Rópandi tómleiki

Føroyskir dokumentarfilmar um listafólk eru ikki gerandiskostur, men ein stórhending, tá teir koma. Tíverri eru teir ikki altíð líka væl eydnaðir.

Filmurin við religiøst klingandi, og ikki sørt patetiska heitinum “Hann rópar á meg” varð frumsýndur í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum 15. oktober og tað var við miklum spenningi, at eg setti meg at hyggja. Tílíkir filmar hava serstakliga stóran týdning og áhuga - ikki minst hjá okkum, sum fáast við mentanarmiðlan, og bæði Ivan Niclasen, sum legði til rættis og Hans Petur Hansen, sum tók upp og klipti, eru dugnaligir menn, so eg hevði alla orsøk til at gleða meg. Tað vísir seg lukkutíð at vera málningurin, sum rópar á listamannin, og ikki Gud ella deyðin, sum mann kundi trúð, men tíverri er tað ikki málningurin, sum er í miðdeplinum í filminum.

Realitysjónvarp

Eg fekk rættiliga skjótt varhugan av, at mær ikki fór at dáma filmin. Aftaná ein lítlan prolog, har listamaðurin málar við vatnlitum í Bø afturvið ljómandi tónleiki og náttúrumyndum, koma vit til tað, sum filmurin miðsavnar seg um, tá listamaðurin fer í køliskápi eftir teirri fyrstu gullølini,. – Á nei! hugsi eg, far ikki handan veg! Men sama ger hvat undirritaða físir og mótmælir framman fyri sjónvarpið, so er og verður hetta ein filmur um rúsdrekkamisnýtslu og tær avleiðingar, hon hevur fyri heilsuna, og tá so listamaðurin verður filmaður, meðan hann tekur tablettir og skolar niður við gulløl, fái eg ilt fyri hjartað, tí tað minnir um realitysjónvarp við lægsta felagsnevnara. – Hatta er botnerligt, halda summi, romantiskt sveimandi í ímyndini um, at elendigheit er erligari enn stuttleiki og at vesalig listafólk eru meira listafólk enn tey, sum hava tað gott og klára seg væl. Tað passar ikki, Tórbjørn Olsen er ein óluksáliga stuttligur maður og tey góðu av hansara verkum vísa greidliga hvussu væl fyri hann er intellektuelt. Vit vita av, at eitt og hvørt portrett er eitt slag av pallseting, har leikstjórin avger júst hvat tað er, vit skulu síggja. Og hvat eg og tú gjøgnum lívið kunnu hava uppbygt okkum av æðraknútum, gylliniæðr og feittlivrum er altso ikki serliga áhugavert. Tað eru ikki lívsstílssjúkur, sum gera Tórbjørn Olsen til ein persón, sum almenningurin hevur áhuga fyri, tað er listin.

Listin undirskipað

Tí er tað ordiliga keðiligt, at listin í filminum verður viðgjørd sum eitt undirskipað evni. Tá vit endiliga sleppa at síggja eitt av høvuðsverkunum hjá Torbirni Olsen, altartalvuna í Haldarsvík, gerst tónleikurin so ræðuliga syrgiligur, at tað nærkast tí ófrívilliga komiska. Tað kennist beinleiðis vælgerandi, tá tað verður klipt til fína filmin hjá Øssuri Wintereig til ta herligu veitsluna í atelierinum hjá Tórbirni, tá hann málaði framúrskarandi myndirnar til altartalvuna í kirkjuni í Øster Skerninge afturvið svingandi tónum frá Jesus Christ Superstar. Tað vóru fyrst og fremst listafólk, sum stóðu model, bróður Tórbjørn, tann geniali grafikarin, Marius var Jesus, sum hann plagar.

Framúrskarandi portrettmálari

Á sama hátt sum ein annar stórur føroyskur koloristur, Ruth Smith, krevur Tórbjørn Olsen at hava myndevnið framman fyri sær, meðan hann málar. Tá hann so hevur livandi modellir framman fyri sær, hendir beinanvegin ein rúgva í málningunum, eisini ymiskt, sum liggur langt uttan fyri eina realistiska, mimetiska lýsing. Hann hevur málað fleiri altartalvur í Danmark og í Føroyum og í hesum sambandi hevur hann fingið ymisk vinfólk at standa fyri sær í teimum ymisku bíbilsku leiklutunum, meðan hann málar. Í altartalvuni í Haldarsvík síggjast sostatt fleiri kend andlit millum lærusveinarnar, m.a. Hanus G.Johansen, Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen, Amariel Norðoy, Bárður Jákupsson, Árni Dahl, Jóanes Nielsen, Tóroddur Poulsen osfr. Tórbjørn Olsen hevur virðing fyri teirri stóru uppgávu, sum tað er at mála altartalvur og setur seg fyrst væl inn í viðkomandi bíbliutekst, sum hann síðani tulkar myndaliga við kenslubornum lýsingum og bjartlittum mótlitum. Sum portrettmálari er Tórbjørn Olsen ein tann besti í Norðurlondum. Honum tørvar bert fáar strikur, so hevur hann fangað yvirbráið á einum menniskja. Men hann er ikki nøgdur við tað ytra tilvildarliga, hann vil longur inn í sinnið og persónligheitina hjá tí portretteraða. Á henda hátt hevur hann málað nakrar av teimum bestu portrettmyndunum, eg havi sæð. Portrettmyndin, Bohemurin av Hera Smith er fullkomiliga makaleys, dynamisk við futti í, har áskoðarin fær frænir av sjálvari sinnistøðuni, sum portretteraði maðurin er í og tað sama má sigast um ljósu og lívligu portrettmyndina av Eyðuni Johannesen, leikstjóra, sum somuleiðis er ómetaliga væl rakt í mun til bragdligu og vitbornu persónligheitina. Sami neyvleiki og myndaliga yvirskotið sæst í mongum øðrum portrettmyndum, t.d. av Janusi Kamban, William Heinesen, Rosu av Rógvu og í teimum mongu sjálvsmyndunum ikki minst.

Spell

Listin hjá Tórbirni Olsen er so ómetaliga áhugaverd og tí er tað spell, at nýggi dokumentarurin snýr seg so lutfalsliga lítið um hana. Partar av sendingini eru góðir, serliga tá listamaðurin tosar um sínar hugsanir og arbeiðshátt, og myndirnar eru góðar, serliga tær av málaranum í myrkri og í skýming og í kirkjuni í Haldarsvík, men sjónarhornið snýr seg altso ov lítið um list. Kanska kundi ein ráðgevi verið nýttur, t.d. Bárður Jákupsson, sum skrivaði bókaverk um Tórbjørn, sum kom út á danska forlagnum Atlantia í 2007. Samanberingar við aðrar filmar kunnu tykjast órímiligar, men tað sýnist nærliggjandi eisini við tað, at fleiri klipp eru úr eldri sendingum og filmum í hesum portrettinum av Tórbirni, Atlantic Rhapsody hjá Katrini Ottarsdóttir, Líðing á lørifti hjá Øssuri Winthereig, Basalt hjá Ingun í Skrivarastovu umframt Svartur Sannleiki, sum Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen gjørdu. Eg haldi, at tað er sigandi, at tá eg hugsi um filmin Svartur sannleiki um Ingálv av Reyni, síggi eg fantastiska list fyri mær, meðan eg hugsi um livurtøl og tablettir, tá eg hugsi um filmin um Tórbjørn Olsen, og tað er stórt spell, tá mann hugsar um listarliga potentialið hjá einum av okkara bestu samtíðarmálarum.



Ein tónleikalig tøkk til lívið

 

Hon er fjálg og full av takksemi, nýggja tónleikaútgávan hjá Anniku Hoydal sum verður givin út á fløgu og á vinyl í sambandi við 70 ára føðingardag hennara 19. november, men sum eisini er hugsað sum ein jubileumsútgáva, nú fimti ár eru liðin síðan Annika Hoydal byrjaði tónleikaligu leið sína.

Heitið á nýggju plátuni hjá Anniku Hoydal, Endurljós avdúkar, at talan er um eina tónleikaútgávu, ið onkursvegna er afturskoðandi ella endurskoðandi. Men at talan í nøkrum førum er um nýggjar versiónir av eldri sangum ella at upphavskvinnan og sangarinnan er um hálvfjers ára gomul, ger ikki plátuna hvørki keðiliga ella dustmikla, sum ummælararnir í Kvørnini róðu framundir. Sangirnir eru hugtakandi, bæði teir gomlu og ikki minst teir nýggju. Annika Hoydal syngur væl og plátan tykist bæði frísk, dynamisk og fjálg við eini yvirvág av akustiskum ljóðførum.

Orðini og tónarnir

Fyrsti sangur á plátuni er Mítt minsta land, ein føroysk versión av Mit eget land, sum verður tulkað væl meira dramatiskt enn á donsku plátuni og tað er gott, tí tað leggur yrkingin upp til. Og tað er sjálvt sambandið millum orðini og tónarnar, sum er í fokus á hesari útgávuni. Talan er um tónleikaligar tulkingar av teksti, í einum sangi sum Morgun hoyra vit hvussu væl tað liggur fyri hjá Anniku Hoydal at komponera eitt lag, sum samsvarar við yrkingina. Lagið hevur júst sama opna dámin sum vakra yrkingin um tann ljómandi, ósmittaða morgunin. Vísurnar um kroppin, dreymin og gráu frensarnar hava allar eitt ávíst afturlítandi brá, herligar hugleiðingar um byrjandi kynshug, forelskilsi og dans í sjónleikarhúsinum við bygdaballsligum trummum og gittarljómi á la Mark Knopler. Onnur síða á plátuni byrjar við kenda sanginum Aldan og síðan kemur Tíðin, sum er ein vakur suðuramerikanskt klingandi sangur um abstrakta fyribrigdið tíð og kensluna at vera aftaná. Sangurin Játtilsi er tann einasti á útgávuni, sum eg ikki eri beinleiðis fegin um, tíverri er hann av óvissum orsøkum júst tann sangurin, sum Kringvarpið hevur valt at vera fyrsta lagið av útgávuni, ið skuldi spælast og umrøðast í Nálareyganum í Kvørnini í útvarpinum. Ummælararnir tosaðu einamest um aldurin á damuni, sum fyllir 70 hósdagin og tað er spell, tí Endurljós er ikki ein gomulslig útgáva. Vísan Játtilsi er enn líka stuttlig sum hon var í donsku versiónini frá 1980 um ta stóru syndarinnuna og drankaran, sum verður móttikin við gleði av Losjuni, ið sendir hana út at vitna um allar sínar syndir, sum bara vaksa, orsakað av stóra tørvinum frá samkomuni at hoyra óskikkiligheitir lýstar í æsir. Tónleikaligi búnin, sum ein partur av hesari vísuni er ílætin, ber brá av fýrsararokki. Eg skilji hugskotið at gera tað eitt sindur vilt júst har, men eg haldi ikki ordiliga tað riggar, tí tað fær ein at hugsa um fýrsini. Hinir báðir sangirnir Snigil og Maðurin sum gekk móti ljósinum eru hinvegin meistaraligir á allan hátt, og ikki minst í mátanum, teir eru framleiddir. Fyrrnevndi er ein yndislig ballada um ómøguligt frælsi og síðstnevndi, Maðurin sum gekk móti ljósinum er eitt eydnuríkt heiðurskvæði um serstaka eygleiðaran og sjálvlærda granskaran, Jørgen M. Olsen, sum í 30 ár eygleiddi sild og atburð hennara, hann skrivaði eina bók um hetta, sum í 1983 fekk M.A.J Bókmentavirðisløn fyri yrkisbókmentir.

