskjum, sum ikki interagera, sjálvt um tey eru í sama rúmi. Sosialt tykjast persónarnir fongdir av ógvisligum smædni, har er okkurt beinleiðis klombrut yvir samspælinum, sum minnir eitt sindur um viðurskiftini millum persónarnar í áhugaverdu myndunum hjá stóra italska meistaranum Giotto í byrjandi renesansutíðini, t.d. í myndini, har foreldur Mariu, Anna og Joakim kyssast við eitt gylt portur. Staðfestast kann, at kærleikin millum menniskju ikki er uttan trupulleikar og tað man vera galdandi fyri bæði 14.og 21.øld. Tað sosiala hevur yvirhøvur stóran týdning fyri Silju Strøm og tá hugsi eg ikki bara um innihaldið í hennara verkum. Tað, at hennara verk í stóran mun eru gjørd burtur úr burturkasti er eisini í sær sjálvum ein ideologisk yvirlýsing, sum fyriheldur seg til umhvørvisverndarligar hugsanir, og sum kanska eisini viðmerkir forbrúkarahugburðin í samtíðini. Hetta sama liggur í avmarkaðu støddini á verkunum, sum gevur varhugan av einum eyðmjúkum listafólki við stórari umsorgan fyri sínum umhvørvi. Sjálvt um talan er um eina stóra framsýning við nógvum verkum, kunnu vit neyvan tosa um stórar armrørslur í hesum sambandi, tí verkini eru so smá í vavi, men tey eru lutvíst meira málandi í støðum enn vit hava upplivað higartil og tað er gott, tí Silja Strøm er eisini ein framúrskarandi málari, umframt at hon er ástøðiliga væl grundað sum samtíðarlistafólk. Á framsýningini verður høvið at lesa onkrar av hennara listarligu hugsanum, tær eru festar á blað á litað pappír, sum áskoðarin eisini sleppur at taka við heim, hervið er sosiala hugsanin førd heilt út í tað idealistiska, at øll áhugað ókeypis sleppa at taka ein part av framsýningini við heim. Framsýningin THE PEOPLE AND THE THINGS verður at síggja í Steinprenti fram til 17.januar í 2016.

Kinna Poulsen

MYNSTUR

Hóskvøldið 22.oktober klokkan 19.30 læt ein áhugaverd framsýning upp í Steinprenti við heitinum MYNSTUR / SVART. Hon er myndað av eini røð av svarthvítum tekningum á pappír, sum danski listamaðurin Jonas Hvid Søndergaard hevur arbeitt við seinastu árini. Jonas Hvid Søndergaard er føddur í 1977 og í 2005 var hann liðugt útbúgvin á Kongaliga Danska Kunstakademinum. Hann hevur síðan havt fleiri serframsýningar og hevur somuleiðis kuraterað framsýningar og luttikið á felagsframsýningum, hann er uppihavsmaður til hugskotið um framsýningina Grafisk Sambond, sum er at síggja í Norðurlandahúsinum. Tað eru 10 ár síðani, at Jonas Hvid Søndergaard byrjaði at samstarva við Steinprent, hetta er hansara fyrsta serframsýning har.

Pappírsverkini á framsýningini eru lutfalsliga stór, merkt av stórari orku og eini serligari upprunakendari megi, tað er sum tala tey beinleiðis til áskoðaran, sum verður tikin av fótum av teirra um somu tíð sterka og einfalda brá. Samanborið við teir meira litríku og kompleksu málningarnar hjá sama listamanni, tykjast hesar pappírsmyndirnar meira upprunaligar og skornar inn á bein, men samstundis eru tær ómetaliga vakrar við neyvt teknaðum, stundum regluligum og stundum óregluligum mynstrum, sum eru teknað við tekniblýanti.

Mynstur eru heilt grundleggjandi í myndunum hjá Jonas Hvid Søndergaard og hava verið tað leingi, men frá at vera fagurfrøðiliga og dekorativt grundað, eru mynstrini nú eisini farin at sipa til onkran innihaldsligan, symbolskan týdning. Í fleiri ár hevur Jonas Hvid Søndergaard verið áhugaður í leiklutinum, sum mynstur og geometri hava í náttúruni og hvussu menniskju gjøgnum mong ættarlið og mentanir hava miðsavnað seg um ávís symbol. Listamaðurin er áhugaður í hvussu og hví okkara forfedrar brúktu symbol, hvat tey vóru brúkt til og hvat tey symbolisera. Hann hevur granskað ymisk symbol, sum hann hevur funnið alla møguliga staðni - eisini í Føroyum. Nøkur symbol eru griksk, onnur norðurlendsk, eitt av symbolunum hevur listamaðurin sæð sum tatovering á økslini hjá íslendsku Bjørk, eitt annað stendur á einum steini, sum hann hevur sæð í Gotlandi. Hesi vøkru, men eitt sindur lidnu og læstu symbolini standa í týðiligum mótsetningi til ta spontanu strikuna og opinleikan í teimum mest áhugaverdu verkunum á framsýningini, her er tað næstan sum um, at litblýanturin arbeiðir púra frítt uttan, at nakar stýrir honum.

 

Tekningin er ein listarlig grundstøða, sum ofta verður brúkt, tá hugskot skulu skitserast. Tekningin hevur eitt spontant brá av onkrum, sum er her og nú og sum ikki skal hava nakað verandi virði. Samstundis er tekningin ta elsta listarliga úttrykkið í okkara listasøgu, holumálningarnir vóru í veruleikanum tekningar, sum vóru strikaðar á holuveggir, tí tað kendist neyðugt hjá tátíðar menniskjanum at lýsa sína tilveru í tekningum. Máttmiklu kaleidoskupisku, abstraktu myndirnar hjá Jonas Hvid Søndergaard hava sama lívsneyðuga dám. Eitt afturvendandi mynstur er snyrilin, tann endaleyst snúrandi orkumikla strikan, sum vit kenna frá mentanarsøguni langt aftur í forna tíð og sum endurspeglar ta ævigu tilveruligu ringrásina. Tað ýðir somuleiðis av sirklum, tríkantum, sekskantum, ovalum og samansettum mynstrum í myndunum og summastaðni renna strikurnar saman til ójavnar, vakrar vatnlitakendar laveringar. Tessvegna breiða tekningarnar seg á flatuni eitt sindur á sama hátt sum málarí og her hevur sjálv grundtvístøðan millum ljós og myrkur stóran týdning. Framsýningin MYNSTUR / SVART er opin í Steinprenti inntil 14.november.

Kinna Poulsen