Samanhangandi

Endurljós er ein sjáldsama samanhangandi útgáva frá innast til uttast. Vinylplátan er tung og rómahvít. Á innarhúsanum og inni í plátuhúsanum eru allir tekstirnir prentaðir á føroyskum og á donskum. Húsin er havbláur við einum fabulerandi prenti hjá Steffan Herrik av tara og av havsins verum, ið samsvarar væl við innihaldið. Fleiri av løgunum nerta innihaldsliga við sjógv og við havsins lív, t.d. Aldan. Vit kenna hendan sangin út og inn og  niðurlagið duga tey flestu uttanat, ung sum gomul. Til veitsluhøvi man aldan vera ein av teimum best dámdu. Aldan er fólkaogn og eg haldi, at henda nýggja heldur seigari versiónin riggar sera væl til tekstin, sum Gunnar Hoydal skrivaði. Gunnar hevur skrivað og týtt allar sangirnar á fløguni uttan ein og Annika hevur gjørt øll løgini. Tónleikaliga er talan um eina rættiliga fjølbroytta útgávu, ið fevnir um fólkatónleik, kabarettkendan vísusang og jazz við rokk-, tango- og salsaelementum og latínamerikonskum rútmum umframt eina einstaka væl eydnaða contemporary útseting hjá Sunleif Rasmussen, ið tulkar Lívið! Dýra undur hjá Karsten Hoydal við lag eftir Anniku Hoydal.

Verðinstónleikur

Í summum er plátan í sínum fjølbroytni næstan verðinstónleiki og nógvu tónleikararnir og ljóðførini geva útgávuni veitslukent brá av at vera ein fagnaðarútgáva. Annika Hoydal fagnar lívinum, og samstundis er tað næstan sum um, at tónleikararnir fagna henni og takka fyri hennara framúrskarandi sangir. Umframt teir góðu tónleikararnar: t.e. Kim Hansen, Jógvan Dahl, Eyðun Mohr Hansen, Leivur Thomsen, Tóri Restorff Jacobsen, Michala Petri, Odd Arne Halaas, Daniel Cassidy, Jose Toral, José Louis Molina, Bjarke Falgren, Lars Krarup, er tað ikki minst Kaj Johannesen og Jón Mc Birnie fyri at takka, at henda útgávan er vorðin so væl eydnað sum hon er. Teir hava staðið fyri upptøkunum í Studio Blochog tað hava teir gjørt við eini einastandandi virðing og fatan av tekstum og løgum. Annika Hoydal kann vera nøgd við sína tónleikaligu tøkk til lívið, útgávan gevur okkum høvi til at svara aftur og takka hjartaliga fyri útgávuna og yvirhøvur allar teir mongu fínu sangirnir, sum Annika Hoydal hevur gjørt og sum eg haldi eiga at plasera hana sum upplagt boð til eina mentanarvirðisløn. Vit gleða okkum til konsertina, sum verður í Norðurlandahúsinum 22.nov klokkan 17. Konsertir vera eisini frí 20. nov. kl.20:00 í Tøting og ley 21. nov. kl.22:00 í Spaniastovu.

21 filmar kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina

 

Mikudagin 11. november á midnátt var frestin úti at boða frá luttøku til Filmskvøldið, sum verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 11. desember.

Inn komu fráboðanir um 21 føroyskar stuttfilmar, sum í ár fara at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina. “Tað er gleðiligt at síggja, at talan er um ein vøkstur í mun til í fjør, tá ið 16 filmar komu inn”, sigur Birgir Kruse, formaður í filmsnevndini. Eisini er vert at nevna, at fleiri nýggj nøvn at síggja á listanum yvir filmsframleiðarar. Kravið til ein stuttfilm er, at hann ikki eru longri enn 30 minuttir. Ein stuttfilmur kann vera spælifilmur, listafilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur. Filmsnevndin sigur, at trý metingarvirðir verða brúkt í dømingini, og tey eru: søga, filmisk frásøgusnildi og handverk.

Tað er Tryggingarfelagið Føroyar, ið letur Geytavirðislønina á 25.000 krónur, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og David Geyti hava gjørt. Tórshavnar kommuna letur Áskoðaravirðislønina á 15.000 krónur. Í hesum føri er tað møtti áskoðarin til Filmskvøldið í Norðurlandahúsinum, sum sleppur at velja sín yndisfilm. Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen, Marjun Niclasen og útlendski nevndarlimurin hesaferð er Petri Kemppinen, stjóri í Nordisk film og tv fond.

Til ber at keypa atgongumerkir á www.nlh.fo

Ókeypis á Listasavnið

Sum nakað nýtt bjóðar Listasavn Føroya í ár øllum vitjandi ÓKEYPIS inn á savnið vetrarmánaðirnar november, desember, januar og februar. 

Listasavnið heldur til í náttúruvøkrum umhvørvi í viðarlundini í Havn, og framman fyri savnsbygningin standa fleiri standmyndir. Savnið er býtt upp í tveir partar. Í tí eldra partinum eru skiftandi framsýningar við verkum hjá bæði føroyskum og útlendskum listafólkum, og í tí yngra partinum er tann fasta framsýningin við einum breiðum úrvali av føroyskari list. 

Í forhøllini, sum er millum báðar partarnar, er kaffistova. Listasavnið hevur eisini eitt fjølbroytt úrval av postkortum, plakatum og listabókum. 

Rundvísingar fyri bólkar kunnu bíleggjast á tlf. 313579 ella á info@art.fo

Upplatingartíðir um veturin (1. sept. – 30. apríl) tý - sun kl. 13-16 (mánadag ikki opið)

Savnið er ikki opið hesar dagar: 24., 25., 26. og 31. desember og 1. januar.

Gandakendar løtur við grafikki

 

Tá listaframsýningin Grafisk Sambond læt upp í Norðurlandahúsinum leygardagin 24.oktober klokkan 15, var tað hámarkið í einari drúgvari tilgongd, sum hevur vart í fleiri ár og sum hevur fevnt um fleiri framsýningar. Nú eru listaverkini vend heimaftur til útgangsstøði, til Havnar, har sum tey komu til verðina.

Grafisk Sambond er nógv tann størsta verkætlanin, sum Steinprent hevur fyriskipað og tikið lut í og á grafiska verkstaðnum á Skálatrøð gleða tey seg til, at framsýningin verður at síggja í Norðurlandahúsinum. Talan er um grafisk verk, sum eru gjørd til høvið á verkstaðnum í Steinprenti. Her eru gróðrarmikil listarlig sambond knýtt millum Føroyar og norðurlond. Eftir hugskoti frá listamanninum Jonas Hvid Søndergaard fór Steinprent undir stóru verkætlanina, sum í fyrsta umfari fevnir um nøkur av navnframastu donsku samtíðarlistafólkunum. Seinni er ætlanin eisini at fáa aðrar norðurlendingar til Føroya at gera prent. 

Euforiska løtan

Framsýningin verður ógvuliga fjølbroytt, tí tey luttakandi listafólkini eru sera ymisk og hoyra eitt nú til fleiri ættarlið. Summi teirra eru royndir grafikarar, meðan tað fyri onnur er fyrstu ferð, tey fáast við steinprent. Øll eru viðurkend listafólk og fleiri teirra verða við til upplatingina. Væntandi verður øll vikan áðrenn framsýningina ávirkað av hesum. Yvirritaða kom uppí verkætlanina, tá hon var byrjað, men eg má siga, at tað hevur verið áhugavert at eygleiða dugnaligu listafólkini, meðan verkini eru blivin til. Ofta hava tey arbeitt í vikuskiftum við og til út á náttina, og tá hevur tað verið stuttligt at upplivað euforisku løtuna, tá ein mynd eydnast. Tað er nakað við litografiska tøkninum, sum gevur gandaðar løtur, óansæð hvussu væl fyrireikað listafólkini eru og tað hava tey verið. Tey ætla at tað skal síggja so og so út, men tað er ikki altíð, at tað verður júst sum tey ætla. Tað er tað løgna við steinprentstøkninum, at tað um somu tíð er einfalt og sera umstendiligt, men óansæð er tað ein týdningarmikil og ofta gloymd sannroynd, at steinprent er upprunalist og ikki reproduktión.

 

Mannagongdin

Tá listafólkini arbeiða við steinprent er tað alla vegin í gjøgnum ein original mannagongd. Summi av listafólkunum hava havt eina meira ella minni gjøgnumarbeidda skitsu við, meðan onnur bara hava eitt hugskot sum útgangsstøði. Áðrenn listafólkini byrja sítt arbeiði, er steinurin slípaður og gjørdur klárur at tekna ella mála á við fitikendum kriti ella tusj. Listafólkini mugu tekna á ein nýggjan stein fyri hvønn lit, sum skal prentast á steinprentið. Tá tekningin er liðug á steininum verður hann viðgjørdur á ein hátt so at feittevnið verður bundið í steinin. Ofta velur listafólkið at gera eitt royndarprent í fáum eintøkum, um listafólkið ikki er nøgt, kann prentið broytast. Í sjálvari mannagongdini eru ofta óvæntaðar hendingar, tá ein litur og eitt skap verður prentað oman á eitt annað, kemur kanska ein óvæntaður litur, sum gevur listafólkinum íblástur til at gera okkurt annað og meira við myndina. Samanumtikið er tað kanska júst hetta, sum hevur verið mest hugtakandi við allari hesari verkætlanini. At eygleiða eina mannagongd, sum er so mikið stýrd og professionel og samstundis so ótrúliga opin, sum hon er. Tá er løtan har og góð vakstrarlíkindi fyri framúrskarandi verkum.

 Nógv av verkunum á framsýningini Grafisk Sambond eru tílík væl eydnað verk. Til dømis tær tríggjar myndirnar hjá Svend-Allan Sørensen, sum eru sera ymiskar, men sum á sama hátt sum listamaðurin eru bygdasligar og sofistikeraðar í senn. Svend-Allan Sørensen er bygdamaður og elskar at vera í Føroyum. Hann skjýtur krákur í Havnardali, sum verða útstoppaðar til framsýningarinstallatiónir, og bæði tekstir og tónleikur hava stóran týdning í hansara verki, t.d. í myndini, har hann hevur skrivað við fingrunum á steinin eitt sitat frá Black Crow Blues hjá Townes Van Zandt, sum í staðin fyri at snúgva seg um Texas, snýr seg um Havnardal.  Tær báðar myndirnar av flogfarum hjá Andreas Schulenburg tykjast í fyrstu atløgu einfaldar og vakrar. Teir blái litirnir tykjast reinir og frískir, strikan er avrundað og hugnalig sum strikan hjá Hergé í Tintin heftunum.

Bjørn Nørgaard, Jonas Hvid Søndergaard, John Kørner, Zven Balslev, Julie Sass, Andreas Schulenburg, Peter Carlsen, Claus Carstensen, Svend-Allan Sørensen, Nils Erik Gjerdevik, Fie Norsker og Kathrine Ærtebjerg. 

Grafisk Sambond - Fernisering

Røða Grafisk Sambond Norðurlandahúsið 24.okt 2015

Vælkomin til Grafisk Sambond í Norðurlandahúsinum. Hesa løtuna hava vit glett okkum til. Av tí, at vit eru heppin at hava seks av framsýnandi listafólkunum til staðar her í dag, verður restin av røðuni á donskum.

Når denne udstilling åbner om lidt, er vi nået frem til et højdepunkt, som samtidig er afslutningen af et langt forløb, der omfatter flere udstillinger og tolv kunstneres ophold på Færøerne, hvor de har arbejdet i individuelle forløb på Færøernes Grafiske Værksted, Steinprent.

Det var vist Bjørn Nørgaard, der sagde om udstillingen, Grafiske Forbindelser, at den er en værre rodebutik, og det er den og sådan må det være på en udstilling, der er i den grad er baseret på kontakter og proces og på en gammel grafisk teknik, der kan afstedkomme helt frisk samtidskunst, det kan vi se bevist på denne udstilling.

De sidste par år har de fleste fremskrivninger og beregninger vist, at Færøerne har et stort problem mht. befolkningsvækst. Man forventer, at befolkningstallet, som i dag er på godt 49.000 vil blive gradvist mindre og at balancen mellem unge og ældre borgere vil tippe over således, at vi kommer til mangle aktive skatteborgere, der kan betale for plejen af de ældre og alt det andet, der skal betales. Vi kender alle det samme mønster fra hele Norden. De mest pessimistiske mener, at der er en reel fare for affolkning af landet. Selv er jeg ikke særlig pessimistisk af natur. Og så er jeg meget glad og stolt over mit land. Dertil har jeg en fornemmelse af, at freden og roen på Færøerne vil blive påskønnet i en stadig større grad i takt med, at vanvittige krige og hungersnød tvinger befolkninger på vandring med en deraf voksende nationalisme og generel fjendtlighed i Europa. Vi har fået en ny regering på Færøerne, måske vil den sørge for, at også vi får lov til at gøre vores del af hjælpearbejdet, også vi må tage imod flygtninge i det forhold, vi magter det. Og hvem ved, måske er en af dem kunstner.

Jeg tror på, at der er en reel chance for at vores unge vil vende hjem igen, når de er færdige med at uddanne sig, især hvis vi kan finde ud af at at forbedre samfundet på forskellige punkter. Men hvorfor indleder jeg med at tale om demografiske forhold i en åbningstale til en kunstudstilling. Jo, det handler nok om, at udstillingen tager udgangspunkt i nogle kulturelle forbindelser, der er vigtige også i forhold til Færøernes fremtid og ungdommens tilbagevenden her til landet. 

Grafiske Forbindelser er baseret på kontakter, der er indgået mellem danske kunstnere og Steinprent, mellem Nordens Hus på Færøerne og to danske museer, og de forbindelser har allerede resulteret i positive synergieffekter i det færøske samfund, hvor kunstnerne har opholdt sig, hvor de har arbejdet sammen med Jan Andersson og Fríða Matras Brekku. De positive effekter er ikke lette at definere og afgrænse. Men kunstnerne har givet interviews, deres billeder er blevet set af besøgende på værkstedet i Steinprent, hvor kunstnerne har mødtes med og talt med færøske kollegaer og sådan noget giver gensidig inspiration. har efter god færøsk skik talt en del om vejret og om kødet. Men vi har også talt om vinen og om poesien.

For mit eget vedkommende har Grafiske Forbindelser haft stor betydning på flere forskellige måder. Den udstilling, som jeg lavede med min afdøde fars fotografier var eksempelvis direkte inspireret af John Kørner, som brugte et par af dem som udgangspunkt i sin billedserie. Jeg har desuden fået lov til at interviewe kunstnerne og at følge processen med deres værker. Det er utrolig spændende at følge med i den litografiske proces og at opleve det særlige øjeblik, når et billede kommer ud af pressen den sidste gang og det så er et vellykket billede. Som gymnasielærer, har jeg også nydt godt af Grafiske Forbindelser. Jeg husker bl.a. en gang, hvor et valghold i billedkunst fik lov til at følge med i hvordan Svend Allan Sørensen arbejdede på værkstedet. Jeg prøvede at få eleverne til at spørge om noget, når nu kunstneren var til stede. En elev, som er en ivrig og habil tegner, bemærkede venligt, at Svend Allan var god til at tegne fugle, hvorpå han hurtigt replicerede at de fugle havde han da googlet, der var ingen grund til at give sig til at tegne fugle, når der nu var så mange af dem på nettet. – Så fik eleverne lært lidt om konceptkunst på den hårde måde.

Initiativet til Grafiske Forbindelser kom fra Jonas Hvid Søndergaard. Han er selv med på udstillingen, der i første omgang omfatter en række fremtrædende danske samtidskunstnere. Tanken er at fortsætte projektet, således, at udstillingen med de danske kunstneres litografier bliver den første i en række nordiske udstillinger med henholdsvis islandske, finske, svenske, norske, ålandske, grønlandske og færøske kunstnere. Ideen bag udstillingsprojektet, Grafiske forbindelser er at udforske litografiet og at udbrede kendskabet til mediets spændvidde og visuelle gennemslagskraft. I en periode har billedkunstnerne haft et arbejdsophold i Steinprent, hvor de har haft mulighed for at fordybe sig i stentrykket og afsøge dets muligheder. De udvalgte kunstnere spænder over flere generationer og vidt forskellige udtryk og det giver en varieret udstilling, der samlet set afspejler litografiets mangfoldighed.

Nogle af kunstnerne har hen ad vejen haft separatudstillinger i Steinprent, som har været anderledes i forhold til hvad vi er vant til at se. På Færøerne har vi næsten kun færøsk kunst. Eftersom færøsk kunst ikke er meget mere end hundrede år gammel, er det lidt begrænset, hvad man kan opleve af kunst. Det er problematisk, mener jeg og derfor har udstillingsprojekter som Grafiske Forbindelser stor betydning, at folk på Færøerne får lov til at opleve kunst med en lidt udvidet horisont.

Som projekt har Grafiske Forbindelser varet i mere end tre år, men de forbindelser, der er indgået, slutter ikke her; der er flere aktuelle projekter i gang. Jonas Hvid Søndergaard har en fin udstilling i Steinprents galleri og i næste uge skal John Kørner i gang med nogle nye værker, og Claus Carstensen debuterer snart som digter på færøsk; der udkommer snart et udvalg af hans digte på Mentunargrunnur Studentafelagsins med titlen Blindvunnir dagar – Blindhentede dage. Jeg er ikke i tvivl om, at også samarbejdet med de andre kunstnere i projektet vil fortsætte. Det gør de pga gensidig sympati og så er Steinprent et godt sted, der ud over at mønstre stor gæstfrihed formår at opretholde stor åbenhed over for de enkelte kunstneres idéer. I et interview med Claus Carstensen siger han, at Jan Andersson er meget åben for nye trykkemæssige muligheder, mens mange litografer er ret så traditionelle og holder fast ved de klassiske metoder.

Jeg takker for, at jeg fik lov til at være med og tak også til kunstnerne og til udstillingsstederne, til Nordens Hus, Inger Smærup Sørensen for god hjælp med det hele. Zven Balslev, Peter Carlsen, Claus Carstensen, Nils Erik Gjerdevik, Jonas Hvid Søndergaard, John Kørner, Fie Norsker, Bjørn Nørgaard, Julie Sass, Andreas Schulenburg, Svend-Allan Sørensen og Kathrine Ærtebjerg

 

 

 

 

 

Rúni Brattaberg syngur opera í Chicago

Rúni Brattaberg í leiklutinum "Hagen" úr "Götterdämmerung" eftir Ricard Wagner. Myndin er frá Metropolitan Opera í 2013

Føroysk listafólk framføra javnan kring allan heimin og eru sostatt okkara bestu ambassadørar. Operasangarin Rúni Brattaberg er ein teirra, og nú er hann farin til Chicago at syngja við Lyric Opera of Chicago, har hann hevur fingið ein av høvuðsleiklutunum í spildurnýggju operuni Bel Canto hjá Jimmy López. Operain er grundað á skaldsøguna við sama heiti, sum Ann Patchett skrivaði og sum varð útgivin í 2001. Eftir ætlanini verða sjey framførslur av Bel Canto, tær verða: 7., 10. og 12. desember 2015 og 5. 8. 13. og 17.januar. Bretski dirigenturin Sir Andrew Davis stjórnar. Rúni Brattaberg syngur bass, hann hevur fingið leiklutin sum russiski diplomaturin Victor Fyodorov og henda uppgávan ljóðar heldur avbjóðandi. Sambært sangaranum sjálvum hevur hann 39 djúp E, og 9 djúp Es í síni ariu. Chicago Lyric Opera er stór, har eru 4000 sitipláss, og alt gongur fyri seg uttan míkrofon. So er spurningurin bara um mann ikki skuldi farið ein svipp til Chicago... 

GRAFISK SAMBOND í Norðurlandahúsinum

Í dag 24.okt. klokkan fýra letur framsýningin GRAFISK SAMBOND upp í Norðurlandahúsinum. Grafisk sambond er ein forkunnug framsýning við dygdargóðari grafiskari list, sum er framleidd til høvið í Steinprenti í Havn av listafólkunum Bjørn Nørgaard, Jonas Hvid Søndergaard, John Kørner, Zven Balslev, Julie Sass, Andreas Schulenburg, Peter Carlsen, Claus Carstensen, Svend-Allan Sørensen, Nils Erik Gjerdevik, Fie Norsker og Kathrine Ærtebjerg. 

Steinprent hevur mong ár knýtt gróðrarmikil grafisk sambond millum Føroyar og Norðurlond. Grafisk Sambond er ein stór verkætlan, sum í fyrsta umfari fevnir um nøkur av navnframastu donsku samtíðarlistafólkunum, ið hava rannsakað steinprentið og leitað fram óuppdagaðar møguleikar við tøkninum. Listafólkini fevna um fleiri ættarlið og teirra list er sera ymisk og fjølbroytt. Tey hava arbeitt í eitt tíðarskeið í Steinprenti við prentum í stórari stødd. Summi teirra eru royndir grafikarar, meðan tað fyri onnur er fyrstu ferð, tey fáast við steinprent. Síðan steinprentið varð uppfunnið í 1796, hevur tað hugtikið fleiri ættarlið av listafólkum fram til í dag, ikki minst tí tað hevur givið teimum høvið at arbeiða nógv meira spontant enn innan fyri onnur eldri prenttøkni. Litografi er um somu tíð sera einfalt og ógvuliga komplekst tøkni, sum í fleiri ár hevur verið fyri stórari menning í Steinprenti. Grafisk Sambond er ein ferðaframsýning, sum hevur verið framsýnd í Hjørring og í Kastrupgaardsamlingen, umframt í Norðurlandahúsinum. Til framsýningina er framleitt eitt katalog á donskum við smærri tekstum um listafólkini og teirra verk. 

Góða, gamla (og listarliga viðkomandi) Heystframsýningin

 

Áhugin fyri samtíðarlist tykist stórur í Føroyum. Í øllum førum var tað ein ordans rúgva av fólki, ið møtti til upplatingina av Heystframsýningini leygardagin, sum aftur í ár markerar seg sum ein týdningarmikil framsýning, ið bæði fevnir um spillfeska list og beinleiðis anakronistisk innsløg.

Sjálvt um listaverkini tykjast væl eldri, er Heystframsýningin bara tíggju ár, tað var á heysti í 2005, at vit fyri fyrstu ferð sóu eina ídnaðarhøll á Skipasmiðjuni í Havn transformeraða til listahøll. Hesa ferð hava Brandur Patursson og Marius Olsen valt og disponerað listaverkini á fjølbroyttu framsýningini og tað hava teir gjørt væl. Framsýningin er ljós og innbjóðandi við bjartlittum verkum í stratetiskum støðum.

Tróndur Patursson

 Hanni og Silja

Miðskeiðis á gólvinum í høllini liggja nakrar glasklótur, ein teirra við ljósi innií, tað eru verk hjá Brandi Patursson, sum fyri kortum hevði eina øðrvísi og áhugaverda framsýning í Listahøllini, hon vísti hvussu nógvir møguleikar, høllin hevur at bjóða rúmligari list. Tey fimm verkini hjá Hanna Bjartalíð eru smá og konsentrerað, og litirnir eru bjartir og klárir spektrallitir. Hetta eru bygdar, samansettar  myndir, og myndevnini av skøltum og barnsligum verum eru eyðkend fyri listamannin. Á nýggja vegginum við inngongdina hongur ein fín, leysliga samansett myndainstallatión hjá Silju Strøm við blýantstekningum og vatnlitamyndum, sum eru bæði figurativar og nonfigurativar. Tær nonfigurativu myndirnar eru um somu tíð vakrar, dynamiskar og líkjast ikki ordiliga nøkrum, sum Silja Strøm hevur gjørt fyrr. Eg helt eina løtu, at tað var okkurt pappírsverk hjá Anker Mortensen inntil eg sá tær eyðkendu figurativu blýantstekningarnar við teirra fínu, neyvu striku við surrealistiskum brá, sum um somu tíð snúgva seg um sansaliga samveru og støðu einstaklingsins í einum ofta fremmandgjørdum umhvørvi.

Bjarne Werner Sørensen

Nestor

Zacharias Heinesen er elstur í Heystframsýningini, hann debuteraði fyri 54 árum síðani á Ólavsøkuframsýningini og summi halda, at hann nú átti at mála okkurt annað enn føroyskt landsløg og býarløg í impressionistiskum, koloristiskum myndunum, ið neyvt raka føroyska veðurlagið í sirmi og sól. Eg fegnist hinvegin um, at hesin dugnaligi málarin enn málar í full sving. Hansara málningar á Heystframsýningini eru góðir við einum heldur øðrvísi gyltum ljósi, sum fær meg at hugsa suður í heitari lond. Gulir og orange tónar hita teir kaldu bláu litflatarnar og tornið, ið sæst vinstrumegin í tveimum av myndunum, minnir um eitt minaret. Kanska er hetta ein framtíðarvisión av heimbýnum, tí í veruleikanum er myndevnið eitt útsýni oman gjøgnum Tórsgøtu og minaretið er í roynd og veru tornið av Havnar Kirkju, sum er eitt sindur toygt. Men myndevnini eru helst av minni týdningi, tað snýr seg um listarligar kompositiónir, ið eru settar saman við tí suverana ansinum fyri liti og skapi, sum Zacharias Heinesen hevur framum allar teir, sum herma eftir honum.

Óvæntað litaval

Málningarnar og vatnlitamyndirnar hjá Bárði Jákupsson líkjast sær sjálvum, tað eru rútmiskar, ekspressivar og dekorativar náttúruabstraktiónir, ið eru málaðar við gyltum jarðlitum. Í einari sera vakrari kompositión við tunnum, flótandi olivengrønum, gráum og bláum strokum helt eg meg síggja gullfarrar, menBárður Jákupsson er ikki tann einasti, hvørs litaval í summum førum kemur óvart á. Bæði Tróndur Patursson og Bjarne Werner Sørensen hava á framsýningini stór verk, sum eru djúpreyð, og sum rigga væl í heildini, sum annars er merkt av nógvum smáum verkum. AEON eitur tríbýtta prentið hjá Bjarne Werner Sørensen, ið á sama hátt sum teir stóru málningarnir hjá Tróndur Patursson ímynda endaleysa dýpd. Tann stóra bláa myndin hjá Torbirni Olsen er áhugaverd. Hon er bæði eitt landslag og ein málara- og modelmynd, sum á skitsukendan hátt er strikað útyvir landslagið.    

Bárður Jákupsson

Tórbjørn Olsen

 Anakronistisk gipshøvd og landsløg

Sum heild er ikki nógv óvæntað á Heystframsýningini. Hon er góð og gamaldags og í summum førum er hon ov gamaldags. Her hugsi eg serliga um gipshøvdini, portrettbusturnar hjá Andriasi Andreasen og Hans Paula Olsen. Hesar eru væl gjørdar og líkjast persónunum, sum tær ímynda. Vit vita frá standmyndum kring oyggjarnar, at Andrias Andreasen og ikki minst Hans Pauli Olsen er tikin í leikum, tá tað snýr seg um handverkið at evna til fólk úr leiri. Hansara røð av gipshøvdum ímyndar Olsen brøðurnar. Tey eru sera væl gjørd, men sakna listarligan relevans í 2015. Tað sama er galdandi fyri impressionistisku landslagsmálningarnir hjá Ilona Rai, sum als ikki eru á hædd við dygdina á framsýningini sum heild.

Ilona Raipala

Ilona Raipala

 Poetiskt málarí

Hinvegin er tað ein sonn frøi, at Anker Mortensen er komin afturíaftur í listaheimin, tí hann er ein framúrskarandi, poetiskur málari. Tó at vit í onkrum myndum kennast við ímyndandi liðir sum t.d. eitt træ ella annað, er myndamálið grundleggjandi abstrakt. Miðað verður eftir at lýsa ein innara, andaligan veruleika. Íblásturin til verkini stavar frá minnum, sansaligum upplivingum í náttúruni av vindi og sól ella fuglasangi og frá bókmentum, frá yrkingum og aðrari myndlist. Hann byggir málningarnir upp av annaðhvørt tjúkkum, kompaktum løgum av máling og av tunnum litfarrum, sum hevur við sær, at myndirnar ofta tykjast hava stóra og rúmliga dýpd. Heitini hjá honum á Heystframsýningini kenna vit aftur, tey stava frá Kingo, Díðriki á Skarvanesi og frá evangeiinum eftir Johannes 3:8: Vindurin blæsur, hagar hann vil, og tú hoyrir suðið, men tú veitst ikki, hvaðani hann kemur, og hvar hann fer; so er við einum og hvørjum, ið føddur er av Andanum

ANker mortensen

Anker Mortensen


Speglingar og landsløg

Hjördis Haack málar veruleikakendar myndir, ið ofta eru settar saman á ein serstakan hátt. Myndevnið verður endurtikið í fleiri myndum og ofta eru speglingar partur av myndunum. Á Heystframsýningini rigga tær smærru myndirnar best við áhugaverdum myndevnisligum forskjótingunum. Marius Olsen hevur somuleiðis ofta spegling á skránni í sínum grafisku myndum, men sjey av teimum 8 myndunum á Heystframsýningini eru landslagsmyndir. Tær eru í fleiri førum eitt sindur meira skjórutar og litríkar enn tær plaga, men dygdin heldur sera væl hjá Mariusi Olsen, og hesar myndirnar eru kanska besta dømi um, at tað altso ber til at gera viðkomandi og áhugaverda list innan fyri gamaldags tøkni og myndevnisøki.

Hjørdis Hack

Heystframsýningin

Heystframsýningarbólkurin byrjaði sum eitt útbrot frá Myndlistafelagnum og sum eitt mótmæli. Mótmælandi parturin av tilverugrundarlagnum hjá bólkinum er ikki ordiliga til staðar meira og so er spurningurin um bólkurin hevur nakran relevans. Fyri nøkrum árum síðani varð nógv kjakast í Danmark um hvørt listafelagsskapir høvdu nakran listarligan týdning. Nógvar av framsýningunum hjá bólkum sum Den Frie, Den Gyldne, Grønningen osfr. vóru reinar áskoðaramagnetir, men ummælarar hildu, at framsýningarnar vóru ósamanhangandi, gamaldags, tilvildarligar uttan listarligan relevans. Tá Charlottenborg varð umbroytt til listahøll, vórðu listabólkarnir tveittir út, men teir framsýna aðrastaðni í dag og framsýningarnar savna framvegis nógvar áskoðarar. Tá Heystframsýningin byrjaði fyri 10 árum síðani, var meðalaldurin á framsýnarunum 48 ár, so talan er ikki um ársungar. Hetta er ein av frágreiðingunum uppá, at Heystframsýningin er ein rættiliga gamaldags framsýning. Eg haldi, at Heystframsýningin í støðum prógvar, at gamaldags list ikki nýtist vera óáhugaverd. Men eg haldi eisini, at tey mugu leggja seg eftir at gera framsýningar, sum ikki í alt ov stóran mun geva áskoðarunum eina kenslu av handahógvi og deja vu. Her er tað t.d. týdningarmikið, at gestirnir, sum sleppa gjøgnum nálaeygað, eru dynamisk og dugnalig listafólk. Á tann hátt skuldi einki verið í vegin fyri, at Heystframsýningin kann halda fram sum framsýningarbólkur.

Genial framsýningarhøli hjá samtíðarlistini

Hølið, sum Heystframsýningarbólkurin hevur lænt frá Skipasmiðjuni MEST er fullkomiliga genialt sum framsýningarhøli hjá samtíðarlistini, men praktisku umstøðurnar tykjast heldur tungar hjá Heystframsýningarbólkinum. Tað eru listafólkini sjálvi, sum standa fyri øllum, heilt frá at vaska trappur og ves til at gera katalog og eitt tílíkt kom ikki í ár. Í sambandi við ymiskar umskipanir, sum sambært mentamálaráðharranum fara at vera framdar á mentanarøkinum, kundi verið umhugsað at fingið framsýningarvirksemið við loyvi frá samtakinum MEST skipað inn undir Listasavn Føroya. Listasavnið er ov lítið sum er og samtíðarlistin eigur ikki nógv pláss á savninum. Har er størstur dentur lagdur á ta gomlu modernismuna, tað eru verk, sum vit kenna væl og virðiliga og sum eru okkara listarliga grundarlag. Við eini listahøll í Havn, hevði bæði tann nýggja, dynamiska samtíðarlistin og Føroya fólk fingið betur sømdir. Opið er frá 3.-25. okt. hósdag til sunnudag kl 15-18.

Opið bræv til Nils Ohrt

Úr kantinuni í Bank Nordik - Rannvá Kunoy og Hansina Iversen

Góði Nils Ohrt

Stóra takk fyri ummælið, ið stendur sum lesarabræv í Dimmalætting hetta vikuskiftið (16/10-15) av nýggja høvuðssætinum hjá Bank Nordik og av málningauppheingingini, sum eg standi fyri. Tað er óført at tílíkt arbeiði verður ummælt – ikki minst av sjálvum Listasavnsstjóranum. Men av tí, at onkrar faktuellar villur eru í greinini, kenni eg meg noydda at koma við nøkrum rættleiðingum.

At undirritaða í samrøðu við Dag og Viku upplatingardagin kom til at virka sum ein ummælari, er spell. Eg varð biðin um at greiða frá tí, eg havi gjørt í bankanum og eg greiddi frá tilgongdini, sum eg eisini havi skrivað um, at arkitekturin, Heidi H.Poulsen setti seg í samband við meg og bað meg velja nakrar myndir úr savninum hjá Bank Nordik osfr. Tað vil siga, at tað frá byrjan var greitt, at eg tosaði sum ein, ið skipaði fyri og ikki sum ummælari. Tá eg seinni sá sendingina, var okkurt klipt burtur av hesi frágreiðing, men eg haldi, at tey flestu, sum eru at sær komin, dugdu at gjøgnumskoða støðuna m.a. tí, at eg sipi til tað sum “vit” hava gjørt.

Mín næsta rættleiðing snýr seg um nakað, sum ummælarin kanska ikki veit av, men sum eg kundi sagt honum, legði hann í at spyrja. Tað er, at uppheingingin ikki er liðug, bert ein partur av ætlaðu listini er hongdur upp. Næsta stig í uppheingingini er í gongd og hesar myndirnar verða hongdar upp í næstum (her verður Ruth Smith sjálvandi við í høpinum). Eg eri púra samd viðvíkjandi sannroyndini, at onkrar myndir hjá Tommy Arge m.a. eru viðbreknar og hanga ábært, men í einum rundbygningi eru ikki so nógvir møguleikar; vit verða noydd at brúka teir veggir, sum eru til taks. Alt hetta er sjálvandi nakað, sum vit hava tikið við í gjølligari umhugsan, eisini staðsetingina av teimum ymisku málningunum. Orsøkin til, at stóra myndin hjá Ingálvi av Reyni hongur við móttøkuna hjá Bank Nordik, er tí, at hon skal síggjast av so nógvum viðskiftafólkum sum møguligt. Har er ein annar stórur veggur, men hann er ikki í Bank Nordik partinum av bygninginum. Nú kann ein og hvør fara innum og hyggja at framúrskarandi myndini hjá Ingálvi av Reyni, har hon hongur. Í ummælinum í Dimmalætting stendur, at tað er óviljað stuttligt, tá eitt nú myndir hjá Ingálvi av Reyni og ein kongalig porselenshvítabjørn verða settar saman. Til tað kann eg svara, at eg als onga ávirkan havi á uppsetingina á porselensfigurum í bankanum - um eg hevði avgerðarrættin, var kanska ikki so nógv porselen, men sjálvandi skal undirritaða ikki avgera alt, tað hevði verið keðiligt.

Restina av teimum mongu atfinningunum skalt tú sleppa at hava uttan uppíblanding, vit hava ymiskan smakk, og kanska kemst okkurt av einum konservativum hugburði mótvegis einum modernaðu hugburði til eitt nú innramming, byggilist v.m. til dømis í fatanini av minimaliseringini av rammum, at hon er ein uniformering, har undirritaða hevur framt broytingarnar út frá eini sannføring um, at tær einstøku myndirnar veruliga sleppa leysar og anda frítt, tá stóru gullrammurnar verða tiknar av teimum. Eg hugsi, at talan møguliga er um ein ættarliðsspurning; fyrr í tíðini varð stórur dentur lagdur á, at rammurnar skulu vera fínar og dýrar og summi halda enn, at gull gevur málninginum ein serligan gyltan klang. Mínar royndir siga mær, at myndin sæst betur, tá gullramman verður tikin av, og ein grá, einføld ramma verður sett ístaðin. Eg kann leggja aftrat, at rammurnar, sum t.d. Steffan Danielsen upprunaliga fekk settar kring sínar myndir, sjálvandi verða goymdar og ikki burturbeindar. Tað er rætt, sum viðmerkt í ummælinum, at fleiri av málningunum eru í ringum standi, hetta skal ein professionellur konservator sjálvandi taka sær av, tí hevur undirritaða eisini í hyggju at gera eitt viðmæli til Bank Nordik hesum viðvíkjandi.

 

Blíðar heilsanir

 

Kinna Poulsen


 

 

Skansaútsýnið varðveitt

Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu hava Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í Tórshavnar kommunu sett eina alternativa loysn í gongd, sum kann verða framd beinanvegin til tess at ferð verður sett á Havnaútbyggingina í Havn. Tey hava avgjørt, at bygt verður vestur- og suðureftir og frítt útsýni verður av Skansanum. Víðari stendur skrivað:

Sum støðan er nú koma vit ikki víðari. Tí seta vit ferð á eina alternativa verkætlan, sum verður minni og tí eisini bíligari. Við hesi útbyggingini verður fría útsýni av Skansanum út á fjørðin varðveitt. Heldur ikki verður bygt framvið fjøruni Yviri við Strond.Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava tikið hesa avgerð, tí verandi støða førir ongan veg. Hetta kunnu vit ikki bjóða hvørki vinnuni, handilslívinum ella teimum hundraðtals fólkunum, sum hava sína inntøku av økinum hjá Tórshavnar havn. Skulu vit framtíðartryggja hesi arbeiðspláss og fylgja við í menningini, so má ætlanin fremjast beinanvegin, og samstundis skapa vit pláss fyri íløgum í aðrar átrokandi verkætlanir. Við hesum verður áleikandi tørvurin hjá vinnuni nøktaður nógv ár fram, og arbeiðsplássini samstundis framtíðartryggjað, siga umboðini fyri Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkurin í Tórshavnar kommunu.

Heðin Mortensen, borgarstjóri
Tróndur Sigurðsson
Bjørghild Djurhuus
Helena Dam á Neystabø
Sigrun Mohr
Elin Lindenskov
Halla Samuelsen
Sjúrður Olsen
Bogi Andreasen
Annfinn Brekkstein

Sissal Kampmann umboðar Føroyar á ársins Transpoesie í Brússel

 

Í ár er triðju ferð at Føroyar luttaka í altjóða bókmentatiltakinum Transpoesie í Brússel. Sissal Kampmann fer at lesa yrkingar upp á føroyskum á einum almennum tiltaki hóskvøldið 8. oktober, saman við yrkjarum úr Pólandi, Estlandi, Israel, Ungarn og Noregi. Ungarska mentanarhúsið í Brússel, Balassi Institutt, verður karmur um tiltakið, ið verður klokkan 20.

 

Afturvendandi Transpoesie tiltakið í Brússel hevur til endamáls at varpa ljós á almenna evropeiska dagin fyri mál - 26. september - sum Evroparáðið og ES settu á stovn í 2001 fyri at fagna máli og málsligum fjølbroytni. Transpoesie 2015 hevur skipað fyri 4 ymiskum tiltøkum síðani í september. Yrkjarar úr 24 londum lesa verk síni upp alment á egnum máli,  samstundis sum týðingar til franskt, hollendskt og/ella enskt verða varpað á stórskíggja. Tiltakið hóskvøldið verður tað seinasta í røðini í ársins Transpoesie.

 

Sendistova Føroya til ES gjørdist fyri trimum árum síðan atlimur í EUNIC Brússel, sum er eitt samstarv um mentan millum mentanarstovnar og sendistovur úr evropeiskum londum við umboðan í Brússel. Hetta hevur millum annað havt við sær, at Føroyar hava fingið møguleika at fáa føroyskar yrkingar við í Transpoesie, sum EUNIC Brússel skipar fyri í samstarvi við býráðið í Brússel og ávísar navnframar lista- og bókmentastovnar í býnum. Sum partur av EUNIC Brússel samstarvinum er Sendistova Føroya eisini vorðin sjónlig sum ein av viðvirkandi stovnunum fyri Transpoesie og hevur eisini átikið sær ein virknan leiklut í at samskipaTranspoesie.

 

Undanfarnu árini hava yrkingar verið at sæð í bussum, sporvognum og í metro’ini, umframt á plakatframsýningum í belgiska høvuðsstaðnum. Í ár verða yrkingarnar tó ikki vístar fram í samferðslukervinum. Í staðin verður størri dentur lagdur á livandi tiltøk við upplestri og eina dagførda heimasíðu, sum verður eitt livandi savn av øllum teimum yrkjarum og yrkingum, sum higartil hava myndað Transpoesie í Brússel. Við støði í hesum er vón um, at tiltakið fer at menna seg uppaftur meir komandi árini.

 

Ársins føroyska umboð í Transpoesie, Sissal Kampmann, er útbúgvin í norðurlendskum máli og bókmentum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hennara fyrsta yrkingasavn, Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgongdini, kom út í 2011. Síðani hevur Sissal givið út søvnini Endurtøkur (2012, 4D (2013) ogHyasinttíð (2014). Sissal er eisini fyrsti føroyingur at fáa handað Klaus Rifbjerg debutantprísin fyri lýrikk, sum verður latin av Danska Akademinum.

 

Til ber at lesa meira um Transpoesie á www.transpoesie.eu. Meira fæst eisini at vita við at venda sær til Sendistovuna.

 

 

Ung í Føroyum 2015, - har alt kann henda!

 

Tíðindaskriv:

Mikukvøldið tann 14. oktober kl. 18 verður forvitnislig og óvanlig sýning í Norðurlandahúsinum.

Í skrivandi stund kunnu vit onki siga um, hvat verður at síggja á sýningini, tí ongin, hvørki luttakarar ella fyrireikarar vita tað enn. Tað kvøldið fara allir luttakararnir í ungdómslistastevnuni Ung í Føroyum 2015 á pall við eini sýning, sum ongin inntil morgunin fyri sýningina, veit hvat fer at innihalda.

Alt kann henda

Felagssýningin á Ungum í Føroyum er ein heilt serstøk sýning. Tá stevnan byrjar mánamorgunin 12. oktober er onki fyrireikað, skapt ella bara umhugsa.

Tá listaverksmiðjurnar fara í gongd, er tað heldur ikki beinleiðis við tí fyri eyga, at alt sum verður skapt har, skal vera ein heild, sum kann fara á pallin. Í staðin fara tey ungu og verksmiðjuleiðararnir at arbeiða við tí, sum tey ungu hava áhuga fyri, ið so síggja tey, hvat hendir. Verksmiðjuleiðararnir eru eins nógv vegleiðarar sum lærarar og skulu beina skapanarevnini hjá teimum ungu, so eitt úrslit kann koma burturúr.

Sýningarframleiðarin Vígdis Hentze fer at ganga millum verksmiðjurnar og seta fram ynski um, hvat hon kundi hugsa sær at havt við í sýningini, av tí tey ungu skapa har. Tað er lagt upp til, at verksmiðjurnar samstarva, so tað er ikki til at siga, um tónleikurin fer at spæla undir hjá sjónleikinum ella um sjónleikurin skal ímynda myndlistina ella um myndlistin skal koreografera dansin ella dansurin skal bera fram bókmentirnar. Alt kann henda, tað er upp til tey umleið sjeyti fólkini, sum fara at samstarva hesar tríggjar dagarnar.

Listaverksmiðjur

Ung í Føroyum er bygt upp kring listaverksmiðjur leiddar av yrkislistafólkum. Hesaferð hevur dentur verið lagdur á at finna listafólk sum eru úr ymsum Norðurlondum eins og bæði her búgvandi føroysk listafólk og útisetar.

Mariann Hansen og Heiki Eero Riipinen, ið er finni búsitandi í Noregi, eru bæði nýútbúnir sjónleikarar. Tey fara at samstarva í Sjónleikaverksmiðjuni.

Tónleikarin Jens L. Thomsen, sum vit kenna úr m.a. Orka, fer at leiða Tónleikaverksmiðjuna.

Eiríkur Örn Norðdahl er viðurkendur skaldsøguhøvundur, ið eisini arbeiðir við slóðbrótandi ljóðyrking. Hann fer at leiða Skriviverksmiðjuna.

Dansiverksmiðjuna leiðir norski dansarin Signhild Meen Wærsted. Afturat at vera dansari, er hon eisini koreografur og framleiðir framførslur, ið spenna frá barnasjónleiki og samtíðardansi til live-art og instalatiónir.

Sámal Blak, sum nú ger pallir til stórar operur kring heimin, var í sínari tíð sjálvur luttakari á Ung í Føroyum. Í ár fer hann at leiða Myndlistaverksmiðjuna.

Sniðgevaverksmiðjan við undirheitinum Búnar, fer Anna Kristin Bæk at taka sær av. Vit hava m.a. sæð hennara spennandi búnar í leikinum Harlekin og í vælumtóktu sangleikunum hjá Studentaskúlanum.

Stuðlar

Tað er Norðurlandahúsið, sum skipar fyri ungdómslistastevnuni, men í ár hava tey fingið góðan stuðul kring alt landið. Vinnan hevur stuðlað væl, fimm vinnustuðlar eru, harav Hiddenfjord hevur teknað seg sum Gullstuðul. Sjey av kommununum hava eisini játtað at stuðla sínum ungu at fara á stevnuna.

Stuðulin kemur væl við, tí tað er kostnaðarmikið at geva teimum ungu bestu umstøðurnar í landinum at skapa í í tríggjar heilar dagar. Stevnan er skipað sum lega, so hvør vakandi tími fer til skapandi virksemi.

Longu nú ber til at ogna sær atgongumerki til sermerktu sýningina mikukvøldið 14. oktober. Har verður bert tann eina sýningin! Fá meira at vita á www.ung.i.foroyum.org og keyp atgongumerki á www.nlh.fo.

Oktobir

2015-07-14 13.53.58.jpg

Mynd: Ingálvur av Reyni

 

Einsligt og kalt og nátt og gráur Oktobir
fjart hoyrist flog av flytifugli íð boð ber
at um kærleik og sang og sól, tá íð valdar Oktobir,
eingin vón, einki hop er.

Minkandi máni í skýdrátti vóð,
øtlandi hav og suffandi flóð.
Skelva um verøld tey mollstemtu ljóð,
valdar gráur Oktobir -
um sang og sól einki hop er.

Uttan frændur og heim, uttan land, uttan gud,
fell mær glerrunnin blóma, ivin, í lut
hennar fræstund er í Oktobir
tá um vetur og frost einans hop er.

 

JHO Djurhuus 1912

Megin í røddini

 

Ummæli: Eivør: Slør

Síðsta fríggjadag kom nýggjasta útgávan hjá Eivør Pálsdóttir Slør, føroyska systurplátan hjá ensku Bridges, sum kom í februar í ár. Sambært listakvinnuni eru løgini á nýggju útgávuni eitt slag av spegilsmyndum til løgini á teirri fyrru plátuni. Eg má siga, at eg sjálv uppfati hesar báðar útgávurnar sum rættiliga ymiskar og í mun til Bridges tykist Slør ikki heilt so sannførandi heilskapað. Slør er meira brotakend, løgin og rá; eg hugsi, at er talan um eina systurútgávu, er hetta kanska tann løgna, villa, eksperimenterandi og óttaleysa lítlasysturin, sum er sloppin framat. Men tað er sjálvandi sum altíð stórt, tá Eivør kemur við nøkrum nýggjum og tað er tað av fleiri orsøkum. Eitt er, at Eivør Pálsdóttir er ein einastandandi góður sangskrivari við heilt sjáldsama musikalskari og vakrari ræddarmegi, men hon dugir eisini sera væl at finna sera dugnalig, musikalsk fólk at samstarva við, sum megna at fanga hennara hugskot og ætlanir og duga at fremja tey í verki. Hetta er fyrst og fremst Tróndur Bogason, men eisini Høgni Lisberg, Mikael Blak og Hallur Johnsson hava stóran týdning fyri útgávuna og tað hava Jónas Bloch og Theodor Kapnas í Studio Bloch eisini.

 

Myrkari og meira introvert

Tað er aftur Heidi Andreasen, listakvinna, ið stendur fyri permumynd og snið, sum í mun til Bridges er einfaldari, meira introvert, myrkt, dramatiskt og dynamiskt, og sum aftur hesa ferð hongur sera væl saman við tónleikinum og tekstunum á fløguni. Miðskeiðis á fløguhúsanum er Eivør avmyndað í profil í einari ógvusligari rørslu og kring hana flaksa fuglar sum eru teir órógvaðir av øgiligu megini í hesari rørsluni. Fyrstu ferð, eg lurtaði eftir nýggju fløguni hugsaði eg við mær sjálvum, at hon ikki á sama hátt og hinar útgávurnar hjá Eivør fer at vera slitin á mínum annleggi - Bridges er millum mínar yndisplátur - men nú ivist eg, tí Slør er sjarmerandi og vinnur fyri hvørja ferð, hon verður spæld.

 

Lættleiki og tyngd

Teir allarfyrstu klænu syntezisertónarnir ljóða so mikið fýrsaraligir, at eg nøkur sekund haldi meg vera komna at leggja eina Depeche Mode fløgu á spælaran - eina av teimum ordiliga gomlu, men tað vísir seg at vera Slør, sum er grundað á eina tílíka retro elektroniska slóð, sum verður samantvinnað við akustisku fólkatónleikaslóðini hjá Eivør. Hon leggur bleytt út við einum sveimandi pophitti av einum kærleikssangi, tað er Silvitni, sum mann heldur seg hava hoyrt áður, og tað  hevur mann kanska eisini, tí sangurin verður dúgliga spældur í Kringvarpinum í løtuni. Næsti sangurin snýr seg um tann brotna og fjarskotna, tað er ein merkiligur, intensur sangur, men eisini her er niðurlagið fangandi og lætt sum í Silvitni við darrandi uppeftirgangandi, arpeggiatorkendum tónarøðum í undirspælinum. Temaið í sanginum Salt er klassiskt, her verður einstaklingurin og saltið í menniskjakroppinum og í tárinum knýtt til umheimin og heimshavið og lagið hevur hóskandi tyngd, her er tað bassurin, sum tekur stýringina og Eivør fær høvið at vísa hvussu væl hon maktar eisini tann dramatiska djúpa partin av røddini.

 

Trøllabundin

Longu her ber til at staðfesta, at útgávan er eitt sindur óforútsigilig útsetingarnar eru ymiskar, summar tykjast naknar og aðrastaðni er nokk so nógv uppi á breyðflísini eisini við veruleikaljóðum av fótafetum og djóraljóðum m.a. Eivør er trøllabundin enn og alsamt fleiri lata seg trøllabinda av hennara rødd og løgum. Endurinnspælingina av lagnum Trøllabundin fara nógv ivaleyst at fegnast um, útlendskir ummælarar leggja stóran dent á hendan sangin og á framúrskarandi frumkraftina, sum merkir framførsluna av júst hesum sanginum. Eg havi upplivað hesa frummegi m.a. á Bridges útgávukonsertini, men eg kann gott vera hana fyriuttan og tað haldi eg eisini, at Slør kann.

 

Slør

Mjørkaflókar byrjar líka stillisliga sum ein mjørkamorgun, hesin vakri sangurin og Verð mín minna í niðurlagnum um sangir hjá amerikansku Julee Cruise, tað er hon, sum sang heitislagið í Twin Peaks sjónvarpsrøðini, Falling. Meðan eg lurti komi eg nakrar fáar ferðir í tankar um aðrar songkvinnur, t.d. Lisa Ekdahl og Kate Bush, men eg haldi, at ein grund til hetta er, at tað eru fáar songkvinnur, sum megna at syngja so væl í ovastu tónalegu, og tí hevur mann hug at samanbera. Í grundini er Eivør møguliga í útgangsstøði inspirerað av Anniku Hoydal í lagasmíði og teirri vísukendu framførsluni. Men mest av øllum er Eivør hon sjálv, ein ómetaliga dugnaligur og royndur tónleikari, sangari og lagskrivari. Petti fyri petti er ein akustiskur kærleikssangur við undirliggjandi syntkóri. Røttu skógvarnir snýr seg um at finna stev og rætta kós og hetta lagið er so fult av stevi og tað er ringt at sita still, áðrenn eg veit av, siti eg og slái á telduknøttarnar í takt við sangin, og syngi við tí kinverskt sleingjandi niðurlagnum, sum er praktfult. Tað sama er galdandi fyri eysturlendskt ljómandi niðurlagið í sanginum Í tokuni, ið er einfaldur eins og eitt skjaldur ella ein spoken word yrkingaframførsla. Verð mín er ein longsulsfull tónleikalig tulking av yrkingini hjá Marjun S.Kjelnæs um kópakonuna. Tað er somuleiðis Marjun, sum eigur tekstin í huglagsríka heitislagnum Slør, níggjunda lagið á útgávuni, har stóra røddin hjá Eivør fyrst einsamøll, og síðani við einum væl hugsaðum elektroniskum undirlagi sveimar í  kvirruni, meðan orðini um tann stóra, altíð hjástadda kærleikan verða borin fram á so stórfingnan hátt, at sjálvt fuglarnir kvaklast av megini í røddini.

 

Tvær sterkar - og eitt lítið sindur keðiligar

Hetta til 11.november ber til at síggja framsýningina Tvær sterkar í Listasavninum. Sum verkætlan er Tvær sterkar eins sympatisk og hon er skilagóð. Tankin at fagna tveimum sterkum, kvinnuligum listavegarum sum Ruth Smith og Júliánu Sveinsdóttir við eini felags framsýning er góður, nú vit nærkast hundrað ára degnum síðan kvinnur fingu valrætt.

Tá framsýningin hevur eitt so gott og upplagt útgangsstøði sum hendan, er mann ivaleyst eitt skarnsvætti, um mann kemur til at geispa, tá mann er komin hálva leið gjøgnum framsýningarhølið. Men ein høvuðsorsøk til svøvnliga huglagið, sum rakti yvirritaðu, man vera ein illa nøktaður tørvur á spektakulerari, spildurnýggjari samtíðarlist, og hetta hevur sum so einki við hesa framsýningina at gera. Framsýningin Tvær sterkar er ein norðurlendsk verkætlan og eina ferðaframsýning, ið verður sýnd í Listasavninum í Reykjavík og á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn umframt í Listasavni Føroya.

Klassisk modernisma

Samanumtikið kann ikki sigast annað enn, at føroyski áskoðarin følir seg heima á hesari framsýningini, tí hetta minnir akkurát um ta gomlu føroysku listina, sum vit kenna frá fýratiárunum, fimti- og sekstiárunum. Føroysk og íslendsk list líkjast heilt nógv í útgangsstøði, tí at listin byrjaði seint í báðum londum og listafólkini tóku útbúgving á kunstakademinum í Keypmannahavn, hagar listaidealini komu úr Paris. Sostatt hava vit heilt nógv klassisk modernistisk listaverk í Føroyum við greiðum íblástri frá myndamálinum hjá m.a. Paul Cézanne, og tað sama er galdandi fyri við myndirnar á framsýningini Tvær sterkar, sum fyri tað mesta avmynda landsløg og fólk.

 

Ein íslendsk undangongukona

Júliána Sveinsdóttir er fødd og uppvaksin á Heimaey í Vestmannaoyggjum. Hon var væl eldri enn Ruth Smith, tí hon varð fødd í 1889, 24 ár áðrenn Ruth Smith kom til verðina í Vági í Suðuroy í 1913. Júliána Sveinsdóttir kom frá sera fátæksligum korum, men avgjørdi allíkavæl at fara til Keypmannahavn at gerast listamálari longu í 1909. Í 1912 byrjaði hon á Kunstakademinum hjá P.Rostrup-Bøyesen professara, sum legði stóran dent á litviðurskifti júst sum lærarin hjá Ruth Smith, Axel Jørgensen gjørdi seinni, tá Ruth Smith byrjaði á sama akademi í 1936. Umleið 1920 byrjaði Júliána Sveinsdóttir at veva fyri at forsyrgja sær sjálvari, men vevingin ávirkaði hennara myndamál, sum gjørdist einfaldari og meira tilfarsligt. Í 1947 fekk hon Eckersbergmedaljuna fyri eitt av verkunum, sum hon framsýndi á Heystframsýningini á Charlottenborg. Júliána Sveinsdóttir var sera upptikin av kvinnurættindum serliga rættindum og møguleikum hjá listakvinnum og hon var limur í KKS, eitt samtak, sum stríddist fyri at betra møguleikarnar hjá listakvinnum fyri at fáa stuðul, skipa framsýningar og luttaka í kappingum um listprýðing. Í katalogtekstinum hjá Hrafnhildur Schram, stendur, at Júliána Sveinsdóttir var ein av týdningarmestu myndavevarunum í norðurlondum.

 

Kensluborna litavalið hjá Ruth

Eg veit tað ikki, men kanska hevði presentatiónin av íslendsku listakvinnuni verið meira fullkomin sannførandi um tekstilverkini hjá henni vóru við. Sum framsýningin hongur nú í Listasavni Føroya, eru tað heilt vist myndirnar hjá Ruth Smith, sum áskoðarin leggur til merkis, og sum av álvara hugtaka, sjálvt um tað heldur ikki er so øgiliga langt síðani vit sóu fleiri av myndunum á teirri stóru Ruth Smith serframsýningina í Listasavninum í 2007 – men her eru eisini nakrar myndir hjá Ruth Smith, sum ikki áður hava verið at síggja í framsýningarhøpi og tað er í grundini góð grund til at vitja framsýningina. Myndirnar hjá íslendsku listakvinnuni, Júliánu Sveinsdóttir eru málandi og fjálgar, hon er eins og Ruth Smith kolorist, og men tað eru verkini hjá føroysku listakvinnuni, sum fáa undirritaða áskoðara at vakna við sínum óendaliga kensluborna litavali og sínum um somu tíð neyvu og ekspressivu lýsingum. Á framsýningini eru tað sum sagt serliga hennara myndir, sum bróta seg tvørtur um tíð og stíl, við sermerktum, ljóssprongdum litsamansetingum. Hetta er eitt nú galdandi fyri ta genialu skitsuna av Nesi, sum Listasavnið hevur keypt við stuðul frá Ny Carlsberg Fondet, og sum er merkt av so stórum litríkidømi, at sjálvt ikki andstyggiliga gullramman megnar at oyðileggja tað. Heitu okkurgulu strokini tendra í teir djúpbláu farrarnar í teirri nokk so opnu kompositiónini á ein hátt, so tað gerst ein sonn fragd at líta á.

iPhone Image 1C33D2.jpg

 

Myndaskrá

Katalogið hevur sama snið sum øll katalogini hjá Listasavni Føroya hava havt seinastu árini, tó at tað telur fleiri síðir og hetta kemst av, at tekstirnir báðir, tann hjá íslendska kuratorinum um Júliánu Sveinsdóttir og tann hjá Nils Ohrt listasavnsstjóra um Ruth Smith, eru týddir til øll tey trý málini, sum verkætlanin fevnir um. Tekstirnir eru upplýsandi og áhugaverdir, men litirnir í kataloginum eru heilt við síðuna av og tað er spell, tá talan er um myndirnar hjá tveimum gávuríkum koloristum.

Statens Værksteder for Kunst flytir til Helsingør

Sambært heimasíðuni hjá Statens Værksteder for Kunst verður SVK flutt til Helsingør sum partur av heildarætlanini hjá donsku stjórnini um desentralisering av almennum fyritøkum. Sambært ætlanini skulu verkstaðir og arbeiðshøli gerast í Kronborg til tær umleið 170 listarligu verkætlanirnar, sum eru í SVK um árið. Fleiri føroyingar hava arbeitt á SVK, m.a. Tróndur Patursson og Bjarne Werner Sørensen, sum báðir eru limir í Heystframsýningini, ið letur upp framsýning á Skipasmiðjuni leygardagin. Henda vána avgerðin hjá donsku stjórnini fer eisini at raka føroysk listafólk. Bjarne Werner Sørensen skrivar á sínum FB vanga: “Det her gør rigtigt ondt. Har arbejdet her både med egne projekter og senere som konsulent, ialt siden 1989. Der er kælet for alle detaljer i værkstederne, - ikke mindst Ulf Horak's fortjeneste. Det kan ikke bare flyttes. Hvis det skal genetableres uden forringelser kommer det til at koste rigtig rigtig dyrt. Og jeg kan desværre overhovedet ikke se at kunsten kan vinde noget ved denne her hovsa beslutning.”

Og vinnarin er...

 

Á hátíðarhaldi í dag varð avdúkað hvør fekk Mentanarvirðislønir M.A.Jacobsens 2015 fyri ávikavist fagrar bókmentir, yrkisbókmentir og mentanaravrik. Helena Dam á Neystabø beyð vælkomin vegna Tórshavnar Býráð. Hon takkaði rithøvundum og mentafólkum fyri tær fantastisku upplivingarnar, sum hesi veita okkum. Síðan sang Hanus G.Johansen góða gamla Sakn og tann eitt sindur nýggjara sangin Um eg kundi kvøðið saman við einum trallandi Cantabile. Eftir hetta varð fyrsta virðislønin, tann fyri fagrar bókmentir latin Carl Jóhan Jensen fyri bókina Eg síggi teg betur í myrkri. Jonhard Mikkelsen takkaði fyri Carl Jóhan Jensen, sum er staddur í Brússel og síðani varð takkarøðan lisin upp, sum byrjaði "Hetta er ikki ein takkarøða.." eins og Carl Jóhan Jensen byrjaði flaggrøðuna á sinni. Røðan snúði seg mest um deyðan, men tað ger bókin, Eg síggi teg betur í myrkri, eisini, og í røðuni varð listin knýtt saman við deyðanum samstundis sum rithøvundurin nýtir høvið at glósa samtíðini og algongda breiða listarliga vegnum. Jóan Pauli Joensen fekk yrkisbókmentavirðislønina fyri sínar bøkur Bót og biti 1-2, og helt eina takkarrøðu, har hann greiddi frá sínum granskingararbeiði. Virðislønin fyri mentanaravrik varð latin Jákupi Veyhe. Hann var bilsin yvir, at hann varð mentanarvirðisløntur og greiddi skemtiliga frá hesum, men hann kendi sær stóran heiður, sum hann breiddi út yvir filmin, Klippfisk, Jan Berg Jørgensen o.o. 

http://www.listaportal.com/tidindi/2014/8/29/ein-str-skaldsga-vi-fer-inn-myrkri?rq=Eg%20s%C3%ADggi

List til gerandis- og veitslubrúk

Listaupplivingar kunnu vera góðar og ringar, tað kann vera veldugt at fara til eina listaframsýning ella film ella sjónleik, tónleik ella lesa eina nýggja bók á fyrsta sinni, men millum mínar bestu listaupplivingar eru tær óvæntaðu. Tær, sum stinga seg upp í gerandisdegnum, tá eg gangi ymsastaðni í býnum, arbeiðsplássinum ella hvar tað kann vera. Í gjár var ein góður dagur í so máta. Eg spákaði mær gjøgnum eina heystliga Havn, regngráa við lýsandi gulum bløðum og inni í Steinprenti helt tað gula fram í prentunum hjá Zven Balslev og John Kørner og í herligu skallamyndini hjá Hanna Bjartalíð, sum minnir meg á deyðan og at lívið er ein glæsilig veitsla, sum eg eri boðin við í. Tóroddur Poulsen hevur málað nakrar fínar vatnlitamyndir, tað eru tostatrø av ymiskum slagi, eitt grindatostatræ við blóðfargaðum havi. Uppiá hongur ein spildurnýggj framúrskarandi mynd hjá Julie Sass, sum tekur abstraktión upp á eitt hægri støði. Eg gangi løtu seinni inn á gólvið í Bank Nordik – har hava tey fingið tvær stórslignar myndir í kantinuna at hanga, ta einu málaði Hansina Iversen. Tá eg komi niðan í Hoydalar hevur mín yndisgrafittiskrivari sett heilar 3 lepar upp á einum útvaldum stað og har er nógv at lesa og at hugsa um. Í morgin letur Bank Nordik upp fyri almenninginum og leygardagin letur Heystframsýningin upp á Skipasmiðjuni, so nógv er at gleða seg til umframt ta góðu gerandislistina. 

Grindatostatræ

Julie Sass

Tóroddur Poulsen 

Hansina IVersen

John Kørner gjørdi hesi bæði prentini við tveimum føroyingum

John Kørner gjørdi hesi bæði prentini við tveimum føroyingum

Flotta plakatin, sum Tróndur Patursson gjørdi til heystframsýningina

Flotta plakatin, sum Tróndur Patursson gjørdi til heystframsýningina

Grafitti í Hoydølum

Grafitti í Hoydølum

Tað er Fríða Matras Brekku, sum hevur broderað og sett saman nøkur verk í Steinprenti


Altjóða flog og heimlig provinsialisma

Seinastu tíðina havi eg hugsað nokk so nógv um bygdasligheit. Eg havi verið ein fínan túr í Transylvania, sum onkursvegna speglaði mítt egna samfelag uppá fleiri mátar, eisini føroysku bygdasligheitina. Í Listasavninum í Tirgu Mures í Transylvania eru myndir, ið minna um Matisse, Monet, Cézanne, Picasso og Van Gogh, tó at eingin teirra er umboðaður á listasavninum Í Tirgu Mures. Har satsa tey meira lokalt júst  sum vit gera í Føroyum, men har hava tey mongu byggilistarligu stílsløgini og ornamenteringin av kirkjum og miðaldarbýum hóast alt altjóða flog. Í Føroyum hava vit bara lokala, føroyska list og hetta ávirkar sjálvandi samlaða góðskustøðið. Sjálvandi er tað ikki bíligt at keypa ein Van Gogh, men tað er allíkavæl løgið, at vit so at siga bara hava føroyska list í Føroyum. Tað er kanska áhugavert hjá ferðafólki, men hvat við okkum, sum búgva her? Í Føroyum eru listaupplivingarnar avmarkaðar - í øllum førum gerandisdagar. Okkara børn uppliva bara føroyska list, tað er avmarkandi í sær sjálvum, og verður ikki minni avmarkandi av, at føroysk list bara hevur hundrað ár á baki. Spurningurin er so bara um hetta elvir til ein avmarkaðan hugsunarhátt?

Sambært Sprotanum merkir bygdasligur nakað tað sama sum heimføðisligur. Tað er bygdasligt at halda Klaksvík vera meira bygdasliga enn Havnina og óansæð um tú ert í New York, kunnu lokaløkini har eisini tykjast bygdaslig, tí tað liggur til okkum at savnast í yvirskoðiligum bólkingum. Á útlendskum máli verður tosað um provinsialismu og har verður sipað til okkurt lokalt, decentralt, men eisini okkurt, sum er smáborgarligt og stuttskygt. Bygdasligheitin kann eisini vera sjálvsnøgd, býttislig, full av fordómum, men eisini hugnalig og so var Jante, sum vit kenna frá heimskendu Jantelógini í bókini hjá Axel Sandemose “En flyktning krysser sitt spor”, ein bygd. Sosialt tekur Jantelógin útgangsstøði í einum ávísum norðurlendskum varsemi í sambandi við at sipa til egna eydnu ella at hálova eydnuni hjá øðrum. Vit skulu ikki hava tað ov gott ella reypa ov illa, tí dramblæti er falli næst. Og tí er tað lítillætið, sum oftast verður havt á lofti sum allarbesta dygdin t.d. tá talan er um Ingálv av Reyni, sjálvt um hansara stórsligna myndlist er alt annað enn lítillátin. Hon er larmandi, hástór og armveipandi áhugaverd. Tað kunnu vit eitt nú staðfesta í nýggja Bank Nordik bygninginum, har ein stór mynd hjá Ingálvi av Reyni hongur í forhøllini. Bygningurin er ómetaliga væl eydnaður, men fyri nógv er tað provokerandi, at hann ikki er meira lítillátin enn hann er.

 

Orsøkirnar til, at bygningurin skal vera lítillátin hevur eftir øllum at døma okkurt við mangulin uppá Tjóðpall og mentanarbygningar yvirhøvur at gera, og so snýr tað seg um fíggjarkreppuna; bankarnir skulu skamma seg og lata vera við at vera ov flottir, skilst. Eg eri ómetaliga fegin um, at bygningurin er so vakur sum hann er, eins og eg fegnist um øll væl eydnað arkitektonisk verk í mínum heimbýi og í øðrum býum, sum eg vitji. Eg elski at eygleiða perfektu javnvágina og ótrúliga modernitetin í gamla SAS hotellinum í Keypmannahavn, sum Arne Jacobsen teknaði og sum í síni tíð skapti mikla øsing millum fólk, ið hildu, at háhús vóru ódonsk. Sama øsing var aftur, men í minni mát, tá Arne Jacobsen seinni teknaði danska tjóðbankan.

Tjóðbankin í Keypmannahavn

Nú heldur onkur, at rundbygningar og glasbygningar eru óføroyskir, tað kann væl vera, men eg kann vissa øll um, at nýggi Bank Nordik bygningurin hevur altjóða flog. Og altjóða flog eigur at kunna vera føroyskt og vinna á okkara viðføddu provinsialismu, eisini um talan er um ein glasbygning uttan flagtekju. Vit duga ofta at síggja tað, tá útlandið sigur okkum, at okkara listafólk eru fantastisk, tí vita vit, at William Heinesen, Rannvá Kunoy, Eivør, Teitur, Barbara í Gongini, Annika Hoydal, Sunleif Rasmussen, Tóroddur Poulsen, Sakaris Stórá, Eyðun Johannesen, Sámal Blak og fleiri onnur av okkara listafólkum eru framúrskarandi.

Eg haldi, at vit skulu turka dundrið úr eygunum og hyggja at Bank Nordik bygninginum uttan bygdasligar fordómar. Tá ber til at staðfesta, at vit hava fingið eitt ómetaliga væl eydnað arkitektoniskt bygningsverk, sum sømir seg einum høvuðsstaði. Bygningurin liggur framúrskarandi væl og fellur vakurt inn í lendið uppi yvir R.C.Effersøesgøtu, men eg viðmæli øllum at fara inn í bygningin og har uppliva tann jarðbundna, vinarliga, skynsama og opna dámin í rúminum. Her ræður skynsemi og modernitetur, tað sæst á tilfarsvalinum, á tí ljósa trænum og vakra betonginum og á einfalda bygnaðinum, og sjálvt um høgt er til loftið, eru ljóðviðurskiftini góð uttan tað øgiliga ekkóið, sum plagar at fylgja við slíkum umstøðum. Hyggið sjálvi inn á gólvið í Bank Nordik, har er almenn móttøka fríggjadagin 2.okt. klokkan 15-17.   

 

Brot úr einari av mongum áhugaverdum altartalvum í  Brasov

Eitt vakurt gamalt kirkurúm

Ein rundkoyring

Ein rundkoyring

Kirkjuveggur í Brasov

Kirkjuveggur í Brasov